Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 139 - 25. juli 2003 Nr. 139 - 25. juli 2003 9 Ólavur Rasmussen hevur boðað bispi frá, at hann verður ikki á prædikustólinum á ólavsøku. Næst í røð- ini er Inga Poulsen Dam, sum fer at halda ólavsøkuprædikuna í ár. ÓLAVSØKUPRÆDIKA Páll Holm Johannesen Eftir, vit í blaðnum í gjár vístu á, at ivi hevði stungið seg upp um, hvør skuldi halda ólavsøkuprædikuna í ár, hevur bispur nú kunn- gjørt, at tað verður Inga Poulsen Dam, prestur í Norðurstreymoyar Presta- dømi, sum fer at halda ólavsøkuprædikuna í ár. Ólavur Rasmussen, prestur í Suðuroyar Sunn- ara Prestadømi var annars fremst í røðini at halda prædikuna, men hann hev- ur borið seg undan, og tískil er heitt á Ingu Poulsen Dam, sum er næst røðini. Inga Poulsen Dam hevur verið prestur síðan 1994. Frá 1994 til 97 starvaðist hon í Suðurstreymoyar eystara prestadømi. Síðan var Inga eitt stutt tíðarskeið á Sandi, og frá 1. juli 2001 hevur hon verið prestur í Norðurstreymoyar Presta- dømi. Bispur vísir á, at vanlig mannagongd er , at um ein prestur ber seg undan, so er tað eykamaðurin, sum traðkar til. Hvalvíksprestur komandi ár Hans Jacob Joensen sigur, at komandi ár verður tað nýggi hvalvíkspresturin, Mogens Tilsted Christen- sen sum skal halda prædik- una. Verður eingin nýggjur prestur settur fram til 2005, so verður byrjað av nýggj- um. Elsti prestur í løtuni er Niels Pauli Danielsen, sum verður næst hvalvíkspresti at halda ólavsøkuprædik- una, um eingin nýggjur er settur til tað tíð. Inga Poulsen Dam heldur ólavsøkuprædikuna Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at verður upp- skotið hjá landsstýris- manninum í fiski- vinnumálum sam- tykt, so er vandi fyri, at gýtingarstovnurin hjá serliga toski kem- ur undir eitt lágmark, sum kann hava við sær, at hann fer at fáa trupulleikar at koma uppaftur. FISKIDAGATAL Páll Holm Johannesen Fiskirannsóknarstovan var ein av stovnunum, sum fyri góðum mánað síðan, mældi til at skerja fiskidagatalið, tí veiðutrýstið var ov stórt. Nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eftir ólav- søku fer at leggja fram upp- skot um, at varðveita sama fiskidagatal komandi fiski- ár, hevur Jacob Vestergaard sostatt valt at ganga til- mælinum hjá fiskirann- sóknarstovuni ímóti. Stjórin á fiskirannsókn- arstovuni, Hjalti í Jákups- stovu, heldur tað hevði verið skilabetri at skert fiskidagatalið, enn hildið fast um sama tal sum í hes- um fiskiári. – Um uppskotið verður samtykt, so er tað ikki nøkur katastrofa her og nú, men tað kemur at hava við sær, at sveiggini verða nógv størri á toskastovnin- um komandi árini, enn um, man valdi at skerja fiski- dagatalið komandi fiskiár, sigur Hjalti í Jákupsstovu. Stjórin á Fiskirannsókn- arstovuni vísir á, at vandi er nú fyri, at gýtingarstovurin serliga hjá toski kemur undir eitt lágmark, sum fer at hava við sær, at stovnin- um væl kann fáa trupulleik- ar at koma uppaftur. Hjalti sigur seg kortini ikki vita heilt nær lága markið er nátt, og tí kemur bara tíðin at vísa, hvørjar avleiðingar uppskotið hjá Jacob Vestergaard kemur at hava fyri stovnin, sigur Hjalti í Jákupsstovu at enda. Hóast ICES og før- oyskir fiskifrøðingar mæla til at skerja fiski- dagatalið, so mælir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kortini til sama fiski- dagatal sum í hesum fiskiárinum. FISKIDAGATAL Páll Holm Johannesen Eitt av málunum, ið var til umrøðu á landsstýrisfundi mikudagin, var spurningur- in um hvussu stórt fiski- dagatalið skal verða