Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-03-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 1995síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 56 — 21. MARS 1995 Sigid okkum frå, tå okkurt hendir innan ítróttin... TIf. 11820 Dómararnir settu næstan lívið í vága á veg úr Vestmanna: Sótu fastir á oynni í æ kavaroki i seks timar = ae] Á — fingu song í Hvalvik - Um vestmenningar virdu handan dystin so lítið, kundu teir sjålvir havt dømt hann, sigur Trygvi Mortensen úr NSÍ, ið saman við Una Hansen var í Vestmanna og dømdi dystin millum 2. deild hjá VIF og 1. deild hjá Kyndli, og so 3. deildarkvinnurnar hjá somu feløgum aftaná. Í hesum sambandi vóru teir heimanifrå í yvir eitt samdøgur Fimmogtjúgu og ein hålvan tíma vóru Trygvi Morten sen og Uni Hansen úr Runa vík heimanífrá, tá teir vóru í Vestmanna leygardagin fyri at dóma dystin millum VIF og Kyndil Á heimvegnum var veðr- ið blivið so mikið vánaligt, at teir stóðu fastir uppi á oynni oman fyri Vestmanna í samfullar seks tímar Tíbetur eydnaðist okk- um at hava motorin í gongd alla tíðina, men afturfyri vóru vit væl og virðiliga gassaðir, tá vit umsíður fingu hjálp og kundu sleppa víðari, greiðir Trygvi Mor tensen frá Men hóast hann og Uni sluppu av oynni, tá ein av maskinunum hjá Lands verkfréðinginum kom teimum til hjálpar, sluppu teir ikki ul hús fyrr enn seinnapartin dagin eftir Veðrið var so vánaligt, at høvilin ikki fekk grivið, men eisini stóð fastur, so neyðugt varð at senda boð eftir eini stórri maskinu, sigur Trygvi Men til alla lukku skuldi hendan maskina grava fyri einum av teimum smærru bilunum hjá Landsverk frødinginum, ið skuldi til Hvalvíkar. Longur enn til Hvalvíkar kundu vit ikki sleppa. so vit noyddust at purra fólk út á náttartíð, so vit kundu sleppa at gista, og hóast klokkan var í nánd av try sunnunåttina, tá vit vaktu húsfólkini, vórðu vit væl móttiknir og fingu góða og heita song at liggja í Ikki fyrr enn seinnapartin dagin eftir bar so til at koma víðari, og Trygvi Morten sen og Uni Hansen vóru ikki aftur í Runavík fyrr enn kl. 16 sunnudagin Tad ringasta var høvud pínan, tá vit vaknaðu í Hval vík sunnudagin, av tí at vit høvdu sitid so leingi í bil inum á oynni við motorin um gangandi, sigur hann Tad góða føllum hesum er kortini, at vit fingu eyg uni upp fyri tí velduga arb eiði, menninir hjá Lands verkfrødinginum gera, men sum bert få vita um. Uttan teirra hjálpa høvdu vit helst verið noyddir at sitid leingi í bilinum sunnunáttina, og tå motorurin ikki longur hevði fingið verið í gongd, høvdu vit helst fingið ein ógvuliga kaldan umgang Kundu sjálvir demt Tað, sum kanska er eins ringt og tað, at teir báðir dómararnir noyddist at hava eina so drúgva og mødsama ferð úr aftur Vestmanna, heldur Trygvi vera, at teir í roynd og veru akkurát tað sama kundu latið verið við at farið til Vestmanna at »2. deildardystin« Kyndil å VIF vann 1. deild, menn: VÍF-Kyndil 19-28 (10-13) Målskjuttar: VIF: Finn Jørgin Olsen 8, Rói Joensen 4, Magni Ol sen 3, Jákup Mikkelsen 2, Neil Blåhamar 1, Hålvdan Haldansen I Kyndil: Bårdur Johanne sen 14, Jónleif Sólsker 9, Búi Holm 2, Andreas F Hansen 1, Regin Johanne sen 1, Petur Petersen I Avaringar: VIF 2, Kyndil 3 Utvisingar: VIF 4, Kyndil | Askodarar: 150 Tað var ikki við góðum tannabiti, at toppspælar arnir hjå Kyndli for å vøll- in í Vestmanna leygar- dagin fyri at spæla måti næstbestu manningini hjá VIF — í staðin fyri at meta liðnum, ið kappingarskip anin boðaði frá, nevniliga 1. deildarliðnum Fleiri av spælarunum hjá VÍF, iðspæla í I. deild, sótu á bonkinum og hugdu at Jystinum, meðan teirra »stand-in« royndu at gera sítt frægasta móti tí nógv betra Kyndla-liðnum Í fyrra hálvleiki gekst hampuliga hjá avloysara liðnum, men tað heyði tó óivað meira at gera við, at Kyndla-menninir av góð um grundum ikki tímdu at gera sær ómak Og sjálvt um vestmenn ingar hildu hendan dystin vera »tydningarleysan«, høvdu teir eitt >skjult kamera« í búrinum, so teir í hvussu er kundu fáa alt við, ið teirra komandi måtstødumenn í finaluni høvdu at borðreiða við í dystinum Hjá Kyndli stóð Finn á Svød munandi betur í mál dømt leygardagin Tá nú vestmenningar virdu handan dystin so lítið, kundu teir eins væl havt dømt hann