fríggjadagur 23. desember 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Familjan skal búgva trý ár í Japan
Ein iløga í
f tíðina
Einar og Birgit Johansen hava í eitt knapt ár búð
í Japan, har hann arbeiðir við at selja fisk. Tey
eru nú komin heim í nakrar dagar at halda jól, og
vit hava biðið tey greitt eitt sindur frá tí, tey
uppliva í Japan
Fyri átta árum síðani var
Einar Johansen í Japan, har
hann arbeiddi í eini
japanskari = fiskasølufyri-
tóku, og lærdi seg japanskt.
Síðani tá hevur hann m.a.
arbeitt í Hollandi í trý ár, og
í Danmark í tvey ár.
Men fyri einum knøppum
ári síðani fór hann aftur til
Japans.
Hann hitti ein japanara
hann kendi, sum beyð
honum arbeiði í eini dan-
skari fyritøku í Japan - og
endin var at hann fór yvir
aftur saman við allari
familjuni - konuni Birgit og
børnunum Jacob og Krist-
inu, sum eru åvikavist fimm
og eilt år.
Vaksandi búskapir
Fyritøkan, Einar nú
arbeiðir fyri, hevur selt
útlenskt kjøt í Japan, men
før fyri einum åri sidani
undir eisini at selja fisk - og
tað var i hesum sambandi, at
Einar fekk møguleikan.
- Vit keypa fisk úr at kalla
øllum Europa, greiðir hann
frå. Ur Føroyum keypa vit
m.a. rækjur, laks, svart-
kalva, makrel og sild.
Uppgåvan hjå Einari er so
at selja tann innflutta fiskin
- og tad er ikki bara i Japan.
Hann ferðast runt til kundar
í øllum fjarðeystri at selja.
Tað, sum ger hetta til eitt
serliga spennandi arbeiði,
er, at har eru nógvir og
skjótt vaksandi marknaðir.
- Tað er ongastaðni í
heiminum so nógvur og
skjótur búskaparligur vøks-
tur sum í londunum har um
leiðir, greiðir hann frá. Tað
er eingin ivi um, at har eri
fleiri nýggj, små "Japan" á
veg. Og tað er sera spenn-
andi at vera har og uppliva
hendan útvikling.
Long arbeiðstíð
Men arbeiðið er eisini
strævið! Tað er nógv
ferðing, og tá hann er í Tok-
yo er hann ofta ikki við hús
fyrr enn tað er farið av mid-
nátt.
- Tíðarmunurin millum
Europa og Japan ger, at vit
ofta mugu arbeiða seint um
kveldið - og harafturat
skulu vit ofta út at tosa við
kundar okkara um kvoldið.
Yvirfyltur býur
Men eisini hjá Birgit er
tað strævið, hóast hon ikki
arbeiðir.
- Tað at búgva í einum so
annarleiðis landi, og ikki
skilja eitt orð av hvat nakar
sigur, ger, at ein mangan
kennir seg isoleraðan. Bara
tað at fara at keypa inn er
trupult, tí eingin skilir eitt
orð av enskum.
- Harafturat er Tokyo ein
bæði yvirfyltur og "stress-
aður" býur. Tað er so trongt,
atein sum ikki er vanur við
tílíkt næstan kann fáa klaus-
trofobi av tí, sigur hon.
Í Tokyo búgva 12 milli-
ónir fólk - men hvønn dag
kemur so nógv arbeiðsfólk
inn til býin, at fólkatalið fer
heilt upp ímóti teimum 30
milliónunum, greiða tey frá.
Men Birgit hevur nógv
samband við aðrar norð-
búgvar - serliga danir - sum
búgva har, og tey eru altíð
hjálpsom.
- Av tí at ein er so langt
burturi, og alt er so fremm-
ant, er samanhaldið millum
norðbúgvarnar sera gott,
sigur hon.
Annarleiðis
mentan
Men tað er ikki bara tær
ytru umstødurnar, sum eru
annarleiðis. Japansk men-
tan og atferð er eisini sera
ólík tí, vit kenna í Europa.
- Japanarar eru perfektio-
nistar. Alt teirra lív er
skipað í fastar rammur. Tey
gera ongantíð nakað, sum
ikki er fyriskipað. Sjálvt tá
tey taka sær av løttum, fara í
býin ella tílíkt, so hava tey
frammanundan gjørt sær
heilt greitt, hvussu nógva
tíð tey til dómis skulu nýta
til tað.
