Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-02-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. februar 1995síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 41 — 28. FEBRUAR 1995 tíðindablaðið - Leivur Michelsen, roknskaparleiðari á Fiskavirking: Nokur fá stór virki - var einki Fiskavirking 4 -Var einki Fiskavirking, so hevði stóðan verið nógv verri, hvat tali á fiskavirkjum viðvíkur. Tá høvdu pengarnir verið avgerandi, og vit høvdu fingið nókur heilt få og stór virki sigur Leivur Michelsen, roknskaparleiðari í Fiskavirking. Hann heldur orðaskiftið um Fiskavirking er komið í fullkomiliga skeiva legu. -Eingin gevur sær í veru- leikanum fær um, hvat hevði hent, um Fiskavirk- ing ikki var til. Tá høvdu vit helst fingið nakrar fáar heilt stórar eindir. Eitt virki hevði verið í Suðuroynni, eitt í Havn, eitt á Skála- fjørdinum, eitt í Fuglafirði og eitt í Klaskvík ella tilsamans fimm virki. Í dag hevur Fiskavirking opin 8 virki og talan er um at lata upp tvey aftrat í Skopun og í Vági. Síðani verða onnur virki longu leigað út, eitt nú virkið í Lorvík og tað í Sørvågi. Og í Fuglafirði verður eisini tosað um at lata upp aftur Haarfrost, so sum stødan er í dag, har eisini Kósavirkið, Norberg, Vaðhorn, Fiskavirkið í Gøtu arbeiða fisk, kann ein ikki siga, at stødan er so heilt burturvið sigur Leivur Michelsen, sum sjálvur hevur drúgvar royndir í føroyskum fiskiidnadi. Hann var í fleiri år rokn- skaparleiðari á Bacalao. Eisini hevur hann í fleiri ár verið formaður í Ráfiska- keyparafelagnum. Leivur Michelsen er fullkomiliga samdur við Bjarta Mohr stjóra í Fiska- virking um — Grættvisu vidferdina, ið Fiskavirking hevur fingið. -Eg haldi ikki, at okkara starvsfólk hava hetta uppiborið. Herferðin er fann at merkjast. Ikki øll klára tað nógva trystid og Hesin russarin er bert ein av mongum, sum fer at koma við russarafiski í ár. Mynd kalmar leypa tí frá. Russarafiskurin Leivur Michelsen spyr, hvi eingin tekur fram sera væleydnadu framleidsluna år russarafiski. -Teir koma at tvifalda nøgdinaav russarafiski í år í mun ul í fjør upp á til- samans 12000 tons. Hesin fiskurin gevur nógv fleiri arbeidstimar enn annar fiskur, og tað sigur ikki so líuið um tydningin av russarafiskinum, at hann í 2 rr Leivur Michelsen, roknskaparstjøri å Fiskavirking er ikki i Var einki Fiskavirking hevði stóðan verið nógvar ferðir verri. Tá vóru nógv fleiri virki afturlatin enn í dag Mynd kalmar tva løtuni gevur eins nógvar arbeiðstímar og upsin undan Føroyum. Leivur Michelesen vísir á, at var einki Fiskavirking, so varð heldur eingin russarafiskur her um leiðir. Hann sigur, at teir hava lagt sera nógv arbeiði í at menna hesa framleiðsluna. Og heldur fyri, at er hugaligt at hyggja eftir hagtølunum, sum vísa, hvussu stóran part av —lønanitgjaldingunum hesin fiskurin stendur fyri í dag. Stjórin í Fiskavirking lítið álit á lyftunum frá Óla og Ingeborg: Oli og Ingeborg null nýggj arbeidsplåss -Tey klára ikki at liva upp til tað tey hava lovað. Í besta føri megna tey at flyta runt upp á trupulleikarnar. Nýggj arbeiðspláss geva føgru orð teirra ikki. Hetta er dómurin, sum stjórin í Fiskavirking fellur yvir lyftini frá leiðsluni í Verkamannafylkingini. -Vit á Fiskavirking hava roynt alt tað vit kunnu at skaffa nýggj arbeiðspláss, og hevur hetta eisim eydnast hampuliga. Eitt nú gevur russarafiskurin nógv arbeiði. Hetta fáa vit bert ótekk afturfyri, eitt nú frá politikarunum Ødrvisi er vid teimum politikarum, sum fóru til val upp á at skaffa nýggj ar beiðspláss, og sum nú leggja efur Fiskavirking Hesir poliukarnir hava einki nýtt arbeiðspláss útvegað Hetta sigur Bjarti Mohr, stjóri í Fiskavirking og hesi orðini eru adresserað til tey bæði oddafólkini í Verka mannafylkingini, Ingeborg Vinther og Ola Jacobsen -Hetta hevur verið einki annað enn snakk og aftur snakk. Tað vísir seg, at tey, sum tosa mest, tey gera minst. Oli Jacobsen, lands- stýrismaður hevur í veru leikanum lovað nakað, sum hann als ikki kann halda Hann hevur givið fólkið vónir um, at tað fær at eydnast honum at útvega nógv nýggj arbeiðspláss, men vit síggja, at einki hald er í hesum sigur Bjarti Mohr, sum leggur aftrat, at hann hevur heldur einki álit á, at tað í heila takið fara at koma nýggj arbeiðspláss í kjalarvørnnum á mongu politisku úttalilsunum hjá Ola Jacobsen og Ingeborg Vinther Í besta føn kunnu tey klára at flyta runt upp á trupulleikarnar tvs. at flyta teir úr einum stað í eitt annað jan -Eg beri ótta fyri, hvussu skal ganga, tá mong her á landi tosa meira um loysing og dómarakanningar enn at tosa um at skaffa nýggj arbeiðspláss. Í so máta er Fiskavirking tann besta loysnin í Føroyum í løtuni. Fiskavirking heldur lív í fleiri virkjm, enn um her var fríu spæl. jan Óli Jacobsen. landsstýrismaður fer neyvan at útvega mong nýggj arbeidsplåss, tá Fiskavirking rnar heidur Sstjórin