fríggjadagur 17. mars 1995síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 54 — 17. MARS 1995
tíðindablaðið
SOS
Pr
Sjónvarp Føroya
… þf
Sunnuva gongur til drama
Fríggjakveldið kl. 19.00:
Barnaløtan
Evnið í kveld er sjónleikur. Vit fara til
dramavenjingar við nøkrum 6-8 ára goml
um børnum, og vit hyggja at úrslitinum hjá
nøkrum ungfólkum, sum hava verið á sjón
leikaraskeiði. Tey hava gjørt til leik sagnir,
sum Jakob Jakobsen, doktari, skrivaði upp,
tá hann ferðaðist runt í Føroyum
Fríggjakveldið kl. 19.25:
Aftur til nútíðina
Megabyte hittir umsíðir pápa sín, sum hann
ikki hevur sæð í nógv ár. Men hvat ger
hann? Hann er stjóri fyri tí vísundaligu
fregnartænastuni! Men um hann ikki vil, at
nakað skal henda við framtíðarfólkinum,
hví heldur Master so mammu Adam og Lisu
sum gíslar? Og so kemur tann stranga Lady
Mulvaney, og hon vil gera alt fyri at fremja
sínar ætlanir
Fríggjakveldið kl. 20.35:
Mong andlit Sissels
Eitt ødrvisi portrett av tí altjóða kendu
norsku sangarinnuni Sissel Kyrkjebø. Eitt
sjónvarpslið hevur fylgt henni fleiri dagar
heima í Bergen, har hon enn hevur eina í
búð. Vinkonan, gomul bfløt og gamlir film
ar mynda ta náttúrligu og Ospiltu Sissel,
sum almenningurin sjáldan sær
Fríggjakveldið kl. 21.20:
Kærleikans leiðir
Am. rød um lívið í einum lítlum býi í USA
beint eftir seinna heimsbardaga
Fríggjakveldið kl. 22.05:
Jydekompagniet 3
Danskur skemtifilmur frá 1989 við Jacob
Haugaard og Finn Nørbygaard sum hetjur-
nar Jacob og Finn, sum av óvart koma sær
upp í eitt mál um fupp við transplantauón
um av mannagøgnum. Teir eru royndardjór
á einum sjúkrahúsi, ið hevur uppfunnið ein
sokallaðan gøgnskannara. Uppfinningin
skal vísast fram fyri alheimspressuni og
royndarkoyrast å Finni. Scannarin visir, at
gøgnini hjá Finni eru í fínasta standi — øll
uttan heilin. Hetta góðtekur Jacob sjálvsagt
ikki. Okkurt má gerast við hetta, og loysnin
er heilafimleikur. Tí fara teir sum detektiv-
ar at leita eftir horvnum handilstonnum
Men altjóða kreftir vilja hava fatur í gegn
unum hjá Finni
Fríggjakveldið kl. 23.25:
Taggart: Lívs-
trygging - 1:3
Julie Fraser, sum er gift við einum politisti,
verður myrd, meðan maður hennara er til
arbeiðis. Politiið rannsakar húsini, men
finnur onki uttan ein lista við nøvnum
Taggart varnast, at allir persónarnir á listan
um, ein fyri og annar eftir, verða raktir av
vanlukkum — og kortini finnur hann ikki
annað samanhang millum persónarnar, enn
at teir standa á listanum
Leygardagin kl. 14.00:
Veitst tú, at...
Tær finastu loysnirnar uppá tekniskar
trupulleikar eru funnar við at granska djór
og plantur. > Við náttúruni sum mynstur« er
tann fyrsta av seks sendingum um náttúru
skapt og menniskjaskapt design. Harum
framt síggja viteisini Mark Wellmann, sum
er lamin í báðum beinum og fjallaklintrari
Og tann 80 ára gamla Thor Heyerdahl, sum
nú kanska hevur funnið prógv fyri, at fólk
fóru tvørtur um Atlantshav langt undan Co
lumbusi
Leygarkvoldið kl. 18.30:
Eg hevði ynskt tær
Familjukriminalfilmur, sum Bo
hr. Hansen hevur gjort — 1:8
#
Jesper Hyldegaard, Helle Virkner,
Paprika Steen, Nijas Ørnbak Fjeldmose,
Joy-Maria Frederiksen, Torben Jensen,
Mads hensel
Knút hevur eitt lítið pensionat við 5 leigar-
um. Knút er heldur váttligur, so tað er son-
urin Niels, ið ger mest sum alt. Í fyrsta parti
flytur Clara inn
Leygarkveldið kl. 20.40:
Logandi fuglar
Eitt av undurunum í náttúruni er at uppliva,
tá ið stórir flokkar av litføgrum flamingo
fuglum hittast í Lake Natron har norður! í
Tanzania í Eysturafrika
Jeff Goldblum
Leygarkvøldid kl. 21.30:
Ut i nåttina
Am. filmur frå 1985
Ed Okin er ein sannur hampamaður, sum
tá hann uppdagar, at konan er honum
ótrúgv, ætlar at rýma til spæliparadísið Las
Vegas. Men áðrenn hann kemur so langt, er
ein vekur, ung genta komin upp í leikin
Hann finnur hana í bilinum hjá sær, har
hann hevur krógvað seg fyri fýra brots
monnum
Sunnudagin kl. 14.45:
Loynidómurin
undir jørdini
Svenskur filmur frá 1991 um dreingirnar
Nisse og Lelle, sum liggja á sjúkrahúsi. Teir
ætla at flyta mat av sjúkrahúsinum til ølltey,
ið sveita, og tað skulu teir gera við einum
luftskipi, sum teir ætla at byggja. Men tað er
nokk so ringt at byggja eitt luftskip á einum
sjúkrahúsi, uttan at nakar varnast tað
Sunnudagin kl. 17.10:
Isaac Stern — eitt liv
Sending um tann amerikanska violinistin
Isaac Stern, sum er vidurkendur sum ein
tann størsti violinvirtuosurin í hesan øldin!
