hósdagur 22. desember 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI — JAVNAÐUR —
Åby rgdarbiadstjåri:
Orð móti orði
MISNØGDIN við gongdina í bankamálinum
er stór millum manna. Tað fýkur við pá-
standum og illgitingum og ferð eftir ferð
verður ført fram, at føroyingar eru lumpaðir
av Den Danske Bank. Palleba og Mar-
sanna sita eftir vid svartaperi, eini milli-
ardaskuld, alt meðan danski stórbankin
slapp mestsum snikkaleysur.
KANNINGAR av ymsum slagi hava verið
gjørdar og er tann mest áhugaverða í so
máta Gørtzrapportin, ið millum reglurnar
finnist at partabrævaumbýtinum. Men
Gørtzrapportin gav ikki frið í málinum og
atfinningarnar at bankaleiðslum og mynd-
ugleikum bara veksur.
TAÐ síðsta er, at formaðurin í Sjóvinnu-
bankanum, sum var Birgir Danielsen, nú
vil vera við, at Atli Dam og Jógvan Sund-
stein frá fyrstu løtu vistu, at Sjóvinnubank-
anum tervaði nógv meiri pening, enn tær
500 milli. kr., sum bjargingin í fyrsta um-
fari fevndi um. Hetta hevur so aftur fingið
Atla og Jógvan at vísa aftur skuldseting-
unum hjá Birgiri og teir leggja afturat, at
vistu teir um tann nógv størra figgjartørvin
høvdu teir valla mælt til at bjarga Dank-
anum.
TAÐ stendur sum lesarunum kunnugt orð
móti orði í spurninginum um partabræva-
umbýtið í bankamálinum. Skuldsetingar-
nar eru so grovar, fylgjurnar av banka-
bjargingunum so ógvusligar fyri føroyska
skattgjaldaran nú og langt inn í næstu gld,
at luftin má reinsast. Almenningurin hevur
krav upp á at fáa sannleikan at vita. Her
verður nær sagt ikki livandi aftur í land-
inum fyrr enn luftin er reinsað, tí øll illgit-
ingin, handatvátturin og ábyrgdarfluktin
serstakliga hjá bankaheiminum forpesta
atmosferuna í Føroyum og millum føroy-
ingar og danir.
VIT halda tað tí vera beint enn einaferð at
fáa allan bankaspurningin kannaðan úr
enda í annan, sjálvt um hesar kanningar
pína og órógva. Vit mæla tí gllum ting-
monnum til at atkvøda fyri uppskotinum
um kanning av partabrævaumbýtinum. Vit
loyva okkum at leggja afturat, at vit taka
undir við uppskotinum um, at kanningar-
fólkini eiga at verða funnin uttan fyri ríkið.
Hetta tykist vera einasta trygd fyri at vit
kunnu fáa toluliga óhefta kanning, sum fer
út í æsur við gllum ivaspurningum.
Sosialunia
Jan Múller
Fyritaksstjóri. Krisjan Dahi
Ljésmyndari: Kalmar Lindenskov
BRØDRALAG
Blaðfóik. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Justinus Eidesgaard
Aftursvar til oddagrein i
Útgevari: P/1 Soslalurin
Uppseting: PT Saslalurin
Prent: P/Æ Pressan 1981
Argjum
Telefon: 11820
67. ÅRGANGUR
Bústaður: Argjavegl 26 } Postadr.: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Telefax: 14720
Sosialinum leygardagin 17. des
Nú hevur blaðið tikið sær
tykni av einum úttalilsi hjá
undirritaða, og kann sjálv-
andi ikki halda sær, men
sum vanligt loypir á.
Gevið Landsstýrinum ar-
beiðsfrið er yvirskriftin. Eg
haldi, at greinskrivarin
skuldi hugsað seg eitt sind-
ur um, tí ikki man vera for
gott í teirra egna reiðri, um
man lurtar eftir úttalilsinum
frá fíggjarmálaráðharran-
um, ið brikslar fíggjar-
nevndini, at hon ongan rygg
hevur, og ikki torir at taka
avgerðir, men tá tað eru
tykkara egnu, er alt í lagi,
bara eingin annar úr sam-
gonguni dittar sær at tala at.
At greinskrivarin ikki
kann taka, at eg royni at
verja tey fáu arbeiðspláss,
iðeftir eru fyri timalønt inn-
an tað almenna, er harmi-
ligt. Greinskrivarin skuldi
heldur gjørt vart við seg í
blaðnum, tá hundraðtals
timalønt vórðu rikin úr ar-
beidi innan teir ymsu al-
mennu stovnamar, men tá
var einki skrivað.
Heldur einki hoyrdist um
tann mannamun, ið varð
gjørdur, ti hvussu nógv í tí
ovara endanum av teim al-
ment løntu fingu uppsøgn.
Og hver ráddi fyri borg-
um tá? Var tað ikki tann
flokkur, blaðið umboðar, eg
spyrji bara.
