Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-03-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mars 1995síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 59 — 24. MARS 1995 Johan Fríggjakveldið kl. 19.00: Barnaløtan 7 ára gamli Jóhan úr Havn gekk vakt ein dagin á havnarskrivstovuni. Hann ansaði eftir, at pláss var fyri øllum skipunum og skrivaði upp skip, sum komu og fóru. Fyrst í vikuni var aftur ein góður dagur vid kava og sól. Nógv børn vóru úti, og Barnaløtan hitti nøkur teirra Fríggjakveldið kl. 20.35: Teir, sum tora Tann fyrsta sendingin av fimm um menn við vandamiklum arbeiði 1. Krabbafiskimaður í Alaska Peter Liske eigur í einum báti, ið fiskar krabba í Beringshavinum. Teir eru á havin um 8 mánaðir um árið. Tað er hart og strævið, men gongur alt væl, eru nógvir pengar at vinna Framleiðsla: Discovery Fríggjakveldið kl. 21.10: Kærleikans leiðir Mike Sloan hevur fødingardag og følir seg gamlan og útslitnan. Dagurin verður hildin, og Judy Owen borðreiðir til veitsluna Mike hevur enn kenslur fyri henni og vil fegin hitta hana aftur. Imeðan er Anne Metcalf sjúk, hon hevur fingið barnalamn ing og verður innløgd, og øll familjan må setast í sóttarhald Fríggjakveldið kl. 21.55: Svikin Amerikanskur sjónvarpsfilmur frå 1990 Eina heita nátt í Houston verða hjunini Campbell skotin beint framman fyri barna børnunum. Politid sleppir málinum, men tvey ár seinni arbeiðir privatdetektivurin Kim Paris víðari við málinum Filmurin byggir á veruligar hendingar Fríggjakvoldið kl. 23.35: Resnick: Horð viðferð Stuttrød um tann sorgblida og Otraditio nella detektivin Resnick Tá ið Grabianski og Grice bróta inn í erni fín hús í einum forstaði, vænta teir, at húsini standa tóm. Men kona sjónvarpsstjóran gongur einsamøll í teimum myrku stovun um og drekkur Johnny W alker. Tjóvarnir høvdu ætlað sær at tikið nakrar smúkkur og nøkur elektrisk tól, men húsið tykist hava annað og meira at bjóða Leygardagin kl. 14.00: Fimleikagalla Nakrir av heimsin bestu fimleikarum hava verið í Danmark og havt framsýning. Teir eru úr Hvítarusslandi Leygardagin kl. 14.45: Veitst tú, at... 2. partur av > Við náttúruni sum mynstur« er um designmenning í náttúruni. Er tað funk tionelt, klárar tað seg, um ikki, so doyr tað út Sendingin er eisini um ein av heimsins bestu fjallaklintrarum í fríar klintring, Lynn Hill, um eina bygd á Cuba, sum livir av sukurrørum og um eina italska national park har úlvar og bjarnir ganga leys Leygarkvøldid kl. 18.40: Eg hevði ynskt tær 2:8 — Familjukrimi Tysdagur Helle Virkner og ; Anders Hove Knút hevur eitt líuð pensionat við 5 tólkum búgvandi. Hann er rættiliga váttligur, so tað er sonurin, ið ger tað mesta Kirawira, ein á í Afrika Fá ið vatn aftur kemur í Kirawira ánna eftir regntíðina, fylkjast djór aftur við ánna Stór fylgi av gnuum koma til ánna at dre kka. men har liggja krokodillurnar og lúra og vandi er alla staðni Leygarkvøldid kl. 21.30: Dying Young Am. kærleiksfilmur frå 1991 vid Juliu Ro berts og Campbell Scott í høvudsleiklutun um Hilary ger tad lidugt vid drongin, sum hevur verið henni ótrúgvur, og sekir arbeiði sum sjúkrargktari hjá tí unga Victor, sum hevur blóðkrabba. Hann hevur bæði høga útbúgving og ríka familju. Hilary og Victor verða góð, men kemoterapiin fer illa við Victori. Kortini halda bæði, at hann batnar Matilda og hini Sunnudagin kl. 14.40: Tað bilar einki! Australskur