fríggjadagur 16. desember 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tidindabladid (Hu
Tórshavnar Býráð
mótmælir
skerjingunum á
Tekniska Skúlanum i
Havn
Fleiri
motmæla
skerjingar
Legtingið fær fleiri
skriv frá feløgum og
persónum sum boða frá
síni misnøgd við tær
skerjingar, landsstýrið
ætlar at gera á fíggjar-
lógini næsta ár.
Á tingfundinum
mikudagin boðaði
tingformaðurin frá
trimum tílíkum skriv-
um.
Eitt av skrivunum
var frá Meginfelag Før-
oyskra Studenta. Fel-
agið vildi við skrivi
sínum siga frá síni mis-
nøgd mótvegis skerj-
ingunum á Fróðskapar-
setrinum. Annað skriv
er komið frá lærararáð-
num á Fiskivinnu-
skúlanum í Vest-
manna. Teir mótmæla
ætlanum landsstýrisins
at flyta skúlan til Vest-
mannar.
Tridja skrivi er frá
Tórshavnar Býráð,
sum boðar frá eini
býráðssamtykt í síðstu
viku. Tá samtykti eitt
samt býráð at mótmæla
skerjingunum á Tek-
niska Skúlanum í
Havn.
Skrivini vóru øll
beind í Figgjarnevnd-
| ma.
tór.-
Fiskivinnuskúlin skal
ikki av bygdini, sigur
lærararáðið
Umboð fyri norska oljufelagid Statoil hava fleiri ferðir verið í Føroyum og tosað við myndugleikar og onnur, men nú vil
Fólkaflokkurin hava løgtingid at svartlista norska oljufelagið, skikka norðmenn sær ikki betri á fiskivinnuøkinum.
Fiskur í olju
Forpestar samráð-
ingarnar við Norra
Uppskotið er ikki bert magháttligt. Tað er eisini mannminkandi fyri okkum, og kann
skaða samstarvið við allar okkara grannar eins og oljupolitikkin sum heild. Tað heldur
Jóannes Eidesgaard um uppskot Fólkafloksins at tvinna Statoil upp í fiskivinnu-
samráðingarnar við Norra
Eitt Fólkafloksuppskot
fekk miíkudagin bæði
drigvaumrødu og misjavna
undirtøku á tingi. Fólka-
flokkstingmenninir = Oli
Breckmann og John Peter-
sen hava skotið upp, at
løgtingid áleggur lands-
stýrinum í hesum fiski-
vinnusamráðingunum við
Noreg at gera Oslo-stjórnini
greitt, at um Noreg vísir ikki
betri bróðuranda og granna-
sið móti Føroyum fiski-
vinnuliga, fær tað fylgir fyri
ætlaninar hjá almenna
norska Statoil um at sleppa
upp í part í møguligari
oljuvinnu á føroyskum
buskaparøki.
I viðmerkingunum verð-
ur millum annað ført fram,
at norska hervaldið for-
fylgjur fóroyskum 'sjó-
monnum. At føroysk skip
fáa so stóra sekt, at tey fara
avknóranum. At føroyingar
hava bygt skip í Noregi fyri
milliardir, og tí halda upp-
skotsstillararnir, at taka
norðmenn ikki annað skinn
um bak, skal Statoil svart-
listast.
Harrafólk
Fleiri tingmenn tóku undir
við stórum parti av við-
merkingunum hjá fólka-
flokstingmonnunum, men
felstu teirra søgdu seg tó
ivast í, um rætt er at blanda
Statoil upp í fiskivinnu-
samráðingarnar = Tordur
Niclasen mælti frá at bakka
fyri nordmonnum, og
Jógvan A. Johannesen helt
tað vera logið, at tingmenn
ikki fyrr enn nú vóru greiðir
yvir, hvussu norðmenn
veruliga eru. -
-Teir lata einki frå sær
uttan at fáa í minsta lagi eins
nógv aftur, segði javnaðar-
tingmadurin. Jógvan A.
Johannesen segði seg íkki
verja teir sum fiska í Smog-
uni, men hann helt, at teir,
sum fiska har, hava helst
einki annað í at velja.
-Men tá norðmenn vilja
hava okkum at lóggeva í
Føroyum fyri fisk úr
Smoguni, ganga teir okkum
ov nær. Í Føroyum skulu
føroyingar lóggeva og ikki
norðmenn, segði Jógvan A.
Johannesen. Hann helt tað
ikki vera skilagott at blanda
oljupolitikk upp í fiski-
vinnusamrådingarnar.
