Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-01-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 1995síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 21 — 31. JANUAR 1995 vunnin rættindi og at sumbra um har møguleiki sást fyri gongdum leiðum <, varð rímuliga fylgdur. Tó tykist neyðugt at leggja enn stórri dent á, at ferdingin oyggjanna millum verður bein Framtíðin Eins og áður verður heim- liga lands- og steypakapp- ingin hornasteinurin í før- oyskum fótbólu. Dentur eigur at verða lagdur á at betra enn meira um kapp- ingarmynstrið og týdningin av vælvirkandi kappingar- reglunum fyri fótbólt. Utbúgving FSFs fer í stórri mun at leggja dent á primeru venjara- og leiðara- spurningarnar, við møgu- ligari hjálp av FSF-venjar- anum, eins og vanliga græna útbúgvingin heldur fram Fótbóltsskúlin verður víðk- aður, sum lið í leiki, læru og samhaldi, og hildin á fleiri stóðum í 1995. Fleiri og stødugt meira krevjandi út- búgvingaruppgávur verða ul dómarar á hægri stæði, eins og skeið fyri nýggjum og verandi dómarum A-landsliðið heldur fram í EM-kappingini við heilum sjey dystum í 1995. Mál- setningurin er at nåa so góð úrslit sum gjørligt, og at A- landsliðið á øllum økjum kann verða til fyrimynd hjá unga ættarliði okkara. U18 tekur lut í EM-kappingini í Póllandi, saman við Noregi og Póllandi, UI8 heldur fram í NM, sum í 1995 verð- ur í Svøriki og EM-kapping, saman við Spania og Wales, enn er ikki avgjørt hvar henda kapping verður Hildið verður fram við U14 og U15, og er ætlanin at U15 landslið skal taka lut í kapping í Skotlandi í summar. Í samstarvi vid Tofta Ítróttarfelag og við vælvild frå P/F Føroya Banka eru broytingar gjørdar i sam starvsavtaluni um nýtslu- rættin av Tofta Leikvølli Hesar broytingar føra við sær, at útreiðslumar verða munandi minni enn higartil, tað ið eftir er av fimm ára avtaluni. Ein trupulleiki, flein fe løg hava kenst við, eru hótt- anir um húsagang. Sum er eru ongar reglur innan Fót- bóltssambandið, hverjar ítróttarligar avleiðingar hetta kann fáa. Greiðar regl- ur um hvat hetta førir vid sær, eiga at verða gjørdar Vit fara at enda at:takka øllum, sum á ymsan hátt stuðlaðu Fótbóltssambandi Føroya í farna ári, ein ser- støk tøkk til Føroya Løg- ting og Føroya Landsstyri fyri stuðul. Somuleiðis takka vid P/F Føroya Shell, P/F Føroya Banka, Formula Xerox, Atlantic Airways, Føroya Bjór, Tryggingar- sambandi Føroya og Thom- as Dam lot: fyri teirra stuðul. Øllum tykkum við ul- knyt og áhuga fyri føroysk um fótbólui takka vit hjarta liga fyri stuðul í 1994 Við ítróttarkvøðu Torleif Sigurðsson, formaður tíðindablaðið Sum vanligt var uppmøtingin góð á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum í Norðurlandahúsinum leygardagin. Til- samans vóru 22 feløg mett upp ella umleið 60 fólk So) {| alt samalt mannfólk 17 Mynd: Hilmar Jan Hansen Shell tekur aftur eitt tørn við landsliðnum Tá Torleif Sigurðsson, FSF-formaður, var liðugur vid formansfrågreiding sina, risti hann úr ermuni júst tað, Sosialurin spáddi í leygardagsblaðnum — nýggjur sáttmáli er gjørdur við Føroya Shell, ið fyribils stuðlar landsliðnum í 1995 vid hálvari millión FSF aðalfundurin Torleif Sigurðsson, for- maður í Fótbóltssamband- inum, breyt ongantíð upp um armar á aðalfundinum leygardagin. Men so er cis- int alt sagt... Í staðin risti hann úr erm- uni júst tað, Sosialurin í leygardagsblaðnum spáddi ein sponsorsáttmála ul A landsliðið. Hesin sáttmáli varð fingin í lag við gamla sponsorin, Føroya Shell, á fundi seinnapartin fríggja- dagin. Sáumálin tryggjar landsliðnum fyribils eina hálva millión hetta árið. Tá Torleif hevdi rist hetta úr ermuni, vórðu gleðiboð- ini måttikin við lóg vabrest- um úr salinum, og tað var heilt týðiligt, at øll fegnað- ust um, at landsliðið nú fær tað eitt sindur lættari — altso á figgjarliga økinum. Hin- um má so landsliðsvenjarin Allan Simonsen royna at taka sær av. Yvirhøvur var FSF-for- maðurin sera vælupplagdur leygardagin, men hann fekk ikki so nógv at gera, sum hann so ofta hevur havt á aðalfundum hjá FSF Ein av orsøkunum var helst eisini tann, at FSF var væl fyrireikað ul aðalfund- in, eins og fundurin við fel- øgim seint í heyst hevdi beint nógv av ti kjakinum av vegnum, ið plagar at fara við nógvari tíð á aðalfund- inum. Broytingaruppskotini komu lætt igjøgnum Eiu nú vóru stórt sæð ongar viðmerkingar ul broytingarnar í lands- og steypakappingini, ið allar vórðu væl og virðiliga sam- tyktar. Sostatt skulu næstniðastu liðini í vaksnamannadeild- unum í komandi kappingini spæla móu næstbestu liðun um í deildini niðriundir um niður- ella uppflyung, með- an åvikavist r1dastu og ov astu liðini í somu deildum flyta niður og upp, sum tey hava gjørt frammanundan. Eisini verða try sug givin fyri vunnan dyst í øllum deildunum — burtur sæd frå piltum, småpiltum, små- gentum, gentum 10-12 ár og pinkum, har sigur fram- vegis gevur tvey Stig Og i steypakappingini fer møguleikin fyri bólkakapp ing í øðrum umfari óivað at verða royndur í komandi kappingini um Løgmans- steypið, so liðini fáa spælt fleiri dystir enn áðrenn. Eisini samtyku aðalfund- urin, at eftir dystarbyrjan er nú bert loyvt at skriva skot- in mál, úrslit, skifungar, ávaringar, útvísingar, dóm- arans viðmerkingar og und- irskrift dómarans á dómara- seðilin, so sleppast kann undan at broytingar verða gjørdar í dómaraseðlunum langt aftan á dysurnar Einki lið til Oyggja- leikirnar á Gibraltar Upp á fyrispurning gjørði FSF-formaðurin greitt, at einki føroyskt fótbóltslið verður við á Oyggjaleikun- um á Gibraltar í summar. - Tað er rovdrift upp á landsliðsspælararnar at teir skulu ferðast til nógv fleiri kappingar, enn nú er, og tað er eisini ov dýrt at senda lið ul Gibraltar. Hetta kostar einar 200.000 krónur, segði Torleif Sigurðsson Av hesum sama, at tað kostar so nógv, hava heldur ikki feløgini, ið vóru upp á tal at fara ul Gibraltar, hug at fara til Oyggjaleikirnar. Fleiri skylda FSF pening, og eisini varð FSF-formað- urin spurður, hverjir hesir skuldarar eru, og tá greiddi hann frá, at fyrst og fremst er tað UEFA, ið enn ikki hevur útgoldið peningin fyri 1994, og so eisini onkur fel- og, ið skylda luttøkugjald. hj.