hósdagur 5. januar 1995síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 3 — 5. JANUAR 1995
Nr. 3- 5. JANUAR 1995 .føindøbladlG PP ———
an, sum beinir fyri Ójavn-
anum ímillum teir ikki skrå-
settu og livibreydsbøndur
nar, soleiðis at MVGIð kann
leggjast omaná prísin har tað
eigur at verða, vildi eg góð
tíkið eina MVG skipan
Brúkaraskattur
Øll, sum vita eitt sindur um
slíkt, vita, at ein slíka skipan
er ætlað at avloysa part av ti
persónliga skattinum hjá
borgarunum soleiðis, at tann,
sum brúkar, rindar, (brúk-
araskattur). Hetta eru flest
øll samd um skuldi verið ein
góð skipan, men aftur hesa-
ferð hava teir føroysku pol
itikaramir dumpað so dygg!-
liga
Betur keypiorka
Fyri at nøkur meining skal
verða í skuldi tann personligt
skatturin verið lækkaður í
mun til tað, sum landskassin
fær inn við MVG. Sum nú
er er MVGið ein steinur
omanå tær mongu byrdamar,
sum eru lagdar omanå
vinnurekandi
Orsøkin er, at í flestu før
um er ógjørligt at leggja
hendan brukaraskatt oman å
prisin, og úrslitið er. at ter.
sum liva sum vinnurekandi,
mugu rinda ein eykaskatt og
missa harvið stóran part av
inntøku síni. sum átti at farið
til konsolidering ella løn
Ein óheppin skipan
Sum sølan og framleiðslan
av seyða- og neytakjóti er
skipað í dag he ur vinnan
somuleiðis víst á. at her er
MVG -skipanin = ógvuliga
óheppin. Sum øll vita eru
nógvir smáir framleiðarar
sum hava hesa vinnu aftrat
aðrari inntøku og koma so
statt ikki undir skipanina
Hetta ger eina ólíka prís-
kapping
Svart arbeiði
Ein avleiðing av slíkum er.
at øll, sum síggja sær ein
møguleika, royna at fáa sær
okkurt „uttan um“ (sokallað
svart arbeiði. Hetta ber við
sær at tað verður bara meir
at rinda fyri tann, sum eftir
er og ikki vil ella kann ganga
uttan um landsins lógir. Tað
eru hóast alt nógvir før-
oyingar eftir, sum ikki vilja
fara av vegnum, tá teir møta
einum hundi, men heldur
vilja rinda tað teimum er
álagt
Millumliðið manglar
Tann nýggi landsstýrismað-
urin, sum eg má viðganga at
eg hevði álit á, hevur nú á
fíggjarlógini tveitt eina
millión til hesar svangu
MVG-gjaldarar. Líkasum
fyri at fáa frið fyri hasum
grenjunum.
Ongan góðan
Nei, landbúnaðurin hevur
ongan í landsins styn, sum
hvørki hevur áhuga enn
minni skil fyri hesi vinnu
Seydakjøtstudningur
Føroyskt seydakjøt hevur
ongantíð fingið studning og
tí haldi eg tað verða eina
skammiliga gerð av mynd
ugleikunum. fyrst at áleggja
okursskatt fyri síðani at rinda
„endurgjald“ sum studning
til hesa vinnugrein sum hóast
alt hevur klárað seg síðani
Føroyar, (Fároyar) var til utt-
an studning
Hvat kann tað annað
verða enn vánaligur javnað-
areftirlits-politikkur. Hetta er
somuleiðis ímóti ellum
politikki í dag: at veita meira
studning pr. eind, tá øll onn-
ur berjast ímóti at taka slíkar
studningar av.
Tú ein stóran...
Ella hvussu, skal hendan
milliónin býtast?
Eg havi fleiri ferðir roynt
Búnaðardepilin í Kollafirði er ein frálíkur karmur um framtíðar landbúnaðin
at fáa at vita, hver, ið skal
umsita hesa milliónina (tað
kostar óivað ein fjórðing av
henni), og hver, ið skal fáa
hana, eftir hvørji skipan og
nær. Men tað er eingin,
hvørki politikari, stjóri ella
fulltrúi í landsstýrinum, sum
enn hevur kunnað svarað
mær hesum spurning!
Geva við einari og taka við
hinari
Hetta vísir bert, hvussu
tilvildarligt alt er og undir-
byggir pástand mín um,
hvussu trupult tað er at til-
rættaleggja nakað fyri fram-
tíðina.
