fríggjadagur 3. mars 1995síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 44 — 3. MARS 1995
Eitt gott lív
John harmast um sonin, Paul, sum hjálpir ov
litil til heima. John biður hann ti hjálpa til á
goymsluni efur skúlatíð, so hann lærir eitt
sindur av ábyrgd og vinnur sær lumma
pening. Fyrsta dagin, Paul er til arbeiðis,
noyðist John tíðliga heim, so hann gevur
Paul boð um at :steingja eftir sær og sigur
honum koduna ul elektroniska lásið
Tyskvøldid kl. 19.00;
A Killer Among
Friends
Am. filmur frå 1992
Jean Monroe er sera góð vinkona við
dóttur sína, Jenny. Vinkonan hjá Jenny,
Ellen Holloway, sum er foreldraleys, er
øvundsjuk, og tað verður ikki betri, tå
drongur hennara hevur stórri áhuga fyri
Jenny enn fyri henni. Ein dagin, tá ið Jenny
er farin útferð saman við Ellen og eini
aðrari, verður hon funnin druknað í eini á.
Løgreglan hevur eingi spor at ganga eftir,
men kriminalløgreglukvinnan Patricia
Staley vil ikki gevast. Ellen fær Jean at flyta
inn hjá sær, tí hon sigur seg kunna uggan
hana og hjálpa henni. Men Staley hevur ill-
gruna ul Ellen og so við og við koma prógv-
im
Leikarar: Patty Duke, Loretta Swift,
Margaret Welsh, Tiffani- Amber Thiessen.
Leikstjórn: Charles Robert Carner.
Mikukvøldid kl. 12.45:
Fools Rush in
Enskur filmur frå 1949
Ein ung genta skal giftast. Men hon ivast
stórliga. Hevur hon ukið réttu avgerðina?
Sjálvan brúdleypsdagin broytir hon mein
ing — hon vil ikki giftast. Familjan verður
skelkað og hetta fær avleiðingar
Leikarar: Nigel Buchanan, Guy Rolfe,
Nora Swinbume, Sally Ann Howes, Ray
mond Lovell, Thora Hird. Leikstjórn: John
Paddy
HOSKVEKUÐAL 12.20:
Pápi, góði pápi
Enskur filmur frá 1977
Riuhøvundurin Patnck Glover hevur
trupulleikar við hålvvaksnu døtrum sínum
Hann liggur í andvekri um næturnar, tær
ballast, og viðhvert steingja tær hann úti
Dóttunn Anna vil fegin flyta heimanífrá
meðan Karen bert droymir um at giftast
Hvat er hjá Patrick at gera?
Eftir at hava tosað við prestin ger Patrick
av at giftast uppaftur. Hann rngir ul
Georgie, agenun hjá sær og spyr um tey
skulu giftast. Men tað var ein onnur, ið tók
telefonina, og hon ivast eina løtu, men so
sigur hon »kanska
Leikarar: Patrick Cargill, Natasha Pyne
Ann Holloway, Noel Dyson, Ursula
Howells, Joyce Carey, Jill Melford, Donald
Sinden, Beryl Reid, Jack Watling, Richard
O'Sullivan, Joseph O'Connor, Clifton
Joens, Elizabeth Adare, John Gill 0.0. Leik
stjórn: William G. Stewart
Ann Holloway og Richard O'Sullivan
tidindabladid
Útvarp Føroya —
EEG
Leygarkvøld
í Fuglafirði
Eftir V4-dráttin leygarkvøldid kemur tann
fyrra sendingin úr Fuglafirði, har sang- og
tónleikakrefur haðani fara at meðvirka og
prátað verður við fuglfirðingar.
Í sendingini verður heilsað uppá tríggjar
fuglfirðingar eins og ein spildurnýggjur
fuglafjarðarsangur verður á skránni
Bergur Jacobsen leggur til rættis, og
Regin Bjamastein stendur fyri upptøkuni.
Leygarkvøldid kl. 10.10:
Nåttarravnar
»Van Halen«
I Nåttarravnasendingini fara teir bådir
Hedin Arge Jensen og Birgir Kruse at spæla
nýggjan tónleik. Heðin ummælir nýggju
fløguna við amerikanska rockbólkinum
Van Halen »Balance«. Evni í spurnarkapp-
ingini, sum verður kl. 23.00, er almenn
vitan, tónleikur og ítrótt. Frá kl. 22.00
kunnu lurtarar tekna seg á tlf. 11382 og
11383. Vinnarar verða við í kappingini um
høvudsvinningin, sum er ein ferð fyri tvey
við Flogfelagnum og Faroe Travel ul Nash-
ville. Á midnått hugleiðir Høgni Djurhuus
um vikuna, ið fer og í náttklubbanum spæla
Náttarravnar dansitónleik til kl. 1.
Birgir Kruse og Heðin Arge Jensen
leggja ul rættis
Sunnudagin kl. 13.10;
Heimferð við
Immanuel
Norðhavíð
Vit eru komin til seimasta part av ferdafrå
søgnini hjá Axcli Skoubo á Sandi. Hesin
teinur røkkur úr Orknoyggjum um Fair Isle
og Hetland til Sands
Í Kirkwall hittu sandingarnir ein annan
føroyskan siglara, Carsten Petersen úr
Fuglafirði, og teir avråddu at fylgjast heim
Á leiðini vóru menn á áhugaverdari vitjan
á Fair Isle, sum er eitt eldorado fyri fugla
frødingar, og lagt varð eisini inn í Lerwick
at hitta kunningar
Jógvan Arge og Finnur Olsen leggja ul
rættis
Sunnudagin kl. 14.15:
Soleidis var tad tå
Í indju og seinastu sendingini fer Elvira
Poulsen i Sumba at siga frå gerandisdeg
num har suður!
