hósdagur 2. mars 1995síða 16
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 2. MARS 1995
fidindabladid 327]
Sigid okkum frå,
tå okkurt hendir
innan ítróttin...
TIf. 11820
Fýra av teimum åtjan, ið eru úttiknir til K ypros-ferðina, eiga enn fyrsta altjóða skrá-
setta landsdystin til góðar. Sigfríður Clementsen úr HB og brødurnir Allan og Jan Jo-
ensen úr KÍ eru nýggir, meðan Jákup Mikkelsen, Herfølge, eftirhondini kennir bonkin
Mánadagin 6. mars fara åt)-
an føroyskir fótbóltsspæl-
arar — harav fimm úusetar
til Kypros vid landsliðnum,
ið fer at fyrireika seg ul EM-
undankappingardystin 26
apríl móti Finlandi við cin-
ari samansettari venjingar-
og kappingarlegu.
Føroyska landsliðið skal
vera við í eini kapping niðri
á Kypros saman við sjey
ødrum liðum, harav tvey
eru lokal, meðan hini eru
norðurlendsk — úr Sveríki,
Noregi, Finlandi og Íslandi.
Málverjarnir, ið skulu við
til Kypros, eru Jens Martin
Knudsen, GÍ, og Jákup
Mikkelsen, Herfølge, með-
an útispælararnir eru Sig-
fríður Clementsen, HB,
Jens Kristian Hansen, B36,
Tummas Eli Hansen, B36,
Øssur Hansen, B68, Henn
ing Jamskor, GI, Magni
Jamskor, GI, Allan Joen-
sen, KI, Djóni N. Joensen,
NSI, Jan Joensen, Kl, Oli
Johannesen, TB, Todi Jóns-
son, Lyngby, Allan Mørk-
øre, KI, Kurt Mørkøre, B68,
Jan Allan Miiller, Horsens,
Janus Rasmussen, GÍ og
Jens Erik Rasmussen, Hor
sens.
Fyra eiga enn fyrsta
A-landsdystin til g6dar
Av hesum hava Sigfridur
Clementsen og brødurnir
Allan og Jan Joensen ikki
ådur av ålvara verid vid i
landslidshøpi. | Umframt
hesar er tað bert málverjin
Jákup Mikkelsen, ið eigur
sín fyrsta altjóða skrásetta
landsdyst til góðar, hóast
hann kennir »atmosferuna«
gjøgnum tær ferðir, hann
hevur sitið á bonkinum
Av teimum átjan, ið vóru
til venjing á Svangaskarði
hósdagin og fríggjadagin í
farnu viku, eru Harley Bert-
holdsen, KÍ, Amold Joen-
sen, KÍ, Súni Fríði Johanne -
sen, B68 og Julian Johns-
son, HB, vigadir og funnir
ov lættir at sleppa vid hesa-
ferð. HB-målverjin Kaj Leo
Johannesen hevði eisim
fingið bod ul venjingina,
men gav avboð, og í hansara
stad kom í síðstu løtu NSI-
málverjin Trúgvi Morten-
sen, ið heldur ikki verður
við á Kypros-ferðini.
Landsliðsvenjing
í Gundadali
Í annaðkveld og fríggja-
kveldið verður aftur lands-
liðsvenjing, men tó bert við
spælarunum úr føroysku
feløgunum, ið eru tiknir vid
í Kypros-hópin. Todi Jóns-
son, Jákup Mikkelsen, Jan
Óli Johannesen — her saman við walisiska Dean Saunders — skal saman við hinum lands-
liðsspælar unum úr foroysku feløgun
síðsta venjingin, áðrenn farið verður til Kypros mánadagin
um venja í kveld og annaðkveld í Gundadali. Hetta er
Mynd: Kalmar Lindenskov
Allan Miller og Jens Erik
Rasmussen, ið allir spæla
við donskum feløgum, eru
ikki við í hesi venjingini, og
tað er heldur ikki Djóni N.
Joensen úr NSÍ, ið gongur á
háskúla í Danmark í løtuni.
Meðan landsliðið higartil
altíð hevur vant á grasvøll-
inum á Svangaskarði, fara
venjingarnar hesaferð fram
á graslikisvølli í Gundadali.
