fríggjadagur 25. juli 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 139 - 25. juli 2003
Nr. 139 - 25. juli 2003
11
Eitt er at vera moralskur. Eitt annað er at vera dupult-
moralskur. Føroyingar hava sum heild ein góðan moral,
sum botnar í góðari siðvenju og kristiligum støði. Men
harafturat eru føroyingar dupult-moraskir, verður vanliga
sagt. Ja, heimsmeistarar í dupultmorali, siga summi.
Eitt dømi um dupult-moral føroyinga kom aftur til sjóndar
nú um dagarnar. Í síðstu viku kunnaðu tveir studenta-
skúlalærarar um ein hvann-snaps, sum teir hava arbeitt við
í fleiri ár. Tey, sum hava roynt henda snapsin, lata væl at
honum. Hann hevur ein góðan og rundan smakk.
Men teir báðir, Jógvan Dahl og Finnur Lútzen, hava ikki
lov at gera snapsin. Teir hava søkt áður, og teir hava søkt
aftur nú, men Vinnumálaráðið hevur vent tummilin niður
eftir. Teir fáa ikki loyvi at gera snapsin, og tað merkir, at
føroyingar kunnu hvørki drekka ella bjóða ein føroyskan
snaps.
Í grundini er slettis ikki talan um nakra grundframleiðslu.
Tað, Jógvan og Finnur hava søkt um, er at sleppa at
innflyta ráevni, reint spritt, og síðani lata hvonn ella onnur
evni "trekkja" í sprittinum. Úr hesum fáa vit so hvann-
snapsin.
Og hetta er ikki annað, enn tað sum nógv gera. Fólk keypa
okkurt snapsaslag, sum ikki er so herskið, t.d. Brøndum,
og lata kryddurtir av ymsum slag trekkja í snapsinum eina
viku ella tvær, og so fært tú ein snaps, ella ein "bitter",
sum tær líkar.
Alt hetta kunnu vit innflyta og keypa. Ja, Rúsdrekkasøla
Landsins selir 100.000 tals litrar av vodka, snapsi, gin,
whisky, konjakki, likøri, víni o.s.fr. um árið - ikki minst í
hesum døgum - men vit kunnu ikki sjálvi gera ella framala
ein føroyskan snaps, so vit høvdu okkurt føroyskt at
bjóða.
Tað sama var við ølinum. Vi kundu "bestilla" danskt og
annað útlendskt øl, men vit kundu ikki bryggja førosykt
øl, fyrrenn lóggávan varð broytt í 1980, tá Føroya Bjór og
Restorffs Bryggjarí fingu lov at bryggja føroyskt øl. Í dag
er tað ein sjálvfylgja, men áðrenn lóggávan varð broytt,
hoyrdust nógvar dómadagsprædikur.
Tá var alt í lagi, at vit "bestiltu" øll, men ikki at vit bryggj-
aðu. Ídag er alt í lagi, at vit keypa útlendskt brennivín,
men vit skulu bara ikki gera tað sjálvi! Hetta er dupult-
moralur í besta føroyska stílinum! Ja, eitt tjóðareyðkenni,
ja, samleiki føroyinga.
Tá eru grannarnir fyri vestan frægari. Íslendingar gera
fleiri søg av brennivíni og kendast man "Svartideyði" -
Brennivín - vera, og ikki er teir føroyingar fáir, sum í
hesum døgum keypa sær eina fløsku av "Svartadeyða", nú
vit fara at halda tjóðarhátíð okkara og minnast deyða Ólav
Heilaga.
Skoytast skal uppí, at hóast alt var tað áhugavert at síggja
Dimmaætting ígjár, sum hevur skatta dýpið millum
løgtingslimirnar. Kanningin vísir, at ein meiriluti vendir
dupultmoralinum bakið, og heldur, at tað skal vera lov at
gera ein føroyskan snaps. So kanska kunnu vit skeinkja
ein føroyskan snaps á ólavsøku næsta ár!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Dupultmoralur í góðum
føroyskum stíli
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hans Birgir Hansen
Upplýsing: Endamál okk-
ara er at virka fyri um-
hvørvisligum og nærdemo-
kratiskum politikki við at
seta fólk í uppskoti til Før-
oya Løgting!
Vistfrøði og umhvørvi
Tey grønu vilja steðga teirri
vaksandi dálkingini og eitr-
anini av matvørum og um-
hvørvi. Hetta skal gerast
við munagóðum forboði
móti dálking og eitran av
umhvørvinum og í fram-
haldi við einum fíggjar-
politikki, ið virkar soleiðis,
at tað lønar seg at vera um-
hvørvisvinarlig og halda
fast um vistfrøðiligu javn-
vágina í náttúruni.
