mikudagur 21. desember 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 244 — 21. DESEMBER 1994
Fíggjarneyndin minkar hallið á fíggjarlógini:
Roknar við stórri
inntøkum næsta ár
Arvaavgjaldið vil Fíggjarnevndin tó ikki hækka so nógv sum landsstýrið vildi
Fíggjarnevndin hevur nú
sagt sína hugsan um upp-
skotið hjá landsstýrinum til
fíggjarlóg fyri komandi ár.
Landsstýrið hevði roknað
við 215 milliónum í halli,
men eftir at figgjarnevndin
hevur arbeitt við uppskot-
inum hevur hon minkað
hallið við sjey milliónum.
Hetta kemur figgjarnevnd-
in fyri ein stóran part til við
at hækka inntgkurnar.
Nakrar broytingar hevur
nevndin eisini gjørt í
ymiskum útreiðslum, tó so,
at har er bæði talan um
hækkingar og lækkingar.
Fíggjarnevndin roknar
við, at fáa 11 milliónir fleiri
inn í tolli, nýtslu- og fram-
leidslugjøldum enn lands-
stýrið roknar við. Hinvegin
vil figgjamevndin íkki
hækka arvaavgjøldini so
nógv sum landsstýrið hevði
í hyggju. Landsstýrið
roknaði við at fáa 12 milli-
ónir inn í arvaavgjøldum,
men figgjarnevndin vil ikki
rokna við fleiri enn 9
milliónum.
Meira til legtingið
minni til landsstýrið
Kanningar tykjast at vera
loysunarorðið í hesum
døgum, og tað kemur eisini
fram í álitinum frá fíggj-
arnevndini, sum mælir til at
seta av hálva millión til
kanning av umsitingarlig-
um og politiskum avgerð-
um. Fíggjarnevndin vil
eisini hava eitt heilt nýtt
rakstrarstað sum eitur Tæn-
astuveitingar fyri løgtings-
tess hevur
250.000
nevndir. Til
nevndin avsett
krónur.
Men figgjamevndin er
knapt so galant við lands-
stýrið. Nevndin hevur
karvað 2,6 milliónir av
upphæddini, landsstýrið
ætlaði til figgingarstyring-
arskipan.
Toll- og Skattstovuna
hevur nevndin hækkad vid
300.000 krónum.
Meira til Klaksvikar
Sjukrahus
Landsstyrid hevdi lækkad
játtanina til Klaksvíkar
Sjúkrahús við 3,4 millión-
um, men tað vil fíggjar-
nevndin ikki vera við til.
Nevndin hevur hækkað
uppskotið hjá landsstýrin-
um við 2,9 milliónum. Hin-
vegin hevur nevndin
lækkað viðlíkahaldið hjá
sjúkrahúsinum við 200.000
krónum.
Játtanina til Suðuroyar
Sjúkrahús vil figgjarnevnd-
in lækka við tveimum milli-
ónum.
Sjúkrakassarnir hava
fingið eina millión aftrat.
Meira til SL
Strandferðsla Landsins og
Landsverkfrødingurin hava
fingið hvør sina millión
aftat, og Posverkid, sum
sambært uppskot landsstyr-
isins skuldi klåra seg vid
einum nulli á fíggjarlógini
næsta ár, hevur fingið eina
millión.
Finnbogi Arge,
fíggjarneyndarformaður
kemur nú í tingið við
einum skerdum
fíggjarlógaruppskotið.
Spurningurin er nú, um
mettu hækkingarnar í
inntøkunum eru
realistiskar. Tað heldur
fíggjarmálaráðharrin ikki.
Mynd: Kalmar
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum er ikki fegin
um álitið frá
Fíggjarneyndini. Hann
heldur, at
figgjarnevndarlimir í ov
stóran mun hava verið
lokalir jólamenn.
Mynd: Kalmar
Tíðindablaðið EDH)
Meira til undirvísing
Í samband við skúlar og
undirvísing hava fíggjar-
nevndarlimir verið rættir
jólamenn.
Klaksvíkar Sjómansskúli
hevur fingið 50.000 krónur
aftrat, Tekniski Skúli í
Havn hálvaaðru millión
aftrat, og Føroya Læruráð
hevur fingið 1,1 millión
aftrat. Til hetta viðmerkir
figgjamevndin, at lands-
stýrið fer at leggja uppskot
fyri tingid at hækka endur-
gjaldið til handverksmeist-
arar úr 50 og upp í 75 pro-
sent. Fróðskaparsetrið fær
600.000 krónur aftrat. Hin-
vegin tekur figgjarnevndin
eina millión av jåttanini til
Skúlaheimið við Markna-
gilsvegin.
Einki graslíki
men ISF hús
A uppskotinum hjå lands-
stýrinum vóru 300.000
krónur settar til graslíkis-
vøll, men hetta er nú butur.
Hinvegin hevur fíggjar-
nevndin avsett hetta tal á
nýtt rakstrarstað sum eitur
ISF-hús.
Stuðul til menning av
fiskivinnu á landi er skerdur
við einari millión, og upp-
hæddin í samband við
kappingartillagandi tiltøk
er lækkað við 2,5 millión-
um.
Álitið frå figgjarnevndini
kemur til vidgerdar å tingi
fyrrapartin i dag.
tór.-
Blindastovnur Føroya
hevur opið mándag-friggjadag kl. 9—16.
Telefonir: 18222 og 19288.
eftir Kingo.
Meðan eg var staddur á sjónum, kom
faðir mín til mín í dreymi, og vísti mær á
ein sálm. Faðir mín doyði stutt eftir, og
náddi eg ikki at vera við til jarðarferðina.
Eg havi tí umsett nevnda sálm leysliga
Hvíldartíð nú er í hondum,
sólin setur meir og meir,
henda dagin lænt tú hevur
frá tær Gud og mangir fleiri.
Heilsa, styrki, lív og æra
leggjast hvønn dag í min lut,
gloymdi eg, má sál mín vera
sára blind, og hartil grumm.
Lat tí nú teg niðurboyggja,
O mín sál títt hjartans knæ,
hevja upp tár-váta eygað
upp til Jesus lívsins træ.
Gud tær veri lov og æra
fyri náði henda dag;
ævinleikan heiður beri
tí mín sál so fró og glað.
Frísk hon kann fara til songar,
syndaskuld mín strikað er,
aftan fyri hurðar stongdar
alt er gloymt, sum tyngir her.
Tváttaðar mínar syndir vera,
í blóði tínum Frelsari,
lat mín svøvn mær styrki bera,
vek meg upp við heilsuni.
Gævi at tín frelsti skari
altíð búgva má í frið;
yvirvøld tú sjálvur veri,
gev teim vísdóm og grið.
Lat os øll í tínum ormum
Svøvn og sæla hvílu fá;
Gud eg treingi tína náði,
eyga mítt her hvíldi á.