Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-03-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 1995síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 43 — 2. MARS 1995 Absalon bronsu i norðurlendsk- ari fotokapping Hóast hann bert arbeiðir sum fotografur eftir arbeiðstíð og um vikuskiftini, uppnáddi Absalon Hansen at verða heiðraður fyri fýra av sínum fimm myndum í kapping við professionellar Nøkur ár eru liðin, síðani toftamadurin Absalon Han- sen, ið býr í Havn, byrjaði at gera vart við seg sum foto- grafur — eitt nú við ítróttar- myndum í Sosialinum. Við góðum hegni og eis- ini góðari útgerð tók hann seg skjótt fram, og í dag er fotografering ein uppaftur stórri partur av hansara fri- tíð So mikið nógv fæst hann við tað, at kendi norðmað- urin Kenneth Lynge, ið var í Føroyum og helt skeið fyri tveimum árum síðani, gav Absalon eina innbjóðing til stóru norðurlendsku kapp- ingina fyri professionellar fotografat, ið eitur Scandi- navian Fame Portrait Ex- hibition Hetta er ein opin kapping fyri professionellar foto- grafar. Eftirhondini hevur kappingin nógv ár á baki, og tá hon varð hildin í ár, var tað fyri sekstandu ferð, og tilsamans 260 myndir vóru við í kappingini. Í dóms- nevndini sótu tveir svenskir og fýra norskir fotografar Framúr væl gekst hjá Ab- salon Hansen hesaferð, og umframt at fáa bronsu fyri eina av myndunum — hon var av einum brúðarpari fekk hann heiðursskjal fyri triggjar av hinum, og tað må sigastat vera sera gott úrslit, tí ulsamans vóru myndirnar hjá honum fimm í tali. Bronsu fyri myndina hann væntaði minst av Tað kom ikki sørt óvart á meg, at júst hendan mynd- in skuldi gerast tann, ið eg fekk frægast úrslit fyri, t hetta var tann av teimum fimm, eg hevði væntað mær fíðindablaðið minst av, sigur Absalon. Fyri at fáa bronsu skalt tú fáa 80 stig, meðan tú fært silvur, um myndin fær 85 . sug. So veit eg ikki, um eg kann siga, at eg var óhepp- in, tá bronsumyndin fekk 84 stig. Tær triggjar, ið eg fekk heiðursskjal fyri, fingu allar 79 stig, so har vantaði eisini bert eitt stig í at fáa bronsu. Tá Absalon var við í hesi kappingini í fjør — somu- leiðis við fimm myndum fekk hann einki heiðurs- skjal, men eina bronsu. Eg haldi, at tað er frem)- andi fyri arbeiði hjá einum at vera við í slíkum kapp- ingum, og haldi eg meg hava gjørt framstig, endar Absalon, ið fotograferar eftir arbeiðstíð og um viku- skiftini. Hann er bankamað- ur í gerandisyrkinum. Absalon Hansen avmyndaður í sínum egna atelieri í Sigmundargetu í Havn saman við myndini. ið gav honum bronsu í norðurlendsku fotokappingini Scandinavian Fame Por trait Exhibition Mynd: Kalmar Lindenskov 7slan Latið ikki hvónn sum helst fáa kettlingar: Teir enda sum Tá fólk lata óðrum kettlingar og vænta, at teir fáa tað gott, mugu tey hugsa seg væl um — fleiri teirra, ið hava slangur, vilja hava fatur á kettlingum. Okkurt skulu slangurnar hava at eta... Seinnaparuin týsdagin for taldi ein ung kvinna í tele fonini, at cin vinkona henn ara hevæi sett ein átta víkur gamlan kettling í Lýsingar torgið her í blaðnum Stutt efur at:lýsingin var komin í blaðið, spurdi ein ungur maður á Argjum eftir kettlinginum. Endin varð, at hann fekk kettlingin Kvinnan, ið ætlaði at:lata onkrum kettlingin, ið var góður við kettur og kundi taka sær av honum, gjørdist ikki sért vónbrotin, tá tað víst seg, at ungi maðurin bert hevði verið úti eftir at fáa kettlingin fyri at brúka hann ul slangufødi Hann åtu cina slangu, og hon skuldi jú sjálvandi hava at eta. Og hjá eini slangu í Føroyum er ein átta víkur gamal kettlingur jú einki minni enn ein búrmáltíð av ti betra slagnum Ein onnur kona í vestur bynum, ið hevði ein leigara búgvandi í húsinum, hevði gjørt sær somu tankar, ti av og á hoyrdist ljóðið av eim um kettlingi hjá leigaranum ið eisini hevur slangur Tad, sum hinvegin fekk hana at undrast, var at tað bert var viðhvert, at 116010 av kettlingum hoyrdist, og tá hon hoyrdi søguna um átta víkur gamla kettlingin ið endaði sum slangufæði á Argjum, kundi hon leggja Ivey og Ivey såamaåan og lætt liga rokna út, hvat leigarin brúku kettlingarnar til — tað var eisini sum slangufødi Mugu ansa eftir hver fær kettlingar * Fólk, ið havakettu, kunn vidhvørt koma út fyri, at ttan fær kettlingar. Og tað eru ikkt all. ið eru før fyrr at lata kettlingarnar taka av lívi, um tey ikk: ætla sær sjålvi at hava teir Just ti er tað kærkomið hjá teimum — eitt nu gjøgnum Lýsingartorgið — at finna smáu og fittu kettlingunum annað heim, har teir kunnu hava tað gott Neyvan royna tey at finna kettlingunum annað heim fyri at:teir skulu enda sum slangufødi ella enda sínar dagar á annan hátt Ti kunnu ráðin ikki vera onnur enn at:biðja fólk ansa væl efur, hverjum tey lata kettlingar, tá tey lýsa við teimum í Lýsingartorgin- um ella aðrastaðni Djóravinir skelkadir Eg havi ikki fyrr hoyrt um, at kettlingar soleiðis verða brúkur sum slangu fæði, men um so er, so er tað ræðuligt Hetta sigur 75 ára gamla Gurli Restorff, sum í mong ár hevur verið formaður í Djóraverndarfelagnum Hon sigur, at tey í felagn um nú hava fingið at vita frá poliunum, at løyvt er ikki longur hjá fólki at fáa sær slangur, men at tær slangur ið longu eru í Førovum, fáa loyvi at verða verandi Tað hevur ikki verið forboðið at hava slangur, men nú er tað so hinvegin vorðið forboðið at fáa sær slangur, sigur djóravinurin Gurli Restorff Men at slangurnar verða fóðraðar vid kettlingum, er ikki sørt skelkandi at hoyra Tad visti eg í hvussu er ikki av áðrenn, og eg vil eisini heita á fólk um at ansa eftir, hverjum tey lata kettlingar, um tað er við hesum enda mál: at summi royna at fáa sær fatur á teimum hj. re =