Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 248 — 29. DESEMBER 1994 Mest moguligt skal fáast fyri so fáar krónur sum gjørligt: Sjúklingurin Tað ber til at bóta um hølisvidurskiftini á Landssjúkrahúsinum, uttan at brúka nógvar pengar, heldur landsstýrismaðurin í sjúkrahúsmálum Landsstýrið ynskir best møguliga samskipan innan sjúkrahúsverkið ul gangs fyri sjúklingarnar, og at fáa sum mest burtur úr tí pen- ingi, sum er tøkur til enda- málið. Hetta er greiða og av- gjørda svarið til ein fyri- spurning frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni. Løgtings- maðurin, sum eisini er sjúkrahúslækni, spurdi landsstýrismannin í sjúkra- húsmálum, hverjar ætlanir landsstýrið hevur viðvíkj- andi samskipan av virksem- inum á føroysku sjúkrahús- unum. Somuleiðis hevur hann spurt um ætlaðu sam- anleggingina innan prim- eru heilsurgktina og um út- byggingar ella nýbygging- ar á Landssjúkrahúsinum. Andrias Petersen, lands- stýrismaður í sjúkrahús- málum sigur í svari sínum viðvíkjandi primeru heilsu- røktini, at å seinastu figgjar- lóg, eins og teirri fyri kom- andi ár, er heima- og heilsu- sjúkrasystraskipanin løgd saman við heimahjálpini til eitt rakstrarstað, sum nú eitur heimargktin. Ætlanin er nú at leggja tann fyrisit- ingarliga partin av hesum skipanum saman, so hetta verður ein skipan við einari leiðslu. Umætlaðu útbyggingella nýbygging á Landssjúkra- húsinum sigur landsstýris- maðurin, at einki er avsett á fíggjarlógini hesaferð, men okkurt kann henda kortini, sigur hann. Andrias Peter- sen sigur, at um tað hann kallar strukturrationaliser- ingar verða framdar, sum fíggjarlógini eisini leggur upp til, eru møgulcikar fyri hølisøking á Landssjúkra- húsinum uttan stórvegis meirkostnað. tór.- Tað ber til at fáa meira burtur úr hólunum á Landssjúkrahúsókinum, heldur landsstýrismaðurin í sjúkrahúsmálum. Mynd: Kalmar Tíðindablaðið Vit skulu sjálvi standa fyri oljuboringunum í Lopra — men ætlanin er, at áhugaði oljufeløgini skulu gjalda Føroyingar skulu sjålvir standa fyri oljuboring- unum i Lopra, men olju- rådleggingamevndin miðar ímóti, at oljufeløg, sum hava åhuga i kann- ingunum, eisini fara at gjalda fyri framhaldandi boring i Lopra fyri at fåa neyvari vitan. „ Tað hevur Idnadar- nevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá løg- manni og umboði frá oljurådleggingarnevnd- mi. Tað var í samband við eitt uppskot frá Kristi- liga Fólkaflokkinum at halda fram við oljubor- ingunum i Lopra, at nevndin hevur havt hendan fundin. i I åliti sinum sigur Id- naðarnevndin, at tað er heilt greitt, at arbeiði við víðari boring í Lopra er í gongd, og tí heldur ein samd nevnd onga orsøk vera fyri at samtykkja hetta. tór.- Tað er heilt greitt, at oljuboringarnar í Lopra fara at halda fram. Figgjarnevndin fingið trygd fyri: Pengarnir fara ikki í botnleysan kassa — Vit vildu hava trygd fyri, at pengarnir úr Framtaksstovninum ikki fara at skuldar- sanera virkir vid, og ta trygdina hava vit fingið, sigur figgjarnevndarformadurin Framtaksstovnurin fekk tungan burð. Fyrst varð dúgliga kjakast, um tær 100 donsku milliónirnar skuldu vera gávaella lán, og nær og hvussu hetta skuldi gjaldast aftur. Síðani tók spurningurin seg upp, hvussu okkurt brotið í reglugerðini fyri grunnin, ella Framtaks- stovnin, sum hann nú eitur, skuldu tulkast, men nú tykist alt hetta var vera komið upp á pláss. Sambært avtaluna við donsku stjórnina skuldu viðigkurnar góðkennast av forsætisráðharranum og løgmanni, men hetta hevur tingið eftir tilmæli frá Figgjarnevndini broytt so- leiðis, at ístaðin fyri løg- maður, skal nú landsstýrið og Fíggjarnevndin góð- kenna vidtøkurnar. Finnbogi Arge, formaður í Fíggjarneyndini sigur, at tað vóru nevndarlimir, sum settu spurnartekin við onkra grein í vidtøkunum fyri framtaksstovnin, men hesi ivamál eru ikki longur ein forðan fyri, at samgongu- flokkar kunnu taka undir við málinum. -Vit hava fingið trygd fyri, at pengarnir ikki verða nýttir at skuldarsanera virk- ir við, men at teir heldur verða brúktir eftir endamál- inum,- at seta nýtt virksemi í gongd, sigur Finnbogi Arge.