Politikkur anno 1994
Við hesum fær vinnan aftur
eina konto á fíggjarlógini at
berjast um á hverjum ári.
Og komandi ár tá nýggir
politikarar verða í lands-
stýrinum, tá verður hendan
milliónin, ótvað við fleiri,
ript undan aftur og so liggur
alt aftur í skelja son
Jú hetta er politikkurin í
Føroyum anno 1994
Tómar tunnur
Eg eri sera forharmaður um,
at eg havi mist alt álitið, sum
fíðindablaðið
eg hevði á tí nýggja lovandi
landsstýrismanninum. Tað er
óivað so, sum eg meini hann
sjálvur onkuntíð hevur sagt.
tá hann sat hinumegin
borðið, at tómar tunnur
buldra mest
Ella kanska tað var tak-
tikkur frá restini av sam
gonguni, at seta Óla í
landsstýrið fyri at fáa ar-
beiðsfrið
Fyri at seta prikkin yvir
HO síga teir nú, at vit fáa
nýggja landsstýrismann ul
várs
Sláturvirkið
Utyvir tann smáídnaðin sum
vit sjálvandi skulu varðverta
er stórur tørvur á einum
slátuvirki
Á mp gg
Á 2 PA
Hetta er hvørki meir ella
minni sjálvsagt enn, at vit í
dag hava eitt mjólkavirki
Ein og hver kann hugsa
sær støðuna, um hvør fram
leiðari í sínum lagi seldi sína
mjólk beinleiðis til brúkaran
Heimafletting
Hervið er ikki sagt, at vit
skulu tvinga alt kjet
ígjøgnum eitt slíkt lið, men
fyri at halda marknaðin og
fyri at skapa møguleikar fyri
útflutningi krevst eitt slíkt
virki.
EU Filet og NZ Kjógv
Her eru aftur boð eftir fram
leiðsluráðnum. Tí, sum stød-
an er á marknaðinum í dag.
er so at siga vónleyst at
kappast. Vit innflyta bert
tann partin av krovinum,
sum vit júst hava brúk fyri
ein og fyri ein prís sum
hverki føroyski framleið-
arin, enn minni tann
framleiðarin, sum sjálvur
hevur framleitt hesa veruna
kann kappast við. Orsøkin
er studningsskipanir og Ov-
urframleiðsla, sum skeigla
prísleguna
SAN:
Biligur matur
Tann vanlig: brúkarin sigur
sjálvandi. at hetta er jú bara
ein góð stóða. og at teir før
oysku bóndurnir eru púra
høpisleysir og framleiða alt
ov dýrt.
Fyri ein part hevur hann
rætt. um vit bert hugsa um
okkara egnu búkar og dagin
í dag. Hartil vil tað óivað
altíð verða dýrari at fram-
leiða ein litur av mjólk í
Føroyum í mun til em litur
framleiddur í einum nsa fjóst
í Hálandi
Hvat vilja vit føroyingum
Her kemur aftur stødan, at
vit, mugu taka eina avgerð
um, hvat vit vilja. Vilja vit
rinda eitt sindur meir fyri
veruna og miðja ímóti at
gerast sjálvbjargið fólk, ella
skulu vit dúva uppá inn
flutning av vánaligum bí
ligum verum og øll flyta í
stórbýargkir og klippa
hvørjum øðrum? Eitt veit eg.
at tá hetta er hent, fara
prísirnir upp á tað „normala“
og tá hava vit brotið alt nið
ur, sum er bygt upp
Allur bati..
Eitt sláturvirki nýtist ikki at
kosta so nógv, at tað ikki fer
at beta um støðuna, sum hon
er í dag. Á hesum økinum
mugu vit sanna, at allur bati
betur
Stødan hjá bóndrunum
við neytum er høpisleys.
Garðarnir eru ikki inn-
rættaðir til slakt og veran
verður alt ov 6jøvn í góðsku.
