Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 • fríggjadagur • 26. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Umframt at skora fyrsta Europa Cup málið hjá HB á úti- vølli, so var álops- spælarin eisini tann fyrsti hjá felagnum, sum sá reytt í hesi kappingini EUROPA CUP Jóannes Hansen Mikukvøldið varð HB varpað úr europeisku meistarakappingini. Úrtøk- an í hesi royndini var stóra milliónin, sum fer at koma á bókina um eitt lítið ár. Ítróttarliga vónin var, at tað skuldi eydnast HB sum fyrsta føroyska felagnum nakrantíð at spæla seg víð- ari í annað innleiðandi um- farið, men tað eydnaðist ikki. Í Kaunas tapti HB 4–1. Eina løtu í 1. hálvleiki var um reppið, at HB fekk um endan. Men eftir at mót- støðumenninir tíggju min- uttir undan hvíldini løgdu seg á odda 2–1 og fimm minuttir seinni øktu til 3–1 var talan um so mikið bratta brekku, at eingin hugsningur var um at koma afturíaftur. Stutt undan leikloki varð síðsti seymur- in settur í, tá ið tað eftir frí- spark úr høgru og innlegg – HB ferðalagið metti, at fríspark varð gjørt ímóti Símuni Eliasen – varð skor- að til 4–1. Eftir fimm minuttir setti Kaunas hol á við orduligum kloddamáli. Tór–Ingar Akselsen royndi at sparka burtur, men hann rakti so illa, at bólturin sigldi om- anfyri allar viðspælararnar og til púra leysan mót- støðumann, sum skoraði. Fimm minuttir seinni stútaði Rógvi Jacobsen hornasparksinnlegg úr høgru frá Tór–Ingar Aksel- sen í málið, og so var spenningur í eina løtu. – Hesa ferð vóru vit meiri framrættaðir í út- gangsstøðuni, enn vit vóru fyri einari viku síðani. Løt- una eftir útjavnandi málið høvdu vit onkran møgu- leika at leggja okkum á odda, men tað eydnaðist tí- verri ikki. Ta einu ferðina vóru vit fýra ímóti tveim- um, men málverjin bjargaði royndini hjá Andrew av Fløtum, sigur hjálparvenj- arin Oddbjørn Joensen. Tá ið Kaunas legði seg framum, var tað eftir upp- spæl í høgru og skotroynd, sum Jan C. Dam, sum stóð sera sterkur í myndini, í fyrstu atløgu bjargaði á málstrikuni. Triðja málið kom eftir frísparksinnlegg úr høgru og stútara. Søgan Rógvi Jacobsen skrivaði sítt navn í HB søguna sum tann fyrsti, ið hevur skorað í Europa Cup dysti á úti- vølli fyri felagið. Síðani vit fyrr í vikuni søgdu, at málmunurin hjá HB á útivølli í Europa Cup var 0–36, hevur onkur víst á, at Gunnar Mohr skoraði í einum dysti í 1995. Tað er púra beint. Gunnar skoraði í 6–1 tapinum á útivølli ímóti Aarau í Sveis, men tað var í Intertoto, sum einki hevur við Europa Cup at gera, men heldur er veddingarkapping, sum á ongan hátt hevur sama status sum Europa Cup. Um Intertoto søgan hjá HB skal teljast saman við Europa Cup søguni, so er málmunurin í ellivu úti- dystum ikki 1–40 (sum hann nú er í Europa Cup), men 2–56! Umframt at skriva seg í søguna sum fyrsti Europa Cup málskjúttin hjá HB á útivølli, so varð Rógvi Jac- obsen, sum mikukvøldið var miðframherji í 4–3–3 útgangsstøðu, fyrsti HB spælarin, sum hevur fingið reyða kortið í Europa Cup. Sutt undan leikloki varð hann útvístur fyri at hevna seg, eftir at fríspark varð gjørt ímóti honum. HB ferðalagið skuldi fara úr Kaunas tíðliga í gjár- kvøldið, og teir koma til hús aftur í dag. Kaunas–HB 4–1 (3–1) 1. innleiðandi umfarið í Europa Cup fyri meistara- lið. 2. dystur. Mikudagin 23. juli í Kanaus. Dómari: Alojzije Supraha úr Kroatia 1–0: Ricardas Benisius, 5. 1–1: Rógvi Jacobsen, 9. 2–1: Tomas Kanchelskis, 36. 3–1: Martin Opic, 40. 