leygardagur 4. mars 1995síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 45 — 4. MARS 1995
13
Edmund Nielsen,
bygdarráðslimur:
Hovdarhagi i
er annað
og meira
enn seyður
— Um vit framvegis koma at hava hagan,
so fara vit eisini at biðja um at fáa eina
longri uppsagnartíð enn higartil, tí tað
ber ikki til at gera nakað við hagan, um
leigusáttmálarnir bert eru eini tvey ella
trý ár, sigur Edmund Nielsen, ið er bygd-
arráðslimur í Skopun
Síðani 1939 hava skopun-
ingar umsitid Høvdarhaga,
og sidani 1963 hevur hann
verið umsitin av bygdar-
ráðnum í Skopun.
Men sambært teir av-
gerð, jarðarráðið tók 6. des-
ember í fjør, skuldi Johan
Petur Kjærbo, bóndi í
Skopun, festa hagan frá
nýggjárinum.
Hetta fall tó ikki í góða
jørð í Skopun, og bygdar-
ráðið kærdi avgerðina fyri
landbúnaðarstevnuna.
— Nú hevur nógv verið
tosað um seyðin, men tað er
nógv annað enn bara seyð-
urin í haganum, ið talan er
um í hesum málinum, sigur
Edmund Nielsen, ið varð
valdur í bygdarráðið síðsta
kommunuval og hevur sitið
har í góð tvey ár.
- Hagin hevur havt nógv
atsagt fyri bygdina, so tí eru
skopuningar ikki glaðir fyri
at missa hann. Sjálvandi
kann ein og hver, ið er førur
fyri at gjalda, fáa fatur á
seyði, men tað er ikki bara
sum at siga tað, tá lítið og
einki arbeiði er.
Umframt sjálvan seyðin,
so eru eisini rættindini tl
bjørgini við í málinum, og
skopuningar kenna seg ikki
vísar í, at teir varðveita hesi
rættindi, um teir missa hag-
an. z
I hvussu er hava skop-
uningar onga trygd fyri,
Teir. ið høvdu kært avgerðina hjá jarðarráðnum um at lata Johan Petur Kjærbo, bónda, festa Høvdarhaga. Við aftara
borðið sita Karlou Petersen, bóndi og sakførari hansara, Halgir Winther Poulsen. Við fremra borðið umboðini fyri bygd-
arráðið saman vid sakførarc sínum, Bjørn á Heygum. Teir eru jrå vinstru Jákup Fróði Djurhuus, Bjørn á Heygum, Ed-
mund Nielsen, Høgni Olsen og Gerhard Lognberg
hvat hendir vid bjørgunum,
um bygdin missir hagan,
sigur Edmund Nieisen.
Tað hava teir hinvegin,
um bygdin varðveitir hag-
an. Somuleiðis eru skopun-
ingar bangnir um træðirnar
hjá sær, tí longu nú hava
summir mist træðir sunnan-
fyri, og um tað ikki er
kommunan, ið hevur hagan,
er heldur eingin trygd fyri,
at teir varðveita væðunar
norðanfyri.
Eisini tekur Grótvirkið á
Hjalla gråt í grótbrounum í
Høvdarhaga, og har er av-
tala gjørd um ein kostnað
upp á 1.800 krónur fyri
hvønn steinin, grótvirkið
tekur hadani. Enn eru t6
eingir pengar komnir frå
grótvirkinum, varð upplýst
undir avhoyringunum á
landbúnaðarsteynuni hós-
dagin.
Hvussu málið endar, veit
eingin enn, ti bíðast må ul
týsdagin 14. mars, úá
úrskurðurin frá landbúnað-
arstevnuni verður almanna-
kunngjørdur.
Um Skodunar bygdarråd
varðveitir hagan, hevur tað
ætlanir framyvir.
Tað er sjálvandi treytað
av, at leigusáttmálin verður
longri enn tvey og ty år, ti
tú mást hava eitt skotbråd,
um tú skal fáa gjørt nakað
við hagan, sigur Edmund
Nielsen.
Eitt mál, ið hevur ligið
stilt, meðan hetta málið
hevur verið í gongd, er at
fáa bygt seyðarhúsið upp-
aftur, ið fór ódnarveðri fyri
tveimum ella uimum árum
síðani. Tað er ein spurning-
ur millum hagan og uygg-
ingina, men hann bíðar alt-
so, ul hetta málið er avgjørt.
