fríggjadagur 25. juli 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 139 - 25. juli 2003
Nr. 139 - 25. juli 2003
7
– Fær alivinnan
nýggjan eginpening,
er Føroya Sparikassi
til reiðar at fíggja
endurreisnina av
alivinnuni, sigur
Marner Jacobsen,
forstjóri í Føroya
Sparikassa
BÙSKAPUR
Heri á Rógvi
Støðan í alivinnuni er or-
søkin til, at Føroya Spari-
kassi fyrstu seks mánaðir-
nar í ár almannakunngjørdi
eitt hall upp á 54 milliónir
krónur.
Burturleggingar
móti tapi fyri í alt 138
milliónir
krónur
vórðu
gjørdar, og harav skyldast
meginparturin
skeivu
gongdini í alivinnuni.
Forstjórin í Føroya Spari-
kassa, Marner Jacobsen,
sigur, at Sparikassin sjálv-
andi ikki er nøgdur við
gongdina. Men talan er um
eina heilt serliga støðu.
Hetta støðan er íkomin
nýliga. Alivinnan hevur
havt tað trupult við ILA í
longri tíð, men tað avger-
andi var, tá ES avtók
minstaprísin
hjá
norð-
monnum. Hetta hevur gjørt,
at prísgongdin er farin at
ganga skeiva vegin, sigur
Marner Jacobsen.
Minstiprísurin tryggjaði,
at prísurin á aldum Atlants-
havslaksi ikki fór undir 24
norskar krónur fyri hvørt
kilo. Norra eigur nógv tann
størsta marknaðarpartin í
heiminum. Føroyskir alarar
eiga um trý prosent av
samlaða
heimsmarknað-
inum.
Síðani
minstiprísurin
varð avtikin, er prísurin
farin heilt í botn. Fram-
leiðslukostnaðurin í Før-
oyum er einar tjúgu krónur
fyri hvørt kilo, og tað er
tískil skjótt at rokna út, at
føroyska alivinnan missir
nógva pening í løtuni.
Prísurin hevur verið niðri
á einum trettan krónum fyri
hvørt, men er síðani farin
nakað upp, men er fram-
vegis ov lágur.
Og hvør króna í kiloprís-
inum er avgerandi fyri,
hvussu stórt tap verður
realiserað hjá Føroya Spari-
kassa av burturlegging-
unum í ár. Verður prísinum
restina av árinum enn lægri
enn higartil, so kann tað
væl hugsast, at Føroya
Sparikassi noyðist at seta
enn meira av móti tapi.
Hóast alvinnan nú merkir
stór tap fyri Føroya Spari-
kassa,
heldur
Marner
Jacobsen ikki, at Sparikass-
in hevur gjørt og nógv av
við at fíggja alivinnuna.
– Tað haldi eg ikki, at vit
hava. Tá hugsað verður um,
hvussu stóran mótgang ali-
vinnan hevur havt, so hevur
hon klárað betri enn flest
aðrar vinnur. Hendan støð-
an er heilt serlig, og vit
roknað eisini við, at prís-
irnir fara uppaftur, sigur
Marner Jacobsen.
Eins og onnur kann
Marner Jacobsen bert stað-
festa, at ein stórur partur av
eginpeninginum í alivinn-
uni er mistur. Og ein størri
eginogn er eisin fortreytin
fyri, at Føroya Sparikassi
fer at lata fígging til ali-
vinnuna.
Marner Jacobsen metir,
at lágu prísirnir fara at gera
seg galdandi kanska eitt ár
afturat, og tað fer at merkja,
at fleiri alifyritøkur, sum
ikki fáa nýggjan eginpen-
ing, eru í stórum vanda fyri
at fara av knóranum.
Men nú mugu vit halda
høvdið kalt og ikki renna
skríggjandi vekk, sigur
Marner Jacobsen, sum
heldur, at vit kunnu læra av
hesum, at ásetingar um
minstaprís skapa ein kunst-
igan prís og síðsta enda
gera størri skaða enn gagn.
Heldur
eiga
vanligar
marknaðartreytir at avgera
prísin.
Gongdin í alivinnuni er
nógv upp og niður, men
trupulleikin, metir Marner,
er tann, at nú vánaligir prís-
ir eru, so minkar fram-
leiðslan nógv. Tá so aftur
góðir prísir eru at fáa, so er
lítið at selja, og framleiðsl-
an verður aftur tá økt, og
soleiðis kundi verið hildið
fram.