Hon endar hesa rødina við frágreiðing um
eina havnarferð, sum vardi um eitt sam
dagur. Hetta var 19. november 1949
Bergur Jacobsen leggur til rættis
in kl. 1 ;
Undir Noråstjørnuni
Nýtt undir Norðstjórnuni finna vit hesuferð
í Finnlandi. Ur Åbo hoyra vit Nillu Hansson
syngja sangir hjá gyklaranum, tónaskaldin-
um og yrkjaranum Olle Søderholm. Úr
Jyváskylá hoyra vit Elvis Presley á latíni.
Her hevur ein professari við lærda háskúlan
umsett kendar Elvis-sangir til latin. Finski
heimspekingurin Ammondt, doktari, er
hann, ið framførir Elvis-sangirnar á latíni.
Birgir Kruse leggur til rætus
Mánakveldið kl. 19.00;
Jaltaráðstevnan
I februar 1945 hittust teir triggir stóru,
Roosevelt, Churchill og Stalin at:leggja
seinastu hond á krigsførsluna móu Tysk
landi og Japan
Hóast amerikanski forsetin var illa sjúk
ur, noyddist hann at fara ul Krim við Svarta
Havid, tí Stalin kundi ikk: fara úr Sovjet
samveldinum
A hesum fundi samdust teir triggir sam
eindu leiðararnir um høvudslinjurnar fyri
seinastu åtøkunum móu Týsklandi og
Japan, og helst varðeisini framtíðarbýtið av
Europa váttað
Jógvan Arge leggur ul rættis
Tysmorgun og hósmorgun kl. 9.30:
Alkohol Kongur
sum framhaldsøga
Amerikanski rithøvundurin Jack London
doyði bara 40 ára gamal í 1916. Hóast henda
unga aldur hevði hann lagt stórt skaldaverk
úr hondum. Hann hevði skrivað cin hóp av
skaldsøgum og stuttsøgum, sum fólki
dámdi at lesa, og sum fólk framvegis lesa
Jack London var oyðslutur av lyndi. Tað
kravdi nógva pening, og hann arberddi sum
óður fyri at ycna nóg nógv: í meðal skrivaði
hann 1000 orð um dagin. Soleiðis skrivaði
11
hann 49 bøkur tey 16 árini, hann arbeiddi
sum rithøvundur
Jack London drakk illa, og tað mundi vera
drykkjuskapurin, sum førdi til, at hann tók
lívið av sær. Tá hevði hann tjent eina
million krónur, men eisini brúkt hvert oyra
Trý ár, áðrenn hann doyði, skrivaði Jack
London bókina Alkohol Kongur um seg
sjálvan og brennivínið
Útvarpið fer at nú at lesa hana sum fram-
haldssøgu. Finnbogi Ísakson hevur týtt
Flemming Samuelsen lesur
Tyskvøldio kl. 19.00:
Føroyar
framtidin
Kvotuskipanin
i Islandi
Einar K. Gudfinns-
son er talsmaður fyri
at taka av kvotu-
skipanina
Danska stjórnin heldur, at framtíðin hjá
Føroyum er nær tengd at eini umsetiligari
kvotuskipan. Utvarpid hevur ti í tveimum
sendingum valt at lýsa, hvussu kvotuskip-
anin í Íslandi virkar.
Fiskifrødingar, stjórnin og reiðarafelagið
halda, at skipanin við handilskvotum er
besta vápnið at vinna kríggið mót at toska-
stovnurin verður niðurfiskaður
I 1984 ferðaðust táverandi fiskimåla-
ráðharnn, Halldór Asgrímsson, og Jacob
Jacobsen, fiskfrødingur, úr býi í bygd um alt
Ísland til tess at sannføra fiskimenn og reið-
arafelagið um, at tað einasta, sum kundi
bjarga fiskastovnunum undan nidurfisking,
var ein kvotuskipan
Teir fingu undirtøku og Reiðarafelagið
tekur eisini undir við núverandi umsetiligu
kvotuskipanini
Men aðrir eru ímóu. Utróðrarmenn og
vestfirðingar ganga á odda fyri at taka av
kvotuskipanina
Í aðru sendingini um íslendsku kvotu
skipanina verða sjónarmið fyri og ímóti
lýst. Eisini hoyra vit um stærstu brekini við
skipanini og um hvussu vinnan og politik
ararnir saman vilja rætta hesi brek
Sendingin verður endursend mikumorg
unin kl. 11.00
Helgi Jacobsen leggur ul rættis
Morgunlestrar
í Útvarpi Føroya
6.-11. mars
Poul Sørensen í Havn lesur
Imar:
Mánadagur 6. mars
nr. 397 Verði tín vilji á jorð sum á
himli, Guð faðir
Týsdagur 7. mars
nr. 176 Millum tey lágu tú helt teg
mín kongur hin sæ
Mikudagur 8. mars
nr. 313 So veikt var hjarta títt í roynd
Hósdagur 9. mars
nr. 519 Eitt trúfast hjarta, Harri mín
Fríggjadagur 10. mars
nr. 258 Haldið fram í fylking
Leygardagur 11. mars
nr. 169 Jesus vgað hevur
iv mítt