Hartil er tað eitt stórt arbeiði
at selja vørurnar, og útboðið
kemur alt út á marknaðin um
somu tíð, nevniliga um
heystarnar, tí eingin garður
hevur møguleikar at kola
kjøt
Útboð og eftirspurningur
Hetta hevur aftur við sær at
útboðið hesa tíðina verður
alt ov stórt bæði av seyða
og neytakjøti. Prísunn verð
ur alt ov lágur og kappingin
um kundarnar óvanliga hørð
Úrslitið er at ikki nógmikið
kemur burturúr
Alt í sama pott
Alt kjøt verður selt eftir
somu fortreyt soleiðis. at ein
sum leggur seg eftir góðsku
ikki fær goldið hana
Ótryggur marknaður
Tann ótryggleiki sum valdar
innan kjøtframleidslu ger
eisini, at garðar ið hava
møguleikar at framleiða kjøt
ikki hætta sær undir hetta ti
marknaðurin er alt ov
ótryggur
Tann eina milliónin
Eg meti sum áður sagt ikki,
at tað er rætti vegurin at
ganga, hetta at smyrja onkra
milliónina aftrat teimum,
sum eru fyri síðani at halda,
at alt lagar seg
Nei, tað skal meira kon
struktivur politikkur til fyri
at muna. Tí er mítt uppskot,
at tann eina milliónin sum
bleiv smurd afturat blokk
inum til landbúnaðin grein
17898-343013 undir lógar
viðgerðini, átti at verið latin
óskerd sum íløgustuðul til
sláturvirkið. Fyri alt Óli, tað
hevði givið meir enn eitt
arbeidsplåss, um rætt verður
atborið
Hver spard króna er
vunnin
Egin framleiðsla er spardur
innflutningur
Royndarsteðin
Nú verður hon kalla almenn-
ar royndir á fíggjarlógini
80aru projekt
Tad vóru heldur stórar am
bitiónir teir menn hevdu.
sum bygdu nýggju Roynd
arstødna í 1986. Í dag kunnu
vit, sum so nógva aðrastaðni
í Førovum, siga, at hetta var
13
heldur stórt tak at taka í mun
til okkara tørv og ráð. Men
eitt gott er við hesum og tað
er, at støðin íkki kann flytast
av landinum, soleiðis uttan
víðari og plaseringin sum
búnaðardepil kundi neyvan
verið betur
Almennar royndir
Tað hevur ikki verið tað
stóra vit hava hoyrt ella sæð
til støðina og eftir mínum
tykki er avstandurin ímillum
bóndan og støðina alt ov
stórur. Men óivað hevur tað
verið strævid og eitt stórt tak
at byggja og velja upp úr
nýggjum. Trupult hevur
kanska verið at finna tíð til
nógv stórvegis royndarar-
beiði og planlegging av
framtíðar búnaðinum
Spariknivurin
Nú hendi tað, at so gott sum
øll jåttanin til støðina bleiv
skerd burtur soleiðis, at øll
starvsfólkini máttu sigast
upp. Harvid stóð hetta stóra
anleggið tómt við fullum
fjósi av mjólkíkúm. sum
kappaðust við hinar mjólka
framleiðararnar fyri at skaffa
eitt sindur av eyka inntøku
Fjós til leigu
Il fíegjarlógaruppskouð
1993 bleiv skotið upp at
landsstýrið skuldi
staðina ut, soleiðis at hon
ikki skuldi kosta landskass
anum pening
Hetta helt landbúnaðurin
ikki verða rætt og heitti á
landsstýrið at leiga støðina
til Búnaðardepilin
leiga
Er ein kúgv, íkki ein kúgv?
Í løtuni fer ein roynd fram í
fjósinum hjá Búnaðar
deplinum. sum skal skráseta
ymisk data um íslendskar
kýr í mun tl tær, sum vit
kalla vanligar NRF kýr
Menn eru ójavnir á máli
um hvert hendan royndin fer
at geva føroyingum nakað.
men nú hon er her verður
spennandi at síggja, hvat
úrslit kemur burturúr
Almennar royndir hava
fingið góðan stuðul frá
Vestnorden Fondinum til
royndina
Búnaðardepilin
Búnaðardepilin, hvat er tað?
Landsstýrið samtykti eitt
upplegg, sum fekk sín neista
á eini búnaðarviku á Viðar-
eiði.
Grundsjónarmiðið er at
savna allar „kreftirnar“ innan
landbúnaðin á einum staði
fyri síðani betur at kunna
gera gang av teimum.
Tann, sum hevur eitt
sindur av innliti í hesi við-
urskifti, veit, at hesi feløg
og stovnar talan er um, hava
sitid hver í sínum horni og
skylda uppá hvønn annan,
heldur enn at arbeiða saman.
Hornasteinurin
Møguleikan beyðst og nú er
so grundarlagið lagt og eftir
er bara at bróta upp um arm-
ar og fara til verka
Framhald á síðu 14