fríggjadagur 25. juli 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 139 - 25. juli 2003
Nýggi álopsspælarin
hjá KÍ verður fyrstu
ferð sýndur fram, tá
ið klaksvíkingar
skulu spæla ímóti HB
Ólavsøkuaftan
ÓLAVSØKU-
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Stóri fótbóltsdysturin á
Ólavsøku verður sjálvandi
finalan um Løgmanssteyp-
ið, sum verður spæld Ólav-
søkudag klokkan 15.30. Tá
fara B36 og GÍ at takast
um, hvat av hesum báðum
feløgunum skal verða tað
fyrsta at eiga tveir lutir í
steypinum, sum tað hevur
verið spælt um síðani 1999.
Hetta fer at verða gjørt
meiri burturúr í morgin.
Síðani steypafinalan fyri
tveimum árum síðani fyrstu
ferð varð spæld Ólavsøku-
dag hevur fótbóltsdysturin
Ólavsøkuaftan
staðið
í
skugganum, men fyri við-
haldsfólkini hjá feløgunum,
sum eru partur av dystinum,
er tað sjálvandi áhugavert.
Hesa ferð hevur HB, sum
mikukvøldið gjørdi Europa
Cup luttøkuna á hesum
sinni burturav sær, bjóðað
klaksvíkingum at spæla.
HB og KÍ hava spælt á
Ólavsøku óteljandi ferðir,
og áskoðararnir hjá feløg-
unum báðum plaga at
leggja nógv fyri.
KÍ kemur mánakvøldið í
høvuðsstaðin við nýggjum
álopsspælara. Jacob Bymar
kom fyrst mikudagin til
Klaksvíkar, og hann fer at
hava vant einar tríggjar
ferðir saman við nýggju
liðfeløgunum,
áðrenn
havnartúrin. Hann hevur
fingið troyggjuna við 9–tal-
inum. Tað man boða frá, at
í KÍ síggja teir unga jydan
sum fremsta álopsmannin,
meðan Hjalgrím Elttør og
aðrir skulu stuðla honum,
og Ove Nysted kanska fyri
tað mesta verður í mið-
verjuni.
KÍ vitjar HB á Ólavsøku
Dyrnar opnar fyri nýggjum møguleikum
Jákup Mikkelsen hev-
ur skrivað eitt ára
sáttmála í Skotlandi,
sum ikki verður
longdur, um um-
støðurnar ikki verða
øðrvísi
ÚTISETA SÁTTMÁLI
Jóannes Hansen
Mikudagin gjørdist tað veru-
leiki, sum hevur verið í um-
búna síðstu stóru vikuna.
Jákup Mikkelsen skrivaði
undir sáttmála við Partick
Thistle í bestu skotsku deild-
ini. Harvið er greitt, at før-
oyingar aftur við serligum
áhuga hava orsøk at fylga
við í skotsku landskapping-
ini, sum fer at bakkastokki
leygardagin 9. august. Tá
skal Partick spæla á heima-
vølli ímóti Livingston.
Jákup kemur heim til
Føroya at venda í vikuskift-
inum. Mikudagin skal hann
til Írlands á venjingarlegu
saman við nýggju liðfeløg-
unum. Hann fer einsamallur
avstað aftur. Fam-iljan verð-
ur eftir í Klaksvík. Sáttmála-
skeiðið hjá Jákupi í Glasgow
felagnum er eitt ár.
– Fyri meg er tað stór av-
bjóðing at fáa møguleikan
at spæla í Skotlandi. Tað
havi eg havt ein lítlan
dreym um, síðani tað, tá ið
eg spældi í Herfølge, segð-
ist, at Hibernians úr Edin-
burgh var áhugað í at knýta
meg at felagnum. Tá hoyrdi
eg bara um hetta í pressuni,
men seinni fann eg út av, at
tað var veruleiki aftanfyri
tilboðið, sum Herfølge ikki
hevði kunnað meg um. Tað
var eg vónbrotin um, men
nú er møguleikin har.
Væntar tú at vera fleiri ár
í Skotlandi?
