týsdagur 22. juli 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 136 - 22. juli 2003
23
Eingin møguleiki er
fyri, at tað skal ganga,
sum tað hevur gjørt
hinar báðar ferðirnar,
tá ið Lassin hevur
dømt finalur um
Løgmanssteypið
STEYPAFINALUR
Jóannes Hansen
Tað verður ein av royndastu
dómarunum,
sum
skal
halda skil á, tá ið B36 og GÍ
Ólavsøkudag fara at takast
um Løgmanssteypið. FSF
hevur gjørt av, at Lassin
Isaksen, sum er einasti
føroyski altjóða dómarin,
skal passa floytuna og
skriviarbeiðið. Á linjunum
fara at renna føstu hjálpar-
dómararnir hjá Lassanum –
í hvussu so er, tá ið tað
ræður um at døma í Føroy-
um. Teir eru Jón Kári Fred-
eriksen og Petur Hans
Joensen. Fjórði dómari
verður Dagfinn Olsen. Tað
munnu neyvan fara at
ganga fleiri ár, áðrenn hann
fer at fáa uppgávuna inni á
vøllinum.
Ein tann síðsta uppgávan,
sum Lassin Isaksen hevur
havt, var í Intertoto Cup
kappingini fyri trimum
vikum síðani. Tá var hann á
Gamla Ullevi stadion í
Göteborg,
har
Örgryte
hevði heimavøll ímóti FC
Vilnius. Heimaliðið vann
3–0. Saman við Lassanum
vóru Tummas Pauli Olsen
og Jens Albert Simonsen,
sum saman við Jón Kári
Frederiksen eru teir hjálp-
ardómararnir úr Føroyum,
sum standa á altjóða list-
anum.
Lassin Isaksen hevur
tvær ferðir áður hildið skil
á steypafinalum. Merkis-
vert hevur tað verið, at
báðu ferðirnar var neyðugt
við umdysti og nýggjum
leikdegi, áðrenn tað var
greitt, hvør skuldi vinna
Løgmanssteypið. Soleiðis
verður tað ikki um eina
viku.
Reglurnar
vórðu
broyttar fyri tveimum árum
síðani, soleiðis at avgerðin
skal fella beinanvegin, um
tað so skulu longd leiktíð
og brotssparkskapping til.
Fyrra
ferðin,
Lassin
dømdi finaluna, var í 1993.
Tá spældu B71 og HB. Í
fyrru finaluni, sum var
spæld 4. august, var úrslitið
eftir longda leiktíð 1–1. So
vóru B71, HB og Lassin
aftur á ovara vølli í Gunda-
dali 22. september, og tá
bar til at vinna ein vinnara.
B71 vann 2–1, og tað var
landsstýrismaðurin í al-
manna málum, Páll á
Reynatúgvu, sum skoraði
sigursmálið.
Seinna ferðin, at Lassin
dømdi finaluna, var í 1997.
Tá spældu GÍ og HB. Talan
var um størsta dramaið
yvirhøvur í søguni hjá Løg-
manssteypinum,
sum
gongur aftur til 1989.
Sunnudagin 4. august end-
aði tað 2–2. Øll fýra málini
vóðu skorað í tvær ferðir
fimtan minuttir longdu
leiktíðini.
Nýggj finala var 8. sep-
tember, og tá var aftur
neyðugt við longdari leik-
tíð, áðrenn GÍ hevði vunnið
steypið. Tá ið vanliga
leiktíðin var farin, var
støðan 2–2, eftir at HB
hevði verið á odda 2–0. Í
longdu leiktíðini skoraði GÍ
tríggjar ferðir, áðrenn HB
pyntaði um, so endaliga
úrslitið gjørdist 5–3.
Steypafinalan hjá kvinn-
um verður millum HB og
KÍ. Í henni verður Rúni
Gaardbo á Toftum dómari.
