hósdagur 9. mars 1995síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 9. MARS 1995
fdindabladid SA) NM
13
3
velja tær eitt ávíst stað til at
bora á. Árið eftir tað kanst
tú so fara undir at bora. Men
her er tað so ein avgerandi
” spurningur, um ein bori-
pallur, sum kann brúkast til
endamálið, er tøkur. Tað er
nevniliga so, at økid við
Føroyar krevur eitt serligt
slag av boripallum, sum tað
bert eru fáir av. So her er tað
so spurningunn um, nær tú
kanst hava slíkan pall klár-
an.
Tí ber ikki til at seta nakr-
an dato á. Alt veldst um
komandi petroleumslógina.
Men er ein pallur klárur, so
kann farast undir at bora
eini tvey ár eftir, at lóg-
gávan er komin upp á pláss.
Sambart tíðarætlanini hjá
oljuráðleggingarneyndini
skal henda lóggáva verða
klár í 1996 og tvs. at boring í
fyrsta lagi kann byrja í
1998.
Í fyrilestri sínum á
skeiðnum á Hotel Føroyum
í gjár segði Brian Evamy, at
eftir tí teir higartil hava sæð
av seismiska tilfarinum frå
Western, so ber til at siga
við nærum vissu, at MØgu-
leikarnir at finna olju norð-
an og vestan fyri Føroyar
eru lítlir ella ongir. Tað vísir
seg, at basaltid er so mikið
tjukt, at har er ikki hugs-
ingur um at finna olju.
Ødrvisi er vid økinum
sunnan og eystan fyri - mill-
um Føroyar og Hetland.
Brian Evamy sígur vid
Sosialin, at her eru frægastu
møgulcikamir at finna olju í
føroysku — undirgrundini.
Taðer á teimum leidum, har
bretar hava funnið olju -
hinumegin markið.
Tær magnetisku kanning-
amar, sum eru gjørdar av
undirgrundini í øllum hes-
um økinum, vísa, at líknandi
umstødur eru at finna mill-
um Hetlandsrennuna og
Føroyar sum tær umstødur,
ið eru galdandi, har bretar
hava funnið olju longur
eystun.
Markid må åsetast
Vit spurdu Brian Evamy,
um hesi økini ikki júst eru
tey, sum bretar gera krav
uppá?
-Til tað kann eg bert siga,
at tað eru øki uttan fyri tað
umstridda økid, sum eru
áhugaverd fyri Føroyar.
i.
Annars haldi eg tad er sera
umráðandi fyri bæði lond-
ini, at tit fáa loyst markna-
trætuna sum skjótast. Tit
kunnu ikki geva loyvi til
kanningar á einum um-
striddum øki, og tað ger, at
tað ber ikki til at kanna hetta
okið, og tað er ikki haldbart i
longdini.
-Hvussu ber tað til, at tit
sum oljufeleg vilja vága
pengar í einum øki sum ti
føroyska, har als eingin
vissa er fyri at finna olju?
-Her er talan um eina
vinnu, sum livir við "high
costog high risk" tvs. at tú er
noyddur at gjalda fyri at
taka nakrar tjansir. Tað
kann geva úrslit og tað kann
ganga hinvegin. Men vit
høvdu neyvan brúkt nógvar
pengar upp á hetta gkið, um
vit ikki høvdu roknað við at
fingið nakað burtur úr.
Tíðarætlanin
Vit spurdu Brian Evamy,
hvat hann heldur um tíðar-
ætlanina hjá føroysku
myndugleikunum í sam-
bandi við oljukanningar-
nar!
-Seismiska tíðarætlanin
er góð. Hvat viðvíkur eini
petroleumslóg, sum fevnir
um lisensir er upp ul tykk-
um at avgera. Sjålvur kann
eg bert siga, at cin slik lóg
kann skunda undir og eggja
feløgunum ul at fara undir
stórri fløgur. Men tað verð-
ur so ikki gjørt fyrr enn hon
er komin.
-Gongur tað ov seint at
fáa hesa lógina 4
-Sum sagt tað er upp til
tykkum at meta um. Men eg
kann siga so mikið, at var
ein slík lóggáva komin í
1 9
gildi, so høvdu vit longu nú
kunnað farið til næsta stig í
teimum meira nágreiniligu
seismisku kanningunum.
Tað kunnu vit ikki gera,
soleingi tann lóggávan ikki
er komin upp á pláss. Men
hetta er so upp til føroyskar
myndugleikar at gera av og
tað hevur so eisini nakað
við fólk og orku at gera.
Annars = vísir Brian
Evamy á, at
útboðspolitikkurin á
bretskum øki hevur verið
tann at lata oljufeløgunum
stór øki at kanna heldur enn
smáar bitar, og tað heldur
hann eisini føroyingar eiga
at umhugsa, tá tað kemur
hartil at geva linsensir.
-Nógv halda, at tå olja er
bretsku megin Hetlandsr-
ennuna, so má hon eisini
vera okkara megin!
