Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16. Nr. 240 — 15. DESEMBER 1994 15. desember 1914 varð dreingjabarn borið í heim í Rituvik, sum fekk navnið Andreas Højgaard. For- eldur vóru Nicolina í Kálvhúsi av Glyvrum og Hanus hjá Peri í Rituvík. Dia, sum hann verður róptur, vaks upp í heimbygdini í stórum systkinaflokki. Hjá ung- um evnaligum dreingi var ikki almikið at velja í til virkis í 20'unum, tá barnaskúlin var av; flestu teirra fóru til skips — so var eisini hjá Dia. Hann fór til skips við pápanum, sum førdi skip og var fiskimadur í mong år. M.a. vid sluppunum > Volentair<, >William Martin«, førdi »Suduroynna« og var eisini vid skonn- artini »Sannu«, sum Napoleon å Langanesi førdi. Eisini var Dia vid trolarum hjá Tór felagnum. Dia var borin í heim tað árið fyrri heimsbardagi brast á og var í bestu manndómsárum sum virkin sjó- maður undir seinna heimsbardaga 1940—45. Hann giftist Jolinu og festu tey búgv í heimbygd hennara, Vestmanna, 2 eru børnini. Mestkennir nútíðin Dia ella Andreas Højgaard sum reysta fakfelagsmannin, altíð fúsur at taka tøk og skifta orð um samfelags- og fakfelagsmál. Hugin og evnini hevur hann sum nakar at leggja upp í samfelagskjakið og liggur tað honum á hjarta at verja áhugamálini hjá arbeidarafjøldini, hjá fiski- manninum og at tala søk teirra veiku. Tað ger hann við eitthvort høvi. Valevni hevur Dia verið drúgvt áramál til løgting á javnadarlistanum í Nordurstreymi og hevur hann havt sæti á tingi í styttri millumbilum. Nógv kundi verið sagt og skrivað um Andreas Høj- gaard í Vestmanna, sum á 80 ára fødingardegnum situr í formanssessi Føroya Fiskimannafelags. Hig- ani verður hann heilsaður á stóra merkisdegnum við tøkk fyri trúfesti og tey drúgvu tøk, hann hevur tikid til frama fyri Føroya Javnaðarflokk og fakfelags- rørsluna. Hjartaliga tillukku, g60i vinur. jl Tíðindaskriv frá Kunningarstovuni í Klaksvík: ” = Í ” Jolahugni i byraðs- høllini i Klaksvik Månakvøldid kl. 20.00 er Tiltakid er ókeypis. Køk- ætlanin at hava eitt jóla- ur og kaffi verður eisini at hugnakvøld, har klaver- fáa. næimngar fara at luttaka. Eisini verður klaver og horn, klaver og floyta og møguliga klaver og cello. Umframt hetta verdur fe- lagssangur, har jólaløg verða sungin. Vegna plásstrot skulu at- gongumerki heintast á Norðoya Kunningarstovu ímillum kl. 14.00—16.00. Dia 80 ár Ja, ein kann trúgva tí ella lata vera, men í dag fyllir Andreas Højgaard, vanliga kallaður Dia, 80 ár. Dia er ættaður úr Rituvik, har hann sum allir aðrir dreingir fór til skips, tá prestsins hond varð løgd á høvdid. Sjólívið gjørdist eisini lívið hjá Dia. M.a. sigldi hann øll krigsårini, og var hann á sjónum inntil heilsan fór at bila. Dia giftist við Tolinu, og tey eiga børnini Hans og Tove, Dia og Tolina búsettust í Vestmanna, hagani Tolina er ættað. Dia er kendur maður millum manna sum ein hittin- orðaður og skemtingarsamur maður. Hetta hava vit eisini royndir av í fiskimannafelagnum. Dia hevur verið stjórnarlimur í meira enn 20 ár. Tey seinastu mongu árini hevur hann verið næstformaður, og í løtuni er hann virkandi formaður. Alla hesa tíð hevur Dia roynst felagnum ein dygg- ur stuðul. Og tað sum sermerkir hann er hansara loyalitetur móti felagnum og teimum, sum hann ar- beiðir saman við. Men Dia er