Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-02-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 1995síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOS Nr. 39 — 24. FEBRUAR 1995 Alvur av Kák hevði í gjár sín seinasta arbeiðsdag sum kommunulækni í Havn Eingin krevur, at eim kommunulækni skal gev- ast. tá hann verður 70 år Men tað hevur eins og hgið í lufuni, at eg skuldi gevast nú, sigur Alvur Hann verður ikk: 70 fyrr enn í summar, men hann hevur valt at fara 1. apríl. og tá hann hevði nakað av fenu eftir, leggur hann frá sær longu nú - Eg gleði meg til hetta vånd at vera 6heftur av tele- fonini. Tað havi eg ikki roynt, síðan eg var heilt ungur Sum skilst hevur Alvur fyrireikað seg til at gevast, tí hann hevur onkrar ætlanir um, hvat hann nú fer at gera. Hann nevnir ikk: nakað ítskiligt, men hann sigur, at hann hevur stóran áhuga fyri móðurmálinum, sum hann ongantid lærði í skúl- anum, tí hann var so ungur, tå hann fór hermanifrå - A Landsskjalasavninum liggur eisini ymist áhuga- vert, ið eg ikki veit so nógv um - Tað verður okkurt so- vorðið, eg fari at gera, nú eg fái stundir Alvur fekk sína útbúgv- ing í Danmark. Hann kom heimaftur í 1960, eftir at hava verið burturi í 35 ár 11 ára gamal heimanifrá - Eg var 11 ára gamal, tå foreldrini sendu meg niður á kostskúla, tí tey hildu tað vera best fyri meg. Tað høvdu foreldur ikki gjørt í dag. Vit vóru triggir, sum fóru avstað í senn. Ein fór Gleði meg til varið óheftur av telefon - Tad verður ein stórur lætti hjá konuni, tå eg ikki longur skal hava vakt, sigur Alvur av Kák. sum hevur lagt frå sær eftir at hava verið kommunulækni i Føroyum i 35 år heim í 1939 men vildi ikki niðuraftur. Eg fór hverja ferð avstað aftur, men tað var ofta við ringum tanna- biti, tí eg longdist so illa. So kom eisini kríggið, og eg hevði einki samband heim I 1960 kom Alvur av Kák heimaftur. Fyrst arbeiddi hann í Klaksvík - Men so var eingin lækni í Vágum, og har hevði vist eingin verið í eitt ár, og eg helt, eg skuldi royna tað í eina tíð, tí so hevði eg gjørt eitt sindur Ætlaði sær víðari Tá Alvur flutu ul Føroya, var hetta ætlað sum nakað fyribils, ti hann hevði i hyggju at spesialisera seg Men hann fór ongantid avstað aftur, og tað hevur hann ikki angrað - Eg innlivaði meg í ar- beiðið, og haraftrat kendi eg tað sum mína skyldu at halda fram, ti eingin søkti størvini ; Í trý år var Alvur einsa- mallur kommunulækni í Vágum. Eins og nú var ar- beiðið sera bundið. Í uý år hevði hann vakt einsamall- ur alt samdagrið, men fyri ein ungan mann var einki ført, sigur Alvur. Læknin var einsamallur um at taka stórar avgerðir, Ld. um at skula senda sjúklingar ul Havnar, og tað bar bara ul sjóvegis. Læknin skuldi eisini taka ímóu børnum Soleiðis var tað bara Hugsaði fyrst og fremst um bernini Tað var ikki, tí hann ikki treivst, at Alvur í 1963 seku ul Havnar. Berin: hjá teimum vóru farin at vaksa til, og skuldu tey halda fram í skúla, noyddust tey í hvussu er ul Havnar. Eisini hevði Alvur gomul foreldur í Havn Tað var heilt nýtt fyri Alv ikki alla tíðina at skulu hava vakt. Hann var sjálvur tdi kommunulækni í Havn tá Hinir báðir Doktor Poulsen og Doktor Hejgaard, sum læknar tá altíð vóru nevnd uw - Tað hava verið góð og åhugaversår, um enn stræv ið ofta Alvur minnist einaferð, at Petur Reinert hevði sínar trupulicikar sum einsamall- ur kommunulækni