Á linjunum fara at renna
Jónleif Gerðisá og Jan á
Líðarenda, sum tykist ætla
sær at lyfta arvin eftir páp-
an, sum framvegis drívur á
at døma. Fjóðri dómari
verður Dia Lamhauge.s
Hóast VB í 2. hálvleiki
eina løtu fekk HB
aftur, so var fyri tað
mesta lítil ivi um, at
steypið skuldi vera
eftir í høvuðsstaðn-
um
KOYRISKÚLASTEYPIÐ
Jóannes Hansen
HB hevur altíð borið orð
fyri at vera steypaliðið fram
um øll hini, og tølini vísa
eisini, at soleiðis er tað. Í
fjør eydnaðist tað kortini
HB ikki at vinna nakra
steypakapping. Hetta var
fyrsta ferðin nógvu tey
seinastu árini, at HB yvir-
høvur ikki taldist millum
steypavinnararnar.
Nú er greitt, at talan ikki
verður um endurtøku av
soltna steypaárinum í fjør
hjá HB. Leygardagin 28.
juni vann HB finaluna í
steypakappingini í dreingj-
adeildini. Finalan var ímóti
VB, og hon varð spæld á
Argjum. Úrslitið í góðum
fótbóltslíkindum og tjúkk-
um mjørka (tað kennist
næstan sum um mjørkin
ikki hevur lætt hesar sein-
astu fýra vikurnar!) var
5–2.
HB dreingirnir vóru ídnir
og nærlagdir, og serliga í 1.
hálvleiki, tá ið teir løgdu
seg á odda 2–0, spældu teir
væl. Málini skoraðu Jákup
Larsen og Christian Mouri-
tsen.
Í fyrra umfarinum hevði
tað ikki verið nógv, sum
hevði bent á, at VB, sum
onga roynd hevði havt
ímóti HB málinum, skuldi
hótta leiðsluna hjá havnar-
monnunum.
Men
eftir
steðgin kom VB meiri við,
og brádliga var spenningur
í aftur. Kanska tóku HB
spælararnir sær eitt sindur
av løttum, nú teir mundu
halda sigurin vera vísan.
Tað var kortini skjótt, at teir
funnu út av, at teir høvdu
roknað uttan at hava hugsað
um sera kvika og evnaríka
álopsspælaran
Lukasz
Cieslewicz, sum man vera
sonur Robert, ið áður hevur
spælt við VB, og sum nú er
spælandi venjari hjá Sumba
í 2. deild.
Tvær ferðir rann Lukasz
frá HB verjuni og setti
bóltin í málið. So var 2–2,
og HB var ikki so lítið
skelkað. VB hóttanin gjørd-
ist kortini ikki til sigur.
Seinna partin av seinna
umfarinum skoraði HB trý
mál afturat, og allar tríggjar
ferðirnar, var tað sera evna-
ríki Christian Mouritsen,
sum var málskjútti.
Tøtt hálvfinala
Sum í eitt nú smádreingja-
deildini, so var steypakapp-
ingin í dreingjadeildini
skipað í fýra bólkum. Teir
fýra vinnararnir spældu
hálvfinalu fríggjadagin 27.
juni. VB vann 5–3 ímóti
NSÍ, sum var steypavinnari
í 2002, og HB var partur í
sera spennandi uppgerð
ímóti grannunum í B36.
Talan var um satt drama,
sum endaði soleiðis, sum
tað so ofta hevur gjørt, tá ið
HB og B36 takast. Eftir
vanliga leiktíð var 1–1, og
so var neyðugt við brots-
sparkskapping. B36 megn-
aði ikki at fáa nakað av
trimum
teimum
fyrstu
spørkunum í málið, og tá ið
HB hevði skorað allar
tríggjar tær fyrstu ferðirnar,
var tað greitt, at HB enn
eina ferð var endað omaná í
kapping úr ellivu metrum
ímóti B36.
Eftir finalusigurin á VB
handaði formaðurin í kapp-
ingarnevndini hjá FSF, Karl
Vidtfeldt, HB steypið. Tað
verður kallað Koyriskúla-
steypið, tí tað er Klaksvíkar
Koyriskúli, sum hevur latið
steypið at kappast um.
Steypið var latið í 1995,
og hetta var fimta ferðin, at
HB vann tað. Sostatt varð
tað hesa ferð vunnið til
ognar. HB hevur eisini
vunnið tað í 1998, 1999,
2000 og 2001. B36 vann
tað í 1995 og í 1996, MB í
1997 og NSÍ í 2002.
HB spælarunum og fela-
gnum verður ynskt hjarta-
liga tillukku við steypa-
sigrinum.