– Ikki undir teimum um-
støðum, sum verða gald-
andi fyri næsta árið. Hetta
er upp á ein máta eitt
royndarár. Men tað ber ikki
til, at eg skal vera burturi
frá konuni og børnunum í
fleiri ár. Um eg skal halda
fram aðra staðni, so skal
sáttmálin vera soleiðis, at
familjan kann búgva saman
við mær, sigur Jákup Mikk-
elsen, sum 14. august fyllir
33 og harvið framvegis átti
at havt nøkur góð ár á sum
málverji á hægsta støði.
Tað er lagt upp til, at Ják-
up skal verja málið í tveim-
um teimum fyrstu lands-
kappingardystunum.
So
verður málverjin, sum hann
er keyptur sum avloysari
hjá, væntandi tøkur aftur
eftir knæskaða.
– Tá verður tað tann,
sum venjarin fer at meta
sum tann betra málverjan,
sum fer at fáa møguleikan í
málinum. So tað er eitt hjá
mær at gera, og tað er at
spæla alt tað, sum eg eri
mentur,
ásannar
Jákup
Mikkelsen.
At Jákup nú er komin til
bretstkan fótbólt letur upp
fyri nýggjum møguleikum,
sum kunnu gerast til veru-
leika, um føroyski lands-
liðsmálverjin megnar at
spæla upp til sítt besta.
Partick Thistle er eitt av
minni feløgunum í bestu
skotsku deildini. Teir fluttu
upp síðsta summar, og hetta
fyrsta kappingarárið í bestu
deildini skarst tað eftir
umstøðunum væl.
– Málið er fyrst og fremst
at varðveita plássið í bestu
deildini. Um tað eydnast at
røkka sætta plássinum og
harvið at vera við í enda-
spælinum um meistara-
skapin, so verður tað mett
at vera framúr, sigur Jákup
Mikkelsen.
Tað er áður sæð, at spæl-
arar, sum fyrst hava roynt
seg í smærru skotsku feløg-
unum, skjótt eru seldir víð-
ari til eitt av stóru feløgun-
um í Skotlandi ella til okk-
urt felag í bestu ella næst-
bestu deildini í Onglandi.
At Jákup nú hevur fingið
møguleikan í Partick letur
eisini upp fyri hesum
møguleikanum. Tí er tað
ivaleyst soleiðis, at avbjóð-
ingin hetta næsta árið verð-
ur tann síðsta hjá Jákupi
uttanfyri landoddarnar, ella
at hetta verður fyrsta blaðið
í spennandi kapitli í bretska
fótbóltsheiminum.
Triðja felagið
Tað var eftir steypafinaluna
í 1994, tá ið KÍ hevði vunn-
ið 2–1 á B71, at Jákup
Mikkelsen fór til Danmark-
ar at royna seg sum fótbólts-
spælari. Hann fór at venja í
Herfølge, har hann skjótt
var annar maðurin í kapp-
ingini um plássið millum
stólparnar. Hæddarpunktið í
Danmark var tíðliga á sumri
í 2000, tá ið Herfølge púra
óvæntað – ikki minst tí
Jákup Mikkelsen var so
framúr sum málverji – vann
meistaraskapin.
Árið eftir gekk alt av
skriðuni, Herfølge flutti
niður, og Jákup kendi tað
soleiðis, sum tíðin hjá
honum í Herfølge var liðug.
Fyri tveimum árum síðani
flutti hann til Molde, og har
hevur hann verið síðani.
Jákup hevur fýra ferðir
roynt seg í týdningarmiklum
dystum ímóti skotskum lið-
um. Hann vardi føroyska
málið á Pittodrie leikvøllin-
um í Aberdeen, tá ið Skot-
land 14. oktober í 1998 vann
EM
undankappingardyst
ímóti Føroyum 2–1, og hann
var aftur málverji, tá ið
Føroyar grundlógardag í
1999 á heimavølli megnaðu
1–1 ímóti Skotlandi (tað var
ta ferðina, at Hans Fróði
Hansen javnaði í evstu løtu
við fínum stútara). Tá í Her-
følge royndi seg í undanum-
fari til Europa Cup fyri
meistarar á sumri í 2000, var
Glasgow Rangers mótstøðu-
liðið. Jákup vardi málið í
báðum
dystunum,
sum
Rangers vann sannførandi.