fyri- komandi fiskiár. Lands- stýrismaðurin í Fiskivinnu- málum, Jacob Vestergaard, sigur við Sosialin, at lands- stýrið fer at mæla til sama fiskidagatal sum í hesum fiskiárinum. Fiskifrøðingar meta veiðitrýstið verða ov stórt Uppskotið hjá Jacob Vest- ergaard gongur sostatt ímóti metingunum hjá bæði føroysku fiskifrøð- ingum og ICES, sum siga, at veiðitrýstið undir Føroyum er alt ov stórt. Fiskirannsóknarstovan mældi politikkarunum til í juni-mánað at skerja fiski- dagatalið eftir toski á land- grunninum og eftir hýsu og upsa undir Føroyum við 25 prosentum. Fiskirannsókn- arstovan metti, skerjingin av fiskidagatalinum skuldi gerast yvir tvey ella trý ár. Ein millumloysn Spurdur, um hví hann gongur tilmælunum frá ICES og føroysku fiski- frøðingunum ímóti, svarar Jacob Vestergaard, at hann eisini hevur tikið tilmælini hjá fiskidaganevndini og einum íslendskum serfrøð- ingi við í endaligu av- gerðina. Fiskidaganevndin mælir til sama fiskidagatal, með- an íslendski serfrøðingurin, sum Føroya Fiskimanna- felag, Meginfelag Útróðr- arfelag og Føroya Reiðara- felag hava ráðført seg við, heldur, at fiskidagatalið kann økjast. – Av øllum tilmælum, eg havi fingið, havi eg valt eina millumloysn, sigur Jacob Vestergaard. Um løgtingið hósdagin eftir ólavsøku fer at sam- tykkja uppskotið er ein onnur søga. Í fjør varð til- mælið hjá táverandi lands- stýrismanni í fiskivinnu- málum, Jørgen Niclasen broytt við 0,1 prosenti í løgtinginum. Fiskiárið byrjar 1.september. Bispur hevur nú kunngjørt, at Inga Poulsen Dam verður á síggja á prædikustólinum ólavsøkudag. Lík er sostatt til, at bæði Inga og Marjus koma at hava úr at gera á ólavsøku, tí sum kunnugt skal Marjus eisini vera við til tingsetuna Landsstýrið mælir til sama fiskidagatal Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, fer at leggja fram uppskot um at hava sama fiskidagatal komandi fiskiár. Hann gongur tískil ímóti tilmælunum hjá ICES og føroysku fiskifrøðingunum Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni: Skilabetri at skert fiskidagatalið NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 28. apríl andaðist gubbi 61 ára gamal. Lungnasjúkan, sum gubbi stríddist við, versnaði spakuliga tey seinastu árini. Páskadag bleiv hann innlagdur. Teir fyrstu dagarnar livdu vit øll í vónini um, at hann fór at fáa tað betur, men teir seinastu dagarnar gekk tað bara ein veg. Orsakað av sjúkuni valdi gubbi at gevast sum lærari, áðrenn hann fylti 60. Hann var lærari við stórum L. Hann gekk ótrúliga høgt upp í sítt arbeiði, og fylgdi næmingunum leingi eftir, at teir vóru lidnir við fólkaskúlan. Hann var ein strangur lærari, tað vil siga ein lærari, sum kravdi nakað av sínum næmingum, og hann kravdi at teir lurtaðu eftir. Men samstundis var gubbi eisini ein lærari við kenslum. Var tað endaliga úrslitið hjá einum næmingi ikki gott, tók gubbi sær tað ógvuliga nær. Gubbi hevði seyð í nógv ár. Hetta gingu mostur og gubbi høgt uppí, serliga tá lembingin nærkaðist. Tá var serligt eftirlit við hvørjari ær. Og ofta ringdu tey at fortelja, at nú var eitt lamb komið afturat. Tað stuttligasta við lombunum var, tá tey skuldu út á bøin. At síggja, hvussu tey tóku tey fyrstu fetini í skervinum uttan fyri seyðahúsini, tað stuttleikaðu við okkum øll við. Um sumrarnar hoyggjaðu mostir og gubbi tað, sum tey áttu av bøi. At sleppa við í bøin hesa tíðina dámdi serliga Magdalenu ógvuliga væl. Áðrenn farið var, gjørdi mostir drekka og mat klárt, og gubbi ornaði rívur, og tað sum har til