Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-01-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 1995síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Abyrgdarblaðstjón Jan Muller Fyntaksston Krisjan Dahl Ljosmyndan Kalmar Lindenskov Biadtolk Randi Jacobsen - Dagny - Torfinn Smith - Kilmar Jan Hansen - Jústinus Eidesgaard Joensen Argjum Meðan vit bíða Oddagrein ENN røkist einki fyri, at fiskivinnan fer at koma upp á sama stæði hon var í fyri bert fáum árum síðani, tá tann nógvi fiskiskapurin setti ring virkningar í øllum samfelagnum. Hóast tel frá myndugleikunum bera boð um, at vit eru rokk in niður á botn. og at tað nú er við at kvinkast uppeftir aftur, so eru hetta kortini bert smáir giottar sammett við tey góðu árini fyrr VIT verða helst noydd at sanna. at tað fara at ganga nógv år, áðrenn okkara høvudsvinna aftur fer at koyra við fullari ferð og leggja nógv eftir seg i føroyska samfelagnum. Og hóast vit frætta, at fráflytingin er steðgað ella minkað, so eru hetta bert smáir glottar sammett við tann veruleika, at tað framhaldandi flyta familjur av landinum, tí Føroyar er einki verð- andi stað. Sjálvandi eiga vit at trúgva uppá framtíðina og ikki missa vónina, men tað er kaso so rætt at haiða seg til veruleikan og síggja hann. Og veruleikin í Føroyum er fram vegis tann, at samfelagshjólini meira og minni eru steðgað upp. og at fólkið framvegis flytur burtur í onnur lond TAÐ eru tey, sum halda, at tað fara at ganga mong år, áðrenn fiskistovnarnir koma fyri seg aftur. Skal tad ti verda liv lagad i hesum landi, so må onkur nyggj vinna loysa fiskivinnuna av, i hvussu er i eina tid. Hetta er so eisini tad, sum okkara myndugleikar hava sannad.Ti verða nú nýggjar vinnulógir samtyktar og iløgu grunnur settur á stovn. Hesi hava til endamál at vera við til at figgja nýggjar vinnur. MEÐAN alt hetta hendir verður so bíðað eftir nógv umrødda "oljuævintýrinum“. Enn er tað eitt ævintýr, ti vit enn ikki vita, um olja í heila tíkið er í undirgrundini. Men fyri at fáa hetta at vita, er neyðugt við kanningum, og er tað úrs- lítið av hesum kanningum, ið bæði føroyingar og umheimurin í dag bíða so spent eftir. Hvat vit enn halda um eina slíka vinnu, so er greitt, at hon kann koma at vera tað, ið skal til fyri at venda gongdini í Føroyum aftur, soleiðis at fólk aftur fara at stødast her. Ti eru komandi mánaðirnir eisini sera spennandi fyri ikki at siga avgerandi fyri lagnu okkara. Tá fara vit at fáa fyrstu hómingina av, antin møguleiki er til stedar fyri at finna olju i føroysku undirgrundini ella ikki. Vit fara her i blaðnum at halda fram vid at fylgja vid i øllum ti, sum fer fram å um rødda øk AD er eisini framhaldandi eitt inniligt ynski okkara, at føroyingar leggja seg meira út í ordaskiftid um eina komandi oljuvinnu. Eitt nú viðgera Spurningin, hvussu vit eru fyrireikað at taka imóti eini Slíkari vinnu, ið kann koma at "hvelva“ milliardir av krónum inn í lítla og viðbrekna samfelag okkara. Hava vit gjørt ov lítið við júst henda spurningin? Sosialunin viðmerking ' Ugevari, unpsetng og prent PA Sosialurin Bæstuðu Argjavegi 26 Postad - Postsmoga 78 110 tórshavn Teieion: 11820 Teielar: 14720 Villleiðandi tíðindi um inntøkutrygd fiskimanna I »Sosialinum« leygardag- in verður Jóannes Eides gaard, landsstýrismaður, endurtikin fyri at siga, at »mynstradir fiskimenn hava eina inntøkutrygd uppá einar kr. 20.000, sum eingin annar hevur« og hon »liggur væl oman fyn tað sum mong onnur hava í løn« Hesi tíðindi eru rættuliga villleiðandi fyri tey, sum íkki vita betur. Veruleikin er tann, at