leygardagur 14. januar 1995síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
r. 10 — 14. JANUAR 1995
Annan sunnudag eftir trettanda
Kollekt: Latum okkum øll biðja:
Harra, vár Guð, himmalski faðir! Vær tøkkum
tær, tí at tå hevur innsett hitt heilaga hjúnalagið,
og vær biðjum teg: Ver tú við náði tíni hjá øllum
kristnum hjúnum og gev teimum signing til, at tey
mega liva saman í gudsótta og kærleika og onga
orsøk geva til ilnar og 6semju, og at tey, sum ikki
slepppa frá roynslum, tó altíð mega fáa at kenna
náðigu hjálp tína! Gev teimum og okkum øllum at
liva lív okkara soleiðis her á foldum í trúgv og
lýdni, at vit kunna verða sæl um ævir fyri elsku-
liga son tín, Jesus Krist, harra váran, sum við tær
livir og ræður í einleika heilaga andans, ein
sannur Guð um aldur og ævir allar! Amen.
Epistulin skrivar Paulus ápostul til Rómverja,
12. kap. 6. til nakað út í 16. v.
Og vid tað at vit hava ymisligar náðigávur,
samsvarandi teirri náði, sum okkum er givin,
hvert tað nú er profetagáva, tå latum okkum nýta
hana, eftir sum vit hava trúgv til, ella tað er ein
tænasta, tá latum okkum varða um tænastuna, ella
um einhver lærir, um læraragerningin, ella um
einhver áminnir, um áminningina; tann, sum býtir
út, geri tað vid túlyndi; tann, sum stendur fyrr,
geri tað við ídni; tann, sum ger miskunnarverk,
geri tað við gleði! Kærleikin veri falsleysur; havið
andstygd fyri hinum illa, haldið fast við hitt góða.
Verið í bróðurkærleikanum hjartans blíðir hver
við annan; kappist um at veita hver øðrum virð-
ing. Verið ikki linir í áhuga tykkara; verið brenn-
andi í andanum; tænið Harranum! Verið glaðir í
vónini, tolnir í neyðini, áhaldandi í bønini. Sýnið
samhug við hini heilagu í ti, sum teimum er
tørvur á; leggið tykkum eina við gestablidni. Væl-
signið teir, sum søkja at tykkum, vælsignið, og
bannið ikki. Gleðist við glaðum, grátið við grát-
andi! Verið samhugaðir hver við annan; tráið ikki
eftir tí høga, men haldið tykkum at ti lága.
Hetta heilaga evangeliið skrivar Jóhannes
evangelistur, 2. kap. I — 11. v.
Og tridja dagin varð hildið brúdleyp i Kåna í
Galileu, og móðir Jesu var har. Men eisini Jesus
varð boðin í brúdleypið og lærusveinar hansara.
Og tá ið har treyt vín, sigur móðir Jesu við hann:
»Tey hava einki vin.« Og Jesus sigur við hana:
„Kvinna, hvat vilt tú mær? Enn er ikki mín tími
komin.« Móðir hansara sigur við tænararnar:
„Hvat hann so sigur við tykkum, tað skulu tit
gera“. Men har vóru sett seks vatnsker av steini
eftir reinsanarsiði hjá Jødum, og tók hvert teirra
tvær ella tiggjar kannur. Jesus sigur við teir:
>Fyllið vatnskerini við vatni!« Og teir fyltu tey á
temur. Og hann sigur við teir: >Oysið nú upp og
berið høvudskokkinum!« Og teir bóru honum.
Men tá ið høvudskokkurin smakkaði á vatnið,
sum var vorðið vín, og ikki visti, hvaðan tað var,
men tænararnir, sum høvdu oyst vatnið upp,
vístu tað — kallar høvudskokkurin á brúðgómin og
sigur við hann: »Hvør maður setur fyrst hitt góða
víni fram, og tá ið teir eru vorðnir druknir, hitt
ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið líka ul
nú<. Hesa byrjan av teknum sínum gjørdi Jesus í
Kána í Galileu og opinberaði dýrd sína, og læru-
sveinar hansara trúðu á hann.