hoyrdi. Útvarpið var eisini altíð við, tí báðum dámdu teimum væl at lurta eftir tónleiki. Sín kærleika til tónleika vísti gubbi ein av síðstu døgunum, hann var millum okkum. »Mítt føðiland« ljómaði í útvarpstólinum. Hetta er eitt av mongu løgunum, gubbi helt sera nógv av, og sjálvt um hann ikki var heilt klárur, so megnaði hann undrunarvert at syngja við. Gubbi og Solberg høvdu bát saman í fleiri ár. Teir vóru mangan á floti saman, og gubbi brúkti nógvar tímar at umvæla og snøgga um bátin. Orsakað av heilsuni seldu teir bátin fyri nøkrum árum síðani, men teir báðir vóru nógv saman líka til tað síðsta. Onkuntíð kundi man síggja teir fara ein túr á hvør sínum prutli. Eingin ivi um, at saknurin er stórur hjá Solberg, nú gubbi ikki er meira. Gubbi og mostir hava altíð verið góð við okkum. Frá tí degnum vit komu til verðina, hava tey verið sum okkara foreldur. Søgdu mamma og babba nei til okkurt, so fóru vit bara oman til mostur og gubba. Thomas og Andreas hava eisini altíð sagt luffomma og luffabbi við og um mostur og gubba. Mangar leygar- morgnar og sunnumorgnar plagdi gubbi at ringja suður at práta við teir. Teir sakna luffabba, og serliga Andreas er enn viðhvørt illur við Jesus pápa. Thomas var í feriu, tá gubbi doyði, og hann er ræðuliga ringur um, at hann ikki náddi at siga farvæl. Men teir hava fingið at vita, at teir gott kunnu práta við hann, tí hann hoyrir teir. Mostir, teir seinastu dagarnar á hospitalinum vísti gubbi týðuliga, hvussu góður hann var við teg. Sjálvt um hann óivað eisini hevur verið glaður fyri, at næstan øll familjan var um hann, so var tað alla tíðina tær hann spurdi eftir. Mostir, tú veitst, at vit eru her, og vit vilja altíð hjálpa tær! Vit vilja við hesum lýsa frið yvir minnið um kæra gubba okkara Jógvan Ólason. Magdalena, Jóhan og Súnfríð Kári Mouritsen 60 ár 24. juli fylti Kári K. Mou- ritsen í Havn 60 ár. Kári er sonur Giggu, f. Joensen, og Carl Mouritsen í Havn. Sum ungur spældi hann á tí dreingjaliðnum hjá B36, sum vórðu føroyameistarar í 1962. Hann er eisini kend- ur sum gittarspælari og sangari í Faroe Boys og Harkaliðnum. Hann koyrdi á bilstøðini Taxa í 60-un- um, áðrenn hann flutti til Danmarkar í 1967. Kári er útbúgvin prentmyndasmið- ur (kemigrafur), og hevði ymisk arbeiðir í Danmark, áðrenn hann flutti heim aftur til Føroya at búgva. Hann hevur koyrt sum bil- førari á bilstøðini Auto í Havn síðan 1988. Kári eigur sonin, Boga, og dóttr- ina, Katrin, sum búgva í Danmark. Dagurin 25. juli. Jákupsdagur. Dagurin verður hildin til minnis um tann ápostulin, sum verður róptur Jákup tann Eldri. Hann var sonur Sebedeusar og bróðir Jóhannesar. Hann var tann fyrsti av ápostlunum, sum varð tikin av døgum fyri trúgv sína (Ápostlasøgan 12, 1-2). Minningarorð um okkara kæra gubba Jógvan Ólason Petur Baldvinsson 60 ár Hósdagin 24. juli fylti Petur Baldvinsson í Havn 60 ár. Petur er havnarmaður við stóra H. Hann er sonur Emely Hansen, dóttir Ras- mus í Funningsstovu í Havn, og Sigmund Bald- vinsson, vanliga nevndur "Simbe", úr Klaksvík, bú- sitandi í Íslandi. Emely doyði í 2001, 76 ára gomul, og Sigmundur doyði í fjør, 86 ára gamal, í Íslandi. Petur lærdi til bakara í Køkubúðini, hjá Andreas Jacobsen í Havn, seinni fór hann til Íslands, har hann lærdi til kondittara. Tá hann kom aftur úr Íslandi, sigldi hann í nøkur ár, til hann fekk arbeið á baka- rínum hjá Frants Restorff í Havn. Hann hevur eisini ar- beitt á bakarínum hjá Gunnleivi. Seinnu árini hevur hann arbeitt hjá Tórs- havnar Kommunu sum