Pant avgerandi
Men hvussu fáa vit so vent
gongdini? Hvussu kann
nýggjur eginpeningur fáast
til vega?
– Tað er ringt at fáa eyga
á nakran váðafúsan kapital
í Føroyum. Tí kundi ein
møguleiki verið at fingið
fatur á útlendskum kapitali,
sigur Marner Jacobsen.
Sambært sparikassastjór-
anum er tað ein av fortreyt-
unum fyri, at alivinnan skal
kunna koma á føtur aftur, at
peningastovnar kunnu fáa
pant í aliloyvunum. Higar-
til hevur Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í vinnu-
málum,
avvíst
hesum
tankanum fult og heilt. Men
Marner Jacobsen hevur
eina aðra støðu:
– So velur mann, at eing-
in alivinna skal vera í
Føroyum, sigur Marner
Jacobsen.
Spurdur, um ein nóg
stórur innsatsur verður
gjørdur í Føroyum fyri at
basa ILA í Føroyum, svarar
Marner Jacobsen, at tað er
ógvuliga trupult at basa
ILA, tí eingin veruliga veit,
hvussu hetta skal gerast.
Men hann leggur dent á, at
hann
metir
øll
taka
trupulleikan í størsta álv-
ara.
Forstjórin vísir eisini
aftur, at Sparikassin hevur
verið ov agresivur at fíggja
alivinnuna.
Støðan í dag er heilt ser-
lig. Vit mugu rokna við, at
av nátúrligum orsøkum
gongur upp og niður í
føroyska búskapinum við
einari fiskivinnu og ali-
vinnu. Hetta er nakað vit
eins og onnur mugu liva
við, sigur Marner Jacobsen,
sum sigur, at Sparikassin er
til reiðar at fíggja alivinn-
una, um nóg stórur egin-
peningur er til staðar.
12,5% av útláninum hjá
Føroya Sparikassi er lánt til
alivinnuna. Hetta er einar
fimmhundrað milliónir av
knappum fýra milliardum.
Steðgar
búskaparvøkstri
Støðan í alivunnini og
trupulleikar í rækjuvinnuni
hava fingið fleiri búskapar-
frøðingar at siga, at ein
møgulig búskaparlig aftur-
gongd er ávegis í Føroyum.
Vit skulu ikki rokna við
nakrari kreppu, tí føroyski
búskapurin er sum heild
væl fyri. Í løtuni arbeiða
eini áttahundrað fólk í ali-
vinnuni. Gerst kanska ein
stórur partur av teimum ar-
beiðsleys, so minkar eftir-
spurningurin í Føroyum,
sigur Marner Jacobsen.
Forstjórin heldur, at ein
afturgongd í búskapar-
vøkstrinum í øllum førum
fer at gera seg galdandi,
men hann dugir ikki at siga,
hvussu
álvarsligt
hetta
verður.
Økja
Í roknskapartølunum hjá
Sparikassanum sæst eisini,
at útlánini eru størri enn
innlánini. Samstundis er
skuldin til aðrar peninga-
stovnar voksin við góðum
trýhundrað milliónum.
– Vit hava eina eginogn,
og hana mugu vit eisini
forrenta,
sigur
Marner
Jacobsen, tá spurt verður
eftir, hví farið verður so-
leiðis fram.
Solvensurin hjá Føroya
Sparikassi, t.e. eginpening-
ur mótvegis skyldum, er
21%, og hetta er væl meira
enn flest allir peninga-
stovnar í somu stødd í
kongaríkinum. Tískil held-
ur forstjórin, at tað rúm hjá
teimum at seta meira pen-
ing í umferð.
Òlavsøkan er samstundis
sum at vera tjóðarhátíðin
føroyinga eisini tann tíð-
in, tá føroyingar keypa og
drekka mest av rús-
drekka.
Á deildunum hjá Rús-
drekkasøla landsins er tað
serliga í Havn, at tey
leggja hetta til merkis.
Dagmar Joensen, stjóri
fyri
Rúsdrekkasølu
landsins, sigur, at allar
deildirnar hava fitt at gera
um ólavsøkuna, men tað
er serliga deildina í Havn,
sum selir sum einki
annað tíðspunkt á árinum.
Men føroyingar keypa
sum heild minni rús-
drekka í ár enn í fjør,
sigur Dagmar Joensen.
Og hetta sæst eisini aftur í
sambandi við ólavsøk-
una. Kortini verður nógv
keypt, og ólavsøkan verð-
ur mestur eisini ríkiliga
vát í ár.
