leygardagur 7. januar 1995síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 5 — 7. JANUAR 1995
fíðindablaðið = =“
[PT
Tróndur Djurhuus leyp framav — tað siga reglurnar
Sjonvarpsstjorin er
ikki fritt stillaður
til nakað sum helst
Sambært reglugerðini, ið sjønvarpsnevndin hevur at arbeiða eftir, skal hon innstilla,
tá umsóknirnar til programleiðarastarvið eru komnar landsstýrinum í hendi — og ikki
sjónvarpsstjórin. Tí kundi verið sloppið undan rokinum á Sjónvarpi Føroya, um nýggi
sjónvarpsstjórin Tróndur Djurhuus bara hevði lisið eitt sindur betur uppá
Tað mundi koma dátt við
hjá mongum, tá tíðindini
fyrr í vikuni frættust um, at
rok var á Sjónvarpi Føroya,
nú nýggi sjónvarpsstjórin
Tróndur Djurhuus hevði
givið programleidaranum
Johnsigurdi Johannesen so
stóra misálitisváttan á fundi
mánamorgunin, at hesin tók
og segði seg úr starvinum
sum programleiðari og fór
aftur í gamla starvið sum
programmedarbeiðari.
Tróndur Djurhuus hevði á
hesum góða fundi sagt fyr
Johnsigurdi Johannesen, at
hann ætlaði sær at standa
friu stilladur, tá nýggjur
programleiðari skuldi set-
ast, og hetta tók Johnsigurd
sum so stórt misálit á seg í
hesum starvi, at hann stakk í
posa og sekk.
Johnsigurd hevur sitið í
starvinum, meðan Árni
Gregersen í tíð sínu sum
stjóri hevur havt farloyvi.
Samstundis hevur John-
sigurd so havt farloyvi frá
starvi sínum sum program-
medarbeiðari.
Tróndur hevur ikki
lisið nóg væl uppá
Eftir at Johnsigurd hevði
sagt seg úr programleiðara-
starvinum, og eftir at aftur
var friður á sjónvarpinum,
segði Tróndur við Sosialin
hósdagin, at starvið nú fór at
verða lýst leystm og at hann
skuldi gera eina innstilling,
tá umsóknirnar vóru komn-
ar.
Men so lætt verður tað
ikki, og nå bendir alt á, at
Tróndur Djurhuus hevur
verið illa fyrireikaður, tá
hann á umrødda fundinum
månamorgunin — eftir bert
at hava siuð sum stjón í
smáar fimm tímar — gjørði
Johnsigurdi greitt, at hann
vildi vera »fritt stilladur«.
Hevdi Tróndur Djurhuus
havt lisið væl uppá og fyri-
reikad seg væl ul starvið í
sessinum sum sjónvarps-
stjóri, hevði helst als eingin
dramatikkur havt verið á
fyrsta arbeiðsdegnum í ti
nýggja ánnum.
Reglurnar siga
nakað heilt annað
Tað vísir seg nevniliga, at
reglurnar, ið eru galdandi í
sambandi við setan av pro-
gramleiðara, als ikki lata
sjónvarpsstjóran vera nak-
að so »fritt sullaðan<, sum
hann sjálvur hevur sagt.
Sjónvarpsneyndin hevur
somu reglugerð at arbeiða
eftir, sum er galdandi fyri ta
eldru útvarpsneyndina, og
har verður sagt soleiðis í
sættu grein — orðarætt end-
urgivid, men við >útvarp<
skift út við >sjónvarp<:
>Landsstýrið heitur á
nevndina og fær ummæli
viðvíkjandi setan av sjón-
varpsstjóra og starvsfólki,
sum hevur fyrireiking av
sjónvarpstilfari um hendur
ella luttekur í sjálvum sjón-
varpingunum.<
Við ðrum orðum skal
nýggi sjónvarpsstjórin als
ikki gera nakra innstilling,
um gingið verður eftir gald-
and: reglugerðini.
Sjónvarpsneyndin
skal innstilla
Hinvegin er tað — og sum
tað eisini altíð hevur verið
sjónvarpsneyndin, ið skal
gera innstillingina ul lands-
stýrið.
Er talan um nýggja pro-
gramleiðarastarvið, so er
mannagongdin — sambært
galdandi reglum — soleiðis,
at landsstýrið lýsir starvið
leyst og fær umsóknirnar.
Síðani verða tær sendar
sjónvarpsneyndini til um-
mælis, og plagar sjónvarps-
nevndin tá at gera eina inn-
sulling við uimum persón-
um, ið verða raðfestir í
nummarrød frá eitt til trý.
Landsstýrið
„frítt stillað-
Einasti instansur, sum tí
er >fríutstillaður<, er lands-
stýrið, ið er frítt suillad, um
tað fylgir hesi innstilling
ella ikki.
Sjónvarpsstjórin er ikki
frit stilladur til nakað sum
helst í hesum sambandi
sambært galdandi reglum
At so sjónvarpsstjórin fær
latið sína innstilling inn eis-
ini, er ikki — sambært gald-
andi reglum — ein partur av
formellu mannagongdini,
men er helst ein ella onnur
avtala millum sjónvarps-
stjóran og landsstýrið.
At landsstýrið eisini ger
nýtslu av at vera >frítt still-
að< sást ikki minst, tá nýggi
sjónvarpsstjórin varð sett-
ur, tí tá valdi landsstýrið
ikki tann persónin, ið sjón-
varpsnevndin hevði inn-
stillað sum nummar eitt,
men valdi nummar tvey í
staðin.
