Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-02-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. februar 1995síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 40 — 25. FEBRUAR 1995 fíðindablaðið AI" 19 Hetlendingar og orknoyingar Vilja ganga egnar leiðir Fólk í Hetlandi og á Orknoyggjum vilja vissa sær, at teirra rødd verður hoyrd, um rok verður á politiska leikpallinum í Skotlandi Aberdeen 24. februar 1995 »Lidin eru bert fimmhundr- að ár síðani hesir báðir oyggjabólkar vóru settir í veð fyri heimafylgju og tí skil komu undir Skotland«, sigur Hugh Halcro-John son, stjóri fyri oyggjastýr- inum á Orknoyggjum Hann sigur eisini, at um fólk í Skotlandi kunnu sleppa undan trýhundrað ára gamla enska stýrinum, so eiga oyggjabúgvarnir fyri norð- an at fáa rættin at velja, hvert teir, eins og víking- amir, skulu ráða sær sjålv- um Tad er ikki cins lætt hjå núverandi oyggjabúgvun- um at fara í hernað, sum tað var tá víkingarnir ráddu fyri borgum, men stríðið heldur fram og hevur nú fingið ein politiskan dám. Nógv fólk í Hetlandi og á Orknoyggjum kenna seg sum norðbúgvar og tiskil taka tey í hesum døgum saman hendur at krevja eina fólkaatkvøðu, skuldi borið so á, at Skot- land fær sítt egna ung. Nógv hevur í seinastuni verið tosað um at endur- stovna skotska tingið, tó so, at veruliga valdsdepilin framvegis kemur at liggja hjá bretska tinginum í Westminster. Knappliga er henda ætlan hótt, ti stór mongd av teirri olju, ið fær fíggjarligu hjólin: í Edin- burgh og London at mala runt, kemur úr havinum kring Hetland og Orkn- oyggjar. Søgulig viðurskifti stóran leiklut Sum ikki einaferð, so hava søgulig viðurskifti stóran leiklut í politiskum málum. Hugh Halcro-John- son sigur >Millum annað, so hava skotar og bretar havt ræðið á Hetlandi og Orknoyggjum eins leingi og víkingar høvdu ræðið í sínari tíð og ti verður munurin ikki tann stóri, um harraboð kanska fara at koma úr Edinburgh um nøkur ár.< Jimmy Smith, varastjóri í oyggjaráðnum í Hetlandi tekur soleiðis til um stød una: »Eg dugi ikki at síggja, at ein bólkur av 'Red Clyde- siders' fara at húsast við betri skilið enn nakrir ' Hoo- ray Henries' úr London.< Her verður sipað ul åvika- vist Labour meirilutan í Miðskotlandi og til konser- vativa flokkin í Onglandi. Ikki skal lítast langt aftur um bak at finna fram ul aðr- ar søguligar hendingar, ið Hugh Halcro-Johnson um- talar omanfyri. Seinast í sjeytiårunum var um repp- ið, at táverandi Labour- stjórnin fekk sett á stovn eitt skotskt ting. Hetta fall sam- an vid at olja varð funnin kring oyggjarnar og liberali tinglimunn Jo Grimond legði fram eitt broyungar- uppskot, ið innibar at sjálvsavgerðarrætturin hjá Hetlandi og Orknoyggjum skuldi viðurkennast. Men gakk, tá konservativi flokk- urin við Margaret Thatcher kom til valdið í 1979, vóru hesar ætlanir skúgvaðar til viks Broytingaruppskotið aftur undan kavi Tá kjakast varð um heimastýri í sjeytiårunum, varð nógv tosað um at ráð- fara seg við fólkið, áðrenn vald var givið Skotlandi Tískil er broytingarupp- skotið hjá Jo Grimond nú komið undan kavi aftur. Halcro-Johnson við- gongur, at í løtuni er ikki greitt, hvat oyggjastyrini bæði skulu rådføra seg við oyggjabúgvarnar um, men vónir hansara er púra greið- ar: > Vit skulu sleppa at velja hvort vit vilja vera partur av einum skotskum heima- stýri; hvert vit vilja halda fast við verandi skipan — so at oyggjarnar vera stýrdar beinleiðis úr Westminster - ella um vit skulu hava ser- ligan oyggjastatus, eins og aðrir oyggjabólkar hava. « Samanbera við Feroyar Einamest verður saman- borið við Føroyar í hesum máli. Ein sendinevnd úr Hetlandi vitjaði í Føroyum tidliga í sekstiårunum at kanna, hvat heimastýri hev- ur at