Sum sagt fer landsliðs-
hópurin úr Føroyum mána-
dagin komandi, og verður
ferðalagið aftur mánadagin
13. mars.
Hjálparvenjarin hjá Allan
Simonsen, Petur Simonsen,
hevur givið avboð ul hesa
ferðina, og í hansara stað
verður — eins og tá landslið-
ið var í Skotlandi og spældi
EM-undankappingardyst
Jógvan Martin Olsen.
hj.
|
Stórur spenningur var
undan síðsta avgerandi
dysunum í dart í 1. deild
leygardagin, ið var mill
um Havnar Róðrarfelag
Dart og Argja Dartfelag
Dysturin var í róðrar-
neystinum hjá Havnar
Róðrarfelag
Endin varð, at Argja
Dartfelag vann dysun,
og sostatt eisini føroya-
meistaraheitið
Argja-menn vóru eis-
ini undan hesum síðsta
dystinum á odda í kapp-
ingini, og hóast havnar-
menninir komu so nær,
17
Argja Dart-
felag vann
FM-heitið
sum teir kundu, eydnað
ist teimum ikki at basa
sterka argjaliðnum
Manningin á vinnandi
liðnum hjá Argja Dart-
felag var hendan: Henn-
ing Thomsen, Remy G
Hansen, Petur Grøna-
gard og Jan Eli Dam
Í morgin fer ltróttar-
Sosialurin at greiða
nærri frá endaspurtin-
um og vil prenta tá eisini
listan við stigunum hjá
einstøku spælarunum i
teimum opnu kapping-
unum. ið hava verið
hj.
B36 vann tað
fyrsta slagið
um Havnina
Hóast likindini ikki vóru
av teimum bestu at spæla
fótbólt tyskvøldid, varð
fyrsti dysturin á niðara
velli í Gundadali millum
B36 og HB spældur. Í
kavaroki til tíðir og ein-
um kavakløddum velli
vórðu so tey nýggju ljós-
ini við vøllin, ið feløgini
bæði hava fíggjað, ukin í
brúk.
Heðin Mortensen, for-
maður í mentamála-
nevndini hjá Tórshavnar
Býráð, tendraði ljósini,
og so bríkslaði Kim Ej-
desgaard fyrsta slagið
um Havnina í ár í gongd
Endin varð, at B36 fór
avstað við sigrinum við
tveimum málum stutt
fyri hálvleikssteðgin, ið
Magni á Lakjuni og Ken
Bærendsen, sum í ár eru
komnir til B36, skutu við
millumbili uppá bert ein
minutt.
Hóast vánaligu líkind-
inu tókust B36 vera bet-
ur fyri, og størru kjans-
imir í dysunum fullu eis-
ini tann vegin
hj.
Langt um leingi kom
hondbóltsskipanin
— men í seinna lagi
Gjøgnum alt kappingar-
árið hevur verið neyðugt
hjá Hondbóltssambandi
Føroya at seta álit sitt á
fjølmiðlarnar fyri at fáa
tíðindini út um, hverjir
dystir verða spældir og
nær teir verða eru.
Hóast tað hevur borið
væl til, er tað als eingin
loyna, at bæði íðkandi og
hondbóltsáhugað staði-
liga hava saknað eina
veruliga kappingarskip-
an, har tey kunnu fáa all-
ar tær neyðugu upplýs-
ingarnar um tað, ið hend-
ir innan hondbóltin.
Men nú kappingin væl
og virðiliga er hálvrunn-
in, er kappingarskipanin
endiliga komin. Ítróttar-
Sosialurin skilir, at upp-
gávuna at gera skipanina
hevði ein persónur fullu
ábyrgdina av — uttan to at
sigast kann, at nakað ser-
liga dúgliga hevur verið
arbeitt við málinum.
Spell er, at ein so týð-
andi táttur sum skipanin
ikki skal vera komin fyrr,
tí hon er eitt hent amboð
hjá øllum teimum, ið bert
hava eitt lítið sindur vid
hondbólt at gera. Var rætt
atborið, átti skipanin at
verið komin longu fyrst í
oktober, longu áðrenn
kappingin byrjar.
hj.
Soleiðis sær forsíðan á
kappingarskipanini út