filmur frá 1993 um Matildu, sum er 11 ár og býr langt úti á landinum Hon eigur hundin Dingo, og lærarinnan er fitt, so tað bilar einki, um tað ikki regnar og einki veksur, og tey tí ikki eiga so nógvar pengar. Men so oyðileggur ein ódn alt hjá teimum, so tey noyðast at flyta inn i byin sum so nógv Onnur Filmurin vann 1. virðislen á Filmsfesti valinum i Berlin i 1994 Swingar nú...? Koreografurin og ballettmeistarin Peter Martins og trompetspælarin og kompo nisturin Wynton Marsalis Ang uppgåvuna at skapa ballettina »Jazz«, ið skuldi byggja á bædi europeiska og amerikanska tradition innan ballett og tónleik. Hvussu mundi tað eydnast? Sunnukveldið kl. 18.20: Filmshåskulin Ebeltoft Tá ið avgjørt varð at stovna Tann Europe iska Filmsháskúlan í Ebeltoft, kappaðust stór donsk arkitetavirki og teir finsku arkitektarnir Mikko Heikkinen og Markku Komonen um at sleppa at byggja skúlan Púra óvæntað vunnu finnlendingarnir, og skótt varð farið undir at byggja bæði skúlan og lærara- og næmingaíbúðir. Teir báðir finsku arkitektarnir eru eisini kendir fyri at havabygt vísindasentrið Heureka í Finlandi og ta finsku sendistovuna í Washington Sunnukveldið kl. 20.00: Grús á vegnum Fann 30. september 1986 hendi ein álvars lig ferðsluvanlukka á Vardagøtu. Tvær gentur á prutli komu fyri ein bil. 16 ára gamla Bjørg misti lívið, og 19 ára gamla Poula misti førleikan. Orsøkin til vanlukk una var grus á vegnum Síðani vanlukkuna hevur lívið hjá Poulu verið ein óslættur vegur lagdur við likam ligum og sálarligum forðingum. Hon hevur vunnið á teimum flestu og hevur fingið heim, mann og tvey børn Øll árini síðani vanlukkuna hevur Poula stríðst við myndugleikar. Hon bíðar nú á Poula um hon kann fáa fjórða ári eftir boðum um, hægstu avlamispension Dagmar Joensen-Næs hevur lagt send- ingina til rættis. Carsten M. Arnskov hevur staðið fyri upptøkunum og sett saman Sunnukvøldid kl. 20.45: Grand Canyon Am. filmur frå 1991 Bilurin hjá Mack steðgar upp í einum býarparti í Los Angeles. har bro tsmannalið herja Ein, sum eitur Simon, bjargar honum og teir báðir verða vinir. Kona Mack Claire, finnur eitt pinkubarn. Vinmaður Mack og Claire, Davis, sum ger harð skapsfilmar, fær ein hvøkk. Øll halda tey, at verðin er farin av lagi, men tey verða sam stundis eitt sindur klókari sjálv Týskveldið kl. 21.55: Maðurin, ið hugdi í ein landsynning Argentinskur filmur frá 1986 Ein lækni á einum sinnissjúkrahúsi fær ein dagin ein nýggjan sjúkling Rantes, sum sjúklingurin eitur, vil vera við, at hann er komin niður á jørðina við einum rúmdar- skipi av eini fjarari gongustjørnu. Læknin heldur fyrst, at Rantes skapar sær og ætlar át geva honum ta vanligu viðgerðina. Men spakuliga fer hann at ivast, tí kanska sigur Rantes kortini sannleikan Mikukveldið kl. 19.00: Neri, havsins genta Jason og Brett smugla Neri um borð á Orca Teir vóna, at teirra rundvísing verður so keðilig. at Neri ongantíð ynskir at koma um borð aftur. Men tað gongst ikki sum ætlað Neri er ógvuliga upptikin av ti, hon sær, og samstundis fær tann altíð sneytandi Va nessa illgruna ul gestin Mikukveldið kl. 21.05: Ja, tygara hátign - 1:6 Ensk skemtirød um lívið við tað hovið Um nakar heldur, at tað bara er kongs húskið. sum líður undir stórum yvirskrift um og ræðuligum gølum, fara tey sken enska Drama, ótrúskapur og mangt annað eru eis ini gerandiskostur millum starvsfólkini á > Buckingham Palace