Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-03-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mars 1995síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 49 — 10. MARS 1995 få fíðindablaðið SOS 5 Kvinnurødd fyri 97 árum síðani Mikudagin kundu kvinnur kring allan heim — og eis- ini her heima í Føroyum — halda altjóða kvinnudagin. Hesin dagur varð markeraður við stórum tiltaki í Norðurl úsinum, har eini 200 fólk — meginpart- urin konufólk — vórðu savnað, eitt nú var sjónleikurin »Shirley Valentine« á skránni. Í sambandi við kvinnudagin hevur ein lesari sent okkum avrit av einum lesarabrævi, ið stóð í blaðnum Fuglaframa 14. mars 1898. Ikki er neyðugt at siga so nógv um innihaldið í hesum lesarabrævi, tí tað talar fyri seg. Men her skulu vit so endurprenta tað: Hví eru vit so tigandi. Hví hoyrist ongantíð nakað frá konufólk- unum. Hví samráðast vit ikki eisini um okk- ara vidurskiftur. Er tað ti at vit eru so full komnar, at okkum ikki nýtist at starvast fyri at koma víðari fram. Ella er tað ti at vit ikki halda tað gagna, sm skrivað verður i blødun- um? Mannfólkini leggja síni vidurskiftir fram fyri hverjum eðrum bæði í talu og uppá prent, og tað vísur ikki annað, enn at tað er rættur mátin. Hví skulla vit ikki gera tað | Ella halda vit ikki okkara starv vera so mikið vert, at tað loysir seg at beta uppá tað? ———Þ———— Eg fyri mín part haldi nú, at kemur meiri an uppá kvinnurnar enn menninar, um eitt heim kann vera gott í allar mátar, íalfall ikki minni kemur tað an uppátær. Og tað sigst, at heimið er grundarlagið fyri øllum eðrum fel- agslivi. Men so leingi hvør av okkum liggur og starvar fyri seg sjálvan, verður vist litil fram- | burður, hverki ein ella annan vegin. Kunnu vit ikki læra av hverjum ødrum og leggja hvorjari aðrari ráð og samráðast um, hvat leið vit skulla halda á framburdsveginum, so | man ikki nakað til muns kunna skapast burt urúr Eg vildi nú bert ynskt, at vit fóru at taka okkum um reiggj. Át bíða eftir, at menninir skulu taka okkara vidurskiftir fram til um- rødu og kannska til avgerð, kann vara leingi Og hvussu duga teir eisini at fremja slik mal, sum okkum hoyrir til. Nei, vit mugu sjálvar um tað Ja lat okkum nú trina fram. Vit vilja ikki longur nøjast vid bert at standa i blødunum sum »bazardamur« Ein kvinna. Hanus syngur i Gøtu í kvold Í kveld hevur Hanus Johansen almenna kon- sent í hólum Gøtu Menn ingarfelags, í 1929-skúl- anum, við GøtugjOgv Tað skuli ikki vend neyðugt at sagt, hver Hanus Johansen er. Øll kenna henda fólkakæra sangaran og tónleikaran og tónasmiðin úr Klaks vík og vísur hansara Flest øll munnu vera samd um, at hann er ein av okkara allarbestu vísusangarum. Serliga eru tað vísumar við Í teksti eftir Pål F, ið er vorðnar fólkaogn | Konsertin vid i GøtugiGev íkvald byrjar tå at sybgja og spæla bæði nýggjar og góðar BR ge. gamlar sangir klokkan 21,og Hanus fer 4 Rúni var í fjør í Føroyum og hevði konsert saman við lærara sínum Fer at spæla við ungdómsorkestrinum Í kveld kl. 19.30 hevur ungdómskamarorkestrið hjá Musikkskúlanum í Havn konsert í kommunu- skúlahellini. Tey umleið 20 ungu eru millum 12 og 18 ár. Vanliga venja tey eina ferð um vikuna, fleiri