Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-01-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 1995síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 11 — 17. JANUAR 1995 Petur Petersen fekk fimm mál móti vestmenningum sunnudagin í Vestmanna. Bæði hendan dystin og steypadystin miku- kveldið (myndin) eydnaðist Kyndli at vinna. Meðan Kyndil í landskappingini enn er trý stig og ein dyst aftan fyri VIF, er havnarlidid í finaluni í steypakappingini, har måtstødulidid verður SÍF TOPPDYSTURIN: Kyndil basti VIF aftur sunnudagin Hålvfinalan í steypakappingini á Hálsi mikukvøldid gjørdist fyrsti ósigurin hjá VÍF í hesum kappingarárinum. Tá vann Kyndil, og hóast vestmenningar vónaðu at fáa >revansju< sunnudagin, eydnaðist tað ikki. Kyndil vann aftur, og breyt har- vid sigursróðina hjá VIF í landskappingini higartil 1. deild menn: VIF-Kyndil 20-22 (7-11) Málskjúttar: VÍF: Ólavur Brimnes 6, Áki Olsen $, Ingi Olsen 3, Sjúrður Holm 2, Rógvi Nielsen 2, Harald Bjørgvin 1, Hjalmar Klein Olsen 1 Kyndil: Jónleif Sólsker 8, Petur Petersen 5, Andreas F. Hansen 4, Búi Holm 2, Tróndur Joensen 2, Niklas Djurhuus I Avaringar: VIF 3, Kyndil 3 Utvisingar: VIF 6, Kyndil 7 Askoðarar: 420 Vestmenningar eru fram vegis einsamallir á odda í landskappingint, men tó ikki við somu sannføring sum áðrenn dysun sunnu dagin móti Kyndli. Kyndil vann nevniliga dystin vid tveimum málum, og er nú trý stig aftan fyri VIF á sugatalvuni, men viðeimum dysu minni Vestmenningar vórðu mikukveldið útslignir í steypakappingini av júst Kyndli, so tí vóru teir upp- settir >revansju< í lands- kappingardysunum móti Kyndli á heimavelli. Men sjálvandi hevði Kyndil eisini sítt at stridast fyri, og skuldi tað vísa seg, at Kyndil rakk longri í hes- um dysunum. Kyndil sjey mál í einum taki Vestmenningar løgdu tó betri út, og vóru teir eisini á odda, til einir seks minuttir vóru eftir. Frammanundan hevði stødan verið 7-4 ul VIF, men so tók Kyndil seg um reiggj, og uttan at VIF fekk nakað mál aftrat í fyrra hálvleiki, fekk Kyndil sjey mål upp i slag og var å odda 11-7 i steðginum Kyndil helt seg framman fyri allan seinna hálvleik, og tá VIF tók sítt solo-tørn við fýra málum á rað mót endanum, var tað ov seimt Tad, sum serliga gjørdi munin á liðunum, var ferð- in. Kyndil fekk bóltin at ferðast skjótari, og tað tókt- ist, sum megnaðu vest- menningar ikki at fylgja við og halda eins skjóta ferð yv- ir sínum spæli Hans á Lag stóð ein sera góðan dyst í Kyndla-málin- um, og tað var ikki minst honum fyri at takka, at VIF fekk so lítið burturúr. Hin- vegin bendir nógv á, at av- gerðin um FM-heitið fyrst og fremst fer at liggja á herðunum hjá Jónleifi Sól- sker, Petur Petersen og Trøndi Joensen saman við Andreasi F. Hansen. Teir eru kropsliga sterkir og spæla sera væl saman, so nógv skal ul at basa teimum Men eisini ein spælari sum Rúni Poulsen — hóast kanska kropsliga verkur hevur nógv at siga fyri liðið VIF megnar ikki stórt trýst Hinvegin vísir tað seg, at vestmenningarnir ikki Savnsmynd: Kalmar Lindenskov megna so væl at hava trýst liggjandi á sær. Tá nógv stendur á, eru teir annað- hvert ov spentir ella hava ov bundnar uppgávur at taka sær av Skiftini millum Sjúrð Holm í verjuni og Jákup Mikkelsen í álopinum rigg- aðu væl, men tá eitt nú Har- aldur Bjørgvin við flein per- sónligum mistøkum datt niðurímillum, samstundis sum ikki so nógv sást til Inga Olsen, hepnaðist ikki serliga væl hjá VIF. Lagdi taktikkurin hjá Kyndli, ið gekk út uppá at avmarka målnøgdina hjá brødrunum Aka og Inga Olsen eydnad- ist, og tað var millum annað við ti vápninum, at tað eydnaðist Kyndli at vinna. Eisini visti tað seg, at meðan