leygardagur 17. desember 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
......
Síða 12
Nr. 242 — 17. DESEMBER 1994
— Tummas Arabo, fyrrverandi fiskimálaráðharri:
Ber ótta fyri nýggjum
Tíðindablaðið CH
loynikroki norðanfyri
-Ætlanin at geva landsstýrinum heimild at áseta landingarbann var skilagóð, og hon hevdi komið serliga væl
við upp á longri sikt. Tá høvdu vit lættari kunnað forðað stórum útlendskum fiskiflotum at leggja á eitt nú
norðhavssildina, sum einaferð fer at síggjast aftur í altjóða sjógvi. Landingarbann skuldi vera eitt av
amboðunum at verja stovnarnar í Norðuratlantshavi móti skipum úr fjarskotnum londum.
Hetta sigur Tummas Arabo, sum nú ber ótta fyri, at vit kunnu fáa eina nógv stórri loynikrók norðan fyri
millum Føroyar, Island og Noreg. Og tað eru so okkara egnu menn, sum hava slóðað fyri hesum við at lata skip
síni skráseta í øØrum londum og at leggjast á felags toskastovnin í Barentshavinum. Vit spurdu fyrst Tummas
Arabo, hvørjar viðmerking hann hevur til mongu atfinningarnar frá einum av undangongumonnunum fyri
loynikróksfiskiskapinum, Jórmundi Vágadal!
Jørmund Vågadal rópar upp
um Svalbardsáttmála og
rættindi í Barentshavinum.
Hvussu ætlar hann at fáa
føroysk rættindi í Barents-
havinum undir Látínameri-
konskum flaggi spyr
Tummas Arabo og heldur
fram:
-Skulu føroyingar seta
sína vælferð upp á spæl fyri
tað hesin maðurin, ið als
ikki rindar skatt í Føroyum,
fyritekur sær spyr Tummas
Arabo, sum vísir á, at tað
varð ein so hárfín javnvág í
kvotunum í Barentshavi-
num, tá hann varð í Tinga-
nesi, at tað er stórt spell, at
henda javnvág nú hevur
flutt seg.
Góð viðurskifti
við russar
Tummas Arabo dylur ikki
fyri sínum ótta fyri ti, sum
nú fer at henda. Hann heldur
tað vera sera óheppið, at vit
hava sett kíla í annars góðu
viðurskiftini við russar.
-Ég er bangin fyri, at har
er ein kavabóltur farin á
rull, sum bara verður stórri
og stórri. Nú havi eg sjálvur
havt nógv við russar at gera
seinastu árini og kenni teir
rættiliga væl. Teir eru rætt-
iliga áfallandi. Eru teir góð-
ir við teg, so eru teir góðir
við teg. Men teir eru stoltir
menn, so vendir tú teimum
baki, so kemur tú at merkja
tað.
Vit vístu russum stóra
vælvild nøkur ár herfyri við
at lata teimum svartakjaft,
tá eingin toskur varð til
okkum í Barentshavinum.
Hetta var ein vinatænasta,
sum teir ikki gloymdu
okkum. Men tað er greitt, at
eitt goodwill kann eisini
slitast upp sum nú tá vit ikki
vildu lurta eftir teirra ávar-
ingum.
Tummas Arabo er vón-
svikin av, at núverandi
landsstýri ikki er hildið
fram við somu kós sum tað
undanfarna. Hevdi tað gjørt
tað, høvdu vit frið á hesum
Stóri Loynikrókurin, sum Tummas Arabo tosar um, er altjóða sjógvurin norðan fyri
millum Føroyar, Ísland og Noreg. Mynd kalmar
øki. Vit gera tó ikki annað
enn at stridast antin móti
ødrum ella innanhysis og
vit tapa alla tíðina.
Tað tænir ongum enda-
máli at fara i kriggj hvorki
við norðmenn ella russar.
Eg havi sagt tað áður í Sosi-
alinum og vil fegin end-
urtaka tað: kanst tú ikki
vinna eitt slíkt kriggj, so
mást tú gera tær greitt
frammanundan, um tú hev-
ur ráð at tapa.
