Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. desember 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

da Lokalmålini styra FIGGJARLOGIN er komin til høldar i øllum góðum uttan tær stóru ósemjurnar í sam- gonguni. Men sum kunnugt gjørdi meiri- lutin í figgjarnevndini samgongan og tjóð- veldisflokkurin nakrar broytingar í upp- skoti landsstýrisins, sum landsstýrið hev- ur sagt seg vera sera misnøgt við. Ser- stakliga hevur fíggjarmálaráðharrin verið hvassur í orðum, tá hann hevur gjørt við- merkingar til broytingarnar hjá meirilutan- um. UNDIR vanligum umstgðum halda vit einki forgjørt vera í, at figgjarnevndin og síðan løgtingid broyta eitt figgjarlogaruppskot frá landsstýrinum. Hetta sýnir bert, at ting- menn bert lata seg leiða av síni samvitsku og sannføring. Men vit halda eisini at hetta sjónarmið bert er galdandi alment ella generelt. Kemur ein meiriluti við ødr- um orðum til ta niðurstøðu, at tað gagnar samfelagnum sum heild at broyta uppskot landsstýrisins, so eigur hetta at verða gjørt uttan himpr. Eitt sindur ødrvisi er stødan, tá talan er um rein lokalmál og tað serstakliga í hesum tíðum. Er tað beint, at tingmenn, sum av tilvild manna fíggjar- nevndina, nýta sessir sínar til at broyta eitt fíggjarlógaruppskot til gagns fyri júst teirra valdgim? Er hetta rættvíst móti gør- um valdømum, sum ikki eru umboðað í figgjarnevndini? HETTA er júst tað, sum hendi nú fyri jól. Sterk lokaláhugamál funnu saman og gjørdu sína ávirkan galdandi á ein hátt, id kom landsstýrinum sera illa við. Tað tykist sum ávísir tingmenn seta ynskið um aftur- val fram um tað heildar- og samfelagsfyri- lit, ið júst nú er meira neyðugt enn nakran- tíð áður. Tað tykist, sum hugaheimurin hjá ávísum tingmonnum framvegis er í fýrs- unum. Tað tykist, sum um ávísir tingmenn framvegis halda, at tað ber til frítt at gjara út úr landskassanum, sum um hann var Otømiligur. Hesin atburður er sera iva- samur og hevur lítið at gera við sannføring og samvitsku, tí hvat við teimum valdøm- um, sum ikki eiga nakran góðan í fíggjar- nevndini? Hvat við teimum målsøkjum, sum ikki eiga nakran harðmæltan for- sprákara? Alt hetta gevur almenninginum eina fatan, at øll eru ikki líka fyri lógini og fátt er meira niðurbrótandi fyri virðingina fyri fólkaræðinum enn júst hetta. HETTA er tíðin til bót og bata — tíðin til nýttárslyftini. Samgongulimirnir í fíggjar- nevndini eiga at hugsa seg um og lova sær sjálvum ikki í framtíðini at seta trong lokal- áhugamál fram um heildina. Tann tíðin tá vit høvdu ráð til Slíkt luxus er farin med alla og henda veruleika noyðast ávísir ting- menn at síggja í eyguni, hóast tað ikki er nøkur tespilig sjón. Í Ábyrgdarbíaðstjóri- Jam Múller | Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl Ljésmyndari: Kalmar Lindenskov ( Lesarabrøv FRÆLSI— JAVNAÐUR — BRØDRALAG Blaðfólk- Randi Jacobsen - Dagny Útgevari- P/1 Saslalurin Joensen - Tórfinn Smith - | Uppseting P/f Søstalurin Argjum Kilmar Jan Hansen - Prent: P/t Pressan 1981 | Telefon: 11820 Jústinus Eidesgaard Bústaður: Argjavegl 26 | Postadr.: Postsmoga 76 67. ÁRGANGUR 110 Tórshavn Telefax: 14720 TI ÉT Landsstyrismenn í kommunumålum! Åvisar kommunur skulu sigast at vera illa vidfarnar av okkara landsstyrismonnum i komm- unumålum. Bygdarrådid i Hósvíkar kommunu hevði sett skattaprosentið upp á 18,5 fyri árið 1994, tá so árið er hálv- runnið tekur táverandi tjóð- veldis landsstýrismaðurin ræðið av kommununum og broytir skattaprosentini hjá fleiri kommunum. Fyri Hós- víkar kommunu bleiv broytt til 16 prosent við afturvirkandi kraft. Nú skattaprosentið fyri 1995 skal inn aftur til lands- stýrið, hevur bygdarráðið sett prosentið aftur upp á 18,5. Jú, hvat ger landsstýrismaðurin? Jú, hann setir prosentið upp á 21, uttan at tala til bygdarráðið, er sagt. Ja, hví munnu borgar- stjórin í Tórshavn og býráðs- limirnir í bløðunum kjakast um teirra prosent skal vera 18 ella 21? Eru tað lótir, tá tey vita, at landsstýrismaðurin skal siga, um