Kyndil hevur stórar og sterkar spælarar, er hetta ein trupulleiki hjá VIF, ti spælararnir vístu seg ikki sunnudagin at vera nóg sterkir til at forða Kyndili í at spæla sítt spæl ; Eitt mistak var tað hjá VIF at skifta Eli Miiller út vid Bárð Nielsen stutt fyri hálv- leik. Eli stóð væl, og átti at varðveitt plássið, tí hesa løt- una, Bárður var í málinum, fekk Kyndil við stóra hálin- um sloppið sær framum við teimum avgerandi málun- um. Hvussu landskappingin fer at síggja út, tå av er torn- að, kann eingin siga nakað um enn, men dysturin mill- um VIF og Kyndil vísu, at spenningunin í toppinum neyvan fer at minka, nú tað gongur mót endanum bwh/hj. 15 Skåla striddi seg til sigurs suduri i Vågi Vid einum arbeidssigri fekk Skåla bæði stigini vid sær norðuraftur móti VB, ið ikki maktar so nógv, tá Eyð- britt Krosslá ikki er við alla tíðina 1. deild kvinnur: VB-Skála 15-19 (5-11) Málskjúttar: VB: Eydis Kjærbo 4, Camilla Eið 3, Mary Krosslá 3, Amleyð Krosslá 2, Sólrun Kross- lá 2, Eyðbritt Krosslá 1 Skála: Paula B. Jacob- sen 6, Ingun Hansen 5, Signhild Petersen 5, Daimi Poulsen 2, Anna Maria Berthelsen I Avaringar: VB 3, Skåla I Utvisingar: VB 3, Skåla 2 Askodarar: 100 Takukkur er mangan stårur partur av cinum hondbóltsdysti. Serliga, um mótstøðuliðið hevur onkran serstakan fyri- mun, ið plagar at vera munurin á liðunum. VB-kvinnumar hava tann fyrimun, at tær mangan skunda sær fram í álop, uttan at oyðsla við tíðini og geva måtstødu- liðnum kjansin at fáa all- ar spælaramar á rætta plássið í verjuni. Hetta vápnið kom ong- antíð til sín rætt sunnu- dagin, tá VB hevði vitjan av Skála. Hverja ferð Skála misti bólun, eitt nú eftir miseydnaða skot- roynd, varð onkur spæl- ari verandi eftir fyri at órógva uppspælið hjá VB. Og tað eydnaðist eisini rættiliga væl hjá Skála. VB dekkaði væl í byrj- anini og fekk eisini fleiri ferðir fatur á béltinum frá Skála. Men tá farast skuldi í álop, bar ikki til —sum vanligt —at skunda sær við ti, tú Skála- kvinnumar vóru sum heykar yvir teimum. Og einar vwíggjar ferðir eydnaðist Skála at fáa mál burturúr, tá bólturin varð fingin aftur frá VB í uppspælinum. At VB allan fyrra hålv- leik spældi uttan Eyðbritt Krosslá, gjørði eisini sítt til, at VB ikki fekk so nógv burturúr. Hinar fáa ikki uttan hana nóg væl burturúr, og hetta darv- aði spælinum hjá VB all- an fyrra hálvleik. Skála-kvinnur stridd- ust hinvegin væl, og ser- liga hevði Paula B. Jac- obsen eydnuna við sær. Hon fekk nógv mál upp á hoppskot, eitt nú eftir triggjarmeturkøst. Fyrstu løtuna fylgdi VB væl við, men við tveimum hálum eydnað- ist Skála at fáa neyðugu leiðsluna ul høldar — ser- liga síðstu tiggju minutt- imar — so hålvleiksstød- an var 11-5 til Skála. Men í seinna hálvleiki bar betur til hjá VB, ið ta einu løtuna fekk minkað um munin til tvey mål. Tå stødan var 15-17, gjørdist Sélrun Krosslá fri við Oluvu Djurhuus i Skála-málinum, men hon bjargaði. Eyðbritt Krosslá stóð leys á strik- uni, men fekk ikki fatur á bóltinum, tá hann kom útfrá aftur. Beint eftir hetta fekk Paula B. Jac- obsen tryggjað Skálasig- urin við hoppskoti, ið fór um VB-spælara í málið til støðuna 15-18. Hóast VB eisini royndi at mansuppdekka bæði Paulu B. Jacobsen og Eyðleyg Mikkelsen, bar ikki til at koma Skála nærri. Í dysúnum gjørdi VB fleiri býtt mistøk í verj- uni, ið kostaðu mál. Eitt nú stóðust onkrar av út- vísingunum av, at VB- kvinnurnar tóku Skála- spælarar, tá teir vóru farnir um strikuna í skot- roynd. Hetta gav ikki VB annað enn brotskast móti sær og spælara útvístan í tveir minutur. (hj.) NYTT — NYTT — NYTT FAX 5810 Nú hava vit eisini vøruvogns- koyring við einum bili SU TU 0 SEE |