Fólk keypa eisini øl og
rúsdrekka
sum
vant.
Blandaðu drykkirnar við
vodka og sodavatni eru
tiknir av hillunum, men
Dagmar heldur ikki, at
tað er ger tann stóra
munin.
Hesir drykkir vóru
altíð eitt sindur ovur-
mettir. Teir fingu nógva
umtalu, men
tað var ikki tann heilt
stóra sølan. Eg haldi, at
fólk hava funnið sær
onnur alternativ, sigur
Dagmar Joensen.
Rúsan hevur opið í dag
– fríggjadag – afturat
áðrenn ólavsøku.
Hóast minni rúsdrekka verður keypt í ár enn í fjør, so keypa føroyingar kortini meira til
ólavsøku enn til nakað annað.
Einki øðrvísi
Serlig støða hjá alivinnuni
Forstjórin í Føroya Spari-
kassa heldur, at útlendskur
kapitalur kundi verið ein av
møguligu bjargingunum hjá
einari illa sperdari føroyskari
alivinnu.
Mynd: Jens Kristian Vang
Landsstýrismaðurin í
vinnumálum, Bjarni
Djurholm, heldur
onga orsøk vera til
skuldsetingarnar og
hóttanirnar frá Heina
O. Heinesen. – Higar-
til hevur arbeiðið við
Norðoyatunnlinum
gingið, sum tað skal,
og um Heini ætlar at
slíta samgonguna or-
sakað av hesum, hev-
ur hann valt skeivt
mál, sigur Bjarni
Djurholm, sum held-
ur framferðarháttin
hjá tingmanni Tjóð-
veldisfloksins vera
púra burturvið
SAMGONGUSTRÍÐ
Heini í Skorini
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
vísir øllum atfinningum frá
Heina O. Heinesen aftur.
Satt at siga hevur Heini O.
Heinesen sambært Vinnu-
málaráðharranum einki at
finnast at. Arbeiðið við
Norðoyatunnlinum gongur
sína gongd, og tá talan er
um slíkt stórarbeiði, tekur
tað sjálvsagt sína tíð.
Arbeiða
skjótast gjørligt
Bjarni Djurholm sigur við
Sosialin, at higartil hevur
arbeiðið gingið skjótast
gjørligt.
– Boðini frá Vinnumála-
stýrinum til Partafelagið
Norðoyatunnilin og Lands-
verkfrøðingin hava allatíð-
ina verið at arbeiða miðvíst
við projektinum, og hóast
nøkur
viðurskifti
hava
seinkað gongdina nakað,
hevur sum heild verið ar-
beitt skjótast gjørligt, sigur
Bjarni Djurholm.
Í hesum høpi varð játtan
frá Fíggjarmálaráðnum strik-
að á umleið 300.000 krón-
ur, og tríggjar ferðir hevur
Vinnumálastýrið biðið um
eykajáttan frá Fíggjarmála-
ráðnum at byrja arbeiðið
við. Viðvíkjandi lendinum í
Klaksvík, har vegagerð er á
skránni í næstum, skal
Friðingarnevndin
eisini
geva grønt ljós, og nøkur
ivamál hava verið viðvíkj-
andi fornfrøðiligum viður-
skiftum og linjuforðingum í
Leirvíksfirði, har ymsar
kanningar eisini hava verið
neyðugar.
Arbeiðini boðin út
Í einum so týdningarmikl-
um og kravmiklum arbeiði
er talan sambært Bjarna
Djurholm í flestu førum
um, at viðurskifti stinga seg
upp, sum seinka gongdina,
men higartil hevur einki
álvarsamt forðað fyri ætlan-
ini, og í nærmastu framtíð
fer arbeiðið í gongd.
– Partafelagið Norðoya-
tunnilin hevur bjóðað ar-
beiðið út til vegagerð við
tunnilsmunnan í Leirvík,
og tilboðini skulu vera inni
aftur 12. august. Sjey entre-
prenørar eru inni í myndini,
sigur Bjarni Djurholm.
Vinnumálaráðharrin held-
ur fram at siga, at hini ar-
beiðini eisini eru boðin út,
og tilboðini skulu vera inni
í nærmastu framtíð, so klárt
er at byrja uppá sjálvt ar-
beiðið. Í vár góðkendi
Landsverkfrøðingurin for-
projektið,
og
væntandi
verður detailprojektið góð-
kent um ein mánað.
