Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-03-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 1995síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 14. MARS 1995 tíðindablaðið STANT 7 Heðin Mortensen, býráðslimur: | Nólsoyar Páll grund- = festi okkara fatan nav tjaldrinum — Aðrarstaðir er tjaldrið bert ein av mongum fuglum, men í Føroyum skarar tjaldrið framúr, segði formaðurin í menta- målanevndini hjá Tórshavnar Býráð, tå standmyndin av Nólsoyar Páll varð avdúkað sunnudagin. Vit prenta røduna om nidanfyri Grækarismessa er serfør- oyskur merkisdagur. Ikki ti at hann ber navnið á róm- verskum stórmenni, men tí tjóðfuglur okkara, tjaldrid, trúliga tekur búgv aftur í oyggjunum og ber bod um, at veturin víkir fyri várin- um, kuldin dvínur fyri lýðk- uni og tf ljósið vinnur á myrkinum. Soleiðis kveikir tjóðfugl- urin aftur vón í mannabørn- unum um nýggja byrjan. Hann er okkara ímynd av bjartari degi og ljósari fram- tíð. Henda tráanin eftir nýggjum møguleika nertir við iboman mannalongsul eftir at leggja dapra fortid aftur um bak og taka upp annan táu. At fáa tilboð um nýt lív. Ja, at eiga lut í ævin- leikanum. Nær føroyingar hava giv- ið tjaldrinum serstødu mill- um fuglar, eru søgumenn í ivaum. Aðrastaðni er tjaldrið bert ein av mongum fuglum: »Strandskade« millum dan- ir, »oyster catcher< millum bretar osfr. Men fyri føroykingar skarar tjaldrið framúr sum ímynd. Tað man standa fast, at Nólsoyar Páll grundfesti okkara fatan av yaldrinum sum tjóðfugli. Páll valdið tjaldrið sum hetju og verja av småfuglum, meiniga før- oyinginum, móti skaða- og rovfuglum, vandamiklum embætismonnum, í framúr vælyrktaog myndaråmandi Fuglakvædnum. Hann var millum teir føroyingar, sum um aldarmótið 17-1800 birti upp undir nýggjari før- oyska kvæðayrking. Hesa myndina av Pálli við tjaldrinum tóku føroy- ingar inn at hjartanum. Ans- urin fyri forna kvæðaskatt- inum kveiktist í føroyingin- um við nýfunnu tjóðskapar- kensluni móti endanum av síðstu øld. Ikki fyrrenn slaka eld eftir at hann hevði livad, frå 1766 til 1809 tá fekk Nólsoyar Páll heiðurssess millum føroyingar. Sum drongur var hann uppfinnari og bøtti føroyska bátasniðið og seglskapið. Sum ungur ævintýrari í langfarasigling nam hann útbúgving, tíðarandan og upplýsing. Heimafturkomin var Páll undangongumaður at vísa føroyingum leið úr miðald- ar- og stóðusam felagnum. Uppreistrarmaður — móti kúgandi fremmandum em- bætisveldi. Verji fólksins móu útlendskum ráns- monnum. Frælslyntur virkaði hann fyri fríum handli og sam- skifti millum fyrr avbyrgda oyggjaland okkara og um- heimin. Verkfræðingur og hand- verkari smíðaði hann fyrsta deksfar føroyinga í søguni, Royndina Fríðu, 3/4 eld áðrenn slupptíðina. Málsnillingur talaði hann fremmand tungumál og samskifti beinleiðis við mætar menn og myndug- leikar uttanlands. Mentamaður og skald yrkti hann nakrar av enn vinsælu kvæðum og tættum okkara. Nólsoyar Páll vísti okkara forfedrum leið fram móti rúmari ræsum og ljósari tíð- um — andliga, tjóðskapar- liga og vinnuliga. Hann rindaði