Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 136 - 22. juli 2003 Nr. 136 - 22. juli 2003 3 UTTAN ÚR HEIMI Serfrøðingar stúra fyri, at lungnasjúkan SARS kann fara at gera um seg aftur í heyst, men heilsu- verkini siga seg vera betur før fyri at møta avbjóðingini. SARS Árni Joensen: Tíðarritið Journal of Epi- demiology and Community Health hevur spurt níggju altjóða serfrøðingar, um lungnasjúkan SARS kann fara at gera um seg eina ferð afturat. Tríggir teirra svara játtandi, fýra ivast, og tveir halda ikki, at sjúkan kemur aftur. -Vandi er fyri, at vit fáa nakrar tilburðir seinni í ár, samstundis sum aðrar van- ligar virussjúkur so sum influensa fara at gera um seg, sigur Martyn Regan á bretska heilsustovninum Health Protection Agency. Teir níggju serfrøðingar- nir eru á einum máli um, at tað er alneyðugt at halda eyga við sjúkuni, og teir eru eisini samdir um, at tað er neyðugt við munandi betri avbyrgingarskipanum á sjúkrahúsunum at forða fyri, at sjúkan breiðir seg so skjótt sum seinast. Abu Abdullah, professari á lærda háskúlanum í Hongkong, sigur, at einasti máti at tálma SARS er at forða fyri, at sjúkan sleppur at breiða seg. Hvar SARS kann fara at gera um seg aftur, hava serfrøðingarnir einki boð uppá. SARS varð fyrstu ferð staðfest í Kina fyri einum góðum hálvum ári síðani, og síðani eru meiri enn 800 fólk deyð av sjúkuni. Um- leið 8.000 fólk fingu sjúk- una, sum elvdi til stúran kring allan heimin. Men serfrøðingarnir eru á einum máli um, at í nógv- um londum er heilsuverkið betur ført fyri at taka sær av sjúkuni, skuldi hon komið aftur. Nógv lond hava sett serligar viðgerðarskipanir í verk, og á fleiri sjúkrahús- um eru serlig avbyrgingar- rúm gjørd fyri at forða smittu. Samstundis royna ser- frøðingar at staðfesta, hvar virusið heldur til. Teir halda, at virusið hevur sín uppruna millum fólk, sum fáast við djórahald. Eydn- ast tað at finna sjálvan upp- runan, fer tað kanska eisini at bera til at útrudda virusið, siga serfrøðingar- nir. SARS kann koma aftur í heyst Agentur var uppií Kanningar hjá einari amerikanskari kongressnevnd hava avdúkað, at ein saudiarabiskur agentur eftir øllum at døma var uppi í yvirgangsatsóknini at New York og Washington tann 11. september í 2001. Nevndin fer at leggja sína frágreiðing fram hósdagin, men blaðið Newsweek hevur longu fingið fatur á einum parti av frágreiðingini. Sambært blaðnum er nevndin komin eftir, at ein loyniligur saudiarabiskur agentur, Omar al-Bayoumi, hevði samband við tveir av yvirgangsmonnunum beint undan atsóknini. Kanningin vísir eisini, at agenturin ferðaðist saman við teimum báðum yvirgangsmonnu- num. 15 av teimum 19 monnunum, sum framdu sjálva atsóknina, vóru úr Saudiarabia. Kongressnevndin finst eisini at samveldisløg- regluni FBI. Nevndin sigur, at FBI fekk prógv fyri, at al-Qaeda hevði fólk í USA, men samveldisløgreglan gjørdi einki við tað, skrivar Newsweek úr frágreið- ingini. Ivast í Bush Annar hvør amerikanari hevur mist álitið á George W. Bush, forseta og politisku leiðsluevnum hansara. Tað sæst í einari nýggjari meiningakanning. Eftir kanningini ivast 51 prosent av amerikansku veljarunum í leiðsluevnum forsetans, og tað er mun- andi meiri enn fyri fýra mánaðum síðani, tá 41 prosent søgdu tað sama. Kortini halda 51 prosent, at Bush heldur seg til sannleikan, tá hann tosar, og so gott umdømi hava undanfarnir forsetar ikki fingið, tá tað snýr seg um at siga satt. Kortini halda 41 prosent av veljarunum, at forsetin og stjórnin við vilja villleiddu amerikanska fólkið við at gera Irak til eina nógv størri hóttan, enn landið í veruleikanum var. 61 prosent halda tó, at tað var rætt at koyra Saddam Hussein frá. Kanningin vísir eisini, at nógvir amerikanarar hugsa um viðurskiftini við Norðurkorea, men tey vænta, at forsetin og stjórnin fara at loysa tað málið á ein skilagóðan hátt. Fangi krevur endurgjald Ein pakistani, sum sat fangi á amerikansku herstøðini Guantanamo á Kuba, krevur nú, at amerikanarar skulu rinda honum endurgjald fyri tíðina, har sat í fangaleguni. Muhammad Sagheer Khan varð tikin fangi í krígnum í Afghanistan. Hann varð fluttur til Guantanamo, men varð latin leysur í oktober í fjør. Maðurin sigur, at í fangaleguni varð hann spurdur, um hann visti, hvar Osama bin Laden var, og hvar mullah Omar var. Men hann segði seg ikki duga at svara spurningunum, tí hann hevði ongantíð hoyrt teir báðar menninar nevndar, fyrr enn hann kom til Guantanamo. Sjálvur var hann farin til Afghanistan sum prædikumaður. Nú vil pakistanin hava slakar 70 milliónir krónur í endurgjaldi frá amerikansku stjórnini. Sakførari hansara krevur svar úr USA innan fýra vikur. Fær hann ikki tað, verður USA stevnt, annaðhvørt í Pakistan ella í sjálvum USA, sigur sakførarin. 