Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-01-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 1995síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgd fyri havumhvørvinum Oddagrein FORTREYTIN fyri at liva og virka i Føroyum er, at vit framhaldandi kunnu troyta hav- sins ríkidæmi. Tad er hesin veruleiki, id ger, at føroyingar yvirhøvur vísa havinum og øllum, sum hevur vid havid og veidi at gera, stóran ans. Vit hava kanska ikki røkt havsins livandi rikidømi við nóg góðum skili, men tó so at vit hava roynt tey Síðstu árini at byrgja fyri, at havið verður troytt uttan fyrilit. MEN havid og havsins lív er ikki bert hótt av ovurfiskiskapi. Ålvarsamar hóttanir koma frá ødrum síðum við. Tey, sum sóu sendingina um havsins kalda hjarta, sum føroyingar hava verið vid at gera, minnast hvussu vandamikil globala upphitingin er fyri Nordurhøvini. Vakstrarhúsvirknið ger, at Golfstreymurin linkar og útsynningurin verður harðari og oftari við ti úrsliti, at toskayngulin bókstaviliga verður sópaður Í ein landnyrðing burtur av okkara grunnum. Somikið betur eiga vit at ansa eftir tí, sum verður eftir. Í TI frálíka BBC varð í fyrrakvøldid greitt frá eini aðrari og ikki minni vandamiklari hótt- an móti havsins lívi. Eisini hendan hóttan er skapað av menniskjuni. Vit hugsa Sjálv- andi um tær óhugnaliga stóru negdirnar av geislavirkcnum evnum, ið eru latin út í Barentshavið ella, sum eru koyrt burtur uppi á landi og sum fara at leka út í Ba- rentshavið tey næstu 1-20 árini. Tað mest ræðuliga er, at 4 kilo av plutonium hverja løtu kunnu leka úr einum soknum kavbáti á leiðunum, har føroyingar og aðrir fiska. Plutonium er heimsins mest eitr andi evni og bert ein brotspartur av einum grammi er nóg mikið at eitra alt Barents havid. Útlitið til at fýra kilo leka út og fara at verða ferd við streyminum um stóran part av heimshøvunum er lítið hugaligt. Tad er ti bert at våna at onkur synir åbyrgd fyri umhvørvinum og roynir at fåa kavbåtin upp, áðrenn skadin er hendur. Norður- landaráðið hevur arbeitt nógv við Spurn- inginum um kjarnorkuburturkastið í Ba rentshavinum og í Norðurhevum sum heild. Vit kunnu bert vóna at virksemið hjá Norðurlandaráðnum og øØdrum, sum kenna ábyrgð fyri umhvørvinum fer at bera frukt. Hetta verður tó ikki uttan, at stór veldini sýna spurninginum um geislavirkni í høvunum størri ans og ábyrgd, men atburður teirra higartil boðar ikki frá góð um — tíverri. Sssíalunin Abyrgdarbladsgon Jan Miller Fyntakssyon Krisjan Dahl | | Í Um at avtaka kvotuskipanina Ístaðin fyri heilt at avtaka kvotuskipanina eiga vit at bóta um hana, eitt nú soleiðis, at hon gerst liðiligari, og at umsetiligheitin sum frá líður verður stórri, í hvussu so er fyri tey størru skipini, skrivar Jens Helgi Toftum í >Sjónarmið= í dag. Hann er fiskivinnufrødingur Landsstýrismaðurin í fiskivinnumålum, Ivan Johannesen, boðaði her- fyri frá, at landsstýrið ætlar at avtaka kvotu- skipanina, áðrenn nýggja kvotuårid byrjar 1. sep- tember 1995. Grundgev- ingin er, at skipanin er tung at umsita og er ógvuliga trupul hjá skip- unum at:arbeiða undir Tann størsti trupulleikin er hjáveiðan. Tað er ikki ringt at verða samdur í hesum. Tá stovnarnir eru illa fyri, og mest loyva veiða (MLV) fyri flestu fiska- sløg er låg, finst neyvan nøkurskipan, sum er løtt at umsita og leut hjá skip- unum at:arbeiða undir Somuleiðis er hjáveiða ein stórur trupulleiki, sum øll lond hava torført við at finna nøktand: og skilagóðar umsiungarhg- ar loysnir å Men i sambandi vid ætlanir landsstýrisins stinga nógvir spurningar seg upp. Her skulu tveir umrødast. Annar er, um tað sambært avtalurnar við donsku ríkisstjórnina yvirhøvur er møguligt at avtaka kvotuskipanina Hin snýr seg um at finna frægastu loysnirnar í fiskiveiðustýringini og í tí sambandi eisini, um ein avtøku av kvotulégini í longdini loysir nakrar trupulleikar Hvat siga danir? Ivan Johannesen ivast ikki i, at danir fara at ganga við ul, at føroying ar taka kvotuskipanina av. Nú veit eg ikki, hvat hann grundar sínar niður staður á, men hyggja vit at ti, sum er sagt og skrivað í samskifti okk- ara við donsku ríkis stjórnina tey síðstu 2—3 árini — eisini í felagsyvir lysingini frá fundinum 17. november 1994 — so er lítið, sum talar fyri, at danir eru sinnaðir heilt at sleppa kravinum um kvotur. Tí