Vit gjørdu rætt
-Tað eru tey, sum í dag vilja
geva tær alla skyldina fyri
stóðuna, sum hevur tikid
seg upp og leggja teg unair
at hava givið norðmonum
og russum lyfi um
landingarbann?
-Tað hava vit ikki gjørt.
Tá norðmenn bóðu um at
tosa við okkum um fiski-
skapin í Loynikrókinum
søgdu teir, at teir vildu
ábyrgda okkum henda fiski-
skap og gjørdu annars púra
greitt, at kom tað hartil, at
vit fóru at loyva hesum
skipum at landa í Føroyum,
so kundi tað henda, at teir
fóru at móttrokna í kvot-
unum.
Hetta gjørdi eg vart við í
Føroyum bæði fyri Reið-
arafelagnum, bankunum,
flakavirkjunum og. , og
stóðan hjá øllum teimum
var tann, at tað var rætt at
halda ein lágan profil í hes-
um máli.
Tí skilir Tummas Arabo
ikki, at formaðurin í Reið-
arafelagnum nú skal hava
eina heilt aðra stóðu.
Kann vera EU sum
er orsøkin
-Eg veit ikki um tað er rætt,
men tað fyrikemur mær
sum um at tað kanska er ein
ávís langtíðar politsk ætlan
við hesi nýggju stødutak-
anini í Føroyum. Allir teir,
sum nú siga: latið okkum
fáa kríggj við norðmenn,
teir vilja allir sum ein inn í
EU.
-Men hví heldur tú at so
nógvir nú leggja upp til at
stríðast við norðmenn?
-Sjálvandi tí, at teir vilja
hava eina provokatión eyst-
ureftir, tí so verður ein veg-
ur, og hann er inn í EU.
Hvørki sambandsflokkrin
ellaJørmund Vågadag hava
nakað ímóti, at Føroyar fara
upp í EU - og kann ein træta
við norðmenn hjálpa til, so
að fínt hjá teimum.
Tummas Arabo sigur, at
tá vit koma út í næsta ár, tá
fara vit at merkja avleið-
inngarnar av ongan sátt-
mála at hava við norðmenn.
Í klemmu millum ís-
lendingar og norðmenn
Fyrrverandi fiskimålaråd-
harrin er annars stórliga
bangin fyri, at Føroyar
skulu koma at liggja í
klemmu millum íslend-
ingar og norðmenn.
-Íslendingar eru klókir.
Nú lofta teir stóðuni. Teir
krevja kvotu frå norðmonn-
um og lata so norðmonnum
nakað av fiski á teirra øki
afturfyri. So skoyta teir upp
í avtaluna, at allir hesir
óregluligu 3-landsbátarnir
sleppa ikki at landa í Is-
landi.
So standa vit eftir við eini
avmarkaðari kvotu. T'í fyri
tað fyrsta fara kanska eini
30.000 burtur av heildar-
kvotuni, sum íslendingar
fáa og fyri tað næsta hava vit
longu mist 2000 tons ov
nógv í russiskum sjógvi. Og
eftir standa vit við Svartaper
- vid Jørmund Vågadal og
hansara monnum. Tå haldi
eg skommin er fullkomin.
-Tosar tå vid føroyingar i
dag, so eru teir næstan allir
sum ein í ødini inn á
norðmenn!
-Tað kann eg sjálvandi
eisini vera. Men skal tú bara
gera avtalur við fólk tær
dámar, so verða fáar avtalur
gjørdar. Hetta er ikki eitt
mál, har kenslurnar skulu
vera avgerandi. Tú hevur
eina ábyrgd og skal verja
fíggjarlig áhugmál. Tú
hevur rætt og slætt ikki ráð
tilsum hægsti myndugleiki í
Tinganesi at rópa upp um,
hver er ein lortendi og ikki.
Tú verður noyddur at rokna
út, hvar tú kanst finna eina
javnavág. Er tað nakað, sum
tú saknar í hesum landi, so
er tað nettup stabiliteturin.
|