fríggjadagur 23. desember 1994síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið E7. 8
Nr. 246 — 23. DESEMBER 1993
Síða 28
Vit ynskja øllum
viðskiftafólki okkara
eini
og eitt gott nýggjár.
Vit lata aftur í dag,
tollaksmessudag,
— og byrja aftur
týsdagin 3. januar
KONTORELEV
Rigsombudet søger kontorelev. Still-
ingen er ledig fra 1. februar 1995 eller
efter aftale.
Vi forventer,
— atdu er fyldt 16 år
— at du har bestået folkeskolens af-
gangsprøve og herudover har
handelsmedhjælpereksamen pá
kontorlinjen eller har taget FHS-,
HH- eller studenter- eller HF-
eksamen
at du formulerer dig godt på såvel
færøsk som dansk, både mundtligt
og skriftligt
at du er selvstændig, initiativrig og
har gode samarbejdsevner
Vi Vitilbyder
en god og kvalificerende elevplads
med et veltilrettelagt uddannelses-
forløb, der indeholder alle Rigs-
ombudets kontorfunktioner og der-
udover egentlig sagsbehandling på
det familieretlige område
mulighed for at arbejde med EDB
løn efter overenskomst mellum
Finansministeriet og HK-forbundet i
Danmark.
Du kan få yderligere oplysninger om
stillingen ved at henvende dig til
kontorfuldmægtig Anna Weihe eller
fuldmægtig Anne Dannerfjord, Rigs-
ombudet, på telefon 1 10 40 mellem kl.
10 og 15.
Skriftlig ansøgning med kopi af eksam-
enspapirer m.v. sendes til Rigsom-
budet, Postboks 12, 110 Tórshavn.
Ansogningsfristen er fredag, den 6.
januar 1995.
Rigsombudsmanden på Færøerne
den 12. desember 1994
Bent Klinte
Roykurin úr
Båbilstorninum
Ummæli:
»Børnini og óbeinleiðis roykingin« eitur ein bóklingur,
sum DE FORENEDE TOBAKSFABRIKER A/S hevur
útgivið.
Bóklingurin gevur ráð viðvíkjandi royking, og ráðini
verða givin á einum máli, sum má vekja ans.
Til dømis verður sagt á síðu 2, at »ikki er so langt um-
liðið, síðan við rannsóknum kom í ljósmála, hvør hætta er
fyri heilsuna í tí at anda í seg royk frå ødrum«. Seinni (á
síðu 3) fáa vit at vita, at tað >við fjølmongumrannsæåknum
er vorðið víst á tann margtáttaða skadan«, sum er »litil
burðartyngd og økt hætia«, ella at >barnið er andleyst
borðið...“
Upplýsingarteksturin heldur fram: >Í tveimum nýliga
útkomnum greinum var skýrt um rannsóknir av so miklari
fjøld av barnakonum, at… «
Á síðu 4 ávarar bóklingurin okkum viðvíkjandi »nåms-
evni«. Sagt verður, at »royking er tengd at onkrum vanda
fyri minni vøkstri«. Víðari verður sagt, at Þógreitt er, hvat
veldur hetta samband, men tað er ikki tvískiljandi. Grunur
manna er tann, at summi av teimum vandamálum...
kunnu rekast aftur til skaðiligu evnini í tubbaksroykin-
um<. Um kynsbýtið í roykivirkseminum verður sagt, at
„royking fedranna í burðartíðini hevur eisini nakað av
løtuårini, men er hon ikki eins skaðilig og royking mødr-
anna<. .
Um >sjúkur í andaleidunum« verður sagt á síðu 6, at
»leingi hava menn vitað, at royking í burðartíðini er skaði-
lig... og ikki er langt síðani, menn fóru at beina áhugan
móti teimum eldru børnunum«. Síðani verður greitt frá
børnum »sum løgdust inn á sjúkrahús vegna lungnaslím-
hinnubruna og lungnabruna<. Sagt verður eisini um
»tydningarmikla rannsókn í Finnlandi«, at hon sýndi, at
»andlåtistittføri« hjá bórnum... var nógv hægri enn ann-
ars«.
Á síðu 7 koma hesi álvarsorð: »Snimmai nítíárunum var
vorðið fullgreitt, at lungnakatarur, lungnabruni, tungur
andadrát. ar, bróstmeði og íðuligur hosti hjá småbørnum,
hevði dygt samband við royking foreldranna«.
Lagt verður afturat, at »børn roykingarmanna vóru
meira fongd við hosta enn onnur børn«. Um »tittu hosta-
riðini< verður sagt, at tey >royndust enn verri, um onnur
enn foreldrini royktu<. Seinni verður greitt frá bórnum,
sum anda við »sogkendum hvæslj6di«.
Um »vøkstur, menning og andaorku lungnanna« verður
á síðu 8 sagt, at royking hevur »åvist árins, og at flestu
kanningar hava víst hetta, >hóast sambandið teirra millum
ikki er so avdráttarleyst...<
Bóklingurin leggur dent á, at tað er >týdningarmikið at
greina ímillum árin av óbeinleiðis royking og av ødrum í
húskinum og umhvørvinum, sum í summum fórum kundi
verið um at kent«. Obeinleidis royking hevur »måttmikla
ávirkan á renning lungnanna“, og um hæddina hjá 6-10
ára gomlum børnum verður sagt, at »eydsyndu årinini
mettust at vera av óbeinleiðis royking í móðirlívinum og
innandan av tubbaksroyki í émålaårinum«.
