Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-03-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mars 1995síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 49 — 10. MARS 1995 11 Hvat tíma vit? Hvat noyðast vit at gera, og hvat gera vit, bert tí okkum dámar at gera tað? Hetta verður evnið í kveld. Vit práta við nøkur børn um at rudda og hjálpa til við hús, og vit hitta nøkur børn, sum dansa í frítíðini. Erigalakvældið kl. 19.25; Aftur til nutidina Tad eydnast Megabyte at rýma, og nú noyð- ist hann at leita sær heim einsamallur. Men hinumvegin Atlantshav hava Adam og Lisa ikki eydnuna vid sær. Friggiakvøldid kl. 20.35: Yndisliga Audrey Hepburn Í sendingini verða víst brot úr nøkrum av teimum best umtóktu filmunum, sum Audrey Hepburn var við i, og viðmerkingar eru eisini frá leikstjórum og sjónleikarum, m.ø. Gregory Peck, George Peppard, Billy Wilder, Blake Edwards og Elizabeth Tay- lor. Friggjakvøldid kl. 21.40: Kærleikans leidir Am. familjurød um lívið í einum lidum amerikanskum býi í árunum eftir 2. heims- bardaga. Jeff er á rundferð við baseball-lidnum, og Ginger er við sum reklamugenta fyri Lemo Tomato. Men tað er Caroline eisini, og hon loypir sum altíð split í. Hon roynir eftir Jeff, so hann og Ginger fara at klandrast, og tað, at hann ikki spælir serliga væl og fær eina ávaring fyri og aðra eftir. Nú er hann bangin fyri at verða settur av liðnum. Fríggjakveldið kl. 22.25: Blaze Am. filmur frå 1989. Paul Newman og Lolita Davidovich Paul Newman, ið hevur hevuðsleiklutin í hesum filmi, fylti 70 ár tann 26. januar. Í filminum spælir Paul Newman Earl Kemp Long, ið var guvernørur í Lousiana í $0-unum. Long forleskaði seg í einum konufólki, sum ikki bara var strippari, men eisini tvey ættarlið yngri enn hann, og tað østi fólk seg nógv um. Leygardagin kl. 14.00: Veitst tú, at... Í Onglandi brúka tey meiri pengar upp á klænkievni enn tey lata í hjálp til 3. heimin. Í ú afrikansku savannuni livir tann ele- ganta og stygga Thomson gazellan eitt vandamikið lív. At enda ein tokferð gjøgnum tann kines- iska Yunnan landslutin til Vietnam. MC Mell 'O' og Jonzi D Ténleikadokumentar um Rapp og Hipp Hopp. Prátað verður m.a. vid Ice Cube, Chuck D, Grandmaster Flash Leygardagin kl. 17,40: Hvat kann eg verða? Tey flestu ræðast próvígku. Í sendingini verður prátað við ein censor. Hvat ger ein marknadarøkonomur? Er tað ein vid vøkrum damum og flottum bilum? Hverjum skalt tú vera í, og hvat skalt tú siga, tá ið tú fert til starvssamrødu? Leygarkvøldid kl. 18.40: Børnini vid havið Claire hevur gjørt av at fara. Men børnini orka ikki tankan um at hon skal ryma. Er onki tey kunnu gera fyri at fåa hana at verda verandi? Leygarkvøldid kl. 19.50; Tey tómu húsini Kreppan í Føroyum, lýst á ein ødrvisi hátt. Kreppan sæst ikki uttaná, hon er innan- veggja í teimum nýggju húsunum, sum í flein førum nú standa tóm. Georg L. Petersen, ið er um at vera liðugur við útbúgving sína á tí danska Journalista- háskúlanum, hevur saman við trimum ødrum lesandi gjørt eina stutta sending um ta føroysku kreppuna. Í sendingini sigur okkara fremsti listamaður, Ingálvur av Reyni, sína hugsan. Harumframt greiða tey, ið er harðast rakt av kreppuni — tey ar- beiðsleysu og tey ungu — frá síni støðu. Leygarkvøldid kl. 20.40: Silkiormurin Silki er ógvuliga dyrt at keypa, men tá ið vit síggja stríðið, silkiormurin hevur av at spinna eina reivveru úr fínasta silki, skilja vit kanska, hví prísurin er so høgur. Leygarkvøldid kl. 21.05; Frankie og Johnny Michelle Pfeiffer og Al Amerikanskur filmur frå 1991 vid Michelle Pfeiffer og Al Pacino í høvudsleiklutunum. Frankie er servitrisa og hevur fullkomi- liga mist tninna upp á kærleikan. Hon situr fyri tað mesta við hús og hyggur at video- filmum. Men so hittir hon Johnny, sum vil gera alt fyri at vinna hana. acino Leygarkvøldid kl. 23.00; Frælsisskuggin Bjørn Kjelmann verður tíkin Gabrielsen fremur enn eitt mord í Keyp- mannahavn fyri ikki at verða avdúkaður og fer so til Svørikis eftir Lassa — og sjálvsagt eisini at vitja konu sína Gudrun, sum hann elskar. Sunnudagin kl. 14.20: Space Camp Am. filmur. Å summarleguni Space Camp læra børn og ung seg at flúgva og spåka í rúmdar- simulatorum, men hvussu tann dagin, tá ið leikurin verður álvara? Leygardagin kl. 17.20: Darwin Tann kontroversielli filmslistamadurin Peter Greenaway vísir sína fatan av lív og virki Darwins í eini rød av tableau'um. Eitt hugtakandi møti ímillum tveir »vandamikl- ar« menn úr hver sínari tíð. Sunnudagin kl. 18,15: Greivin av Montmartre Toulouse Lautrec Tað er løgid at hugsa sær, at um eg hevdi havt eitt sindur longri bein, so var eg ongan- tíð blivin málari. Soleiðis segði ein av størstu málarunum Henri Toulouse-Lau- trec. Sunnukvøldid kl. 19.15; Litli lækni å preriuni Tey hava fingið nýggjan lærara í skúlanum, og nógv skulabørn koma til Michaelu at leita sær læknahjálp. Man tað vera ú, at lærarin bukar tey? Michaela kallar inn ul borgarafund um málið. Sunnukvøldid kl. 20.30; Eingin Nélsoyar Påll Í Fuglakvæðinum læt Nólsoyar Páll seg sjálvan í tjaldursham og embætismenninir í rovfuglaham. Tjaldrið verjir smáfuglin — føroyingar — móti rovfuglaálopum. Á grækarismessu koma tjøldrini, og hesaferð kemur Nólsoyar Páll við — sum standmynd. Listaverkið hjá Hans Paula Olsen verður avdúkað í Vágsbotni sunnudagin, og tað fær okkum at spyrja, hvønn tydning Nólsoyar Páll hevur havt í síni samtíð og til dagin í dag. Tjóðskaparrgrslan skapti hetjumyndina av Nólsoyar Pálli, og hann varð settur mitt í stríðið millum samband og sjálvstýri. Man tað vera ti, at teir politisku f'okkarnir hava mist innihaldið, at Nólsoyar Páll nú tykist vera góðuikin av øllum. Nólsoyar Páll var ikki tann maður, ið hann varð sagdur at vera, hevur 94 ára