eisini bersøgin, og ein veit altíð hvar ein hevur Dia. Dia er kendur fyri at vera prátingarsamur. Ofta kunnu samráðingar vera turrisligar. Serliga tá sem- ingsmaðurin er uppi í, tá partarnir ofta sita einsa- mallir. Men hetta er ongantíð keðiligt, tá Dia er við. Hann kann sita í tímavís og greiða frá út í eitt, og tað enntá uttan at endurtaka seg sjálvan. Hann er eisini tiltikin hittinorðaður. Ein søga var tá hann fór inn á sjómansheimið at biðja um song. Men hann fekk at vita, at her var alt upptikið. Men hann var í Havn í fiskimannafelagsørindum! Hetta hjálpti einki. Seingin var eingin. Tá var tað at Dia segði: „Men so må eg siga sum tað stendur í skriftini: »Han kom til sine egne, men hans egne tog ikke imod ham«. Dia fekk song bædi tå og seinni. Dia hevur altid havt ein brennandi åhuga fyri sam- felagsvidurskiftum. Hann hevur verid javnadarmad- ur alt sitt liv, og har svíkur hann ikki. Hann hevur ofta verið uppstilladur, og hevur eisini onkuntid sitið á tingi. Eg vil fegin ynskja Dia hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum við tøkk fyri alt, sum vit hava havt saman tey mongu árini í fiskimannafelagnum. Hetta skal eisini vera ein heilsan til Tolinu. Hon er eitt virdiligt umboð fyri tær sjó- og fiskimannakonur, sum hava verið mergurin í føroyska samfelagnum. Óli Kosmetikkseljarar kring landið til heimaparty Hevur tú hug at tjena nakrar eyka krón- ur, so er hetta nakað fyri teg. Sera góð og bílig natúrprodukt fyri ein sera sámuligan prís. Skriva til Sosialurin, box 76, 110 Tórshavn, bill. mrk. J 1. Tíðindablaðið CSE 80 ár Í dag, 15. desember, fyllir Jóhannes Olsen í Sanda- vági 80 år. Johannes er føddur og vaks upp í heim- bygdini og sum flestu unglingar tá, fór hann til skips, var m.a. við »Silver Spray«, eisini sigldi hann undir krígnum. Avlærda yrki hansara var málaralæran, lærdi hjá Jørgen Jørgensen í Miðvági og í arbeiði sínum sum málarameistari hevur eisini hann havt lærlingar. Vit kenna Johannes Olsen sum virkna fakfelags- mannin. Hann tók dúgliga lut í fakfelagsarbeiðnum í Sandavágs Arbeiðsmannafelag, har hann var stjórnarlimur og mongu árini eisini formaður felag- sins; men kring landið er Johannes kendur sum for- maðurin í Føroya Arbeiðarafelag, stjórnarlimur í 37 ár og formaður í árunum frá 1973-81. Í 1987 legði hann stjórnarstarvið frá sær. Hann var stjórnarlimur í Føroya Fiskimannafelag í síni tid. Johannes og konan Estrid eiga fimm børn . Og heimamaður og húsfaðir hevur Johannes verið góð- ur. Væl dámar honum at fáast við seyð og við tað, sum jørðin gevur av sær, fæst hann eisini við, vår- sum heystardag. Ikki var alt sagt, løgdu vit ikki afturat hansara kærleika til sang- og tónleikalívið. Urguspælari er hann, fiólina hevur hann eisini brúkt, hevur verið leiðari i kirkjukórinum i Sandavågi og ikki sørt hevur hann lagt úr hondum sum yrkjari. »Sandavågur heim- bygd mín<, sandavágssangurin, er verk hansara. Eyðmerkt er hansara tolsemi og góðlyndi, sum heimamaður, arbeiðsfelagi og ikki minst sum fak- felagsleiðari. Tillukku á 80 ára degnum, frægi vinur. jl ” Vit gera gamla „gólvið sum nytt Vit pussa, slípa, reinsa, polera, bona, lúta og leggja ØLL SLØG AV GÓLVUM Gólvtænastan Skemmingsgøta 19 Tlf. 18875 - 88875 Tórshavn Fax. 18809 Ókeypis tilboð og vegleiðing verða givin.