-Eg skilji hatta sjónar-
miðið. Men tað er ikki 10-
giskt at hugsa so eiheldur
geologiskt.
-Heldur tå sjålvur, at olja
er her?
-Eg fái mína løn fyri at
taka tjansir eisini. Eg haldi
føroyska økid er vert at
kanna. Eg kann eisini siga,
at eg eri bjartskygdur. Ødr-
vísi fái eg ikki svarað has-
um.
-Heldur tú tað finnast
fleiri oljukeldur av Foin-
aven og Schiehallion slag
num vestan fyri Hetland?
-Vit vóna tað. Vit eru í
løtuni í ferð við at:leita eftir
teimum. Men tær eru ikki
lættar at finna, soleiðis sum
undirgrundin er háttað.
-Roknar tú við, at oljuf-
eløgini fara at taka olju upp
í rísastóru Clairkelduni í
framtíðini?
74
Tore Mong frá Statoil, Bert Fleut, havnastjóri í Peterhead, Phil Sands frá Mobil og
Bill Middlehurst frá Mobil. Mynd kalmar
Brian Fvamy å oljuskeidi fyri 70 føroyingum: -Føroyska
undirgrundin er ein stór og nýggj avbjóðing. Mynd
kalmar
-Tf ivist eg onga løtu í,
hóastoljan er tjúkk og at har
eru ymsir trupulleikar. Tal-
an er um eina so stóra keldu,
at eg verði kløkkur, um ikki
olja fer at koma upp úr
henni.
Feroyska økid ein
stór avbjéding
Brian Evamy, sum hevur
arbeitt vid oljuleiting alt sitt
liv, heldur hetta arbeiðið
vera sera áhugavert og
spennandi. Ikki minst eru
nyggjøki ein stór avbjóðing
og so er við føroyska øk-
inum.
Vit spurdu hann, um
samarbeiðsbólkurin = við
Statoil, Mobil og Enterprise
kann vera Føroyum ein
góður stuðul í royndunum
at finna olju!
-Tað mugu tit avgera.
Men eg haldi eg kann loyva
mær at siga, at her er talan
um trý feløg, sum hava
drúgvar royndir frá økjum,
sum minna um tað før-
oyska. Tit fáa sjálvandi
vitjan av nógvum ødrum
oljufeløgum, sum vilja
bjóða seg fram. Vit kunnu
so bert vóna, at roynd
okkara at samaeina okkara
resursir og vitan kunnu
gagna føroysku sakini.
At enda spurdu vit Bran
Evamy, um ein oljukelda av
Foinaven slagnum er nóg
mikið til at fáa økonomi i
eina føroyska oljuvinnu ella
fleiri slíkar skulu til?
-Tann eina er nóg mikið
og eg tvist heldur ikki i, at
hon fer at fáa stóran tydning
fyri føroyska samfelagið
-Vónar tú, at olja verður
funnin vid Føroyar?
-Tad geri eg so sanniliga
Og tað er hetta vit vilja
hjålpatykkum við fyri tykk-
ara og sjálvandi eisini okk-
ara egna besta
jan
Bert fáir oljupallar eru
til, sum kunnu bora á
føroyskum øki. Ocean
Alliance, sum fann
Foinaven er ein teirra
ROKNSKAPIR
á annars alt vanl.
Bókhaldsarb.
verður gjort!
ET-BÓKHALD
TIf. 71182
F.C. BÚÐIN
Undir Tórs-Cafeterla
Inngongd við gos-vatnið
CD 3 BOX TILBOÐ
Gunn F TF eu
3 tløgur vid: Patsy Cline
- Willie Nelson - Skeet-
er Davis - Billie Jo Spe-
ars - Buck Owens
Kenny Rogers - Johnny
Cash og mongum fleiri.
3 cd i box fyri
bert kr. 128,-
ROCK CLASSIC
3 flogur við: Cher - San-
tana - Jimi Hendrix - Eric
Clapton - The Troggs -
Hall & Dates - Billy Joel
og mongum fleiri.
3 cd í box fyri
bert kr. 128,-
BACK TO THE 70's
3 fløgur vid: Lobo - Pap-
er Lace - Oliviu Newton
John - John Travolta -
Christie - Paul Young
og mongum fleiri
3 cd i box fyri
bert kr. 128,-
ONNUR TILBOÐ:
Willie Nelson & Waylon
Jennings: 20 golden
hits bert kr. 49,-
Golden hits of the
60's vol. 1
bert kr. 49,-
Golden love songs of
the 60's bertkr.49,-
Electric Light
Orchestra: The Best of
bert kr. 98,-
The Commitments:
The Soundtraack
bert kr. 158,-
Ring — vit senda
Postboks 1250
FR 110 Tórsbavn
TH. 17646 - Fax. 18401
Opið er;
Månadag-håsdag:
10—17.30
Friggjadag:
10—19.00
Leygardag:
11—14.00