Um tubbakseitur í barnalikaminum verður sagt á síðu 9,
at »likt er til, at skaðinmegi ikki einans rekjast aftur til tað,
sum roykurin ger lungunum sjálvum<. Lagt verður afturat,
at oyrnabruni er treisk sjúka, og at >tann, sum íðuliga
plágast av smávegis vammi, líður sjálvsagt undir ti«. Á
síðu 10 kunnu børn hava vanheilsu og »bruna í heila-
serkinum«.
Um møguleikan fyri at fáa kreft verður sagt á síðu 11:
>Tí er svárt at svara, tí sjúkuna varnast tú ikki, fyrr enn
nógv ár aftan á, at sjúkdómselvarin er avdúkaður<.
Hesin nervapirrandi teksturin er sjálvsagt ætlaður til at
fáa fólk at roykja meira. Tað er tí beint at avdúka, at tað
ikki er DE FORENEDE TCBAKSFABRIKER A/S, sum
hevur givið bóklingin út. Útgevari er tann føroyski stovn-
urin Tubbaksráðið.
C.
Deyvafelag Foroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum, Íslandsvegur 10 B,
er opin månadag-friggjadag frá kl. 9-11.
Telefon 17597. Telefax 13609. Skrivitelefon, ring
0123 og bið um 16929 ella 10714.
EE
= Ur bókini
Kirkjúmar
Dagsins |
tekstur i
Jóladag (fødingardag Krists)
Kollekt. Latum okkum øll biðja:
Harra, vår Guð, himmalski faðir! Vær tøkkum tær fyri
ta stóru náði og miskunn tína, at tú hevur latið einborna
son tín verða menniskju og náðiliga givið okkum hann til
frelsara frá syndini og hinum æviga deyða. Vær biðjum
teg: upplýs tú hjørtu okkara við heilaga anda tínum
soleiðis, at vit mega vera takksom fyri hesa náði tína og
hjá honum finna troyst fyri alla neyð okkara og freisting,
og so umsíður verða sæl í allar ævir fyri kæra son tín,
váran harra, Jesus Krist, sum við tær livir og ræður í
einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur og ævir
allar! Amen.
Epistulin er skrivaður í Hebrearabrævinum,
1. kap. 1.-mitt í 5. v.
Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt
hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann
við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin,
sum hann setti til arvinga til allar lutir, og sum hann eisini
hevur gjørt heimin við. Hann, sum er ljómin av dýrd
hansara og avmyndin av veru hansara og ber allar lutir við
orði veldi síns, hann settist, tá ið hann hevði gjørt reinsan
fyri syndimar, við høgru hond á håtignini á høgum himni,
og er vorðin tann mun mætari enn einglarir, sum hann
hevur arvað dýrabærari navn enn teir. Ti at vid hvønn av
einglunum hevur hann á nøkrum sinni sagt: »Sonur mín
ert tú, í dag havi eg føtt teg?«
Hetta heilaga evangeliið skrivar Lukas
evangelistur, 2. kap. 1 --14.v
Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá
Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða
skrivaður í manntal. (Hetta fyrsta manntalið var, meðan
Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi). Og øll fóru at
verðaskrivað, hver í ættarbygd sína. Men eisini Jósef fór í
Galileu, úr bygdini Nasareth, niðan til Judeu, til Dávids
bygd, sum eitur Bethlehem, tí at hann var slektaður av
Dávids húsi og ætt, at verða skrivaður saman við Mariu,
trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn. Men tað
hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga
barn. Og hon átti son sín, hin fyrsta fødda, og han reivaði
hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri
teimum í tilhaldshúsinum. Og tað vóru hirðar har í sama
bygdarlaginum, sum lógu úti á markinum um náttina og
goymdu at seyðafylgjum sínum. Og sí, eingil Harrans stóð
hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og
teir. vórðu ógvuliga óttafullir, og eingilin segði við teir:
»Ottist ikki; ti sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð,
sum skulu vera fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein
frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dåvids staði: Og
hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn
reivað og liggjandi í eini krubbu<. Og í somu stund var hjá
einglunum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum
lovaðu Guði og søgdu: >Heiður veri Guði í hægsta himli
og friður á jørð og í menniskjum góður tokki! <
Evangeliid til gudstænastuna jólakveld skrivar Lukas
evangelistur, 2. kap. 1520. v.
Og tað hendi, tá ið einglarnir vóru farnir frá teimum
aftur til himmals, tá søgdu hirðarnir hver við annan:
>Latum okkum nú fara beinan vegin til Bethlehem og vita
um hesi tíðindi, sum hend eru, og sum Harrin hevur
kunngjørt okkum«. Og teir fóru við skundi hagar og funnu
bæði Mariu og Jósef, og barnið liggjandi í krubbuni, og tá
ið teir sóu táð, søgdu teir frá teimum orðum, sum talað
høvdu verið til teirra um hetta barn. Og øll, ið hoyrdu tað,
undraðust á tað, sum teimum varð sagt av hirðunum. Men
Maria legði sær øll hesi orð í geyma og hugsaði um tey í
hjarta sínum. Og hirðarnir fóru avstað aftur og teir lovaðu
og prísaðu Guði fyri alt tað, sum teir høvdu hoyrt og sæð,
soleiðis sum tað hevði verið sagt við teir.
Eyðkvæmislinjan
svarar alt samdøgrid á tlf. 18820.
Mikudagar kl. 19.00—21.00 fæst persónlig ráð-
geving og serligir spurningar verða svaraðir.