Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-03-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mars 1995síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 49 — 10. MARS 1995 fíðindablaðið Klaksvíkin ongar ætlanir at fara upp í Kommunufelagið aftur Vit skulu hava tvinni kommunufeløg ' Eitt fyri smærru og eitt fyri størru kommunurnar, heldur Jógvan við Keldu, býráðsformaður Formaðurin í Kommunu- felagnum Jógvan K. Mørk- øre, harmast um, at fleiri av teimum størru kommunun- um tóku seg úr Kommunu- felagnum, og á aðalfundi felagsins leygardagin nýtti formaðurin høvi til at heita å hesar kommunur um at koma upp í aftur felagið. Men tað nyttar honum helst einki. Størsta komm- unan, sum tók seg úr felag- num, er Klaksvíkar Komm- una. Jógvan við Keldu, býráðsformaður sigur, at í Klaksvík hava tey ongar sum helst ætlanir at gerast limur aftur í Kommunu- felagnum. Hann heldur, at áhugamálini hjá iimunum í Kommunufelagnum vóru so sera ymisk, og einki logið í tí, tá hugsað verður um hvussu ymiskar í stødd, kommunumar vóru. Ur nøkrum fáum fólkum og upp móti 5.000. Tvey kommunufeløg At tað er beint, at kommnur standa saman fyri at fáa sum best burturur, heldur er býráðsformaður í Klaksvík eisini sannførdur um, men limakommunur mugu hava nøkur felagsåhugamål at standa saman um. Tí heldur hann, at samstarvið millum tær størru kommunurnar í ett nú spurninginum um lánsviðurskifuni, eigur at halda fram. Kanska íkki beinleiðis skipa hetta í fel- agsskap enn, men møguliga seinni. Og tå hann sigur størru kommunumar hugs- ar hann sær at seta markið ul 1500 fólk. Samlaða fólkatalið í kommununum, sum hava fleiri enn 1500 fólk, er umleið 28.000. D Saman aftur Jógvan við Keldu hevur annars heitt á formannin í kommunubólkinum, Páll Vang, um at kalla komm- unubólkin saman aftur. Hesaferð ikki fyrst og fremst at tosa um komm- unuskuld, men um onnur mál mótvegis landsstýrin- um. Býráðsformaðurin í Klaksvík er sera millum annað misnøgdur við, at landsstýrið er boðberðin hjá kommununum. Millum annað tá frágreið- ingin frá Beredskabsstyr- elsen vildi húðfletta komm- unurnar fyri ikki at hava síni vidurskifu í lagi. Hesi tíðindi sendi landsstýrið út uttan at kommunurnar so frægt sum vistu av ti. -Jú, sjálvandi hava fyrst og fremst tær størru komm- unurnar nakað at standa saman um. Serliga nå vit hava citt vandamikið lands- styri, sum vit ikki fåa loyvi at virka fyri. Tað krútið, landstsýrið ikki fær brúkt mót donsku stjórnini, verður brúkt móti komm - Fyrimunir at leggja saman — Eg skilji væl, at smærru kommunurnar eru ivasamar í samband við samanlegging, men sjálvur ivist eg ikki í, at fyrimunirnir eru stórri enn vansarnir, sigur býráðsformaðurin í Klaksvík Vanliga verður roknað við, attaðeru serliga tær smærru åtjadarakommunurnar, sum Óttast eini kommunu samanlegging, meðan tær størru taka betri ímóti tank- anum. Eitt gott dómi um eina stórakommuna mitt millum fleiri smáar, er stødan hjá Klaksvíkini sum hin stóra kommunan í Norðoyggj- um. Jógvan við Keldu, bý- ráðsformaður í Klaksvík Býráðsformaðurin í Klaksvík heldur, at smærru bygdirnar fáa fleiri fyrimunir enn vansar av samanlegging. Eitt nú her, Hvannasund sigur seg einki hava ímóti einan kommunusaman- legging. Hann sigur seg skilja, at flein smærru kommunur eru meira iva- samar, men hann leggur tó dent á, at ein samanlegging avgjørt ikki bert verður ul bága fyn smærru kommun urnar. Heldur kann verða talan um avgjørdar fyri- munir. Jógvan við Keldu nevnir sum dómi um hetta, at Amafjørdur er í kommunu við Klaksvíkini, og tað heldur hann, at bygdin hevur fyrimunir av. Tað eru klaksvíkingar, sum eiga virkið í Arnafirði, og tað gongur væl Býráðsfor- maðurin heldur, at vóru Hvannasund og Norðdepli uppi í somu kommunu sum Klaksvík, hevði verið ar- beitt á ti virkinum eisini Jógvan við Keldu sigur, at uttan iva missa bygdirnar nakað av serligum eyð- kennum og vinna nakað í ødrum fórum, men at fyri- Munirnir eru stóri enn vansarnir ivast hann ikki í tór.- HEGN á HEGNPELAR Seyðahegn og hegnpelar ymsum støddum á goymslu Eisini hava vit nútímans el-hegn P/F PW-ÍSINKRAM FR-660 Søldartjørdur Tlf. 41166 - 84166 Jógvan vid Keldu, býráðsformaður i Klaksvik hugsar sær tvey kommunufeløg. Eitt fyri tær smærru og eitt fyri tær stórru kommunurnar. Her er býráðsformaðurin í Klaksvík á fundi í kommunubólkinum Mynd: Kalmar ununum, sigur Jógvan við Keldu tór.- F.C. BÚÐIN Undir Tórs-Cafeterla Inngongd við gos-vatnið (JUST HEIMKOMIÐ 1. ABSOLUTE LET DANCE nr.7 kr.195,- 2. THE CRAN- BERRIES / No need to argue * bonus cd BERT kr. 195,- 3. YABBA-DABBA- DANCE Nr.3 kr. 195,- 4. DEEP PURPLE Smoke on the water kr. 195,- Ring - vit senda Postboks 1250 FR 110 Tórshavn Tlf. 17646 - Fax. 18401 Opider; Mánadag-hósdag: 10—17.30 Friggjadag: 10—19.00 Leygardag: 11-14.00 .—— A