– Hetta arbeiðið verður
boðið út í august/septemb-
er, og skulu tilboðini vera
inni seinnu helvt av oktober
mánaði. Bjarni Djurholm
sigur, at arbeiðið fyrst byrj-
ar í Leirvík, og væntandi
fer hetta í gongd um mánað-
arskifti november/desemb-
er.
Viðvíkjandi búskaparligu
konjunkturgongdini í Før-
oyum í løtuni tykjast kom-
andi árini fara at vera meiri
soltin
enn
undanfarnu.
Hetta kann sambært Heina
O. Heinesen eisini hava
ávirkan á arbeiðið, men tað
tykist Vinnumálaráðharrin
ikki stúra fyri.
– Tá vit eftir ølluma at
døma fara inn í eitt tíðar-
skeið við minni peningi enn
undanfarin ár, er júst týdn-
ingarmikið at fáa gongd á
og arbeiða miðvíst við pro-
jektinum. Negativa kon-
junkturgongdin nýtist ikki
at forða fyri arbeiðnum, um
rætti framferðarháttur verð-
ur nýttur, sigur Bjarni, sum
leggur afturat, at landskass-
in skal gjalda 32 mió. um
árið undantikið 2004, tá
einki verður goldið.
– Heini burturvið
Sostatt tykist arbeiðið sam-
bært
Bjarna
Djurholm
kunnað fara av bakkastokki
í nærmastu framtíð, og
hann vísir á, at Heini O.
Heinesen onga orsøk hevur
til ákærurnar og álvarsomu
hóttanirnar.
– Tá eitt projekt er í
gongd, sum kostar 300-400
mió., ber ikki til at rista tað
heila úr ermuni uttan nakað
hóvasták. Talan er um eitt
sera stórt og kostnaðarmik-
ið projekt, sum eftir um-
støðunum higartil hevur
gingið væl, og tískil er tað
heilt burturvið at koma við
teimum útsøgnum, Heini
O. Heinesen nú hevur borð-
reitt við, sigur Bjarni Djur-
holm. Hann leggur afturat,
at higartil er alt avgreitt,
sum kann vera avgreitt.
– Um Heini O. Heinesen
vil slíta samgonguna orsak-
að av hesum, hevur hann
avgjørt valt skeivt mál, og
skuldsetingarnar eru heilt
hol í høvdið, eru seinastu
viðmerkingarnar hjá Bjarna
Djurholm um álvarsomu
skuldsetingarnar frá Heina
O. Heinesen, sum í versta
føri kunnu elva til sam-
gonguslit.
Tingmaður Tjóð-
veldisfloksins, Heini
O. Heinesen, er sera
misnøgdur við fram-
ferðarháttin hjá
Bjarna Djurholm,
landsstýrismanni í
vinnumálum, viðvíkj-
andi gongdini í mál-
inum um Norðoya-
tunnilin. – Løgtingið
samtykti uppskotið
30. apríl 2002, og enn
er einki hent. Hetta er
ikki til at liva við, og
samgongusamstarv
okkara kann ikki
halda fram, um einki
hendir skjótt, sigur
Heini O. Heinesen
SAMGONGUSTRÍÐ
Heini í Skorini
Enn einaferð er stríð mill-
um Tjóðveldisflokkin og
Fólkaflokkin, hesaferð í
sambandi við málið um
Norðoyatunnilin. Heini O.
Heinesen, tingmaður Tjóð-
veldisfloksins, er sera mis-
nøgdur við, at eingin fram-
gongd er at síggja í arbeið-
inum við undirsjóvartunnli-
num undir Leirvíksfjørð,
og hóttir hann nú at slíta alt
samstarv við samgonguna.
Sum seytjandi maður í
samgonguni er ikki torført
at gita sær til, hvørjar av-
leiðingarnar vera, um Heini
O. Heinesen hesaferð ger
álvara av sínum ávaringum
móti Bjarna Djurholm,
landsstýrismanni í vinnu-
málum.
– Bjarni vil
sabotera projektið
Heini O. Heinesen heldur
ongum ákærum aftur mót-
vegis Bjara Djurholm, og
vísir hann á, at Bjarni tykist
ikki hava nakrar ætlanir um
at eftirlíka tí, Løgtingið
samtykti í apríl 2002.
– Bjarni Djurholm heldur
á at útseta málið, og tað
tykist sum hann als ikki
ætlar at føra tað út í lívið,
sum landsins hægsti mynd-
ugleiki langt síðani hevur
samtykt, sigur Heini O.
