Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-02-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. februar 1995síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 40 — 25. FEBRUAR 1995 Sigið okkum frá, tá okkurt hendir innan ítróttin... TIf. 11820 Storsta avbjodingin hjá HSF síðani NM fyri unglingar i 1988 | Venjarin hjá føroyska U21-landslidnum í hondbólti, Kári Durhuus, fer næsta fríggja- dag at savna landsliðshópin fyri fyrstu ferð. 24 mans vera við, og teir frægastu av teim- um skulu dystast móti íslendingum, norðmonnum, svium, dónum og grónlendingum Komandi fríggjadag verður føroyska U2I-landsliðið fyri fyrstu ferð til venjing. Talan verður tó ikki um endaliga landsliðið, men um ein hóp upp á 24 mans, ið Kári Durhuus júst nú er í ferð vid at taka út. Hann er settur sum landsliðsvenjar! hjá U21-landslidnum, og liðleiðari verður Símun Ol sen Teir frægastu av hesum 24 hondbóltsspælarunum, ið verða tiknir út til fyrstu venjingina, skulu í august mánaði royna seg mót ís- lendingum, norðmonnum, svium, dønum og grønlend- ingum, tå Hondbóltssam- band Føroya verður vertur fyri norðurlandameistara- kappingini fyri U21-lands lið hjá monnum. Kappingin byrjar mikudagin 9. august og endar sunnudagin 13 august. Upprunaliga fingu finnar eisini innbjóðing ul kapp- ingina, men teir hava givið avboð, og í teirra stað eru so komnir grønlendingar, ið júst hava boðað frå, at teir senda sítt U21-landslid við ul kappingina Síðani 1. desember hevur ein fyrireikingarbólkur sitið og arbeitt við kappingini, og í sambandi kappingina hevur hesin bólkur lauð gjørt eitt búmerki fyri kapp- ingina, ið eisini er prentað á blusur, ið verða seldar fyri at fáa útvega pening til kappingina. Hendan norðurlanda- meistarakappingin er tann størsta avbjóðingin, Hond- , Fá vd p Í f Á Eitt búmerki er gjørt til norðurlandameistarakappingina fyri U21-landslid. Ætlanin er at selja blusur sum hesa á myndini við búmerkinum á bóltssambandið hevur tíkið á seg síðani skipað varð fyri norðurlandameistarakapp- ing fyri mansunglingar í Føroyum í 1988. Longur aftur í tíðini finst ein onnur stór avbjóðing hjá Hond- bóltssanbandinum tað varC-HM kappingin, ið var í Føroyum í 1980. Seinnu árini hevur mill- um lítið og einki virksemi verið innan landsliðsarb- Mynd: Hilmar Jan Hansen eiði hjá Hondbóltssam- bandinum, ið eisini hevur havt úr at gera við at koma stórum fíggjarligum trupul- leikum til lívs. Sum skilst, er við at koma undir land á ti økinum nú, og vónandi kann avbjóðingin hjá U21- landsliðnum í august mán- aði føra vid sær, at gongd kemur á aftur landsliðsarb- eiði hjá hondbólunum. hj. STEYPA kappingin Þ 3 Steypakappingin hjá monnunum: Ein eysturoyarbolkur burturav - og havnar- feløgini í sama bólki Fyri fyrstu ferð verður steypakappingin hjá monnunum spæld í bólkum í ødrum umfari. Bólkarnir eru fýra í tali, og fyrrapartin í gjár varð lutakastið avgreitt í ÍSF-húsinum. Longu nú er greitt, at í hvussu er eitt 4. deildarfelag skal royna seg í bólkakappingini Jákup Simonsen, Jens Erik Rasmussen og Julian Eliasen FÅ: standa framman fyri talvuni við endaliga bólkinum, sum hann sær út í øðrum umfari Ikki var tað tann heilt stóru áhugin, ið merkti lutakastið í steypakappingunum hjá kvinnum og monnum í fót- bólti, ið varð avgreidd í ISF- húsinum fyrrapartin í gjár. Umframt umboðini fyri Fótbóltssambandið og um- boðið frá ltróttarð-Sosial- inum vóru bert fimm mans komnir at forvitnast, hóast lutakastið frammanundan varð kunngjørt sum alment. Men hinvegin, so fekk alt fyri seg >akkurát sum ordi- ligt< við stórum glaskúlum Mynd: Hilmar Jan Hansen á borðinum, har seðlar lógu í við nøvnunum á feløgun- um, og eitt stórt skelti var sett upp, har nøvnini vórðu sett uppá, júst sum teir gera, tá lutakast er um EM- og HM-undankappingarnar. I ár verður ein roynd gjørd atskipa fyri steypakapping- ini hjá monnunum á ein ødr- vísi hátt, enn gjørt hevur verið undanfarin ár. Framhald á síðu 15