Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-01-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 1995síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eivind Vilhelm til áminningar Øll kenna vit ordini hjá Janusi skaldi: Vinir vit vóru í mong ár, vinir koma og fara, ei sømir monnum at fellatår, tå ið tynnist í vinaskara. Sterk orð kunnu vit siga. Men har menn boyggja hevur í sorg um góðan vin, sum fór, kennist kortini at svíða í eygnakrókunum, og okkurt tárið rann oman eft- ir kjálkunum. Soleiðis vóru vit óivað mong, sum kendu tað, tá ið bodini komu, at Eivind var farin. Tí vinir átti hann nógvar og góðar. Sjálvur minnist eg hann frá barnaárunum í Vági. Skyldmenn vóru vit, hóast felags blóðið var blivið nakað tunt; men vinmenn kundu vit neyvan kallast. Eivind var eitt lítið ár fremri í aldri og í skúlanum ein flokk ovari, og í bamaårunum kann tann munurin skapa skilnað. Men eg hugsi, at stórri skilnað skapaði tað, at markið millum okkum bøfressar og hinar ytru var Bárá. Og hann búði skeivu megin. Onkuntíð var farið um mark í spæli, — kanska í bardaga; men tá soleiðis var, var Eivind ikki við. Tað harðliga hevdi ongantíð hansara hug, og eg hugsi ikki, at hann so ofta kom heim við karmi sum vit aðrir. Stutt fyri heimsbar- dagan fór Eivind ul Danmarkar á studentaskúlan í Rungsted, haðani hann var studentur 1942. Tá byrjaði hann at:lesa guðfræði við lærda háskúlan í Keyp- mannahavn. Okkara vinskapur byrjaði, tå ið eg og mangir við mær fóru til Danmarkar at lesa, tå ið leiðin í 1945 aftur var opin millum londini. Vit hittust serliga í »Kristiliga Føroyska Ungmannafelagnum< — ella »Milafelag«, sum tað eisini varð nevnt millum ungar føroyingar niðri, eitt navn, sum sipaði til formannin í felagnum Emii Joense, prest. Felagið hevði verið virkið undir krignu, og har høvdu mangir føreyingar hitt hvønn annan og havt tað gott saman, meðan sambandið til heimlandið var slitið. Inn í henda góða felagsskap funnu mong av okkum, sum komu niður at:lesa, og lærlingar, sum í stórum tali búðu á lærlingaheimunum í Rantzausgade ella Nørre Søgade. Og eg haldi, at nakad av ti besta, sum mong av okkum ungu minnast frá tíðini niðri, funnu vit í Kristiliga Ungmannafelagnum. Tridja sunnukvøld í hverjum mánað var føroysk guðstænasta hildin í Vartov kirkju, har Gudmund Bruun, prestur, prædikadi. Øl hini sunnukveldini vóru fundir í ungmannafelagnum, sum helt úl í K.F.U. M.-húsunum í Rosenborggade. Felagið hevði avtalu við fólkayvirlitið í Keypmannahavn. Hvønn mánað fingu vit yvirlit yvir føroyingar, sum komu ella fóru, og eg hugsi, at mest fullfiggjada kartotek yvir før- oyingar í Keypmannahavn mundi Kristiliga Ung- mannafclagid hava. Hvønn mánað sendi ungmannafe- lagið skrá yvir fundirnar fyri ein mánað í senn til allar føroyingar, sum vóru í kartotekinum. Og hvønn mánað sótu føroysk ungfólk og skrivaðu einar 700 brævbjálvar. Hetta knýtti vinabond, sum hildu. I hesum arbeiði var eisini Eivind, sum ongantíð spardi eg sjálvan. Og her var hann við, til hann á vári 1950 fór heim ul Føroya at vera kapellanur i Suðuroyar norðara prestagjaldi við bústaði í Leirum í Hvalba. Her fekk hann fýra góð år, og í hugnaligum samverum komu vit aðrir seinni at gledast um stuttligu søgurnar, sum hann hevði fingið frá gamla presti, Gullaki Jacobsen. Var kelda hansara frålikur fråsøgumadur, hevdi Eivind eisini góðar gávur í sama