Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-02-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. februar 1995síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 39 — 24. FEBRUAR 1995 Sjónvarp Foroya Friggjakvøldid kl. 19.25: Aftur til nutidina Adam, Lisa og Kevin hava varnast, at tey hava tey somu løgnu evnini til bædi at lesa tankar og teleportera. Bara tey hugsa um eitt stad, so eru tey har. Men Lisu leingist heim og vil fegin av oynni. Hon teleporterar aftur til dugnaskapskappingina, hon luttók í, men her standa fregnartænastufólkini fyri henni við eini fellu. Friggjakvøldid kl. 21.25: Kærleikans leiðir Judy Owen játtar at fara út við Jeff, og Mike Sloan roynir at finna eina hóskandi løtu at ringja til hennara. Tá ið hetta miseydnast, bjóðar hann henni eina vikuskiftisferð í staðin. Av tilvild fáa tey kamar við síðuna av Anne Metcalf og Al, og gjøgnum veggin hoyra tey, hvussu hjúnini klandrast Charlie sleppur ætlanini at skiljast frá Caroline og flytur heim aftur ul hennara Goodfellas Amerikanskur gangstarafilmur hjá Martin Scorsese frå 1990. Tann háuvirdi mafia- gangstarin Jimmy Conway tekur tann unga Henry Hill undir sínar veingir. Fyri Henry er hetta ein heilt nýggj verð, og filmurin teknar eina sterka mynd av hansara møt við mafiuumhvørvid og virðunum í ti, sum eru trúskapur og vinskapur, men eisini harð skapur. Gangstararnir ltva í einum ráum heimi, har tað ikki er vanligt at beina fyri vinum sínum, áðrenn teir beina fyri einum sjálvum. Men hvussu leingi ber til at liva hetta lívið? Ikki fyri børn Leygardagin kl. 14.00: Veitst tú, at... Har norður í Kyrrahavinum livir ein av heimsins mest spennandi skapningum, Havoturin. Hann er m.a. førur fyri at brúka amboð til at taka fødi við. Hann var um at verða oyddur, tí skinnið er so virðismikið, men hann hevur ment seg aftur og er ein meinbogi hjá teimum fiskimonnum, sum liva av fødini hjá havounum Leygardagin kl. 17.00; Biofar 2500 djórasleg undir Foroyum e) PO ngin varð send fyrru ferð í 1991 Sendingin greiðir frá byrjanini av BIOFAR-ætlanini, sum gekk frá 100 metra dýpi til 1800 metra dýpi. Frá í ár er henda verkætlan víðkað til at fevna um botnin millum fjøruna og 100 metra dýpi. Greitt verður frá hesum í tveimum sendingum, tann fyrra verður send í morgin og seinna sendingin kemur sunnudagin 5. mars. Sunnukvøldid kl. 19.00: Disney teknifilmar Hesuferð skulu vit síggja filmarnar: Pluto og søgnin um ulvakletun. Dunnudånjal og Dólgamúli eru polarveiðumenn. Dunnu- dánjal og fiskatjóvarnir. Teir tríggir grísar- nir og úlvurin Leygarkvøldid kl. 18.30: Børnini vid havid Peter vil fegin keypa nýtt segl, og ti gevur Marianne honum arbeiði. Men tá ið hann hevur roknað út, hvussu nógvar vikur, tað fer at taka, áðrenn hann hevur tjent nóg mikið, finnur hann eitt annað og meira løn andi arbeiði, uttan at hugsa um, hver tann nýggi stjórin er Leygarkvøldid kl. 19.00; Beverly Hills Sjålvt í ti sólríka California eru onkuntid keðiligir dagar. Prévtøkutidin nærkast og spenningurinøkist, men tað er lítið í nun til, at Brenda hevur funnið ein knykil í øðrum brósunum r | 4 Kunnu vit sleppa at siggja? Fólk í reklamuheiminum vita nógv um okkum. Ein attachétaska kann avdúka, hvat vit eta, ein stólur