sjålvir. Og hóast tað ikki er vanligt, at vit, ið døma, úttala okkur, so er tað eftir mínum tykki undir alt lágmark, at vestmenn ingar skulu sleppa væl frá at geva bæði Kyndla-monn unum, sínum egnu áskoðar um og okkum dómarum eina so útvatnaða uppliving sum hesa, ið eg saktans kundi havt verið fyriuttan, sigur Trygvi At vit so kanska heldur áttu at latið verið við at farið úr Vestmanna hatta kveldið, er ein onnur sega. So høvdu vit í hvussu er sloppið undan at sita fastir í kavarokinum hasar seks tímarnar og at purrað fólk út mitt á nátt fyri at fáa innivist á heimvegn um hj. inum, enn tá hann vardi tað fyri Stjórnuna móti VIF seinast. Meðan hann tá læt nógv fara fram við sær, uttan at rætta hond frá síðu, leikaði hann í í mál inum, og hann hevði ein hóp av góðum bjarging um, meðan hin málverjin, Hans á Lag, spældi út teir síðstu tíggju minuttirnar Bestur hjá Kyndli var Bárður Johannesen, ið at kalla læs spælið hjá VIF áðrenn hinir, og fleiri ferð ir vær hann longu farin í álop, áðrenn VIF hevði mist bóltin Hjá vestmenningum bar væl til, tå Finn Jørgin Ol sen var inni, men tå Kyndil síðstu tjúgu minuttirnar skrúvaði ferðina upp, var einki at gera hjá næstbestu VIF-manningini bwh/hj. 15 Kyndla-venjarin: Vestmenning- ar hildu okk- um fyri spott Dia Midjord, venjari hjå Kyndli, er ikki sørt vånbrotin eftir dystin i Vest- manna: — Vit kendu okkum snøgt sagt snyttar av VIF, sigur hann Tað er neyvan ov nógv avgjørt at siga, at mann- ingin hjá Kyndli, ið fór til Vestmanna leygar dagin at spæla móti VIF kendi seg ukna við nøs int, so tað merktist Sambært kappingar skipanini skuldi hetta veraein dystur millum I deildarliðini hjá VIF og Kyndli, men tá vest menningar sendu sítt 2 deildarlið á vøllin, máeg siga, at vit kendu okkum snøgt sagt snýttar av VIF, Dia Midjord, venj- ari hjá Kyndli — Tað vóru eisini fleiri av spælarunum, ið ætl- aðu sær at stinga av aftur til Havnar beinanvegin, tí hetta var ikki dysturin, teir vóru komnir til Vest- manna at spæla. Eitt er, at tað er óheppið, at hesi bæði liðini skuldu møt- ast, nú finalurnar eru so VÍF-venjarin: nær, men einki er at gera við tað, tí soleiðis er nú skipanin einaferð løgd Dia Midjord heldur, at tað heyði verið frægari, um so bara onkur av | deildarspælarunum hjá VIF var á liðnum, men har var eingin Vit høvdu okkara 3 deildarlið í Vestmanna hendan dagin, so vit kundu jú havt sent teir á vøllin í hesum dystinum, men tað er altso undir okkara stødt. So lágt seta vit ikki vestmenningar, sum teir eftur øllum at dóma seta okkum, sigur Kyndla-venjarin. — Nógv »pussut« hevur Lars gjørt hesi trý árini, hann hevur verið venjari hjá VÍF, men hetta haldi eg man bera av øllum. Hetta er ein hådan móti hondbóltinum og móti okkum hj. Kyndil kundi bara gjørt tað sama sum vit Lars Nedergaard, venjari hjá VIF, er ikki av teirri áskoðan, at hann gjørdi nakað skeivt við at lata 2. deildarlið- ið spæla móti 1. deild hjá Kundli Venjarin hjá VÍF, Lars Nedergaard, dugir ikki at skilja, at Kyndla- menninir eru so óðir um, at tað var 2. deildarliðið, ið metti teimum í Vest- manna leygardagin — Eg haldi, at teir áttu at havt gjørt tað sama, tí tað er púrasta Ofyrigevi- ligt at vága so nógv í ein- um so týdningarleysum dysti sum hesum. Menn kunnu fáa skaða ella fáa reytt kort, og so missa teir møguleikan at vera við í finaluni. Vit hava í hvussu er ikki tørv á at fáa fleiri skaðar, enn vit frammanundan hava at dragast við, sigur hann. - Tað var sera býtt av Kyndli ikki at gera tað sama sum vit, men tað kann so ikki vera okkara trupulleiki Ert tú greiður yvir, at dómararnir úr Runavík vóru burturi meira enn eitt samdegur, tí teir skuldu dóma 1. deildar- dystin og ein dyst í 3 deildestmanna leygar- dagin? - Nei, tað visti eg ikki av. Men eg haldi ikki, at hasir dómararnir skulu gremja seg um nakað sum helst, tí teir hava dømt so illa í vetur kort- ini. Men sjálvandi er tað keðiligt, at teir koma so fyri á vegnum heimaftur, men hóast alt, so fáa teir pening fyri at dóma, sig- ur Lars Nedergaard. Sum heild er einki, ið bendir á, at hann dugir nakað sum helst vera skeivt í framferðarhátt- inum hjá sær og VIF í sambandi viðdystin móti Kyndli. Og at tað skal vera >ósportsligt<, held- ur hann als ikki koma upp á tal hj.