Hóast Jákup fleiri ferðir
hevur staðið andlit til andlit
við skotsk lið, so hevði
hann ikki roknað við, at
skotskur miðal liðfótbóltur
var á tí støðinum, sum hann
hesa seinastu vikuna hevur
verið vitni til. Týsdagin
segði hann í blaðnum, at
hann var ovfarin av, hvussu
tekniskan og hugflogsríkan
fótbólt nýggju liðfelagarnir
høvdu sýnt undir venjing
og í venjingardystunum.
– At ferðin var høg, visti
eg av, men hana má eg nú
rættuliga venja meg við,
sigur Jákup Mikkelsen.
FCK skal til
Malta
– Málið er fyrst og fremst at
varðveita plássið í bestu deild-
ini. Um tað eydnast at røkka
sætta plássinum og harvið at
vera við í endaspælinum um
meistaraskapin, so verður tað
mett at vera framúr, sigur
Jákup Mikkelsen
Maltesiska liðið Sli-
ema Wanderers megn-
aði óvæntað at basa
Skonto Riga úr Let-
landi og skal nú møta
FCK í næsta umfari
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Todi og liðfelagar hansara í
FCK eru farnir undir fyri-
reikingarnar til Champions
League, og nú er greitt, at
danska meistaraliðið skal
møta maltesiska liðnum
Sliema Wanderers í næsta
umfari.
Sliema Wanderers megn-
aði heldur óvæntað at vinna
á Skonto Riga í fyrsta um-
farinum.
Sliema
vann
heimadystin 2-0, og seinni
dysturin endaði við 3-1 sigri
til Skonto Riga. Maltesar
komu sostatt víðari við at
hava skotið fleiri mál á
útivølli.
Skonto Riga førdi annars
3-0 í heimadystinum og stóð
til at koma víðari, men so
fekk Sliema tað altavgerandi
útivallarmálið í evstu løtu
eftir beinleiðis fríspark.
Fyrri dysturin millum
FCK og Sliema Wanderers
verður spældur í Parkini
tann 30. juli, og returdyst-
urin verður eina viku seinni
niðri á Malta.
Í triðja og síðsta undan-
umfarinum til Champions
League kann FCK møta
sera sterkari mótstøðu. Tal-
an er um lið sum Chelsea,
Newcastle, Deportivo la
Coruna, Lazio, Dortmund
og onnur stórlið. Tó kann
hepni vera við FCK, og teir
fáa eitt veikari lið í síðsta
umfarinum, um tað eydnast
vinna á Sliema.
Íslendingar ov stuttir
Íslendsku meistararnir KR
úr Reykjavík megnaðu ikki
at koma víðari hesuferð. KR
møtti FC Pyunik úr Ar-
menia, og armenska meist-
araliðið vann 2-1 samanlagt.
FC Pyunik vann fyrra
dystin 1-0 á heimavølli, og
seinni dysturin, sum varð
spældur á Laugardalsvøllin-
um í Reykjavík, endaði 1-1.
Armenar komu framum
miðskeiðis í seinna hálv-
leiki, og so skuldi KR hava
trý mál fyri at koma víðari.
Bjarki Gunnlaugsson javn-
aði við brotssparki, men
tað batti einki uppá støðuna
hjá íslendingum.
C
M
Y
K
16
Nr. 139 - 25. juli 2003
17
Síðan Prentmiðstøðin í
Havn byrjaði virksemi sítt í
2000, hava nógv ungfólk
arbeitt fyri hesa fyritøku,
summi pakka bløðini og
onnur bera tey út til hald-
arar. Tað eru tey stóru tíð-
indabløðini, Dimmalætting
og Sosialurin, sum eiga
Prentmiðstøðina, sum hev-
ur til uppgávu at prenta
bløðini og bera tey út til
handlar og haldarar kring
landið. Fyrstu tíðina vóru
tað bert leygardagsbløðini,
sum vórðu borin út hvørt
fríggjakvøld. Síðan apríl
2001 hava bløðini verið
borin út hvørt kvøld í
vikuni í Havnini. Tilsamans
180 ungfólk kring landið
arbeiða fyri Prentsmiðjuna.