kynstri. I 1954 varð Eivind sóknarprestur í sama presta- gjaldi og fekk bústað á Tvøroyri. Har vórðu mong vinabond knýtt, sum hildu alt lívið. Talaðu vit við fólk í bygdunu, har hann hevði verið prestur, kendu vit allastaðni kærleikan til hansara í tí umdømi, hann fekk frá sínum gomlu sóknarbørnum. Hann var góður við øll, og all vóru góð við hann Tá ið hann í 1973 varð varabispur eftir Jákup Joen sen, fekk hann allar Føroyar sum síu starvsøk:. Hann hevði nógv um at vera i Havnini, tí nógv høvdu boð efur honum, og samvitskufullur og nærlagdur, sum hann var, bar hann seg ikki undan nakrari tænastu, alt tað bar ul, og altíð var hann væl fyrireikaður. Víða hvar í Føroyum fingu vit stóra gleði av tænastum hans ara sum biskupi, bæði prestar og leikfólk. Vitkendu, at fdindabladid SO6 5 vit altíð kundu koma til hansara, tå ið okkum tørvadi hjálp og góð ráð. Hann skuldi sum varabispur ferðast um allar Før- oyar ul sýn av kirkjum og prestagørdum. Men alla tíð- ina kendi hann seg sum prest, ið fyrst og fremst var settur at boða orðið um Kristus og gera prestatænastu. Og so langt sum tað bar til, hevdi hann gudstænastur víða hvar í oyggjunum, — ikki bert har serligir høg- tidardagar vóru í kirkjunum. Hann segði mær einaferð, at hann hevdi sett sær sum mål at hava guðstænastu í øllum kirkjunum, um liv og heilsa var honum lagað. Um hann rakk málið, veit eg ikki; men eg haldi tað. Serliga minnist eg eina ferð, vit báðir fóru til Eldu- vikar. Vit komu ul bygdina leygardag. Sunnudag hevði hann guðstænastu vid altargangi. Tá ið vit fóru av bygdini mánadagin, hevdi hann verið í hverjum húsi og vitjað. Hann var sera glaður fyri ferðina og tær góðu samtalur, hann fekk við fólkið, og eg helt meg kenna, at øll vóru hjartans fegin um vitjan hansara. Tá ið Eivind var 67, legði hann frá sær, ti, sum hann sjálvur segði: Hann vildi fara, meðan hann sjálvur fann hurðina. Og so varð flutt niðan í Kongsgil í húsini, hann hevði bygt sær ul í ellisárum at lesa nakað at ti nógva bókatilfarið, hann ikk: hevði havt stundir til, tí presta og biskupsarbeiði hevði kravt alla tíðina. Men tíðin ul lesna, kom ikki at vera so long, ti prestatæn- astuna legði hann ikki frå sær, og mong vóru tey, sum kallaðu á hann. Seinastu ferð hann prædikadi í Fuglafjarðar kirkju var fyrra hvitusunnudag seinasta ár. Vit vistu, at hann var illa sjúkur. Men av ti at henda dag vóru 10 ár liðin, síðan hann vígdi kirkjuna, varð hann spurdur, um hann kundi vera vid til hesa guðstænastu og bera eina stutta heilsan, um hann orkaði. Hvítusunnudag fóru vit so báðir í kirkjuna samdir um, at vit vildu royna at hjálpa hver øðrum, um kreftirnar ikki rukku. Og so megnaði hann kortini at hava alla guðstænastuna, til prædikan var av. Tá bað hann meg fara fyri altari at hava bønina og signingina. Vit hittust á seinasta sinni á Landssjúkrahúsinum fáar dagar, áðrenn hann sloknaði. Likamid var illa farið, men hitt glaða, ljósa sinni kendist í eygum og orðum, og blíðskapurin var, sum hann var vanur: ikki av stað aftur, fyrr enn tit hava notið okkurt frå mær. Hann segði frá síni gleði um lívið og sína vón um at eiga tað eina tid afturat. Tá ið vit skiltust, var tað við vøkru heilsanini, sum vit lærdu av fedrunum: Jesus fylgi tær! Vit hansara mongu vinir kenna sorgina og saknin. Men vit eiga so mong góð minni frá árunum, sum fóru, - minni um góðar latur saman um Guðs orð, minni