Hóast tey mest koma
saman við norðbúgvum, eru
Einar og Birgit eisini við-
hvort og vitja japansk fólk -
og er tað uppá sama máta:
Tey koma klokkan tað og
tað, og fara klokkan tað og
tað - júst soleiðis, sum av-
talað er frammanundan.
- Hóast eg havi búð har í
langa tíð tilsamans, havi eg
enn ongantíð upplivað, at
eitt tok t.d. ikki er komið til
tíðina. Tað er óhugsandi, at
tílíkt ikki er heilt í ordan,
sigur Einar.
Tað kann vera strævið at búgva í Tokyo - men tey eru samd um, at tey eisini
læra nógv av ti. Mynd: Kalmar
Alt ber til
Tað er eisini vanligt í
Japan, at tær stóru fyritøk-
urnar næstan "eiga" síni
arbeiðsfólk.
- Arbeiðsfólkið hevur
eina kontrakt við fyritøk-
una, sum ger, at fyritøkan
ieggur nærum alt teirra lív
tl rættis: Hon avger
arbeiðsstað og -tíð, hon
letur tey búgva í húsum hjá
fyritøkuni, og leggur enntá
frítíðina hjá teimum til
rættis. Og hóast hetta
sjálvandi avmarkar tað
persónliga frælsið, so
tryggjar tað fólki so góð
materiel kor, at fá tora at
siga tað frá sær, eru tey fyrst
eru komin inn í hesa skipan.
Tey góðtaka sítt pláss í
samfelagnum, og góðtaka,
at tað eru onnur, sum taka
avgerðirnar.
Alt ber til
Hesin mentalitetur, har
effektivitetur hevur so nógv
at siga, hevur skapt eitt
teknologiskt og materielt
sera framkomið samfelag.
- Tað er næstan ikki tað
ting, sum ikki letur seg gera
í Japan, siga tey, og nevna
sum dómi, at hevur tú hug at
standa á skíum um summ-
arið, so er bara at fara í eina
innandura skihøll. Har eru
fleiri 100 metra langir banar
við kunstigum kava...
Heim um eini 2 ár
Spurd hvussu leingi tey
ætla sær at verða verandi í
Japan, siga tey, at tey
væntandi koma heim aftur
til Danmarkar ella - um tað
ber til - Føroya um eini 2-3
år.
Jacob er fimm åra gamal
nú, og tey ætla sær heim-
aftur áðrenn hann fer í
skúla. Hann gongur í løtuni
í einum altjóða barnagarð,
har enskt verður tosað.
Læra ein hóp
Birgit og Einar eru samd
um, at tey fáa ein hóp
burturúr at búgva í Japan.
Hjá Einari eru tað
sjálvandi fyrst og fremst tær
royndir, hann hann fær í
sínum arbeiði.
- Tað eru ikki nógv sum
kennaso væltil marknaðin í
fjarðeysui, umframtatduga
japanskt, sigur hann. Tí er
lítil ivi um, at hesar royndir
fara at geva mær góðar
arbeidsmøgulcikar seinni.
Ein kann siga, at hetta er ein
fløga í framtíðina.
Men eisini Birgit heldur
LEIG
fyri BERT
Tíðindablaðið
Jacob og Kristina, sum
saman við foreldrunum
eru komin heilt úr Japan
at halda jól i Føroyum
Mynd: Kalmar
seg fáa nógv burturúr.
Hon starvaðist sum
sjúkrasystir á einum psykia-
triskum pleygiheimi áðr-
enn tey fóru, og í Japan
hevur hon, gjøgnum ymis-
kar fekagsskapir, møgu-
leika fyri at seta seg meiri
inn í ymiskt, sum hevur við
hennara fak at gera, greiðir
hon frá. Og tá tey fara
yviraftur eftir jól, fer hon
eisini at ganga til japanskt.
- Men bara tað at búgva í
einum so annarleiðis landi
og eini so annarleiðis men-
tan er nakað ein lærir av,
leggur hon afturat.
S-5-
SJÓNVARP
ella VIDEO
v/ Guttorm Mortensen, Lýðarsvegur 15
SØLA-UMVÆLINGAR — LEIGA