Stjóri á Prentsmiðstøðini er
Eyðun Húsgarð, og sam-
skipari fyri flutningi og út-
beringina
er
Hallstein
S i g u r ð s s o n .
Prentmiðstøðin
prentar
eisini nogv onnur bløð.
Nógv av teimum ungu,
sum ganga við bløðum, eru
eisini
ítróttarfólk,
tey
svimja, spæla hond- og
fótbólt o.a. Herfyri vórðu
nakrir av dreingjunum, sum
arbeiða fyri Prentmiðstøð-
ina, úttiknir til U17-lands-
liðið í fótbólti. Dreingirnir,
sum vórðu úttiknir og ar-
beiða fyri Prentmiðstøðina,
eru: Pætur T. Jørgensen í
HB, Ólavur í Ólavsstovu í
HB, Christian R. Mouritsen
í HB, Ásbjørn V. Gunnars-
son í B36 og Jóhan V.
Gunnarsson í B36. Hóast
hesir dreingirnir eru nógv
upptiknir við venjing o.a.,
hava teir tíð at arbeiða fyri
Prentmiðstøðina og ganga
við bløðum. Teir eru glaðir
fyri hetta arbeiðið, sum
gevur teimum pening, ið
teir sjálvir ráða yvir.
U17-landsliðið skal lut-
taka í NM-kapping í Noreg
frá 26. juli til 4. august.
Teir, sum vórðu útiknir til
U17-landsliðið, eru: Bárð-
ur
Mittelstein,
Poul
Thomas Dam, Christian R.
Mouritsen,
Pætur
T.
Jørgensen,
Ólavur
í
Ólavsstovu,
Tróndur
Kragesteen, HB. Jóhan
Davidsen, Einar Hansen,
NSÍ. Borgar Kristiansen,
Skála.
Urbanus
Olsen,
Kristoffur Jacobsen, KÍ.
Jóhan V. Gunnarsson, Ás-
bjørn V. Gunnarsson, B36.
Jón Krosslág, VB. Sam
Jacobsen, Per Jacobsen, GÍ.
Andreas Lava Olsen, Rógvi
Ryggshamar, LÌF.
Við í ferðalagnum verða
hesi við sum leiðarar og
hjálparfólk:
Rúni
Heinesen, ferðaleiðari, Bill
Mc.Leod Jacobsen, venjari.
Heðin
Askham,
hjálparvenjari.
Thom
Jakobsen, liðleiðari, Fanny
Kruse,
fysioterapeutur,
Oddmar
Andreasen,
dómari, Henry Heinesen,
hjálpari.
Ferðalagið fer úr Føroy-
um leygardagin 26. juli til
Oslo, og koma tey heim
aftur mánadagin 4. august.
Dystirnir teir skulu
spæla verða hesir:
Týsdagin 29. juli
Føroyar-Skotland
Mikudagin 30. juli
Svøríki-Føroyar
Fríggjadagin 1. august
Føroyar-Finland
Sunnudagin 3. august
Plaseringsdystur
Frá Prentmiðstøðini verður
sagt, at hóast áhugin er
stórur fyri at ganga við
bløðum, eru øll áhugaði
vælkomin at seta seg í
samband við teir á teldu-
postadressuni:
prent@prent.fo.
og skriva navn, bústað,
telefon og aldur. Tey, sum
ganga við bløðum, skulu
hava fylt 13 ár.
Blaðútberarar úttiknir
til U17-landsliðið
Blaðútberarar, ið eru úttiknir
til U17 landsliðið, inni á
Prentmiðstøðini, f.v. Ólavur í
Ólavsstovu, Christian R.
Mouritsen, Pætur T.
Jørgensen, Ásbjørn V.
Gunnarsson, og Jóhan V.
Gunnarsson. Saman við
teimum eru, Eyðun Húsgarð,
stjóri á Prentmiðstøðini og
Hallstein Sigurðsson,
samskipari fyri flutning og
útbering
17