fríggjadagur 13. januar 1995síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 9 — 13. JANUAR 1995
Sjónvarp Føroya
Barnaløtan
I kveld fara vit at síggja ein leik, sum 3. a í
Vestmanna skúla spælir. Hann er um bak-
teriur, teimum sum dámar so væl alt tað
søta, vit eta. Børnini syngja eisini ein vakr-
an sang fyri okkum. Segan í kveld er um
tann erpna hanan og tann snilda revin.
Friggjakvøldid kl. 20.35:
Vida gitin og
illa gitin - 2. partur
Lindbergh
1902-1974
Charles Lindberg
Sendirød um tey best og verst umtóktu fólk
í 20. eld. Ikki all kend fólk royna at troka
seg fram, ein teirra var flogskiparin Charles
Lindberg, ið varð kendur sum tann smædna
hetjan. Men tá ið lítli sonur hansara varð
rændur, fylgdi allur heimurin við í sorgar-
leikinum, og úr fongsulsklivanum bjóðaði
stórgangstarin Al Capone sær at geva tí, ið
fann drongin, eina stóra finningarløn
Framleiðsla: BBC.
Friggjakvøldid kl. 22.25:
Taggart: Deyði-
ligur arvur
Tann skotski detektivurin Taggart er illa
kroystur í hesum málinum um ein deyðilig-
an arv.
Ein ung kvinna er á veg heim í bili í Oys-
regni. Hon fer úr bilinum at lata portrið upp,
og verður myrd. Taggart handtekur ein
kendan klænkiserfrøding fyri at hava myrt
elskarinnuna hjá manninum. Orsøkin skal
vera ødi og øvundsjika. Men morðvápnið
er ikki funnið, og uttan prógv er ikki nógv
hjá Taggart at gera. Hon verður fríkend,
men Taggart er sannførdur um at hon er sek.
Marc McManus og James McPherson
hava høvudsleiklutirnar
Leygardagin kl. 16.45;
Mikael Wiehe
Samandråttur úr konsert, sum tann svenski
sangarin Mikael Wiche hevði saman við tí
danska útvarpsundirhaldsorkestrinum í
fjør. Vit hoyra nakrar av hansara kendastu
sangum.
Børge Wagner stjórnar orkestrinum.
Leygarkvøldid kl. 19.00:
Disney tekniflmar
Vit skulu siggja teknifilmarnar: Pluto sum
bjargingarhundur. Dunnu Dånjal: Illsinnis-
kururin. Mikkjal Mus fiskar. Kippur og
Kappur gera ónáðir.
Leygarkveldið kl. 21.10;
Tann týska
greivinnan
FI;
Nick saman við týsku greivinnuni og dóttir
hennara (Zoe Wanamaker)
Tað var ein stór gøla, tá Alice giftist við ein-
um preussiskum officeri í 1930-unum.
Hann fall í Seinna Heimskríggi og hon
rýmdi undan tí Reyða Herinum ul London
Nú vil dóttur hennara síggja tað mista góðs-
ið og grøvina hjá pápa sínum.
Leygarkvøldid kl. 22.45;
Tann svarti
ringurin - 2:5
Svensk spenningsrød um stríðið ímóu ein-
um yvirgangslidi í Stockholm.
Johan situr uppi yvir Evu, sum er illa
meiðslað eftir seinastu bumbuatsóknina.
Hann hevur ikki serliga haldgóð prógv í-
móti attentatmonnunum. Treyðugt og av
gomlum kærleika ger hon av at hjålpa hon-
um. Men á redakuónini venda tey honum
bakið.