Um tað so varð gjørt, av tí
at ein partur av starvsfólk-
unum á sjónvarpinum hevði
BÆ Hevdi Tróndur Djurhuus havt lisið betur uppá. áðr-
#* enn hann fortaldi Johnsigurdi Johannesen, at hann
vildi standa »friu stilladur«, tá nýggjur program-
leiðari skal setast, hevði hann vitað, at tað er als ikki
# . hann, men sjónvarpsneyndin, ið skal innstilla
- (Savnsmynd: Kalmar | indenskov)
sent inniliga áheitan á
landsstýrið um at seta
Trónd Djurhuus í starvið,
veit Sosialurin ikki at siga
Men júst tað, at ikk: øll
starvsfólkini á sjónvarpin-
um fingu møgulcikan at
seta sína undirsknft undir
hesa åheitan, styrkir bert ill
grunan um, at Sjónvarp Før
oya er langt frá sloppið und
an øllum trupulleikum
Try av starvsfólkunum
tey vóru teknisk: lejdarin
Ragnar C. Joensen, figgjar-
ligi leiðarin Finnur Lóm
stein og programleiðarin
Johnsigurd Johannesen
vóru ikki millum teirra, ið
fingu møgulcika at »bakka
Trónd upp“ áðrenn setanina
av nýggjum stjóra
Trupulleikarnir komu
undir gamla stjóranum
Sambært avbera góðum
keldum innan sjónvarpið,
eru trupulleikarnir, ið komu
fyri dagsins ljós, tá Tróndur
gav Johnsigurdi sína mis-
álitisváttan mánamorgunin,
als ikki nýggir.
Í tíðini, meðan Arni Gre-
gersen sat sum stjóri í Sjón
varpi Føroya, sóu nakrir av
hesum trupulleikum dags-
ins ljós
Ein teirra var, at sam-
starvið millum Arna Gre
gersen sum stjóra og John-
sigurd sum programleiðara
ikki var nakað at rópa hurrá
fyri, sigur ein kelda á sjón-
varpinum fyri Sosialinum.
Tað tóktist, sum Arni fór
upp um hevdið á Johnsig-
urdi og gav Tróndi uppgáv-
ur, sum annars hoyrdi til
arbeiðið hjá programleiðar-
anum, og tað er eisini fatan-
in hjá fleiri av starvsfólkun-
um á sjónvarpinum, at tað
var heldur Tróndur enn
Johnsigurd, ið virkaði sum
programleiðari av júst hesi
somu orsøk.
Hendan staða hevur sjálv-
sagt ikki gjørt tað lættari,
eftir at Tróndur Djurhuus er
vorðin stjóri á sjónvarpin-
um.
Hinvegin er tað helst av
vantandi kunnleika, at hann
fyrsta dagin sum sjónvarps-
stjóri = provokeraði pro-
gramleiðaran so mikið, at
hesin stakk í posa og sekk
og segði seg úr starvinum
Hevdi Tróndur Djurhuus
havt fyrireikad seg nóg væl
til arbeidi sitt, hevdi hendan
stóða neyvan tikið seg upp
í hvussu er ikki beinanveg-
in.
Ríkiliga spennandi
at starvast á SvF
Eg kann lova øllum
mínum starvsfólkum, at tey
fáa eitt kanska meira spenn-
andi starv enn tey hava havt
frammanundan, og tey fáa í
hvussu er eitt starv, ið er
minst líka spennandi, sum
tað var, lovadi Tróndur í S0-
sialinum hósdagin
Hesum kann ein av keld-
unum innan sjónvarpið taka
fult og heilt undir við
Longu hesi orð vóru
søgd, var starvið hjá onkr-
um í hvussu er vorðið ríki-
liga spennandi á sjónvarp-
inum, sigur keldan.
- Men um tað nú verður
so øgiliga spennandi, tå
misálitið millum leiðandi
persónar er komið so nógv
fram, kunnu tað óivað vera
fleiri meiningar um
Reglurnar mugu
broytast áðrenn
Hinvegin er greitt, at um
sjónvarpsstjórin skal vera
so >frítt stillaður<, sum
hann á fysta arbeidsdegi
sínum legði upp ul, er neyð-
ugt at broyta reglugerðina,
ið sjónvarpsneyndin hevur
at virka eftir
Tað er kanska eisini upp á
tíðina, ti reglugerðin skjótt
38 ára gomul — Edwars Mi-
tens skrivaði undir hana so
langt síðani sum 18. juli
1957 — og síðani er eingin
onnur reglugerð komin
Sambært henni er eingin
ivi um, hver kann loyva sær
at vera »fritt sullaður< og
ikki.
Men so er tað kanska ein
annar ósvaraður spurning-
ur, ið ljóðar nakað soleiðis:
Fríusullaður — ul hvat?
hj.
Brot úr reglugerðini
Sjonvarpsnevndin hevur reglugerðina
fyri åtvarpsnevndina at ganga eftir
$ 6.
Landsstýrið heitir á nevndina }
og fær ummæli viðvíkjandi set- Á
an av útvarpsstjóra og starvs-
fólki, sum hevur fyrireiking av
útvarpstilfari um hendur ella
luttekur í sjålvum útvarpingun- }
um, viðvíkjandi fíggjarætlan út-
„varpsins, støddi
Br”
na av
útvarps- '
———g —
Sjånvarpsnevndin hevur somu reglurgerð at ganga eftir
sum útvarpsneyndin. Hevdi Tróndur Djurhuus kent hesa
reglugerð, hevði kanska einki rok verið á sjónvarpinum