Lassin á Ólavsøku í stuttum buksum
HB dreingirnir hava ognað sær steypið
HB dreingir. Steypavinnarar
2003. Standandi frá vinstru.:
Tróndur Kragesteen, Jákup
Larsen, Christian Mouritsen,
Jónas Stenberg, Jákup
Slættalíð, Bárður Mittelstein,
Pætur Jørgensen, Poul K.
Dam, Gunnar Haraldsen,
Pætur Clementsen. Húkandi
frá vinstru: Jóhan P. Holm,
Poul T. Dam, Birgir Poulsen,
Hanus Samró, Niclas
Eysturoy, Ingvard Vang,
Dánjal Davidsen og Ólavur í
Ólavsstovu.
Mynd: www.hb.fo
23
22
Nr. 136 - 22. juli 2003
Venjarin hjá Partick
Thistle vil fegin hava
føroyska landsliðs-
málverjan á lønarlist-
an, og tað kann væl
vera, at tað fer at enda
við, at Jákup Mikkel-
sen skrivar undir,
men tað er ikki bara
bara
SÁTTMÁLASAM-
RÁÐINGAR
Jóannes Hansen
Tað er góður møguleiki
fyri, at Jákup Mikkelsen fer
at halda fram við lívinum
sum fulltíðar yrkisspælari í
fótbólti. Sum tað varð
nevnt í blaðnum í síðstu
viku, so hevur Jákup hesar
seinastu dagarnar verið í
Skotlandi, har hann hevur
vant og spælt venjingar-
dystir við Partick Thistle,
sum síðsta kappingarár
endaði miðskeiðis í bestu
deildini.
Sambært skotskar fjøl-
miðlar, so hevur venjarin
hjá Partick Thistle verið
rættuliga væl nøgdur við
tað, sum Jákup hevur av-
rikað, síðani hann hósdagin
kom til Glasgow, har felag-
ið hevur heimstað, og Jam-
es Grady, sum er ein av
álopspælarunum í felagn-
um, segði seg í vikuskiftin-
um inniliga vóna, at sátt-
máli fór at spyrjast burtur-
úr. Sunnudagin segði hann
soleiðis við Daily Record:
– Jákup hevur bara verið
her í nakrar heilt fáar dagar,
og hann hevur víst seg
serliga stinnan, bæði undir
venjing og í venjingardyst-
inum, sum vit leygardagin
vunnu 4–2 ímóti eingilska
Bradford City.
Saman við Jákupi Mikk-
elsen hevur franski vong-
verjin Hean–Yves Anis
verið og royndarvant í hes-
um felagnum. Nógv bendir
á, at hann eisini fer at fáa
sáttmála við felagið í Glas-
gow, og sambært omanfyri
nevnda álopsspælara, so
eru tað onnur viðurskifti
enn sjálvt fótbóltsspælið,
sum tað skal arbeiðast mest
við hjá teimum báðum
nýggju spælarunum:
– Fransmaðurin dugir
púrasta einki eingilskt. Ják-
up er frægari, men enn hev-
ur hann verið rættuliga
kúrrur, men tað fer vónandi
ikki at ganga ov long tíð,
áðrenn hann verður førur
fyri at samskifta á serligu
dialektini, sum vit brúka
her í Glasgow, segði James
Grady
sunnudagin
við
Daily Record.
Familjan og fót-
bólturin
Jákup Mikkelsen hevur
verið væl nøgdur við tað,
sum hann higartil hevur
verið vitni til í Partick
Thistle:
– Mær hevur dámt venj-
ingarnar væl, og eg var
heilt ovfarin, tá ið vit leyg-
ardagin spældu venjingar-
dyst. Eg hevði roknað við,
at teir fóru at vera stórir,
sterkir og bulmiklir spælar-
ar, og at tað mesta fór at
ganga fyri seg í luftini, men
soleiðis var tað als ikki.
Teir vóru lættbeintir og
skjótir, og teir vístu fínt og
hugflogsríkt fótbóltsspæl
fram eftir jørðini.
Ætlar tú at skriva undir
samstarvsavtalu við teir?