4–1: Ricardas Benisius, 77. FBK Kaunas: 12. Gytis Padimanskas - 3. Darius Gvildys, 5. Tomas Kan- chelskis, 9. Marius Bezy- kornovas (6. Milan Pastva, 53.), 11. Martin Opic, 14. Darius Regelskis, 15. Tadas Papeckys, 19. Gintas Sir- melis (17. Andrius Velicka, 77.), 20. Irmantas Zelmi- kas, 24. Ricardas Benisius, 27. Giedrus Barevicius. Gult kort: Tadas Papeckys 65., Tomas Kanchelskis 72., Ricardas Benisius 79., Andrius Velicka 85. HB: Bárður Johannesen – Hallur Danielsen (Bjarni Jørgensen, 79.), Jan C. Dam, Símun Eliasen, Hans á Lag (Janus M. Joensen, 58.) – Rúni Nolsøe, Martin Christensen, Nicu Dogaru – Tór–Ingar Akselsen (Kar- sten From, 68.), Rógvi Jac- obsen, Andrew av Fløtum Gult kort: Símun Eliasen 27., Nicu Dogaru 81., Kar- sten From 90. Reytt kort: Rógvi Jacobsen 79. Kaunas vinnari við 5–1. Teir skulu í næsta innleið- andi umfarinum spæla ímóti Glasgow Celtic Rógvi skrivaði tvífalda søgu Rógvi Jacobsen skoraði við høvdinum ímóti Kaunas mikukvøldið, men seinni varð hann eisini vístur av vølli. Myndin er frá tí fyrra dystinum á Tórsvølli Mynd: Álvur Haraldsen KAPPRÓÐUR Tíðindaskriv Seinastu tvey árini er tað bert Klaksvíkar Róðrar- felag, sum hevur havt eina heimasíðu. Heimasíðuna hjá klaksvíkingum eru rógvarar kring landið sera fegnir um. Tað hevði verið áhugavert og spennandi, um fleiri róðrarfeløg fingu sína egnu heimasíðu. Nú hevur so Havnar róðr- arfelag tikið stig til eina heimasíðu, og eftir ætlan kunnu rógvarar og onnur róðraráhugað fara inn á heimasíðuna hjá Havnar róðrarfelag frá hósdegnum 24. juli. Felagið leggur stóran dent á, at heimasíðan verð- ur løgd út á alnótina áðrenn stóra kappróðrardagin á ólavsøku. Ætlanin er sum frálíður at gera heimasíð- una betri, til felagið - eins og klaksvíkingar - hava eina góða heimsíðu. Í fyrsta umfari verður møguleiki at lesa róðrar- tíðindi, síggja úrslit, FM- støðuna og nógvar róðrar- myndir. Seinni er ætlanin at leggja nógv onnur hagtøl út á heimasíðuna. Umframt at fáa at vita, hvussu ymisku bátarnir hava klárað seg seinastu nógvu árini, skal eisini verða møguleiki at fáa at vita, hvør mannaði bátarnar. T.d. síggja, hvussu leingi ein ávísur rógvari róði við Ørvi ella øðrum báti í felagnum, og hvussu nógv heiðurs- merki einstaki rógvarin hevur vunnið í okkara felag. Kemur alt hetta at rigga, so hevði verið áhuguvert at fingið øll róðrarfeløgini í Føroyum inn í eina tílíka hagtalsskipan. Heimasíðan hjá Havnar róðrarfelag eitur www.drek- in.fo. Drekastevnið er eitt afturvendandi tekin hjá fel- agnum. Ætlanin var, at heimasíðan skuldi eita www.hr.fo, men tað er ikki gjørligt, tí Kroatia hevur hesar stavir sum landakodu. Leggjast kann afturat, at skrivar tú www.hrf.fo, so kemur tú eisini inn á heimasíðuna hjá Havnar róðrarfelag. Fomula.fo. stuðlar heimasíðuni hjá Havnar róðrarfelag. Havnar Róðrarfelag nýggja heimasíðu 15 14 Nr. 139 - 25. juli 2003 Tað er ikki lætt at endurskapað livandi frásøguháttin hjá Williami Heinesen í einum leiki við bein- leiðis talu, men teir seks nýlærdu sjón- leikararnir frá Odense Teaterskole tóku einki frá søguni »Sjælen«, sum tey framførdu í Meiarínum miku- kvøldið SJÓNLEIKUR/UMMÆLI Marjun Dalsgaard Einki varð tikið frá Willi- ami Heinesen, tá tey seks nýlærdu frá Odense Teater- skole, søgdu søguna »Sjæl- en« og lósu yrkingar hjá William Heinesen upp í Gamla Meiarínum miku- kvøldið. Tað var serliga søgufrásøgnin, ið var ein blandingur av leiki og frá- søgn, ið var væl eydnað. Í byrjanini helt tú kanska, at tú var komin skeivt, tá orðaskiftið snúði seg um skógir og dollarar – hetta eru ikki vanligu karmarnir um søgurnar hjá Heinesen – haraftrat hvarv eyðkenda tónalagið av og á. Tónalag- ið, sum hoyrist í gjøgnum skrivingina hjá Williami Heinesen, óansæð um tú nakrantíð hevur hoyrt hann tosa. Hetta skrivingarlagið, ið er so livandi, at tú kanst ímynda tær rithøvundin sita og siga frá, tá tú lesur hans- ara søgur, er ringt at endur- skapa í einum leiki við beinleiðis talu. Men tað megnaðu tey seks á pallinum. Søgan »Sjælen« varð søgd bæði í frásøgn og beinleiðis talu, og hóast at tað í byrjanini kundi tykjast, sum bleiv Heinesen vekk, kendist hesin framsøguháttur