frå prestagarðinum á Tvøroyri, frá bispagardinum ella frå hugnaliga heimi hansara í Kongsgili, og inn í mong av hesum minnum er vovin vinkona okkara frá ung- dómsins árum, Jolina, sum í 30 ár var hjá Eivind, og sum ikki spardi seg sjálvan, so Eivind visti, at hann altíð óskammaður kundi bjóða fólki inn ul eit hugnaligt heim og ein heitan drekkamunn. Vit, sum sóu, hvussu væl tú tókst tær av honum hesi ár og ser- liga, nú sjúkan herjaði, vit eru eisini tær takksom, og vil syrgja saman við tær og tykkum systkjum hansara. Syrgjamugu vit, men við vónini, sum frelsarin sjálv ur gav sínum vinum påskamorgun. Tá tendraði hann ljós í deyðans myrkri, og vit líta upp efur og fram eftir við gleði, ti at f trúnni vita vit, at:vit hittast aftur hin al- ljósa dag í Guðs ríki Torkil 17 Úr ferðslulógini: Súkkla skal altíð halda seg høgrum »gin á teirri farbreyt, ið liggur longst høgrumegin ferðslu- leiðina. Súkkla má ikki koyra undir líðini á ðrum akfari. Har rúmd er, kunnu tvær súkklur koyra lið um lið, um tað er vandaleyst og ongum til ampa. Súkkla, ið skal sneiða til vinstru, skal halda fram heilttvørturum krossvegin og kann tástani fara at sneiða, tá ið tað fær verið uttan ampa fyri hina ferðsluna. Súkklur kunnu yvirhåla onnur akfør á hegru síðu. Tá snarað verður til vinstru, mugu akfør ikki tarna súkklum og prutlum sum koyra beint fram. Bannað er at sukkla á gongubreytum, uttan so at annað er tilskilað av landsstýrinum. Súkkla skal verða leidd tvørtur um gongubreyt Landsstýrið kann seta reglur um ferðing hjá súkklum á gongu- breytum. Í slíkum førum eigur greinligt mark at vera millum tann partin av gongubreytini, sum súkklur kunnu ferðast eftur, og tann partin, ið er kannaður fólki til gongu. Súkkla (og prutl) kunnu bert koyra eftir súkklu breyt høgrumegin við vegin ferðsluleiðina, um ikki annað er tilskilað við merking Tann, ið súkklar, skal hava báðar fotur á ástíg- inum(pedalini),og iå hvussu so er, aðra hondina á stýrinum Barnyngri enn seks ár má ikki súkkla uttan saman við einum 15 ára gomlum ella eldri, ið hyggur at tí Súkkla má ikki flyta fleiri fólk, enn hon er ætlað til Tó kunnu tvey børn yngri enn seks ár verða havd við á súkklu, um hon hevur serligt sæti, sum verjir beinini móti hjólsnældunum. Tann, sum stýrir súkkluni, skal í slíkum føri vera fyltur 15 ár. Ikki er loyvt at súkkla so mikið ávirkaður av rús- drekka, at tú ikki er førur fyri at koyra trygt M Tann ið setir súkkluna frå sær, skal læsa hana, uttan so at hon skal standa heilt stutt ...0g Vit og skil Taðræður um athava bremsur, ljós og endurskin í lagi. Súkklufólkið er veika líðið í ferðsluni, so ver altíð á varðhaldi. Vísið sjålvsålit í ferðsluni. men takið ikki óráð fyri Lesferðsluna av, fanga eyguni á bilførarunum, og tá tú veitst, at tú ert sæddur stýr so avstað Taðringasta súkklufólkið kann gera, er atkrógva seg burtur. Vegurin kannstundumverasosmalur, attryggast er attaka eitt fult pláss á koyribreytini Vidhvørt kann vera tryggast at fara upp á gongu- breytina Vísið av. Men er vegurin ringur, kann vera trygg- ast at hava báðar hendur á róðrinum. Berneigahelstikkiatsúkkla einsamøll í ferðsluni, fyrr enn tey eru 10-11 ár Keypið eina góða sukklu, sum klárar brekkurnar. Og haldið súkkluna í góðum standi. Nýtið fallhjálm. Ringastu súkkluskðarnir raka hevdið. Og tl bilførararnar : Gevið súkklunum gætur, tit eru ikki einsamallir á vegnum.