Betri vid semju
Helena Dam å Neystabø var
ikki so fegin um uppskotið.
-Hetta er ein løgin máti at
blanda tingini saman, helt
hon, og hóast tað er torført
hjá okkum at vinna sømdir
mótvegis | norðmonnum
áttu vit heldur at lagt okkum
eftir at finna fram til eina
semju heldur enn at birta
upp undir stríð, segði
Helena Dam á Neystabø.
Forpestar
samráðingarnar
Jóannes Eidesgaard, lands-
stýrismaður í fíggjarmálum
hevði sínar heilt avgjørdu
meiningar um uppskotið frá
Fólkaflokkinum.
-Uppskotið er beinleiðis
margháttligt og ein skuldi
ikki trú, at tað kom frá ein-
um fyrrverandi landsstýris-
manni í fiskivinnumålum,
segði = landsstýrismaðurin
og legði aftrat, at uppskotið
forpestar samráðingarnar
við Noreg. Hann helt tað
vera líuð at ivast í, at
uppskotið hevur longu havt
sína ringu ávirkan á tær
samráðingar, sum hava
verið.
-At tvinna Statoil upp í
fiskivinnusamrådingar er
beinleidis skadiligtog hætt-
isligt, helt Jóannes Eides-
gaard.
-Hvat siga onnur olju-
feløg sum vit samstarva vid,
og hvat kann hetta ikki
åvirka åhugan hjå tilikum
feløgum tå tey hoyra, at vit
eru farin undir at svartlista
oljufeløg, spurdi Jóannes
Eidesgaard, sum helt, at
uppskotið er ikki sørt mann-
minkandi fyri okkum og
sera 6sømuligt fyri løgting-
ið.
-At vit hava bygt skip í
Noregi er eftir okkara egna
ynski, sum vit nú ikki kunnu
lasta norðmen fyri, segði
landsstýrismaðurin og helt,
at verður eitt tílíkt uppskot
samtyklt, kann tað eisini fáa
óhepnar fylgjur fyri sam-
starv okkara við aðrar
grannar. Jóannes Eides-
gaard mælti tinginum til at
beina uppskotið burtur.
Missa trúvirði
Edmund Joensen var heldur
ikki fegin um uppskotið
sum hann helt, longu hevur
gjørt skaða fyri samráðing-
arnar.
-Hetta líkist ongum og er
heilt í stríð við tann poltikk
og samtyktir, løgting og
landsstýrið hava gjørt i
oljuspurnigninum, segði
løgmaður og helt, at vit
missa trúvirði av tílíkum
ávum.
Fyrimunur vidhvørt
Henrik Old helt, at nú eigur
Marknadamevndin, sum
hevur fingid uppskotid til
vidgerdar, at meta um fyri-
munir og vansar vid yvir-
høvur at hava såttmåla við
Noreg. Hann visti å, at
vidhvørt hava vit havt stórar
fyrimunir við einum sátt-
mála við norðmenn, men
ikki alítið.
tór.-
Nr. 241 — 16. DESEMBER 1994
Síða 5
|
Sverre
fyri
Jóannes
Tveir fyrrverandi ting-
menn tóku sæti á tingið
Í gjár Teir våéru
Mikkjal Sørensen fyri
Javnaðarflokkin = og
Birgir Danielsen fyri
Fólkaflokkin.
Á tingfundinum
mikudagin boðaði løg-
tingsformaðurin frá
einum skrivi frá Jó-
annesi Eidesgaard,
landsstýrismanni, har
hann segði frá, at hann
fyribils segði tingsess-
in frá sær.
Næsti maður á listan-
um hjá Javnaðarflokk-
inum í Suðuroy er
Sverre Midjord, men
hann bar seg undan at
meta vegna sjúku, og tí
var næsti maður hans-
ara boðsendur. Tað er
Mikkjal Sørensen, sum
áður hevur havt sæti á
tingi.
Tingformaðurin
boðaði eisini frá einum
skrivi frá Óla Breck-
mann, løgtings- og
fólkatingslimi, = sum
bað um farðloyvi vegna
fólkatingsarbeiði.
Fyrsti varamaður hjá
Fólkaflokkinum í Suð-
urstreymoy er Birgir
Danielsen, sum eisini
áður hevur verið valdur
á ting. Hann hevur tí
aftur tikið sæti á tingi
meðan partamaður
hansara er á fólkatingi.
tór.-
Fyri Jóannes
Eidesgaard skal
Sverre Midjord á ting,
men fyribils møur
Mikkjal Sørensen
Birgir Danielsen
møtir fyri Óla
Breckmann.