Tey grønu vilja virka fyri
einum samfelag, ið bjóðar
lívsvirði fram um verandi
samfelagsins miðsavnan av
støðugum
matriellum
vøkstri og støðugt vaksandi
nýtslu. Vit eru ikki ímóti
tøkniligum framburði, men
skal trivnaðurin hjá menn-
iskjum ikki gerast gjald fyri
hendan.
Spjaðing og fólkavald
Tey grønu ganga ímóti
miðsavnan av valdi innan
framleiðsluna. Vit vilja
spjaða framleiðsluna, so at
sjálvbjargni verður um
landið. Vit ganga inn fyri
demokratiið, innanfyri fyri-
tøkur, t.d. samtøkur og
fyritøkur har starvsfólki
eigur part, men ganga ímóti
fíggjarligum »demokratii«,
ið verður stýrt av óviðkom-
andi leiðslum ella grunn-
um.
Tey grønu ynskja at
vaksandi skrivstovuveldið
og miðsavnaða stýringin,
við valdsdeplum og ser-
frøðingarveldið,
verður
broytt til eitt spjatt nær-
demokrati. Vit hava yvirlit
yvir, at avgerðir verða, í
størsta mun, tiknar á stað-
num. Málini viðvíkja, t.d. tí
kunnu vit ikki taka undir
við EEC, soleiðis sum tað
er skipað í løtuni.
Tey grønu ynkja, at hvørt
menniskja, í mesta mun,
umsitur tilveru sína. Vit
standa fyri frælsi, einans
avmarkað av frælsisrætti
annara. Tískil ynskja vit
heldur ikki at áleggja
øðrum menniskjum eina
samfelagsskipan, ið gongur
ímóti ynskjum teirra.
Sosial trygd
Tey grønu virka fyri, at øll-
um verður tryggja líkinda
góðir livimøguleikar, tað
snýr seg um bústað, heilsu,
útbúgving og arbeiði. Men
verandi almannaveldið er
skrivstovuveldið, fløkt og
serstakliga kostnaðarmikið
at umsita. Almannaskipan-
in eigur tískil at verða
skamtað soleiðis, at ein og
hvør, ið av eini ella aðrari
orsøk er vorðin arbeiðs-
leysur, verður trygjaður
eina skattafría minstuløn.
Hendan minstalønin eigur
annars, í mest møguligan
mun at vera tillutað øllum
borgarum. Hendan minstu-
lønin skal kunna lívbjarga
einum menniskja, men skal
tó vera møguleiki hansara,
ið ynskir so, at vaksa um
livifót sín við at átaka sær
starv.
PRESSEMEDDELELSE
P. Skovgaard
oberstløjtnant
Presseofficer
• Forsvarschefen besøger
Færøernes Kommando
den 25. - 27. juli 2003.
• Formålet hermed er at
aflægge
tjenestesteds-
besøg, der vil være gene-
ral Helsøs første besøg
på Færøerne som for-
svarschef.
• Ud over at besigtige in-
stallationerne i Mjørka-
dal og på Sornfelli, er der
planlagt sejlads med in-
spektionsskibet
Hvid-
bjørnen.
• Forsvarschefens program
omfatter besøg i Kirkju-
bøur og på Loran-station-
en ved Eiðe, samt - hvis
vejret tillader - på Myki-
nes.
• General Helsø er 55 år og
har gjort tjeneste i For-
svaret siden 1968. Han
tiltrådte i 2002 stillingen
som forsvarschef, der er
Forsvarsministerens mili-
tære rådgiver, med an-
svar for Forsvarets orga-
nisation, uddannelse og
anvendelse.
Forsvars-
chefen er ansvarlig for
ca. 93% af forsvarsbud-
gettet, som er på ca. 18
mia. kr.
• Forsvarschefen og hans
ledsagere fortsætter til
Grønland efter besøget
på Færøerne.
Verjuovastin á vitjan
Tey grønu í Føroyum
TÍÐINDASKRIV
Sunnudagin 27. juli: Opið
kl. 14 – 18 .
Fernisering 15 – 17 við
tveimum listafólkum, Niels
Salmony, 59 ár, úr Trongis-
vági, sjálvlærdur, hevur
oljumálningar í stovuni og
norðmaðurin Bjørn Ler-
berg, sum er útbúgvin inn-
an listsøgu, hevur kalt glas,
raku og pit-fire á 1. hædd.
Hansara tema eru: fuglur,
fjøll og fiskur.
Føroyahúsið
bjóðar
sneisabitar og vín. Eisini
verður tónleikur.
Mánadagin 28.juli, Ólav-
søkuaftan: Opið kl. 14–01.
Kl. 14–21: Matsøla við
føroyskum viðskera, ný-
bakaðum
pannikøkum,
vaflum o.a.
Kl. 15–17.30 Vit lýða á
kappróðrarsendingina o.a.