hava spælt í fleiri ár, men hetta er teirra fyrsta sjålvstøduga konsert. Tey fara at framfara lætt- ari populeran tónleik og klassiskan íónleik, eina klaverkonsert hjá Sibelius. Við á konsertini verður Rúni Sørensen, sum er 11 ára gamal. Hann er hálvur føroyingur og býr í Dan- mark. Rúni er sjáldsama gávuríkur tónleikari. Hann fer at spæla eina Hándel-sonatu og verður solistur í eini violinkonsert hjá Vivaldi, sum hann fer at spæla saman við ungdóm- skamarorkestrinum. Leiðari hjá ungdóms- kamarorkestrinum er Jens Christian Guttesen. randi —————ee— TVINGSILSSOLA Hósdagin tann 6. apríl 1995, kl. 13.10 verður á dómaraskriv- stovuni, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn, ognin, matr. nr. 1250, Nólsoyar Pållsgøta, Klaksvik seld å tvingsilssølu (AS nr 657/1994) Ognin er ein békhandil, 160 kvm. i tveimum hæddum Åheitan um tvingsils- søluna er latin inn av Påll Nielsen, adv., Hoyviks- vegur 27, 100 Tórshavn (J. nr. 814/1994), sum kann geva nærri frágreið- ing um ognina, og sum kann vísa hana fram Seluuppgerð kann fá- ast við at venda sær til nevnda advokat, og møguleiki er eisini á dómaraskrivstovuni at | síggja nevndu uppgerð Føroya Fútarættur, tann 8. mars 1995 Henrik Engell Rhod dím Atlantic Hope landað í Killybegs í Írlandi Roynt eftir búrfiski á atlantsrygginum Blaðmaðurin á norska blað- num Fiskaren, Terje Engø legði merki til trolaran Át- lantic Hope, tá hann vitjaði í Killybegs á vesturstrond Írlands herfyri. Í týsdags- útgávuni av Fiskaren skriv- ar hann um fiskiskapin hjá Atlantic Hope, ein Belize- skrásettur tolari, sum før oyingar eiga. Hann skrivar Nú ongin toskur er at fáa í Smoguni, roynir Atlantic Hope eftir djupvatnsfiski vestanfyri Irland. Men teir hava ikki vunnið nógv av hesum fiskiskapi Vit vunnu munandi meira undir toskafiskiskap- inum í Barentshavinum í Búrfiskur hjá Atlantic Hope á bryggjuni í Killybegs fjør. Nú hava vit roynt í fleiri vikur eftir búrfiski og øðrum fiskasløgum 250 fjórðingar vestanfyri Ir- land. Meginpartin av tíðini hevur viðrað illa og vit hava ligið bakk, sigur ein av manningini, meðan landað verður í Killybegs Blaðið skrivar víðari, at Atlantic Hope vann nógvan pening í fjør við at royna í Smoguni. Trolarin hevur onga kvotu undir Føroyum og roynir nú nýggjar leiðir úti í Atlantshavi Ein av manningini, sum ikki vil hava navnið í blaðið sigur, at teir hava vunnið líuð av peningi seinastu mánaðarnir, heilt síðan teir byrjaðu at royna eftir búr fiski og ødrum djuphavs fiski seinast í oktober í fjør Teir gleða seg ul fiski- skapurin tekur seg uppaftur í Loynikrókinum. Atlantic Hope landaði 1030 kassar í Killybegs. Hetta var ikki ein góður túrur, men tað eitt teir hvdu fingið búrfisk hjálpu eitt sindur uppá hýrin. Vit hava roynt á millum 100-1400 metra dýpi, men tíverri eru spølini ikki nóg sterk til at vit kunnu taka alt vit síggja á loddinum. At vit hava fingið búrfisk nú er sera positivt. Vanliga byrjar hesin fiskiskapur ikki fyrr- enn í juli-august, sigur ein av manningini Fiskurin sum varð land- aður í Killybegs var mis- javnur av góðsku. 29 kassar fóru sum vrak. Búrfiskunn var annars stórri enn trolarar vanliga plaga at landa í Killybegs jústinus