leygardagur 11. mars 1995síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 11. MARS 1995
tíðindablaðið SA NT
11
Føroyska tryggingarmonopolid fær mótspæl:
Tryggingartakarar
i Føroyum stovna
nú sitt egna felag
- Øte ljandi dømi eru um, at tryggingartakarar eru illa viðfarnir av tryggingini. Trygg-
ingartakarar skulu hava onkunstaðni at fara, um teir meta seg órættvíst viðfarnar av
tryggingini, so teir kunnu fáa síni áhugamál rókt, siga Schumann Hjaltalin úr Havn og
Johan Petersen av Glyvrum, ið nú ætla at taka stig til at stovna eitt try ggingartakara-
felag. Um undirtókan verður nóg stór, verður eitt sovorðið felag sett á stovn í næstum
At føroyskar trygg-
ingar ikki eru rætt-
visar móti sínum
tryggingartakarum,
verður tíverri ásann-
að av alsamt fleiri
tryggingartakarum.
Skipanin verður
fyrisitin av leiðarum,
ið ikki skilja, at skip-
anin er til fyri trygg-
ingartakaranna
skuld og skal geva
teimum góða og
rættvísa viðferð.
Hverki stjórn,
nevnd, umboðsráð,
eftirlit ella myndug-
leikar hava havt
hegni at skipa so
fyri, at tryggingar-
takararnir kenna seg
tryggar við verandi
skipan.
Hetta er ein partur av orsøk
ini til, at Schumann Hjalta
lin úr Havn og Johan Peter
senav Glyvrum nú eru farm
ir undir at fyriskipa stovnan
av einum tryggingatakara
felag í Føroyum
Teir vísa á, at eitt mono-
pol kann vera gott, um tað
verður væl fyrisitið av dug-
andi og rættvísum leiðar
um, meðan vandin so sam
stundis er tann, at monopol-
ið ikki er gott, um tað verður
fyrisitið avleiðarum, 13 ikki
sýna ta stóru ábyrgd, ið skal
til fyri at hava ábyrgdina av
eini monopolfyritøku. Táer
hendan skipan tann vánalig
asta, ið finst.
Føroyska tryggingar
skipanin, ið er ein monopol-
skipan, varð stovnað út frá tí
sannroynd, at samfelagið er
ov líuð til fría kapping mill-
um fleiri tyggingarfeløg,
siga Schumann Hjaltalin og
Johan Petersen
Hetta grundsjónarmið
ið var gott, og tyggingår
feløgim hava eftirhondini
ment seg til peningasterkar
fyritakt ur eftir Í øroyskum
vidurskiftum. Men mono-
polid hevur altso ikki verid
nóg væl fyrisiid, og skipan
in ásetur tryggingartreyt
imar, sum hon finnur tað
fyri best, og tá um endur
gjald ræður, eru teir uygg-
ingartakararnir fáir í tali,
sum ikki bæði eina og fleiri
ferðir hava kent seg Orætt-
víst vidfamar av trygging-
ini
Tryggingartakararnir
ongastaðni at fara
Teir báðir vísa á, at lå so er
vorðið, hava tryggingartak
ararnir ongastaðni at fara
við sínum trupullcikum, og
at:tað er hetta, ið okkurt nú
skal gerast við, so tað skal
bera ul hjá uyggingartakar-
unum at fáa síni vidurskifti
vidgjørd av óheftum stovni.
Og tað halda teir best lata
seg gera við at stovna eitt
tryggingatakarafelag, ið so
skal hava møgulcika at taka
sær av åhugamålunum hjå
tryggingartakarunum
Sjålvandi kunnu trygg-
ingartakararnir fara frættin,
men tíverri eru alt ov mong,
ið aftrað seg við at gera
nýtslu av hesum møgulcika,
siga teir
Aftrat hesum kemur so,
at skipanin útnyttar hesar
umstødur, tí hon hevur altíð
stundir at bíða, meðan tað
als ikki ber ul hjá trygging
artakaranum, ið hvorki hev-
ur tíð ella ráð at bíða. Er
hann énøgdur, fær hann al-
oftast bara at vita, at einki
endurgjald fæst frå trygg-
ingini, um avgerðin hjá
skipanini ikki verður góð-
tikin sum endaliga avgerð.
Óteljandi fólk eru illa
viðfarin av tryggingini
Schumann Hjaltalin og
Johan Petersen siga, at um
uyggingartakarin skal fáa
nakað sum helst endurgjald
rímiliga skjótt, hevur hann
upp á forhond avskorið seg
frå at søk ja sín rætt gjøgnum
einasta kærumøgulcika, ið
hann hevur
Tiverri er tað so, at ikki
skal leitast leingi fyri at
finna tryggingartakarar, ið
hava sína søgu at siga um,
hvussu illa teir eru viðfarnir
av tryggingini. Óteljandi
dómi eru um hetta, siga teir.
