Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 Nr. 248 — 29. DESEMBER 1994 Tíðindablaðið [ sestaturin i Fo SS + ES Søren Søgaard, danskur trubadourur, fekk sin fyrsta klavertima 7 åra gamal, og 12 åra gamal fór hann at spæla guitar. Søren las tónleik á hå- skúlanum i Ikast og í 1983 helt hann sina fyrstu solo konsert. Hann hevur skrivað uml. 30 tónleikaverk í blues stílinum. Hann hevur sum trubadourur ferðast nógv í Jyllandi. Eisini hevur hann luttíkið í fleiri innspælingum fyri við longri fráleika ff royum m.a. lokalu utvarpsstød- imar i Jyllandi. Frå 1992 —93 var hann í »Swinders trio«. Honum dámar at kombinera málaralist og ténleik. Lærarayrkið er borgarliga arbeiði hans- ara. Søren Søgaard fer at spæla i Kvøldloti i Havn, í Klaksvík og á Tvøroyri. Íslendingurin Njál og Georg eystan Á fara at hjálpa Sørini við fram- førslunum. Grima framførir nyggjan sjónleik hósdagin 5. januar. Tað er enski skemtileikurin Shirley Valentine eftir Willy Russel. Ein perla frá gerandisdegnum. Ein leik- ur, sum hevur gingið sína sigursgongd um alt Bret- land og okkara grannalond. Hetta er sjónleikurin um hana, vitøll kenna. Hin van- liga konan við sínum ger- andistrupulleikum. - Vit hitta hana heima í køkinum, meðan hon ger døgurdan til mannin og fortelur søgu sina. Børnini eru vaksin og flutt heiman. Maðurin og hon hava lítið og onki at tosaum longur. Lív hennara er minkað niður í einki. Ein vinkona, ið er nýliga fráskyld, bjóðar henni við sær til Grikkalands. Skal hon fara, ella skal hon verda hcima og tosa vid veggin sum hon plagar? — Tad fært tu at vita vid at fara til leikin! Sjónleikurin verður framførdur í hølunum hjå Grimu å »Gomlu Marga- rinefabrikkini» i Magnus Heinasonargøtu 12. Hetta er tað útlendingar kalla in- tímt teatur, t.v.s. pláss er fyri 40 áskoðarum til hvørja framførslu. Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni, tlf. 15788 og hjá Grimu, tlf. 18617 tveir timar undan syning. Laura Joensen fer 5. ja- nuar at visa okkum eina konu, sum vi t øll ken- na. Børnini eru farin heiman, og hon sigur sitt virdisleysa liv, me- Øan hon gongur heima i køkinum og ger døgu- rða til mannin. Mannin, sum hon lítið og einki tosar við longur... Soleiðis móta vit henni dagliga: Konan, hvørs lív er minkað niður í einki. Tað ljóðar syndarligt - men tað er ein skemtilei- kur, Laura fer at framføra 5. januar Søren Søgaard | Laura sum Shi -% rley Valentine