evsta prísin fyri = undangongu sína, nevniliga við lívinum: Á veg heim úr Bretlandi við korni og neydsynjarvørum umbord í lítla deksfan sin- um ul svøltandi landsmenn, kvinnur og børn, innibyrgd av krígsávum, sjólætst hann, maður í bestu árum, bert 42 ára gamal. Men aftur ul nútíðina: Henda grækarismessa 1995 er merkisdagur, nú vit kunnu avdúka minnisvarð- an yvir úrmælingin Nóls- oyar Páll. Merkisdagur, tí henda standmynd er úrslit av ein um skjótt 100 ára gomlum ynski og ætlan, sum fleiri ættarlið av monnum og kvinnum hava havt, men sum nústaðni gongur út. Vit lesa í føroyskum bløðum eftir aldarmótið, at tjóðskaparmenn sum Jó- annes bóndi, Rasmus Effer- sæ, »faktor« J. C. Djur- huus, Simun av Skardi, »doktor« Jakobsen, sum skrivaði livssøgu Nólsoyar Pálls, fundaðust, savnaðu pening og røddu alment fyri einum minnisvarða yvir Nólsoyar Páll. Eftir uppskot í 1909 var at heita skrivliga á hvønn av teimum tá umleið 17.000 føroyingum atrinda 25 oyru í part til at savna 4.000 kr. til eina standmynd. Men ikki komin hesin minnisvarðin fyrrenn í dag. (Tó eiga vit at minnast upp- skotið hjá íslendska mynda- høggaranum, Einar Jón- syni, í 1904 ul minnis- varða, sum einkja eftir hann í 1973 gav føroyingum, og sum stendur vid Sjómans- skúlan). Onkrum fellur fyri bróst- ið, at býráðið í hesum trongu tíðum nýtir pening til slíkt ikki bráðneyðugt sum standmynd yvir Nóls- oyar Páll Men atfinningar trutu ikki í 80-åmum heldur, tá by- ráðið fríðkaði um býin við at planta trø og reisa stand- myndir. Hver vildi verið tey eygnaprýði fyriuttan, nú tey eru komin? Neyvan nakar. Eftir neytakonuna og torvberamannin á Glaðs- heyggi, Hans Andrias í Aar- stovu og traðarmannin uttan fyri Ráðhúsi 0.ø. stand- myndum avgjørdi býráðið at næsta takið átti at hava nakað við sjógvin at gera. Vit tosaðu við listarmannin Hans Paula Olsen, sum hev- ur gjørt traðarmannin, um at gera eina standmynd av Nólsoyar Pálli, og tók hann av hesum ulbodi. Í dag kunnu vit so avdúka og ogna Føroya fólki hana. Sum formaður í menta- målanevnd Tórshavnar Bý- ráðs vil eg nýta høvid ul at takka listarmanninum Hans Paula Olsen, bronsustoypi- verkinum hjá Jytte og Leif Nielsen og áhugabólkinum fyri >Nólsoyar Pálls grunn- in« fyri væl útinnt arbeiði. Eisini øllum tykkum, sum havaarbeitt við at gera torg- ið her so vakurt, veita vit tøkk. Upplysast skal her, at Jyue og Leif Niclsen hava lauð — byrådnum hesa bronsuplåtuna — framman fyri vid åsknftum Nólsoyar Påll. Havnin er heimstadur hjå havnarborgarum. Vit í mentamålanevndini hjá bý - ráðnum hava eftir førimuni roynt at seta dám á henda høvudsstad hjá øllum før- OyIngum sum ein mcntanar- middepil, og listaprydini eru eitt eyðkenni, vit eru fegin um. Eisini fýlist onkur á, at júst >torgið< í Vágsbotni er valt sum staðið fyri hesi standmynd. Tað er heldur ikki nakað nýtt stríðsmál. Lagnan vildi tað so, at takksamir landsmenn reistu okkara yndaða Rasmusi Effersøe høggmynd á Ting- húsvellinum. Har sum Ras- mus sjálvur í 1908, 100-árið fyri deyða Nólsoyar Pálls, skjeyt upp at seta varða yvir