leygardagur 17. desember 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 242 — 17. DESEMBER 1994
Ein skemtari, sum
meira enn skemtar
Tann, sum setir seg á jólum og hyggur gjølla at nøkrum tekning-
um hvønn dag, fær eini góð jól. Oli Petersen dugir ikki bara at
gera gerandisdagin, men eisini halgidagarnar ljósari, skrivar
Finnbogi Ísakson í ummælinum av bókini »Skemt 94«
Eisini í ringum tíðum ber til at smílast og
flenna. Tað kann ikki sigast at vera eitt eyð-
kenni fyri okkara fjølmiðlar, hvorki teir
skrivaðu ella loftmidlamar, at gera sær 6-
mak við at fáa tað at lýsa í tann gráa
gerandisdagin, sum hevur plágað okkum
tey seinastu árini. Tvørturímóti tykir mær,
at fjølmiðlarnir sum heild fylgja rákinum,
og síggja teir eina skrið, sum stendur til at
leypa, gera teir sítt til at fáa hana sama veg
sum hinar skriðurnar, ið longu eru lopnar.
Í so máta víkja fjølmiðlarnir ikki frá at-
burðinum hjá okkum allarflestu: vit elta,
sum fyri er slóðað. Og síggja summi grátt,
síggja vit øll grát.
Einstøk undantøk eru, tíbetur. Nøkur
fólk, sum duga at síggja ljóst upp á ein gráan
Fremstur millum teirra er klaksvíkingur-
in Óli Petersen á Skála. Heilt frá ungum
árum hevur hann frøtt, fyrst klaksvíkingar
og norðoyingar, síðani allar føroyingar við
síni hepnu teknarahond og sínum góðu
eygleiðaraevnum.
Fólk fóru av álvara at geva sær far um
hansara listarligu gávur, tå hann í fimti-
árunum — saman við gðrum góðum
skemtarum sum Willa Sørensen, Nølla og
John Reid — fór undir at geva tað lokala,
men fyri tann skyld stuttliga norðoya-
stevnuteitid Rukkulakkan út.
Óli átti tekningarnar við teimum nógvu
og láturvekjandi detaljunum.
Eitt skifti teknaði hann í Dimmalætting.
Men rættiliga kendur millum føroyingar
yvirhøvur er hann vorðin av tekningunum
hesi seinastu árini í Sosialinum. Blaðfólk-
ini har eiga ikki at taka tað illa upp, at allir
lesarar blaðsins fyrst hyggja at baksíðuni
teir tíggjar dagarnar um vikuna, tá Oli
Tidindabladid CH
hevur eina tekning har. Ti, tey kunnu vera
góð blaðfólk, hóast tey ikki kunnu kappast
við Óla.
Tær seinastu ólavsgkurnar hava Oli og
Sosialurin sýnt tekningar fram í Smiðjuni,
og uppundir jól eru tekningarnar komnar út
í bók. Í ár er tann sætta komin við 155 tekn-
ingum.
Allir listamenn broyta stílin nakað við
árnum, eisini Óli. Blaðar tú igjøgnum bók-
ina, sum er komin í år, og sammetir hana við
ein Rukkulakka, sært tú, at munur er á
tekningunum: tær mongu detaljurnar eru
um at hvørva, og listamaðurin nýtir ein-
faldari strikur fyri at fáa tað fram, sum hann
vil gera vart við.
Henda broyting hevur so eisini við sær, at
summar myndir gerast rættilig portrett,
men kortini verður skemtið varðveitt.
»Portrett«tekningin av formanninum i
Havnar Arbeiðsmannafelag á síðu 35 ber
prísin. Ingeborg smæðist ikki burtur undir
liðini á honum.
Meiningar skorta ikki í bløðum, útvarpi
og sjónvarpi. Vit føroyingar hava fleiri
meiningar í part. Men ongin kommentator í
fjølmidlunum kann javnmeta seg við Ola
Petersen. Hann er nevniliga meira enn bara
ein skemtari. Aloftast er ein broddur í tekn-
ingini. Við fáum strikum og færri orðum
rakar hann mangan beinari enn onkur annar
í einari heilsíðugrein. Her eru nøkur dómi:
Kapping var um navn til tann samanlagda
bankan. Óli letur ein Palliba halda einum
skelti niður á bakið á einum gðrum Palliba.
og áskeltið skrivar hann síni navnauppskot:
>Navnleysi Banki<, >Bananbankin< og
>Lúsabankin<!
Uppundir løgtingsvalid sita tveir Palli-
baar á einum viðarbuli. Hann, sum er i hvit-
botnaðum gummiskóm og keppi og hevur
bót á knænum, lesur eina avís. Hin, sum er í
húðarskóm, knæbuksum, posatroyggju og
reyðhúgvu, sigur: — Høvdu vit hs 3
av vid hasar politikararnar. Og tann lesandi
Palliba hevur hetta klóka aftursvar: — Ja, tað
hevði verið deiligt, og fingið nakað av sama
slag í staðin fyri!
Ella hendan, sum lýsir teir grundleggj-
andi 6javnarnar í áhugamálunum hjá teim-
um, sum umboða Verkamannafylkingina á
tingi: — Ingeborg heldur um høvdid og Oli
um stertin á einum toski, og tey toga hvert í
sína ætt. Ingeborg vil hava hann upp á land
til virkingar. Oli vil hava hann seldan har,
sum prisurin er bestur.
Sum landsstýrismaður i figgjar- og
skattamålum ta tidina, hesar tekningar eru
gjørdar, havi eg havt tann heiður at sleppa
upp í part. Tann skemtiligasta tykir mær
vera tann á síðu 28: Í búskaparliga storm-
inum stendur ein rivin og skræddur før-
oyingur við hattinum í hondini. Eg komi
væl bjálvaður, men hattleysur ímóti honum
— undan vindinum, meðan hann hevur mót-
vind. Heldur enn at lata nøkur oyru detta
niður í hattin, taki eg hattin frá honum og
seti hann á høvdid!
Tann, sum setir seg á jólum og hyggur
gjølla at nøkrum tekningum hvønn dag, fær
eini góð jól. Óli Petersen dugir ikki bara at
gera gerandisdagin, men eisini halgidagar-
nar ljósari.
Finnbogi Ísakson
Aðalfundur
í Havnar
Lýst verður til reglu-
ligan aðalfund miku-
dagin 28. des. 1994
kl. 19.30 við hesi |
dagsskrå:
1.Frågreiding
2.Val av 3 nevndar-
limum
3.Val av 2 eyka-
nevndarlimum
4.Val av grann-
skodara
5. Åsetan av upp-
tøku- og lima-
gjøldum
6. Ymiskt
Tórshavn, 15. des. 94
Nevndin