Ég sá ikki sjálv Dag og
viku hetta héskvøldid, men
tað, sum eg segði við sjón-
varpið var, at eg kundi ikki
góðtaka erna fíggjarlóg, ið
framhaldandi sparir tíma-
lønt burtur úr arbeiði, tí tað
hevur verið meira enn nokk
av tí higartil. Og har nevndi
eg m.a. Sumbiar tunnilin,
har allir arbeiðsmenninir
eru uppsagdir úl einaferð
seint í komandi vár ella
summar, sama ger seg gald-
andi fyri onnur timalønt, ið
arbeiða hjá Landsverkfrød-
inginum.
Eg haldi ikki tað er upp-
gávan hjá samgonguni at
forkoma fleiri arbeiðspláss-
um, tað skuldi verið annað
at gjørt. Vit hava eitt sam-
felag, ið liggur í sori, og tað
hevur Verkamannafylking-
in ikki ábyrgd av.
Eg haldi at greinskrivarin
skuldi tagt um tingfólk, ið
røkja sitt egna valdømi. Vit
eru fleiri, 10 ikki hava
gloymt, hvussu åvis fólk
trýstu á fyri at fáa nakrar
mans til arbeiðis í Sumbiar
tunnlinum áðrenn valið 7.
juli, menninir komu til ar-
beiðis 16. juni, soleiðis at
nakrar atkvødur kundu
bjargast til åvisan flokk. S0-
leiðis høvdu vit í V.F. ikki
borið okkum at, men tað, ið
roynt verður, er at halda fast
um nøkur arbeiðspláss,
sjálvt um tað eru ngkur ár
eftir til val verður, um gong:
ur eftir ætlan.
Annars kann eg siga
greinskrivaranum, at for-
maður FA's hevur so sanni-
liga saman við stjórnini í fe-
lagnum, roynt at verja og
berjast fyri teimum arbeiðs-
plássum, sum eru farin og
teimum fáu, ið eftir eru,
uttan at hugsa hevur verið
um ávís valdømi. Ikki hava
so fåir fundir og samrødur
verid, hvar man rovndi at
DANNY TRANSPORT
— tå okkurt
skal koyrast |
Tlf. É 91 92
CLUB 20
HOSKVØLDID 22.12
spæla Terji og Eydun unplugged
frå kl. 21.00
Okkurt, id hoyrir jólunum til,
verður at fáa i barrini
ÓKEYPIS ATGONGD
fáa politikarar at halda aftur
við sparingum, ið kostaðu
bert timaløntum arbeiði,
men tað var til fánýtis, ikki
ein lurtaði eftir okkum, ið
umboða verkafólkið.
At viðgera Ola Jacobsen
og V.F. nýtist greinskrivar-
anum ikki, haldið tykkum
til tykkara egna flokk, og
tað, sum har fyrigongur.
Vit í V.F. skulu nokk
klára okkum, og okkara
landsstýrismaður, Óli Ja-
cobsen, fær tann stuðul og
arbeiðsfrið, hann hevur fyri
neyðuni, og at hann ger eitt
gott arbeiði, har hann situr,
ivast vit ikki i.
Verkamannafylkingin
hevur vist, at hon bædi torir
og hevur vilja til at taka å-
byrgd.
Men vit fóru ikki í sam-
gongu fyri at forkoma fleiri
arbeiðsplássum, ið bert rak-
ar tey lægstløntu í okkara
samfelag. Eg vóni heldur
ikki, at hinir samgongu-
flokkar fóru í samgongu við
teimum tonkum.
Tórshavn, hin 20. des. 94
Ingeborg Vinther
F.C. BÚÐIN
Undir Tórs-Cafeteria
Inngongd við gos-vatnið
Dupultar og 3 dupultar
Flogur til
JÓLAGÁVUR
1. THE BEATLES — live at the bbc
kr. 348,-
(nýggjur dupultur cd við fleiri nýggjum
legum)
2. BLONDIE — the
platinum collection kr. 348,-
(nýggjur dupultur cd við 47 legum)
3. WOODSTOCK 94
kr. 278,-
(nýggjur dupultur cd, 27 orkestur,
meira enn 140 min.)
. NOW 29
kr.
(nyggjur dupultur cd, 38 top hits)
. Shu bi dua — Liv og glade dage kr.
(nyggjur dupultur cd live og EO Ngged)
. ROCK 'N ROLL FOREVER kr.
(3 cd box)
(nyggjur dupultur cd live og unplugged)
. ROCK CLASSIC (3 cd box) kr.
3 cd við m.ø. Santana, Jimi Hendrix,
ric Clapton o.fl.)
. COUNTRY CLASSICS (3 cd box) kr.
(3 cd best of Country, Kenny Rogers,
Willie Nelson, Skeeter Dane, Dolly
Parton og fleiri)
. LOVE SONGS (3 cd box)
(Louis Armstron
g, John Travolta,
Paul Simon, Connie Francis o.fl.)
10. TV 2 — Greatest (du
(alt tað besta hjá
Ring — Vit senda!
p. cd) kr.
V 2 á tveimum cd)
Postboks 1250
FR 110 Tórshavn
Tlf. 17646 - Fax. 18401
22. og 23. til kl. 20.00
Jólaftan frå kl. 10.00—12.00