sigur, hverjum bili vit koyra í, og myndirnar á vegginum vísa, hvønn hugburð vit hava til fremmand. Men er veruleikin so fýrakantaður Leygarkvøldid kl. 21.10: Olsen-banden i tongum skóm Danskur filmur frå 1969. Í hesum filminum um Olsen og teir verður Egon Olsen latin leysur úr fongslinum og hevur sett sær fyri, at nú skal hann vera ein hampamaður. Men ikki gongur long tíð, so fara Egon, Benny og Kjeld í gongd aftur. Naknir amerikarskir brotsmenn hava framt eitt kvett, sum Olsen og teir verða lagdir undir at hava gjørt — og so er alt sum vant aftur. Frælsisskuggin - 2:4 Donsk kriminalrød. Gabrielsen er nú í Svøriki, har hann skal vitja konuna, ið er sjúk. Hann heldur, at Lasse er fingin av vegnum og avroknar við Tomas. Samstundis fær Lasse arbeiði í Svø- ríki og alt sær ljóst út — til hann uppdagar, at hann er eftirlýstur bæði í Danmark og Svø- ríki í sambandi við, at bankastjórin Kure er myrdur. Nú ræður um at finna Tomas, ið kann geva honum alibi fyri nåtuna, tå bankastjórin varð myrdur Leygarkvøldid kl. 23.45; Tónleikin skrivaði... — Bent Fabricius Bjerre Bent Fabricius Bjerre stjórnar danska Radioundirhaldsorkesrinum, ið spælir undir, tá ungir solistar spæla >hits< hjá Fa- briciusi Bjerre gjøgnum tíðina, m.a. >For elskaður í Kcypmannahavn« og >Ég seti mín hatt sum eg vil<. Harumframt hoyra vit løgini >Matador<, >Alleycat< og »Olsen Bandin<. Salaam Bombay 3 Indiskur filmur frå 1988. Krishna, sumer 10 ár, verður svikin av tí sirkussinum, sum hann arbeiðir í, og hann endar í stórbýnum Bombay. Hann droymir um at tjena pengar, so hann kann fara aftur til heimbygdina, og hann fær arbeiði sum tænari. Krishna er niðast í samfelagnum, og allastaðni eru børn sum hann, ið noyðast at arbeiða. Sunnukvøldid kl. 18.15: Bæði tå id gongur við og ímóti Henda amerikanska dokumentarsendingin sigur søguna um fimm hjún, ið hava hildið saman í meira enn $0 år. Vit hitta Dan og Sophie Trupin, ið hava verið gift í 59 ár Tey hava ikki altíð verið so samd, men tey vilja kortini ikki vera hvert annað fyriuttan. Inez og Paul Jones hava verið gift í 55 ár Tey eru bæði professionell tónlistafólk Tey hava mist báðar synimar, men hetta styrkti bara okkara kærleika, sigur Paul 11 Lítli lækni á preriuni Sonur Dorothy kemur særdur heim úr krig- num sum krígshetja og leitar sær hjálp hjá Michaelu. Men hann dylir, at hann tekur morfin og ikki kann liva uttan tað, og hann setur Michaelu og familju hennara i ståran vanda. Sunnukvøldid kl. 19.55: Fint skal tad vera Frú Hyacint hevur framvegis úr at gera, at fáa hini at halda, at hon er av fínara slag num. Hesa ferð er tað pápin, sum við sínum atburði kann skaða hennara umdømi. Hon frættir frå familjuni, sum jú ikk: er so fín, at pápin hevur keypt eina rúgvu í einum leiku- handli — við ongum pengum Sunnukvøldid kl. 20.35: BIOFAR — lívið vid foroysku strendurnar Í fjør summar kannadu plantu- og djóra- frødingar lívið fram við føroysku strendur - nar — ein royndarætlan ul tær BIOFAR- kanningar, ið verða tey næstu trý árini. SvF hevur gjørt tvær sendingar í hesum sambandi. Í fyrru sendingini gera kavarar- nir seg til at savna, fotografera og filma lívið í taraskógunum, meðan ein plantufrødingur savnar tara í fjøruni og greiðir frá teim ymsu