Páll. Tá helt Andrass Samuelsen, at hann åtti at standa hægri. Men vit í bý- ráðnum hildu tað vera hósk- andi, at minnisvarðin yvir Nólsoyar Páll slapp at standa her, sum nógv fólk hevur sína dagligu gongd. Her í Vágsbotni mundi Páll eiga mong spor, tí hann var ofta í Havn og her hava bátar, neyst, handlar og virki verið í aldir. Her skoð- ar Páll yvir føroyskar smá- bátar og skip, sum hann virkaði fyri at útvega síni samtíð. Hann stendur nær ti sjógvi, hann kendi so væl, elskaði, vann føroyingum breyð úr og læt sítt lív fyri. Hiðani úr Vágsbotni sær hann út á fødioyggj sína, Nólsoy, hóast framburður hevur gjørt, at moli og brim- garður, sum hava gjørt Havnarvág til kyrrupláss, taka nakað av útsýninum. Men framburður eyðkendu alt lív Nólsoyar Pálls, so skert útsýni hiðani hevði hann borið yvir við okkum. Lat okkum saman gleðast um, at ein næstan 100 ára gomulætlan og dreymur eru gingin út, og føroyingar nú hava reist okkara fyrstu standmynd um henda okk- ara merkismann. Hann kann vera okkum ein fyrimynd í dag, nú mangur føroyingur kennir seg gyrdan í brøkur av stongsli, kreppu og hóttar- falli. Tað vóru daprari útlit og harðari harrar, Nólsoyar Páll sett seg upp ímóti, tá hann vísti føroyingum leið úr miðaldar myrkri, nagga- tødn, kúgan og vónloysi. Vit hava tað nú minni tímiliga rúmligt enn herfyri. Men grækarismessa við tjaldrinum, fyridømi Nóls- oyar Pálls og várið vid ljós- inum minna okkum á, at sjálvt í truplastu tíðum vinn- ur dirvi á vónloysi, ljósið á myrkrinum, áræði á dapur- skygni, lívið á deyðanum. Júst tað, at okkum er eydnast at gera ein 100 ára dreym ul veruleika og reist mæta landsmanni okkara henda minnisvarða, er ein sigur í sjálvum sær. Vegna Tórshavnar Býráð fari eg at takka Tórshavnar kamarkóri undir leiðslu av Emst Sondum Dalsgarð fyri TIPS-úrslit í viku nr. 10 11., 12. og 13. mars 1 CrystalPalace-Wolverh. X 2 Liverpool-Tottenham 2 3 Chelsea-Leeds 2 4 Coventry Blackburn X 5 Lewcester-Nottngham F E Sheffield W-Wimbledon Nu 7 West Ham- Norwich X 8 Bolton-Middiesbrough 1 9 Derby Millwall 1 Notts County-Sheft U Reading-Barnsley Sunderland-Stoke 13 Tranmere-Gnmsby Prognosa fyri viku nr. 10 11., 12. og 13. mars » OD n — — BJ — 13 røtt 1.219.936,- 12 rett 17.709,- 11 rett 1.096,- 10 rett 200,- Sosialunn lekur onga ábyrgð av Megukgum villum Prógv Brynjålvur I. Johannesen, Argjum, hevur tikid prógv sum civilverkfrødingur á Dansk Tekniske Universi- tet við kemi sum speciali. sera góðan sang, og eisini ein tøkk ul øll tykkum, sum hava leitað oman higar og verið við til at gera hesa løtu so minniliga. Eg fari at enda við åskrift- ini, sum stendur á plátuni framman fyri Nólsoyar Páll standmyndini: Tjaldrið tók at láta hart, tað hoyrdist yvir SJÓÐV. Góða grækarismessu, góðu landsmenn og kvinn- ur. VILT TÚ VERÐA SLANKUR? = $0 hava vit BESTU LOYSNINA - teir HEIMSKENDU LIGHT-PLAN droparnar og LIGHT-PLAN kapsiar- nar á goymslu. Kostnaður v/ MVG kr. 298,- Tlf. 51216 - 57898 Senda um alt landid SNELLUR 2 ymisk sløg av hondsnellum [ESETI] — til sølu — Til. 13897 - 12020 BERGMENN 1