Deyvafelag Foroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum, Íslandsvegur 10 B,
er opin månedag-friggjadag frá kl. 9-11.
Telefon 17597. Telefax 13609. Skrivitelefon, ring
0123 og bið um 16929 ella 10714.
Gudstænastur 2. sunnud. e. trettanda
Havnar kirkja: I. P. Dam
Hvitanes: B. Bæk
Vesturkirkjan: S. Klein
Hestur: K. Mørkøre, altargongd
Hvalvik: M. Bæk kl. 12.00
Kvivik: M. R. Jacobsen kl. 12.00
Hósvík: M. R. Jacobsen kl. 15.00, barnagudstænasta
Vestmanna: U. Næs kl. 12.00, altargongd
Sørvågur: D. Johannesen kl. 12.00, aliargongd
Funningur: E. Olsen kl. 12.00, altargongd
Sjóvar kirkja: J. Fridriksson kl. 12.00, altargongd
Fríðrikskirkjan: J. Bech kl. 11.00, altargongd
Klaksvik: H. Bøgesvang kl. 11.00, altargongd
Haraldssund: N. P. Danielsen kl. 12.00
Hvalba: P. Paulsen kl. 12.00, altargongd
Sandvik: P. Paulsen kl. 18.00, altargongd
Hattarvik: E. Beder kl. 10.00, altargongd
Kirkja: E. Beder kl. 12.00, altargongd
Tvøroyri: Hartvig Poulsen kl. 11.00, altargongd
Sumba: H. Joensen kl. 12.00, altargongd
KFUK, Torshavn
Eldrasakoman verður í KFUK mánadagin kl. 15.00. Suni
Joensen, fyrrverandi stjóri, hevur hugleiðingar um ein av
bygdarmonnum sínum.
Kristiliga Sangkórið
byrjar aftur at venja í dag, leygardagin, kl. 16.00 við
Jóannesi Nolsøe sum leiðara.
Nevndin
Eliaskirkjan
Vesterbrogade 49, København. Fundur verður leygardag-
in kl. 19. Bussarnir 1,6, 16, 28 og 41 steðga nærhendis.
Sunnudagsskúli á Oyrasundskollegiinum verður sunnu-
dagin kl. 14 og í Føroyahusinum kl. 16
TIf. 32 88 67 27.
Aalborg
Sunnudagsskúli er hvønn leygardag kl. 14.00 í Nørre
Tranders kirkecenter, Lemvigvej 100. Bussur nr. 7 steðgar
beint við. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Samkoman Sion, Vágur
Sunnudag kl. 11.00: Morgunmeu.
Sunnukvøld kl. 18.00: Evangeliskur fundur.
Månakvøld kl. 20.00: Bønarfundur.
Mikukvøld kl. 20.00: Bønarfundur.
Bønartænastan svarar á tlf. 73941, frå kl. 20.00-22.00.
4. januar
Sunneva Jacobsen, úr Súnastovu i Nordragøtu, 97 ára
gomul
S. januar
Poul Johan Midjord, Fuglafirði, 62 ára gamal
Meinhard Eliasen, ættaður av Husum, 76 ára gama!
Napoleon Mortensen, í Valinum, Tvøroyri, 65 ára
gamal.
7.januar
Hermann Hermansen, Tvøroyn, 77 ára gamal
8. januar
Hans Pauli Poulsen, å Kirkju, 76 åra gamal
9. januar
Hildebrand Olsen, Tvøroyri, 71 åra gamal
Karl Berthelsen, Fuglafirdi, 74 åra gamal.
Dånjal å Kråkusteini, Torshavn, 73 åra gamal.
Fy6bjørn Kjærbo, Vági, 35 ára gamal
10. januar
Maja Gilstein, ættað úr Porkeri, búsitandi í Klaksvík,
$7 ára gomul.