Heinesen. Hann heldur
fram og sigur, at við hesum
tykist Bjarni Djurholm
hava ætlanir um at sabotera
projektið og fáa tað at detta
niðurfyri. Sostatt er talan
um álvarsamar atfinningar
frá Heina O. Heinesen móti
Vinnumálastýrinum
og
Bjarna Djurholm.
Síðani uppskotið varð
samtykt í apríl 2002, hevur
Landsstýrið gjørt fleiri
broytingar, men hetta hevur
sambært Heina O. Heine-
sen als ikki verið góðar og
neyðugar broytingar.
– Tær broytingar, Lands-
stýrið higartil hevur framt,
er bert fíggjarligt pynt uttan
nakran stórvegis týdning.
Fyri ikki at vera tvørur tók
eg undir við hesum broyt-
ingum, men síðani tá er als
einki hent í málinum, sigur
løgtingsmaður Tjóðveldis-
floksins.
Sama søgan,
sami flokkur
Heini O. Heinesen metir
ikki, at ein kann halda á at
samstarva við ein flokk,
sum ferð eftir ferð ber seg
grundleggjandi skeivt at í
landsstýrissessum.
– Hetta er sama søgan og
sami flokkur, sum enn eina-
ferð vísir umsitingarligt
maktarloysi og enntá lógar-
brot, sum talan er um, tá ein
landsstýrismaður ikki fylg-
ir løgtingssamtyktunum.
Í staðin fyri at vera Løg-
tingsins tænari, sum ein og
hvør landsstýrismaður eig-
ur at vera, hevur Bjarni
Djurholm sambært Heina
O. Heinesen heilt ignorerað
Løgtingið og farin sín egna
veg. Hetta eru júst somu
forðingar, sum ein annar
landsstýrismaður í Fólka-
flokkinum royndi at gera í
1998 í arbeiðnum við Vága-
tunnlinum.
Heini O. Heinesen leggur
afturat, at júst nú hevur
Bjarni orsøk at draga málið
út, tí við støði í samlaðu
búskaparligu gongdini við
minni peningi og alsamt
minkandi
vøkstri
kann
arbeiði detta niðurfyri.
Tískil er neyðugt at seta
skjøtil á arbeiði skjótast
gjørligt.
Hóttir við
samgongusliti
Sostatt hóttir Heini O.
Heinesen við samgongu-
sliti fáar dagar áðrenn ting-
setuna á Ólavsøkuni. Bólt-
urin liggur hjá Fólkaflokk-
inum, og Bjarni hevur sov-
ið í tímanum og mótarbeitt
løgtingssamtyktini. Heini
vísir á, at ongantíð fyrr
hevur hann upplivað slíkt í
politiska lívi sínum, og um
einki verður gjørt, ætlar
Heini O. Heinesen sær ikki
at stuðla samgonguni long-
ur.
– Ein og hvør umbering
og frágreiðing frá Bjarna
Djurholm kann ikki góð-
takast, tí málið hevur ligið
stilt so leingi. Tað hevur
verið klárt at farið til verka
í langa tíð, lógin varð sam-
tykt áðrenn seinasta val,
peningur er játtaður, og ein
og hvør brochmannslestur
frá Bjarna er bert uttanum-
tos og kávalótir. Eg slíti
samgonguna, um ferð ikki
kemur á arbeiðið, og tað
skjótt, endar ein bersøgin
Heini O. Heinesen.
Sostatt tykist talan enn
einaferð vera um ósemjur í
samgonguni, og enn eina-
ferð eru umboð úr Tjóð-
veldis- og Fólkaflokkinum
í hornatøkum. Sambært
Heina O. Heinesen kann
ósemjan í versta føri enda
við samgongusliti.
Heini O. Heinesen hóttir samgonguna
Bjarni Djurholm vísir øllum skuldsetingum aftur
og sigur, at ákærurnar hjá Heina O. Heinesen eru
uttan orsøk og púra burturvið. - Um Heini ætlar at
slíta samgonguna orsakað av hesum, hevur hann
valt eitt skeivt mál, sigur Bjarni Djurholm
Heini O. Heinesen hóttir nú við sam-
gongusliti, um ferð ikki kemur á arbeiðið
við Norðoyatunnlinum. - Bjarni Djur-
holm mótarbeiðir løgtingsins vilja og
saboterar projektið. Hetta kann eingin
liva við, og tískil er ógjørligt framhald-
andi at samarbeiða í slíkari samgongu
– Heini púra burturvið
C
M
Y
K
7
6