Eitt feskt dómi var her-
fyri í bløðunum, har greitt
varð frá eini smoltstød, ið
átti eina vindmyllu, sum
fórst av vindi. Smoltstødin
kundi ikki fáa endurgjald, ú
vindmegin í meðal tað sam
døgrid bert hevði verið
Við nýggja tryggingariakarafelagnum, ið ætlanin
er at seta á stovn í næstum, fær foroyska trygging-
armonopolið eitt mótspæl
fimm metrar um sckundid,
siga ter.
Hvussu skal trygging-
artakarin kenna seg Wygg-
an, tá so er? Hvat kundi ein
so sagt, um ein fekk ein bil
vid ongum motori frå ein-
um bilsølumanni við tí sum
grundgeving, at lika nógvar
undanbrekkureru sum mót-
brekkur í Føroyum, og at ti
var ikki neyðugt við motor
í bilinum?
Fyrst royna tann
positiva vegin
Felagið hjá føroyskum
tryggingartakarum, ið ætl
anin er at fáa sett á stovn í
næstum, skal í fyrsta umfar
royna í positivum samstarvi
við tyggingarfeløgini at
verja áhugamál try ggingar-
takaranna og hjålpa trygg
ingunum at koma ur tcirri
ringu ringrås, ið teir halda,
at tær tíverri eru komnar í
Í øðrum lagi skal felagið,
um tað fær nóg stóra undir-
tøku og verður nóg sterkt,
arbeiða fram ímóu at fáa
tryggingarnar og myndug-
leikarnar at rakna við, so
ein bæði rímilig og rættvis
viðferð verður givin trygg-
ingartakarum
Felagið skal taka sær av
øllum tryggingum, sum eru
teknaðar hjá føroyskum
monopolfyruiskum — bæði
bil-, sethúsa-, skipa-, efur
lønar-, vanlukku- og øðrum
persónligum tryggingum,
siga Schumann Hjaltalin og
Johan Petersen
Skal veita tekniska
og juridiska hjálp
Eisini skal felagið veita
limum sínum bæði tekniska
og juridiska hjálp, og kunnu
vit upplýsa, at avtala
EJ rd við sakføraravirki, 10
vil taka sær av juridisku
síðuni, eins og sakførari er
fúsur at lata seg velja í
nevndina í felagnum, tá tað
verður stovnað. Umframt
sakførara, er ætlanin at fáa
—
-
Johan Petersen av Glyvrum og Schu-
Tad eru hesir bådir
mann n Hj jaltalin år Havn
tryggingartakar
afelag
ið nú taka stig ul at stovna før-
(Savnsmynd)
ein bilkønan, ein skipakøn-
an, byggikønan og rokn-
skaparkønan í nevndina, so
felagið kann hava so stóran
serkunnleika ul taks sum
gjørligt.
Tá felagið verður stovn-
að, er ætlanin at fáa tað so
sterkt sum gjørligt, og fyri
at tað skal lata seg gera, er
neyðugt at hava so nógvar
limir sum gjørligt í fel
um
Gjaldið fyri limaskapir
>
skal vera lágt, « g 0 skál
verða grundað á tal av tekn
iðum tyggingum, so at
møgulciki verður fyri at fáa
nógvar limir. Eisini skal ein
avgreiðsluskrivstova setast
á stovn, ið skal kunna av-
greiða mál skjótt, so trygg-
ingartakarin sum skjótast
kann fáa at vita, um hann
eigur at fara víðari við mál
inum, um hann metir seg at
vera Órættvíst viðfarnan ]
teimum førum, har rátt
verður til at fara víðari, skal
felagið veita uyggingartak-
aranum tekniska og jurid-
iska hjálp — sjálvsagt móti
einum neyðugum gjaldi
Vóna at áhugin
er til staðar
Men fyrst og fremst er
endamálið við íclagnum, at
tað skal hjálpa øllum teim
um tryggingartakarunum
iðeru illa royndir av skipan
ini og hava verið illa við
farnir. Tað ræður um, at
hesir hava onkunstaðni at
fara, so teir kunnu fáa síni
áhugamál røkt á besta hátt,
siga Schumann Hjaltalin og
Johan Petersen.
Vísir tað seg, at áhugi er
fyri hesum felagnum, verð-
ur fundur hildin at seta tað á
stovn, samtykkja lógir og
fáa eina nevnd valda. Hetta
verður so lýst nærn í blød
unum, tá komið er so langt
Vónandi innan alt ov langa
tid. i
hj.
(Savnsmyndir)