hóast felags yvirlýsingin gevur okk um størri rásarúm í fiski vinnupoliukkinum sam anborið við undanfarnu avtalur, so er valla grund arlag fyri at vera so bjart skygdur sum landsstýris madunn Ti fyri tað fyrsta stað fesur felagsyvirlýsingin undanfarnu avtalur frá 1992 og 1993, har kvotu skipanin er cin tydandi partur. Fyri tað næsta - 0 verður sagt í yvirlýsing- im, at:treytin fyri at kunna avtaka kvotuskip- anina er, at vit hava eina reguleringsskipan at seta í staðin, sum... lige sá effektivt som de nugæld ende totale og individu- elle kvoter opfylder for målene at genopbygge bestandene og at ulpasse fiskerflåden ul resource- grundlaget. At finna eima skipan, sum lýkur hesi krøv, er ikki lætt Tað er sjálvandi ringt at siga, hvat fer at henda í viðurskiftum okkara við donsku ríkisstjórnina í komandi tíðum, men samanumukið er mangt, ið talar fyri, at landsstyr- ið verður noytt at halda seg ul tað, sum semja er um í felagsyvirlýsingini frá fundinum 17. no- vember 1994. Hetta merkir m.a., at landsstýr- ið, áðrenn januar mánaði er farin, leggur fram upp- skot um broytingar í lóg- im um vinnuligan fiski skap, so at ein loysn fæst á hjáveiðunm!, og at frå I september 1995 verður lógin broytt soleiðis, at Ld. umsetiligheitin verð- ur ryggjað Avmarkingar í fiskidagatalinum Hóast líuð hevur verið frammi alment um, hvat landsstýrið ætlar at seta í staðin fyri verandi skipan við MLV, heildark votum og egnum kvotum, so hevur landsstýrismaðurin sum dómi nevnt eima skipan, har tað bert skal vera loyvt skipum at veiða tosk í ettt ávíst dagatal Íslendingar royndu eina slíka skipan frå 1977 ul 1983. Í hesum umfar skal ikki farast út í æsir é vid islendsku skipanini, men nevnast kann, at endamálið við henni var at avmarka royndina eftir toski. Hetta var m.a. gjørt við at seta trolarum for- bod fyri at fiska tosk í eitt ávíst dagatal. Men skrapdagakerfið, sum skipanin varð rópt, og aðrar tekniskar/livfrødi- ligar reguleringar (stongdar leiðir, minsta- mát, meskastødd v.m.), megnaðu ikk: at halda veiðutrýsuð á toska- stovnin á einum forsvar- ligum stæði. Tí varð skipanin avtikin, og í 1984 fingu íslendingar sína fyrstu útgávu av um seuligum kvotum Royndimar úr Íslandi siga okkum m.a., at um ein skipan við avmark- ingum í fiskidagatalinum skal vera hovuðsamboðið í fiskiveiðustýringini, so verður torført at røkka | endamålinum vid før- oyskum fiskivinnupoli- ukki um at byggja stovn arnar uppaltur og fram- yvir tryggja skynsama stovnsrøkt. Sum staðan er í dag, er eisini líuð, sum bendir á, at ein slík skipan verður lættari at umsita | Eins og í Íslandi hava flestu lond ásannað, at livfrødiligar og tekniskar reguleringar einsamallar eru ikki nóg mikið fyri at tyggja stovnsrøkt. Skip- anir, sum seta mark fyri, hvussu nógv kann fiskast, eru ein neyðugur partur av fiskiveiðustýringini. Kvotur hava sínar veik- leikar, men samanborið við onnur stýringsamboð eru tær frægasta leiðin at ganga. um endamålid vid iskivinnupoliukkinum er at tryggja livfrødiliga og búskaparliga skynsama stovnsrøkt. Kvotur frægasta loysnin Høvudstrupulleikin í fiskiskapinum á Føroya- leiðini er ikki kvotuskip- anin sum so, men heldur at stovnarnir eru illa fyri, at MLV'ið fyri flestu fiskasløg er lágt, og at:tað er tungt hjá flotanum at fáa lønandi rakstur, bæði tíð at ov lítið er í part og at prísirnir hava verið lut- falsliga lágir. Nógvir av hesum trupulleikum stava frá fiskivinnupoliukkin- um í 1970- og 1980-árun- um, sum ikki megnaðu at forða fyri ovurlløgum og yvirskipan av grunnun- um, og gjørði at vit fingu ein sera viðbreknan vinnubygnað. At taka kvotuskipanina av og seta legudagar e 1. skipanir í staðin loysir kanska summar trupul- leikar her og nú. Men skulu vit røkka málunum í fiskivinnupolitikkinum, sum sambært samgongu- skjalinum m.a. eru at tryggja skynsama stovns- røkt, at flotin ber seg, og at veiðan verður soleiðis umsitin, at hon gevur mest møguligan samfe lagsvinning, so er frægast at varðveita meginreglur- nar í verandi lóg. Tað vil siga, at í staðin fyri heilt at avtaka kvotuskipanina eiga vit at bóta um hana, eitt nú soleiðis, at hon gerst liðiligari, og at um setiligheitin sum frá líður verður stórri, í hvussu so er fyri tey størru skipini Jens Helgi Toftum Ársaðalfundur verður 29. januar 1995, kl. 15 Norðoya Fornminnafelag