Kl. 18: Ólavsøkan sett og
felagssangur. Virgar Dals-
gaard heldur røðuna
Kl. 20.30–01: Kafékvøld
og dansur. Ian Onghamar
og Lítli Jóhan, Jóhan
Danielsen spæla til kafé-
kvøldið og dansin. Eisini
verður farið upp á gólv.
Týsdagin 29.juli, Ólav-
søkudag: Opið kl. 14–23.
Kl. 17.00 Ólavsøkuguds-
tænasta
í
Elaskirkjuni.
Bergur Jacobsen prædikar
Kl. 18–20: Ólavsøku-
buffet:
Leskiligt
sjálv-
tøkuborð við fleiri rættum,
saltum og øðrum + kaffi og
smákøkur fyri 100 kr.
Kl. 20–23: Hugnakvøld
við felagssangi, tónleiki.
Páll Sólstein spælir klaver
og Bergur Jacobsen spælir
klarinett. Martin Fjallstein
heldur „midnáttarrøðuna"
uml. Kl. 21.30
Øll eru vælkomin og øll-
um ynskja vit góða ólav-
søku!!!
Ólavsøkan í Føroyahúsinum
Kjartan Stakksund
Nú tað aftur stundar til
ólavsøku, eru vit mong sum
leggja leiðina til Havnar
fyri at halda ólavsøku, og
sum øllum kunnugt, er tað
ymiskt, sum ólavsøkan
verður hildin. Men øll vita
vit, hví vit halda hesa tjóð-
arhátíð. Ólavur hin heilagi,
sum fall á Stiklastøðum hin
29. juli ár 1030, bert tríati-
fimm ára gamal, hevjaði
krossmerkið hátt okkara
millum. Tí eigur ólavsøkan
at verða hildin við spekt og
sóma, og við virðing fyri tí
sum heilagt er.
Sum áður nomið við, er
tað ógvuliga ymiskt, hvat
vit leggja mest dent á undir
ólavsøkuhaldinum.
Hjá
mongum í landið okkara er
tað ítrótturin, sum fær eitt
sera stórt pláss í lívinum,
og er tað eisini ítrótturin
sum í ólavsøkuskránni hev-
ur rúmar ræsir. Tað er ógvu-
liga vakurt at síggja ein
stóran part av okkara
ítróttarungdómi koma í
stórari skrúðgongu og í sín-
um litføgru eyðkennisbún-
um, inn á tinghúsvøllin, har
tey standa við spekt og
sóma og lýða á tá ólavsøk-
an verður sett. Spenningur-
in er stórur ímillum tey, nú
tey standa fyri stórum
avbjóðingum. Tí er tað sera
umráðandi at íðka ítrótt við
røttum ítróttaranda.
Guds orðs boðan
Sum mangar ferðir nevnt
áður,
so
kemur
nógv
fremmandafólk at vitja
oyggjar okkara á sumri, og
mong av hesum fremm-
andafólkum vilja uppliva
ólavsøkuhald okkara. Tí er
tað ógvuliga umráðandi, at
vit, sum eru við til ólav-
søkuhaldi, vísa spekt og
sóma og eisini hava virðing
fyri tí sum heilagt er. Á hesi
stóru tjóðarstevnu okkara
er tíðanbetur Guds orð ein
fastur táttur í ólavsøku-
skránni báðar dagarnar.
Latum okkum takka Gudi
fyri, at tað eru menniskju
sum vilja, eins og Ólavur
hin heilagi, hevja kross-
merki hátt millum fólk okk-
ara, eisini á hesi stóru
stevnu. Tað er tí umráðandi
at vit, sum eiga Jesus í
hjørtum okkara, sameint
biðja Gud um hansara ríku
signing yvir gudstænastum
og møtum hesar dagar, so-
leiðis at Heilagi Andin fær
loyvið at tala til okkara fólk
undir Guds orðs boðan
bæði innan- og uttandura.
Ólavsøkumorgun uppliva
vit at síggja skrúðgongu úr
tinghúsinum og oman í
dómkirkjuna
(Havnar
kirkju). Hetta ber okkum
prógv um, at hann, sum
øllum valdar, vil sigan fólk
okkar, bæði gerandis og
heilagt. Hetta, at teir polit-
isku myndugleikarnir sam-
an við kirkjuligu myndug-
leikunum, fara úr tinghús-
inum og saman traðka
kirkjugøtuna, ber okkum
boð um at kristindómurin
hevur djúpar røtur í fólki
okkara. Men hóast tað, so
er og verður tað altíð ein
persónlig avgerð ímillum
Gud og tað einstaka menn-
iskja. Vit mega í øllum
førum taka eina persónliga
avgerð yvirfyri lagnu okk-
ara í ævinleikanum; annað-
hvørt eru vit frelst ella liva
vit burtur frá Gudi og mega
glatast í allar ævir. Tá lívið
her er at enda komið, er
náðitíðin farin og allur
møguleiki fyri frelsu er
farin; men Gud fái lov og
tøkk fyri, at enn í dag
stendur náðihurðin opin
fyri einum og hvørjum,
sum vil koma til Guds
ígjøgnum Jesu fullgjørda
verk á Golgata. Eisini ger
hesin møguleiki seg gald-
andi á ólavsøku, við tað, at
tað eru menniskju, sum eru
Guds kallið lýðin og vilja
bera hendan glaða boðskap
út á ólavsøku, bæði innan-
og uttandura. Gud signi ein
og hvønn til at steðga á og
lýða á tað, sum Harrans
vitnir hava at bera fram um
Guds kærleika við Jesusi
Kristi, eisini hesa ólavsøku.