siga fyri eitt líuð oyggjasamfelag, og tá vóru nógvar góðar avleiðingar at vísa á. Ólíka verri er statt, nú tað tykist sum um føroyska bankavinnan er slept á fjall av donsku eigarunum og politiski myndugleikin í Føroyum hevur fingið rokn ingina við tf årshud, at bert tofur standa eftir, har før- oyski búskapurin átti at staðið »Orsøkin til, at kjak hevur tikið seg upp um sjálvræðið ul nordastu oyggjarnar í Bretlandi er, at konservativi flokkurin ikki veit hvørjum beinið hann skal standa á og at møguleiki er fyri grund- lógarbroyting undir eimi komandi Labourstjórn<, sigur Jimmy Smith. Ein fylking, ið nevnist Scottish Constitutional Convention, hevur f åvisan mun vidging- ið, at støda oyggjanna er nóg mikið scrstøk, at loyva serskilda = umhugsan í grundlógarmálum. Trýst hevur verið lagt á hesa fylk- ing og í minsta lagið er munnligt lyft givið um, at Hetland og Orknoyggjar fáa sínar umboðsmenn í einum møguligum skotskum ungi. >Vónin um broyting er kveikt á oyggjunum«, sigur Jimmy Smith, »Men eg veit ikki enn at siga, um fólk tora at vænta nakað.< Serstakan leiklut í bretska ríkinum Oyggjarnar hava í 20 ár notið ein serstakan leiklut innan bretska ríkið. Tá um- fatandi broytingar fóru fram innan kommunustyrini í sjeytiårunum, sluppu oyggjamar undan at vera lagdar saman við skotskari kommunu. Ístaðin fingu Hetland og Orknoyggjar, eins og Hebridurnar, hvor sítt oyggjastyri. Seinastu árini hava alsamt fleiri avgerðir, ið hava stór- an týdning fyri Hetland og Orknoyggjar, verið uknar í Edinburgh. Millum annað kann nevnast ein skerjing upp á 40 miljónir krónur í stuðulinum tl ferjusam- band, ið er sera týdningar- mikil fyri oyggjasamfeløg- ini. Tað er sera freistandi fyri fólk í Hetlandi og Orkn- oyggjum at hugsa um nýggju oljuøkini vestanfyri Myndin sýnir Sandwick nakað sunnanfyri Lerwick. Hetland líkist so nógv Føroyum at vidhvørt ivast ein hvar ein er stadd ur. Hendan myndin kundi eins væl verið tikin í Føroyum. Mynd: Jústinus Eidesgaard Shetland Counsil, Hetlandsrådid, 1993. Her situr tåver- andi formadurin Edward Thomson og greidir føroyskum gestum frá virki ráðsins. Í ráðnum eru 25 limir, sum allir umboða ymisk øki í Hetlandi. Ráðið eigur, saman við ráð- num í Orkney- oyggjunum, ein lím í parlametinum í Lon- don. Hann eitur Jom Wallace. Mynd: Jústinus Eidesgaard sum ein íblástur í búskap teirra, men alsamt tykist meiri sannlíkt, at oljan vest- an úr havi als ikki fer at geva nakað av sær tiloyggjabólk- arnar báðar. Hetta vegna stóru framstigini innan flót- andi — framleidsluskipanir seinastu árini, ið allarhelst fara at pumpa oljuna bein- leiðis í tangaskip. Hvat fer at henda næstu árini er ilt at gita um, men nógv velst um hvert Labour flokkurin fær meiriluta til næsta parlamentsval. Ein- ans tá fæst at vita, um nakað hald er í lyftunum um eitt skotskt ting og sum so ofta áður er langt millum lyfti og gerð Klaksvíkingar kunnu í kvøld kl. 19 seta seg aft- urá í Sjónleikarhúsinum í Klaksvík og flenna ein sunnan látur, tí tá verður føstulåvintsteti. - Vit hava fyrireika alt møguligt skemt, ið vit fara at framføra bæði í sangum og skeisjum, sigur Jan Gardar, ið er ein av fyrireikarunum. - Talan verdur bædi um lokalt tilfar og so- vorðið, ið er meira um- fatandi. Føstulåvints- teiti i Klaksvik TILALLAR ' BATAEIGARAR SERA BILIG SMYRJIOLJA TEXACO 15/40 BERT KR. 29, -/nr. % Tlf. 10247 * Einir fimtan leikarar eru vid f føstulåvintsteit- inum, ið eftir ætlan bert verður framført hesa einu ferðina. Men um undirtøkan verður góð, er ikki vist, at tey fara at strekkja seg til at fara á pallinum meira enn bert í kvold. Innihaldið í teitinum er rættiliga líkt ti, ið plagar at vera við í tí sera væl umtókta nordoyastevnu- teitinum hj.