Marjun Simonsen, ættað av Tvøroyri, 52 ára gomul
Fødingar
31. desember fingu Ann
Thomsen og Sivar Larsen,
Vági, eina dóttur. Hon var
50 cm long og vigaði 3615
gr.
4. januar fingu Heidi og
Dorius Hvidbro, Klaksvík,
ein son. Hann var 52 cm
langur og vigaði 3900 gr.
5. januar fingu Hjalma
Nielsen og Hans Holm
Joensen, Saltangará, eina
dóttur. Hon var 52 cm long
og vigaði 3400 gr.
5. januar fingu Eyðbjørg
Hansen og Bjørn Magnus-
son, Haraldssundi, eina
dóttur. Hon var 53 cm long
og vigaði 4000 gr.
7. januar fingu Maiken Er-
lingsson og Andrass Olsen,
Tórshavn, ein son. Hann var
49 cm langur og vigaði
3100 gr.
7. januar fingu Eyðver og
Jan Overgaard, Herning,
Danmark, ein son.
7. januar fingu Ann B. og
Poul Martin Højsted, Funn-
ingi, eina dóttur. Hon var 52
cm long og vigadi 3770 gr.
9. januar fingu Arnbjørn og
Edith Nielsen, Saltangarå,
ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 4100 gr.
21
Vælkomt
litla barn
11. januar fingu Ingun og
Jógvan Steintún, Sørvågi,
ein son. Hann var 51 cm
langur og vigaði 3500 gr.
11. januar fingu Birita
Lindenskov og Áki M.
Mortensen, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 50 cm long
og vigaði 3280 gr.
12. januar fingu Súsanna og
Bjarki Henriksen, Sandi,
ein son. Hann var 55 cm
langur og vigaði 4500 gr.
12. januar fingu Marjun
Andreasen, Tórshavn, og
Óla Christian Johansen,
Argjum, búsitandi í Keyp-
mannahavn, ein son. Hann
var 56 cm langur og vigaði
4300 gr.
AA fundir, Tórshavn
Leygardagin kl. 17.00,
20.00 og kl. 22.30 í Uppi-
stovu, C. Pløyensgøtu 17.
Sunnudagin kl. 11.00 í
Uppistovu. Kl. 17.00 opin
fundur í Uppistovu. Øll
vælkomin.
Mánadagin kl. 20.00 í
Uppistovu.
Barna og
ungdómstelefonin
hjá Barnabata/Reyða
Krossi, svarar månadag frå
kl. 16-18. Tlf. 10645.
Tofta Kvinnufelag
skipar fyri fundi um incest í
B68-husinum týskveldið
17. jan., kl. 20.00. Anna
Debes Hentze heldur fyri-
lestur.
Prógv
Karl Magni Hammer, Toft-
um, hevur fingið sveina-
bræv sum maskinsmiður.
Hann lærdi á Skipasmidjuni
Føroyar á Skála, lærimeist-
ari var Sylverius Jacobsen.
Læknavaktir
Tórshavn: Annika Ol-
sen, tlf. 17700, leygar-
dagin. Petur Højgaard,
tif. 10110, sunnudagin.
Eysturoy: Pål Jóhs. í
Horni, tlf. 44038, leyg-
ardagin. Frans Róin,
tlf. 41086, sunnudagin
Norðuroyggjar:
Beimnet Abraha,
tuf. 55463, lokal 114.
Vågar: Tlf. 32413.
Suðuroy (norður):
Tlf. 71560.
Tannlæknavakt
Torshavn
Bráðfeingishjálp fæst
leygardag, sunnudag og
halgidagar kl. 13-14.
Tlf. 14544
HEGN &
HEGNPELAR
Sayðahegn og hegnpelar í
ymsum steddum á goymslu
Eisini hava vit nútímans
el-hegn
"P/F PW-ÍSINKRAM
FR-660 Seldarfjorður
TIf. 41166 - 84166