alt meira nattúrligur sum frá- leið, og gav søguni ein nær- leika, sum var hjartanem- andi. Hetta serliga tí Ann- finnur Heinesen, ið var Leo, við rødd og andlits- bráði vísti erligan og húð- leyst naivan kærleika til gentuna, sum Leo hevur forelskað seg í. Væl vand skift millum frásøgn og beinleiðis talu gav somu- leiðis søguni lív og nær- leika. Upplesturin av yrk- ingum gav ein stemmning av William Heinesen, men tað vóru ikki tær, sum sótu eftir í huganum, tá fram- førslan var av. Søgan Lívið, deyðin og kærleikin eru alfevnandi evnini í søg- uni »Sjælen« hjá Williami Heinesen. »Sjælen« snýr seg um ein ungan mann, Leo, ið er langt heimanífrá. Hann hevur verið deyðanum nær og livir á eggini kensluliga. Lívið sær annaleiðis út, enn tað gjørdi, áðrenn hann gjørdist sjúkur. Tað ávirkar hann á tann hátt, at hann er seg sjálvan – vil ikki lata sum hann er betur, enn hann er, eins og hann ikki leggur hald á sínar kenslur, tá ið hann hittir eina unga gentu, sum hann forelskar seg í. Hann sær sál hennara í teimum gráu eygunum, eins og hann minnist seg hava sæð sálina hjá mamm- uni í hennara eygum, tá ið hon livdi – og gentan hevur somu gráu eygu sum mamman – gentan er lívs- ins gáva, og hann kennir seg vera komnan aftur til lívið. Hóast tað ikki verður sagt beinleiðis, framgongur tað av samrøðuni teirra mill- um, at gentan er skøkja, og hon sigur ikki sannleikan um, hvør hon er. Hann veit, at hon ikki talar satt, men leggur einki í tað – hann elskar hana og kennir, at nú er hann komin yvirum – hann livur ikki longur har úti á eggini, sum hann gjør- di, eftir, at sá í eygunu á deyðanum. Alt brestir tó, tí hon heldur ikki, at hon er nóg góð til hann og rýmir. Søgan gongur fyri seg í New Foundlandi og er helst einasta søga, sum Heinesen hevur skrivað, sum ikki hevur rammur í Føroyum. Summi vilja vera við, at Heinesen við søguni ímynd- ar sær, hvussu lívið og møt- ið við kærleikan kann hava verið fyri beiggja sín, sum flutti av landinum í ungum aldri. Framførslan er ikki ein leikur og heldur ikki ein frásøgn. Fýra leikarir siga frá søguni og tvey tala bein- leiðis – við andlitsbráði og rødd vísa tey, hvussu tey tulka kenslurnar hjá per- sónunum í søguni. Hjartanemandi Heinesen Frásøgn gevur persónliga uppliving Hugskotið til framførsluna av søgu og yrkingum hjá William Heinesen kom eftir eitt skeið í frásøgn á Odense Teaterskole, og er framførslan ein liður í útbúgvingini á skúlanum. At arbeiða við frásøgn er sera spennandi, heldur Annfinnur Heinesen, ið er ein av teimum seks kandidatunum frá Odense Teaterskole, sum eru í Føroyum. - Tað skal so sera lítið til, at skapa eina mynd í hugaheiminum hjá áskoðarunum, og tað er tískil ein meira persónlig uppliving, at lurta eftir einari søgu, enn at hyggja eftir einum leiki, tí tú skapar tínar egnu myndir. Tá tú spælir sjónleik, gevur tú tína tulking av leikinum, men um tú sigur frá, gevur tú lurtara og áskoðara amboð til at skapa myndir sjálvi – um tú dugir væl at siga frá, sigur Annfinnur Heinesen. Upplivingin verður sostatt ávirkað av, hugflognum og kenslunum hjá áskoðarunum sjálvum, leggur hann aftrat. Hann heldur, at frásøgnir rigga serliga væl í Føroyum, tí tað er ein partur av okkara mentan, at siga søgur. Tey seks hava verið í Klaksvík og Havn, og í kvøld vera tey at síggja og hoyra í skúlanum í Mykinesi klokkan 19.30. Í annakvøld klokkan í handlinum í Oyndarfirði klokkan 20, og ætlanin er at dansa føroyskan dans aftaná. MD Annfinnur Heinesen vísti við rødd og andlitsbráði erligan og húðleyst naivan kærleika til gentuna, sum Leo hevur forelskað seg í. Stina Protærius, Brian Christensen, Steffen Eriksen, Tanja Aavergaard, Kristina Nørgaard og Annfinnur Heinesen eru millum tey átta, sum vórðu útlærd sum sjónleikarir á Odense Teaterskole í vár C M Y K 14