vegmaður. Petur heldur við B36 og Manchester United, tá tað gongst hesum liðum væl, hevur Petur tað gott. Sum ungur spældi hann í álopinum hjá B36, bæði á dreingjaliðnum og í 1. deild. Hann mátti gevast, tá hann fekk eina skaða í knæið. Hann er framvegis ein av trúgvu áskoðarunum hjá B36 og fylgist eisini við liðinum til dystir úti um landið. Petur eigur trý børn, eina dóttir sum býr í Keyp- mannahavn og ein son og eina dóttir sum búgva í Havn. Seinnapartin í dag verður familjusamkoma fyri teim- um, sum eru ættað úr Túni á Toftum. Umleið 620 hava teknað seg til samkomuna, sum verður í ítróttarhøllini á Skála. Tað verður lagt fyri klokkan 17, og tey ætla at runda av onkra staðni mill- um klokkan tíggju og ell- ivu. Tað eru eftirkomararnir hjá Yngra Hanusi, sum var føddur í 1817, og Jóhonnu, sum var fødd í 1822, ið fara at hittast. Tey bæði giftust inn í Túna húsini, og tey fingu níggju børn. Hanus, sum var elstur, doyði heilt ungur, og so vóru tey Thomas Elias, Súsanna Catrina, Jógvan, Anna Maria, Justinus, Jó- hanna, Hanus og Johan. Seks av eftirkomarunum hjá hesum standa sum inn- bjóðarar til samkomuna, sum verður í dag. Tey eru Jóannes Rubeksen, sum er eftirkomari hjá Thomas Eliasi, Elinborg Solmunde, sum er eftirkomari hjá Onnu Mariu, Josefina Ja- cobsen, sum er eftirkomari hjá Justinusi, Flóvin Jacob- sen, sum er eftirkomari hjá Jóhonnu, Jovina Højgaard, sum er efirkomari hjá Han- usi, og Emil Hansen, sum er eftirkomari hjá Johan. Josefina Jacobsen sigur, at eini tjúgu fólk eru komin úr Noregi til samkomuna, og úr Íslandi er eitt par komið. Eitt sindur misjavnt er tað, hvussu stór undir- tøkan hevur verið millum ymsu greinarnar av familj- uni, men eftirkomarar hjá øllum átta børnunum, sum bóru ættina víðari, vera við. Elsti luttakarin er 93 ára gamal. Í sambandi við samkom- una í dag hava Torleif Han- sen og Josefina Jacobsen savnað tilfar um familjuna, sum luttakararnir fáa í ein- um hefti. Her verður greitt frá familjuni fram til ferm- iningaliðið ella til oldur- ommu og oldurabba børn- ini hjá Jóhonnu og Hanusi. Lagt verður fyri við at syngja Nú leiti eg til tína náði, sum er sálmurin, ið ofta varð sungin, tá ið teir fóru til útróðrar. Yngri Hanus fórst saman við son- inum Thomas Eliasi og trimum øðrum, tá ið Túna báturin Duen gekk burtur stóra skaðadagin 30. apríl 1870. Í Keraldinum nr. 6 í 2001, greiðir Torleif Han- sen frá um Túna familjuna, og har sigur hann, at eftir skaðadagin 30. apríl í 1870 sótu tríggjar einkjur í Túni: mamma Hanus, Súsanna, sum var 84 ára gomul, kona hansara, Johanna, sum var 47 ára gomul, og Julia, sonarkonan, sum var 21 ára gomul. Ætlanin er, at samkoman við tøgn skal minnast teir og tey, sum eru farin. Umframt frágreiðingar um ætt og søgur um Túna húsini og ættfólkini, so verður sangur og tónleikur á skránni, sum fer at verða framført av eftirkomarum. Ein sangur er yrktur júst til hetta høvið, og ein sangur, sum Adolf Hansen, sáli, yrkti, tá ið partar av familj- uni vóru saman í 1988, verður eisini sungin. Ein steðgur verður so- leiðis at tað fer at bera til hjá fólki at heilsa upp á og tosa saman. Tað ber eisini til at møta, áðrenn sjálv samkoman byrjar, og tað fer at bera til at steðga á eina løtu, eftir at samkom- an verður liðug. Gamlar og áhugaverdar myndir vera at síggja, og tað verður skipað fyri upp- tøku, bæði video ella dvd og myndum. Túna samkoma fyri 620 fólkum Josefina Jacobsen er ein av teimum, sum er við til at fyrireika Túna samkomuna, sum verður í dag C M Y K 9 8