á Eiði Ein bamakona skuldi ul Havnar, og Alvur fór so norður við báti efur henni, tí Petur slapp ikki avstað. Tað sama hendi eina aðru ferð- ina í Tjórnuvík. Tey fyrstu ánni vóru teir sum nevnt triggir læknar í Havn. Nú eru sjey. - Tað er framvegis stræv- ið, tí talið av sjúklingum er so nógv økt, og arbeids- byrðan er blivin ødrvisi Mugu geva sær betri stundir Alvur av Kák heldur nakað vera um tað, sum onkur hevur sagt, at kommunu- læknarnir í Havn hava ov lítla tíð ul attosa við fólkini Læknin kann sjálvur ger tað, at hann setur ferðina niður og gevir sær stundir ul sjúklingin, um tað so hevur við sær, at:bíðitíðin økist Tað verður kortini altíð onkur, sum bíðar. Alvur heldur tað vera synd, at í Føroyum sum i eðrum londum skal vera so torføn at fáa kommunu- læknar til bygdirnar, ti har er gott at vera. Dagliga ar- beiðsbyrðan hjá kommunu- læknunum úti um landið er kanska ikki so stór, men tað er ov bundið altíð at hava vakt Okkurt má gerast - Okkurt má gerast fyri at fáa tiein læknar ul landið Vit sleppa ikki uttanum, at tað er meira spennandi fyrr læknar av vera uttanlands, bæði víðvíkjandi inntøku og møguleikanum fyri at liva eitt lív við síðuna av ti fakliga arbeiðinum. Tíbetur vilja nógvir føroyskir lækn- ar sleppa heimaftur at ar- beiða. Eitt sindur av idcal- ismu er í okkum øllum, men mark er eisini fyri ideal- ismu Sum lækni í Havn hevur Alvur livad við hesum regluhgu náttarvaktunum og so at arbeiða um dagin esinm - Eg havi orkað tað, men ikki er tað gott fyri heilsuna. Sosial broytingartid Alvur av Kåk er tann av núverandi læknunum, sum hevur virkað longst sum lækni í Føroyum. Hesi 35 árini eru ómetaliga stórar broytingar og stór framstig hend á sosiala økinum Eitt tað størsta framsugið, heldur hann vera, at fólk í neyð kundu fáa almanna- hjálp. Heimahjálpin er kom- in, og Heimasjúkrarðktin er betur skipað - Eg ven tó ikki, um vit kunnu siga, alt er betri nú. Nú fær Alvur av Kák stundir til at gera slíkt, kann ongan møguleika hevur havt at tikist við. medan hann virkadi sum kommunulækni Og tað verður ikki so galið, heldur hann Mynd: Kalmar Materielt eu vit betur fyri, men baklandið í familjuni tynnist meira og meira, og familjan er ikki altíð longur før fyri at hjálpa. Tað skulu tvær inntøkur fyri at liva, og mammur og ommur eru ti ikki tøkar longur sum tá til at taka sær av børnum og gomlum. Samanhaldið í familjuni var betri, og eg haldi, at fólk vóru fult so væl nøgd sum nú. Men tá kravdu fólk ikki so nógv. - Tú kanst ætla, at heima- hjálpin eisini var eitt stórt framstig, soleiðis at óhjálp- in kundi fáa hjálp til tað, tey ikki orkaðu, vaska, gera mat, keypa 0.2.1, sigur Álv- ur, sum minnist, at nógv lógu heilt óhjálpin, áðrenn heimahjálpin kom. Ein lætti fyri konuna - Konan og eg vóru inn- stillað uppá, at eg skuldi gevast nú. Tað verður ikki minst ein lætti hjá konuni, at eg gev- ist. Sjálvandi hevur vakt- havandi læknin fartelefon, men hana kann hann ikki taka, tá hann er hjá einum sjúklingi. Konan er tí bund- in alla tíðina av telefonini, tå eg havi vakt, tí telefonin skal takst. Konan má ti leypa frá øllum, hverja ferð telefonin nngir. Tað sama um náttina. Tað má eg siga. Hesar konur eru illa løntar og fáa ikki aðra løn enn ta takk- arløn, vit ongantíð hava givið teimum ikki nóg nógva. Tað er gott at hava góða konu, tí konan er gull verd, sigur Alvur av Kák. randi