minstalønin er grundað á eina dagløn fyri 8 tímar hjá arbeiðara á landi Upphæddin uppá kr 20.000 fæst bert, um henda dagløn verður faldað við øllum teimum 30 døgunum f AR í mánaðinum og fritidarløn- in verður løgd afturat. Men soleiðis verða mán a0darlønir á landi ikki upp gjørdar. Tær eru grundaðar á einar 22 arbeiðsdagar á max. 8 tímar og fritid við løn Uttan å hesum sinni at leggja meg út í tjakid um skattin skal her gerast vart við, at upplýsingin hjá Jó annesi er misvísandi. Inn- tøkutrygdin hjá fiskimonn- um er grundad å lægstu såtmålaåsettu daglønir á landi. So har er einki at mis- unna! Oli Jacobsen Bretar taka v I ímóti føroyskari áheitan: Feroyskir sjómenn ongar trupulleikar at koma til Bretlands Hendingin við einum fóroyskum sjómanni, sum ikki slapp í land av Teistanum í Aberdeen orsakað av nýggjum EU-reglum, kemur ikki at endurtaka seg lovar bretska uttanríkismálaráðið I framtíðini fara føroyskir sjómenn ikki at hava nakrar trupulleikar at koma til Bretlands. Ohepna hend ingin í fjør, tå ein føroyskur sjómaður ikki slapp í land í Aberdeen men mátti fara aftur ul Føroya við Teist- anum, fer ikki at endurtaka seg Hetta eru boðini frá bretska uttanrikisrådnum, sum tók málið upp eftir at Jóannes Eidesgaard, lands stýnsmaður á fundi við bretska sendiharran í Keyp mannahavn greiddi frá trupulleikanum og heiti á bretar um at tryggjå, at hetta ikk: hendi aftur Síðam hava bæði bretski konsulin í Førovum, Jóhan Mortensen og Anthony Layden á bretsku sendi stovuni í Danmark arbeitt víðari við málinum og nú er so svar komið frá bretska uttanríkismálaráðnum, sum hevur arbeitt bæði skjótt og miðvíst at loysa málið Svarið er, at havna- og innferdarmyndugleikarnir í bretskum havnum og her serliga Aberdeen, hava fingið boð um at geva sjómonnum úr Norður londum innferðarloyvi, tá hesir skulu ul at mynstra í bretskan havn og seinni skulu víðari út í aljóða sigling Slapp ikki i land Tad var í fjør, at cin før oyskur sjómaður, ið skuldi mynstra umborð á einum skipt, 15 lá í bretskari havn ikki fekk loyvi at fara í land, tá Teisun kom til Aberdeen Orsøkin var ein nýggj reglugerð fyri skip, sum sigla millum bretskar havn ir. Tað hevur verið síður at manna hesi skip við fólki úr Pólandi og Filipsoyggju num. Sambart nýggju regl unum skuli hesi fólk hava arbeiðsloyvi. Hetta er gjørt fyri at hava betn efurlit vid teimum fremmandu í(tvs sjómønnum úr tndjalond um - ikki EU-londum) „sum sigla millum bretskar havn ir Tað hevur so víst seg, at henda nýggja regla kemur illa við hjá eitt nú føroy ingum, sum skulu mynstra í bretskan havn Heitti á bretar Tað var á fundi í Havn millum umboð fyri bretska oljuvinnu, bretsku sendi stovuna í Keypmannahavn ødrumegin og umboð fyri føroyskar myndugleikar og handilsvinnu hinumegin, at Jóannes Eidesgaard, lands stýrismaður nýtt høvi til at heita á umboðið Í yri bretsku sendistovuna, Anthony Layden um at forða fyrr, at tann sera óhepna hendingin við ti føroyska sjómann inum, ið mátti fara aftur til Førova við Teistanum hendi aftur Ikki kann sigast annað enn at bretskir mynd ugleikar hava borið seg skjótt at, ti nú er skriv sent ett nú mynguleikunum i Aberdeen við boðum um, at umrødda regla ikki fevnir um norðbúgvar "The immigration offi cers (particularly in Aber deen) have been instructed to take a liberal line with seamen of the Nordic countries. There should therefore be no further pro blems for Faroese seamen who wish to join ships operaung internationally strendur í brævi frá bretst kum myndugleikum ul bretska konsulin í Føroyum og Føroya landsstýri jan