prosentini heldur skulu vera 16 ella 23? Okkurt kanska liggur og ulmar, nú hoyrist onki um kommunusamanlegging, hann kemur nokk aftur, men hetta vera eitt aftursvar til skriving- ina á sinni hjá landsstýris- manninum um ávísar treiskar kommunur. Landsstýrismenn! Gerið so væl og greiði okkum í blødun- um frá hvat er hent, m.a. í hesar 5 månadirnar, tá prosentið fyrst verður sett til 16 fyri alt árið, síðani upp á 21 prosent fyri komandi árið? Kunnu vit rokna við at prosentið fer niður aftur á 16, tá vit eru komin nakað út í 1995? Hósvíkingar Setið nýggja skattalóg í gildi! Um vit taka tað, sum eg havi skrivað um í hesum seinastu lesarabrøvunum, so høvdu vit havt 39 arbeiðspláss afturat. Men samgongan vil ikki gera nakað, sum kann hjálpa tí vanliga fólkinum. Men tað er einki nýtt! Eg kann vísa á tey 39 ar- beiðsplássini og tey eru 32 løgtingsessir og 6 landsstýris- sessir og ein følkatingssessur. Ti eftir mínum uppskoti, so skal tað ikki loysa seg at hava fleiri inntøkur, ti so kemur man at gjalda so nógvan skatt og tað vilja samgongumenninir ikki, men at avrætta rættartrygdina eru teir skjótir til! Nei, í sam- gonguni er ongin vilji ul at skaffa nýggj arbeiðspláss, ti tað, sum teir siga, er tað reina tvæt! Tí um teir ikki broyta skatta- lógina við at hvor skattgjaldari fær tær fyrstu 7000 krónumar, hann forvinnur, skattafríar um mánaðin, so verða ongi ar- beiðspláss skaftað. Og so hava teir stovnað ein grunn við 200 milliónum kr., sum teir ikki hava álit á sjálvir. Tí vit vita, at bankarnir hava 7 milliardir, sum teir ikki vilja skaffa nøkur arbeiðspláss fyri, og so halda teir, at 200 milliónir skulu gera nakran mun. Nei, vit mugu byta lagkøkuna hjá Paula um- aftur, so at verkaf6lkid fær nak- ad at arbeida vid. Nei, við mínum uppskoti hevði fíggjarlógin givið yvir- skot í 1996 og vit høvdu ongi arbeiðsleys hav: í hesum landi. Tí um vit siga at løgmaður fær einar 50.000 krónur um mánaðin, og hann hevði verið skattaður eftir mínum upp- skoti, so hevði hann goldið 34.400 krónur í skatti, um trekkprosentið var 80. Men tað vilja landsins menn ikki, tí teir hugsa um sín egna lumma fyrst og tákemur onki at ganga, tí ein tummulfingurreglaer, sum sig- ur: hevur fyritøkan tað ikki gott, so hevur arbeiðsfólkið í hesi fyritøku tað heldur ikki gott. Og tað veit Edmund. Nei, vilja tit hesum landi nakað gott, so er at gera tað livi- ligt her á landi og broytið skattalógina. Alt annað er tað reina tvætl! Nei, teir vilja ikki gera umsitingina effektivari. Vinarliga Svend Christiansen Okkara fiskirættindi og Svalbardssáttmálin Øll lond, ið hava undirskriv- að Svalbardssáttmálan, eiga sjálvandi full fiskirættindi, og øll onnur rættindi við Sval- bard. Tað sigur seg sjálvt. Tað liggur í sáttmálanum. Hann sigur tað sjálvur orða- rætt. Ti eiga vit føroyingar eisini henda rætt í fullan mun, eins og Island og Dominikana, o.s.fr. Men um norðmenn skjóta eftir hesum skipum við skørpum, so bróta teir Svalbardssáttmál- an og lógina. Tað sigur seg sjálvt Um føroyskir politikkarar av ringastu ómegd og armóð hava fráskrivað okkum rætt- indi við Svalbard, slík undirbrotlig undanstøkking er tó ikki galdandi. Nei, norðmonnum skylda vit føroyingar onki. Onki gott í hvussu so er. Tað er púra vist. Bert syndarligt at okkara politikkarar formáa sær so forbankað lítið, at teir ikki megna at útvega okkum okkara rætt, eftir galdandi lóg og rætti. Um Noreg held ur á at chikanera og órætta okkum føroyingar, so skal Statoil pakka seg ur Før- oyum. Strax. Teir eru óynsktir. P.PJ KOYRKORT Privat sum vinnuligt — so er tað … KOYRISKULIN Å ARGJUM søm 12270 NYGGJÅRID Til nyggjårs er opid soleidis i øllum deildum: Mikudagin Hósdagin 28. des. kl. 14.00—17.30 29. des. kl. 10.00—17.30 Fríggjadagin 30. des. kl. 10.00—19.00 Nýggjársaftan STONGT Mánadagin 2. januar 1995 er stongt vegna vøruteljing Opið verður aftur týsdagin 3. januar 1995 kl. 14.00 RÚSDREKKASÓLA LANDSINS Hoyvíksvegur 51 - Postboks 3069 - Telefon 14277 - Telefax 12260