Eisini ætlar bygdarrådid
sær at fáa gjørt åbøtur á veg-
Mynd: Kalmar Lindenskov
in norður til fjósið hjá Johan
Peturi Kjærbo, ti vegurin er
ikki og góðum standi. Aðrar
fløgur kunnu eisini koma
upp á tal í hesum sambandi.
- Hinvegin er tað greitt, at
tað verður ikki ókeypis hjá
Johan Peturi, um hann fær
hagan. Har eru jú útreiðslur
av rættum hegni og ødrum.
Gjøgnum árini hevur
Høvdarhagi kasta nakað av
peningi av sær, og á fesu-
kontomi eru nú 33.000
krónur.
hj.
Karlott Petersen, bóndi í Skopun:
„Gevið mær triggjar
merkur burturav«
Sum nú er hevur Karlott Petersen garð við tveimum merkrum, men tað er ikki nóg mi kid
hjå honum at liva av. Fær hann triggjar merkur burtur av Høvdarhaga, um hann kort-
ini skal latast øðrum enn Skopunarbygd, væntar hann seg kunna liva av gardinum
So leingi hann kann minn-
ast, hevur 30 åra gamli Kar-
lou Petersen, bóndi í Skop-
un, fingist við seyð og havt
áhuga fyri hesum. Í síni tíð
kom garðurin undan Skarði
á Sandi til abba hansara, Ei-
senberg Hentze, og sjálvur
hevur hann fest hann frá
mammubeiggja sínum,
Kristiani Hentze, ið ikki
hevði hug at fáast við tað
Tvær merkur er garðurin
til støddar, men tað heldur
Karlott Petersen ikki vera
nóg mikið at liva av, og hev-
ur hann eisini annað starv,
umframt at bóndast.
Í grundini eri eg ikki fyri
at Høvdarhagi verður ukin
frá skopuningum, og eg ætli
mær ikki at leggja meg út í
klammarí við skopuningar
um hagan, sigur hann.
Men um jarðarráðið nú
kortini skal lata einum fest-
ara Høvdarhaga, so haldi eg
tað vera frægari, um teir lata
hann ul tveir festarar, ti so
eru tað um ikki annað tveir,
ið kunnu liva av haganum
Hetta hevur jarðarráðið eis
ini møguleika ul sambært
jarðarlógini, tí har stendur,
at um jarðarráðið metir eitt
festi at vera ov lítið, ber til at
leggja aftrat ti
Hetta er eisini orsøkin til,
at Karlott Petersen valdi at
stevna avgerðina hjá jarðar-
ráðnum frá 6. desember í
fjør um at lata Johan Peturi
Kjærbo hagan inn fyri land-
bunadarstevnuna.
Hann visir å, at sum er, er
hann næstan líka nógv
bundin av garðinum, sum
av einum fjósi, men at tað tó
er ov líuð bert at kunna
starva hálva tíð við garðin-
um.
-Sumnúer, havi egeisini
arbeiði hjá J. & K. Petersen,
men minni og minni verður
at gera, so tað er einki at líta
á sum so hjá mær, og ti
hevði tað komið sera væl
við hjá mær at fingið um
ikki annað triggjar merkur
burtur av Høvdarhaga, ið er
átta merkur. So kundi Johan
Petur Kjærbo fingið hinar
fimm, og báðir klára at liva
av haganum, sigur hann.
Sum taðeisini kom fram
á landbúnaðarstevnuni, fær
Johan Petur tað at bera til
uttan at hava haga, so um
hann fekk fimm merkur og
eg tríggjar, átti hann at havt
ríkiliga góðar møguleikss at
verið vælkoyrandi við ti.
Karlott vísir eisini á, at
meðan tað framvegis ikki
gevur fleiri arbeiðspláss,
um hin bóndin fær Høvdar-
haga, allan sum hann er, fer
tad at geva eitt arbeidsplåss
aftrat, um hagin verður býtt-
ur í tvey.
Eg havi í løtuni eitt
seyðarhús til hundrað seyð-
ir, men við einum størri fest
kundi eg bygt tað út, so eg
kundi havt seyðin inni frá
januar og út í mei mánað.
Sjálvandi krevst fóður, men
so hevði eg havt møguleikar
at fingið tað, heldur Karlott
Petersen.
Og sjálvandi hevði mál-
ið verið at liva av garðinum
burturav — kanska við einum
trimum ella fýra oksum aftr-
at.
hj.