Eg vil hervið enda við
einum ólavsøkusangi, sum
eg havi yrkt til ólavsøkuna
2003. Góða ólavsøku øll
somul.
1. Vit á ólavsøku koma saman,
hitta kenningar og vinir við;
møtast vit í álvara og gaman,
menna vilja góðan gamlan sið.
Tað er okkum øllum mikil gleði,
at vit saman hugna okkum her;
Gud alvaldi gevur okkum megi,
:,: so tað spekt og sóma við sær ber. :,:
2. Merkið veittrar hátt á Áarvegnum,
ber oss boð um ólavsøku her;
Ólavur, hann fall á hesum degnum,
heiti halgimenni hann jú ber.
Latum okkum aldri navn hans gloyma,
tí hann krossin hevja vildi hátt;
navn hans vilja vit í hjarta goyma,
:,: tí hann vildi semju, vildi sátt. :,:
3. Ólavsøkan er vár tjóðarstevna,
ung og gomul ganga lið um lið;
eftir Áarvegnum, sum vit nevna,
mong sum vit her vilja kennast við;
spáka sær ein túr í Havnar býi,
vilja njóta lívið her og nú,
gloyma alt tað tunga strev og stríði,
:,: byggja millum ættir várar brú. :,:
4. Ólavsøkuaftan er tann dagur,
tá ið ólavsøkan verður sett;
mangur maður er tá sera glaður,
og um veðurvánir verður mett.
Kappróður og annað er á skránni,
sum jú hoyrir hesi stevnu til;
misjøvn eru líkindir á vágni,
:,: tað má verða sum tað verða vil. :,:
5. Eitt vit ongantíð her mega gloyma,
at Guds orð, tað hevur allan mátt;
latum okkum tí í hjarta goyma,
alt sum orð Guds ber oss inn um gátt.
Frelsutilboð gott her til oss ljóðar,
Jesus elskar okkum stór og smá;
syndarum hann fyrigeving bjóðar,
:,: frið í hjarta kunnu vit her fá. :,:
Ólavsøkan – tjóðarhátíð okkara
Ólavsøkusangur
Lag: Føroyingar, sum her nú koma saman
Føroysku kvæðaløg-
ini koma nú út í bók.
Á samkomu í Norður-
landahúsinum í kvøld
verður bók við
kvæðaløgunum løgd
fram
BÓKAÚTGÁVA
Nú koma eisini kvæðaløg
okkara út í bók, eins og vit
í áravís hava havt sjálv
kvæðini á prenti.
Tað er Marianna Klau-
sen, sum hevur savnað før-
oysku kvæðaløgini í eina
stóra bók. Ikki færri enn
735 síður við nótum.
Tróndur Patursson hevur
prýtt permuna, og forlagið
Stiðin gevur út.
Tað eru fimm ár síðan,
Marianna Klausen fór undir
at savna føroysku kvæða-
løgini. Hon hevur brúkt
upptøkur, sum hon hevur
fingið frá Útvarpi Føroya,
Sjónvarpi Føroya, Fróð-
skaparsetrinum, privatfólki
og eini rúgvu av øðrum
keldum.
Tapð
er
stórarbeiði,
Marianna
Klausen
nú
leggur úr hondum. Yvir
2.000 upptøkur hevur hon
funnið fram, og varð hvør
einasta av hesum skrivað
niður við hond, áðrenn
farið varð undir at finna
fram til, hvørjar vóru so
líkar, at ikki var neyðugt at
taka allar við í bókina.
Útgevararnir vænta, at
hendan útgávan kann vera
við til at økja áhugan fyri
føroyska dansinum. Tí nú
ber til eisini at læra seg
løgini eftir bók. Alt fleiri
føroyingar duga at lesa
nótar, og soleiðis kunnu teir
eisini brúka hesi løgini.
Samkoman í Norður-
landahúsinum, har bókin
verður løgd fram verður í
kvøld klokkan 19.30.
ej
Stígum fast eftir nótum
C
M
Y
K
11
10