96 ára gamal vil hava son Tann 96 ára gamli Dhanarup Sejuval, sum býr í Surkhet har vesturi í Nepal, hevur ein trupulleika. Hann vil fegin hava ein son til at føra ættarnavnið víðari, men hann eigur ongan. Dhanarup Sejuval hevur havt sjey konur, og við teimum hevur hann fingið 30 børn, men bara gentur. Við blaðið Times of India sigur hann, at hann er fegin um tey nógvu børnini, men nú vil hann hava ein son. Herfyri doyði sjeynda kona hansara, og nú hevur hann fingið sær eina 35 ára gamla konu. Times of India skrivar, at tann 96 ára gamli hevur tað gott, og sjálvur sigur hann seg vóna, at tað nýggja hjúnarlagið kann geva honum sonin, sum hann so leingi hevur bíðað eftir. Vinmenn biltúr Amerikanski forsetin, George W. Bush, og italski forsætis- ráðharrin, Silvio Berlusconi, sóðu út til at hugna sær óført, tá teir um vikuskiftið vóru ein biltúr nærhendis garðinum hjá Bysh í Craw- ford í Texas. Men álvari var eisini á skránni, eitt nú kríggið í Irak. Mynd: Reuters Amnesty Inter- national leggur amerikansku her- menninar í Irak undir at fremja álvarssom brot á mannarætt- indini. MANNARÆTTINDI Árni Joensen: -Irakskir hermenn noyðast at standa uttandura í 48 tímar í bakandi sólskini, og reinførisviðurskiftini í teimum amerikansku fangalegunum í Irak eru vánalig. Skyldfólkini hjá teimum tiknu fáa heldur ikki at vita, at menninir eru tiknir, sigur talskvinnan hjá Amnesty International, Judit Arenas Licea. Hon veit eisini at siga, at í síðsta mánað skutu amerikansku hermenninir ein iraka undir einum fongsulsuppreistri, men tá Amnesty International vildi sleppa at kanna tilburðin, søgdu amerikanararnir nei. Amnesty International hev- ur eisini biðið um at sleppa at kanna fleiri fongsul, men at amerikanararnir siga nei. -Vit eru vónsvikin av, at amerikanararnir sýta irak- um mannarættindi, serliga tá hugsað verður um, at júst tvørrandi mannarættindi í Irak vóru ein av orsøkunum til kríggið, sigur talskvinn- an hjá AI. Amerikansku hernaðar- myndugleikarnir í Irak hava ikki viljað gjørt nakra við- merking til atfinningarnar hjá Amnesty International. USA brýtur manna- rættindini í Irak Leygardagin var brúðarvígsla í Betesda í Klaksvík. Hetta var fyrsta vígsla í samkomuni har BRÚÐARVÍGSLA Orð: Rúna Sivertsen Myndir: Karl Martin Samuelsen Tað vóru Vígdis Kristians- dóttir Samuelsen og Jógvan Skorheim, bæði úr Klaks- vík, ið vóru tey fyrstu, sum blivu vígd í samkomu- húsinum, Betesda. Tey, ið hoyra til samkom- una, hava fyrr ikki havt møguleika at verði vígd har. Tí hava tey oftast leitað sær í býráðshúsið ella á politistøðina. Umstøðurnar har eru ikki tær bestu til vígslur við tað, at har er lítið rúm. Serstakur dagur Eini 400 fólk vóru saman- komin í Betesda leygardag- in til hesa fyrstu brúðar- vígsluna. Vegna samkomuna bjóð- aði Victor Nielsen vælkom- in og segði, at hetta ikki bert var ein serstakur dagur fyri brúðarparið, men eisini fyri samkomuna. Jákup Eli Østerø helt brúðarrøðuna. Í røðu síni bant hann trúnna og kær- leikan millum tvey saman, og samanbar hesi við kær- leika Guds til menniskjuni. Tað var Steinbjørn Jacob- sen, borgarstjóri, ið vígdi søguliga brúðarparið. Hunangsmánaður Eftir vígsluna var kaffi- muður í kjallaranum í Be- tesda, og um kvøldið var stór brúðarveitsla á Hotel Norð. Fyrstu hunangsdagarnir hjá Vígdis og Jógvani verða í Aberdeen, har tey fóru við flogfarinum mánakvøldið. Søgulig brúðarvígsla í Klaksvík Tað var sertakliga hugnaligt í Betesda leygardagin, har um 400 fólk vóru savnaði til brúðarvígsluna hjá Vígdis og Jógvani Skorheim Til veitsluna á Hotel Norð á Viðareiði sótu 260 gestir til borðs. Sum siður er, máttu Vígdis og Jógvan vísa, um tey nú dugdu kynsturið at kyssa - og tað sær út til at liggja væl fyri Her verður Vígdis Kristiansdóttir Samuelsen, av pápa sínum leidd inn eftir gólvinum í samkomuni í Betesda í Klaksvík. Løtan er serstøk, tí hon er fyrsta brúður, ið verður vígd her C M Y K 3 2