– Frá felagnum havi eg
fingið at vita, at teir fegnir
vilja hava, at eg skal spæla
við teimum. Vit eru ikki
lidnir við samráðingarnar
enn. Stóri spurningurin hjá
mær er, hvussu hetta skal
ganga upp við familjulívin-
um. Konan, børnini bæði
og eg komu mikudagin úr
Molde og til Klaksvíkar.
Hósdagin fór eg til Skot-
lands, og nú skal støða
takast til hetta. Eg havi ikki
enn fingið greiðu á, um
familjan skal vera í Klaks-
vík, meðan eg royni meg
her niðri, ella hvussu tað
skal vera. Tað er ein nýggj-
ur
venjingardystur
á
skránni týsdagin. Teir vilja
hava, at vit skulu skriva
undir sáttmála, áðrenn tann
dysturin verður spældur,
men eg vil hava persónligu
viðurskiftini upp á pláss,
áðrenn nakað verður undir-
skrivað, sigur Jákup Mikk-
elsen úr Glasgow.
Tosa um landsdystin
Í skotsku miðlunum hevur
síðani Jákup Mikkelsen
hósdagin kom til Glasgow
verið gjørt rættuliga fitt
burturúr, at tað er lands-
liðsmálverjin hjá Føroyum,
sum nú er í Partick Thistle.
Lesararnir fáa at vita, at
tað er rættuliga sannlíkt, at
nýggi málverjin hjá felagn-
um seinni í ár skal verja
føroyska málið, tá ið Skot-
land fer at fáa vitjan av
Føroyum. Tað verður ging-
ið høgt uppí, at Jákup ímóti
Týsklandi fyrr í summar
megnaði at halda tætt í
næstan 90 minuttir, og at
Rudi Völler á tíðindafund-
inum eftir dystin gav før-
oyska málverjanum so gott
skoðsmál.
Skotland
og
Føroyar
skulu spæla á Hampden
Park í Glasgow leygardagin
6. september. Allir fótbólts-
hugaðir føroyingar minn-
ast, at uppgerðin millum
Føroyar og Skotland á
Svangaskarði í fjør endaði
2–2. Ta ferðina var tað Jens
Martin Knudsen, sum vardi
føroyska málið. Tað hevur
hann eisini gjørt hinar fýra
ferðirnar, tá ið Skotland og
Føroyar hava spælt saman í
undankapping.
Nú er tað upp til Jákup at taka støðu
FRÆLSUR ÍTRÓTTUR
Stefan í Skorini
Frælsur Ítróttur Føroya
skipar týsdagin og hós-
dagin fyri FM í kasti á
kastivøllinum við Eystur-
skúlan í vikuni.
Týsdagin 22. juli verður
kappast í hamarkasti og
kúlustoyti. Byrjað verður
klokkan 17 við hamarkasti
hjá monnum og kvinnum.
Hamarin hjá monnum
vigar 7,26 kilo, og hjá
kvinnum vigar hann 4
kilo.
Eftir kappingina í ham-
arkast verður farið undir
kúlustoyti, sum eisini er
fyri bæði menn og kvinn-
ur. Kúlan hjá monnum
vigar 7,26 kilo og hjá
kvinnum er vektin 4 kilo
eins og í hamarkasti.
Hósdagin
verður
diskokast og spjótkast.
Byrjað verður klokkan 17
við diskokasti hjá monn-
um og kvinnum. Diskos
hjá kvinnum vigar eitt
kilo, meðan hann vigar
tvey kilo monnum.
Síðani er spjótkast fyri
bæði menn og kvinnur á
skránni. Spjótið hjá kvinn-
um vigar 600 gramm hjá
kvinnum og 800 gramm
hjá monnum.
Tilmelding er á staðnum
báðar dagarnar. Bara limir
í feløgunum Bragdinum,
Roysninum og Treystinum
kunnu lutaka.
FM í kasti
Partick Thistle vil gjarna
hava Jákup Mikkelsen á
lønarlistan, men enn hevur
hann ikki tikið endaliga
støðu til, um hann fer at
spæla í skotsku Premier
League komandi kappingarár
Savnsmynd
Heri Ziska og aðrir kastar-
ar fara týsdagin og hós-
dagin at kappast í FM í
kasti. Kappingarnar eru
týsdagin og hósdagin
Savnsmynd
C
M
Y
K
22