Í meira enn 50 år hevur hann spælt á heim
sins størstu pallum og undirvíst nógvum
ungum, evnarikum tónleikarum. Í hesi
sendingini fortelur Ísaac Stern um sín tokka
tiltónleikin, um uppvøksturin og familjuna
Sunnukveldið kl. 18.15:
Jørn Utzon
Skuggar
Samrøda vid Jørn Utzon, sum sigur frå in-
spiration, arbeidslagi og hugsanum um
arkitektur. Øll ti, sum hevur verid grundar
lag fyri at skapa nakað einastandandi
Høvudsverkid hjá honum, Operahúsið í
Sidney, er langt síðani vidurkent sum eitt av
heimsins undrum
Umframt Operahúsið í Sydney síggja Vit
tinghúsini í Kuwait, Melli Bankan í Tehe-
ran og bæði húsini hjá Utzon í Spania
Sunnukveldið kl. 20.45:
Teir sigldu ut
frå Aberdeen
Edvard Mittelstein år Skopun før sum 20
ára gamal í 1942. Hann fór í enska handils-
flotan og seinni vid minustrúkarum. Eftir
kríggið var hann við skotskum trolarum og
línuskipum. Seinnu árini sum stýrimaður
og skipari. Hann sigldi størsta parun saman
við skotska skiparanum George Lieber
George Lieber var fyrst ferð í Føroyum í
1934, og fiskaði undir Føroyum fram til
sjeyti årini. Edvard Mittelstein sigur frå
tíðini undir krignum og sum fiskimaður
Georg Lieber hevur alt gott at minnast
aftur á frá tíðini sum skipari og fiskimadur
undir Føroyum
Teir gomlu skipararnir hittast hvønn týs-
dag í »undirhusinum« í Aberdeen, sum er í
hugnaligari stovu á sjómansheiminum
Zacharias Hammer og Ragnar C. Joensen
hava gjørt sendingina
Sunnukvaldið K. 21.35:
Eg eiti Bill W.
JoBeth Williams og James Woods sum
hjunini Wilson, og James Garner
Am. sjónvarpsfilmur frå 1989
At síggja ul hevur Bill W. alt: eina fitta
konu og gott arbeidi sum børsmeklari. Men
trongdin til fløskuna fær tamarhald å hon-
um. Á eini ferð hittir hann læknan Bob
(James Garner), ið eisini er alkoholikan
Teir báðir verða vinir, og saman stovna tei
felagsskapin AA (Anonymir Alkoholik-
arar)
Lili Marleen
Þýskur filmur hjá Rainer Werner Fass-
binder frá 1980. Sangarinnan Willie og tón-
leikarin Robert eru forelskað og hittast í
hansara heimbýi Zúrich í 1938. Men hon er
tysk, hann er jødi, og kríggið skilir tey. Í
Týsklandi verður Willie kend við sangin-
um Lili Marleen, sum verður líka væl
dámdur hjá teimum týskum hermonnunum
sum hjá teimum sameindu. Hverki Robert
ella Willie kunnu gloyma hvert annað, og
mitt undir krígnum ger hann av at fara til
Berlin at vera saman við henni
Mikukveldið kl. 19.00:
Tann hvíti steinurin
Svensk raðsending fyri børn í 13 pørtum,
grundað á bókina hjá Gunnel Linde við
sama navni
1. partur: Fía metir dronginum Hampus,
sum hevur mist foreldrini, og Hampus
lovar Fíu, at hann skal mála eygu og munn á
kirkjuurið, um hann kann fáa tann hvíta
steinin 2”