Leygarkvøldid kl. 23.45:
Gershwin
Ein fagnadur av komponistinum George
Gershwin, har flein vælumtókur sangarar
og tónleikarar hava innspælt eina plátu við
Gershwin-sangum, m.a. tann 80 ára gamli
munnharpuskunstnarin Larry Adler, sum
arbeiddi saman við Gershwin, tá ið hann var
ungur. Harumframt eru eisini Elton John,
Lisa Stansfield, Sincad O'Connor, Oletta
Adams og Robert Palmer vid sangum sum
»Someone to Watch over Me, Our Love is
Here to Stay, They Can't Take that Away
from Me, Summertime og My Man's Gone
Now
Burturfluttur
James MacArthur og Peter Finch
Enskur filmur frå 1959. David er fadir- og
móðurloysingur. Hann verður snyttur fyri
sin fedranna arv og settur um borð á eitt skip
til Amerika. Skipið siglir á land á skotsku
strondini, og her stendur David so saman
við tí djarva Alan Breck, ið stríðist fyri
Skotlandi í uppreistrinum ímóti eingilsk-
monnum í 1700 talinum.
sunnudagin kl. 17.20:
Tú stóri heimur
— Gåtan um genini — 1:4
— Ferðin móti innasta
markinum
Mona er 28 ár og í dag er hon frísk, men fyri
hálvum fjórða ári síðani fekk hon gjøgnum
eina gentest at vita, hvussu hon skuldi
doyggja. Hon fór um umleið 10 ár at verða
rakt av ólekjandi heilasjúkuni Huntingtons
Chorea, sum arvast. Í sendingini hitta vit
Monu og nakrar av teimum fremstu gen-
granskarunum, sum leita eftir genum fyri
krabbamein, hjartaæðrasjúkum og sálar-
ligum sjúkum.
Leygardagin kl. 17.50;
George Balanchine
— 1:2
Hann stovnaði ein av teimum bestu ballett-
bólkunum í heiminum, New York City
New York City Ballett
Ballett, sum danin Peter Martins í dag leiðir.
Í fjør, á 10 ára degnum fyri deyða Balan-
chines, var festivalurin hildin í New York,
og haðani verða sendar 2 sendingar av
russiskum og europeiskum ballettum við
tónleiki av m.ø. Stravinskij, Tjajkovskij og
Gounod
Leygarkvøldid kl. 19.10:
,” . -
Litli lækni
r . k
á preriuni
Tyfusumfarssóttin herjar og ræðslan breiðir
seg bæði hjá indiånarunum og hjá
Michaele, tí møguliga eru hennara børn
smittað. Hon og Sully royna av øllum alvi at
hjálpa, ti tær halda, at tær hava elvt til, at
tyfus er farið at herjað
nukvgldi
Ghita
Ghita Nørby fylu 60 ár í vikuni, og í tí sam-
bandinum hevur TV2 gjørt eina sending um
hana. Í sendingini fortelur hon um sítt lív og
virki. Víst verða eisini brot úr teimum
nógvu filmunum og sjónleikunum, sum
hon hevur verið við í, m.a. »Ur lívi reyð-
maðkanna< og >Dansinum við Regitzu<
Prátað verður eisini við fólk, ið kenna hana,
m.o. Bille August, Frits Helmut, Henning
Mouritzen og Ove Sprogge.
Sunnukvøldid kl. 22.35:
Jødiski abbi min
Danskur dokumentarfilmur frå 1993.
Casper Høyberg er føddur i Israel i 1965.
Mamman er donsk og pápi israciskur jødi.
Tá Casper var 5 ár, fluttu hann og mamman
aftur ul Danmarkar, og hann gloymdi sín
ísraelska barndóm. Tá hann var tilkomin,
fór hann aftur til Ísraels at finna sínar ísra-
elsku røtur. Filmurin hevur fingið virdisløn
og vísir, hvussu stóran týdning tað hevur at
kenna sínar røtur.
Tvskvaldið.sl.20.40;
22. mars 1993
— tá Føroya Banki gjørdist
Føroya banki
Hendan dokumentarsendingin, sum SvF
gjørdi i oktober fyrraárið, greiðir frá, hvat
veruliga hendi, tá Den Danske Bank við
hjálp frå gðrum noyddi landsstýrið at keypa
meirilutan av Føroya Banka í mars sama
árið.
Hetta keypið hjálpu Den Danske Bank
>