Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-03-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mars 1995síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 60 — 25. MARS 1995 13 koma fyri seg aftur Fiskivinnan verður sostatt ferð eftir ferð fangað í eini har hon so at:siga fremur búskap produktivitetsfellu irligt sjálvmorð Henda ilvdestruktiva okend á gum ok skrivinnuni er Ikki usKaDari r ner i i € Í verður hon serliga sterk av eimi orsøkum: Í fyrsta lagt, í at tað tekur so langa tíð, áðrenn úrslitum av at fiska burturav gytingår-stovnun um gerast sjónlig. I ødrum lagt, tí at tað tekur so langa tíð at gera broytingar í veiðiorkunmi (at fáa skip og bátar úr flotanum ella at skifta veiðihátt). Í triðja lagt, tí at skip og bátar hver sær kunnu fáa tað at mala runt í langa tíð, áðrenn tað endaliga skrædlið sæst. Og í fjórða lagi, tí at natúrliga gongdin í fiskastovnunum er so djøvn (okkurt árið er nógv ul av einum fiskalagi eitt annað árið lítið) Eitt politiskt sinnisjúkrahús Sjålvsagt hava royndir verið gjørdar at regulera fiskivinnuna so at tann óhugnaliga ringrásin verður brotin. Men hóast fiski mørkini eru flutt út og fiski frødingar havaráðgivið pol itikarum bæði í altjóða høpi og í teimum einstøku fiskivinnusamfeløgunum so synist tad sum ringråsin bert endurtekur seg, er nið urstødan hjá Paldam. Hann skýrir rætt og slætt fiski vinnuna sum eitt »politiskt sinnissjukrahus«, har tilráð ingarnar frá fiskifrødingum ongantíð verða fylgdar. og har ongin tykist at læra av kreppum og skrædlum Sambært Paldam eru or søkirnar til svakligheitirnar sera einfaldar: Hetta er eitt stríð millum tveir samfel agsbólkar, nevniliga fiski frødingar og fiskimenn Hóast fiskifrødingarnir kanska ikk: hava fullkomi liga rættar stovnsmetingår, so hava teir í hvussu so er ongan áhuga í at meta skeivt. Teir hava fasta løn og kunnu trygt hugsa langt fram í tíðina. Men fiski menn noyðast hugsa stutt Ti teir skulu fáa fatur á fisk inum tá hevi býðst og teir noyðast at hugsa um rentur og avdráttir í skipinum FÆ, Og bådar mitt ímillum hesar stríðandi partarnar standa so politikararnir sum noyðast at hugsa um at kvødurnar og verða trýstir av áhugabólkum hjá fiski monnum Poliukararnir tora tfikki at taka avgerð um at skerja fiskiskapin í nóg stóran mun. Teir tora ikki at halda tlráðingarnar um mest loyvdu veiðu frá fiski frødingunum og teir tora ikki at seta hart móti herð um og krevja, at tann alsamt ekta veiðiorkan verður kut að burtur (sambært Paldam skulu altso minst S% av veiðiorkuni kutast burtur um árið). Ístaðin brúka pol iikararnir ein part av sam felagsliga yvirskotinum i fiskivinnuni til at figgja ta øktu veiðiorkuna. Tað verð ur gjørt við studningi og Salurin í Nóatúni var fullur og nógv kend andlit vóru at síggja millum áhoyrarnar. Mynd jan ødrum skipanum, sum før oyingar jú kenna í ólukku mát Loysnin hjá Paldam Paldam skjýtur eisini nakrar loysnir upp, um hvussu sleppast kann undan hesi gongd Í. At seta eitt panel av óheftum »fiskadOmar um«, ið kunnu taka av gerðir um kvotur og kvotubýti. Hesir skuldu helst sitið í útlondum. so ongin ivi kann vera um, at teir eru óheftir 2. At lata marknaðarkreft irnar ráða frítt í fiskivinn uni Paldam heldur ta seinnu loysnina vera tað bestu, av tí at hon er meira »anonym« enn politiskar avgerðir Hann byggir sína niður stóðu á eina kenda teori inn an buskaparfrødina, nevni liga »teoriina um tað sum er felags« (>Theory of the Common«). Henda teori visir ul gongdina innan ognarvidurskiftini til jarð ina í Vesturheiminum. Hon sigur rætt og slætt, at um jørðin er felags ogn, so loys ir tað seg ikki hjá tí einstaka at gera iløgur í hana — tí tað verður eisini ul fyrimuns fyri onkran annan. Og hin vegin verður ein fyrimunur hjá tí einstaka ul ein vansa fyri ein annan. Sambært Paldam er tí onki annað at gera, enn at geva nøkrum einstaklingum ognarrættin til jørðina, tí so kunnu teir finna fram til eitt valdsbýti við at keypa og selja Júst hetta er eisini grund stød undir teimum um setiligu kvotunum, og teim um tekur Paldam sostatt fult undir við. Við at geva ein staklingum ognarrættin til virðið á fiskinum, kunnu teir sleppa at stridast og tingast sinamillum um keyp og sølu. Men Paldam leggur stóran dent á, at ognarrætt urin til kvoturnar ikki skal fylgja skipum og båtum Ístaðin eigur ognarrætturin til kvoturnar at latast upp í hendurnar å nøkrum ein staklingum, sum bert liva av at keypa og selja kvotur sínamillum. Harvid fáast marknaðarkreftirnar at virka í kappingini um yvir skotið (tilfeingisrentuna) í fiskivinnuni. Paldam held ur, at við hesum kanst tú skapa eina stætt, sum av øll- um alvi fer at berjast ímóti ovfisking — tí um stovnarnir niðurfiskaðir, so minkar virðið á kvotunum og hendan stættin missir pengar Tó vísir Paldam eisini á, at tað besta hevði verið at lagt skar á kvoturnar, so at ein partur fer til felags gagn hjá samfelagnum Búskapur og politikur Paldam umboðar eina hevuðsgrein av búskapar- frødini, ið er sannførd um at nøkur teoretisk »model« eru loysnin uppá, hvussu eitt samfelag skipar seg best búskaparliga. Tær økon omisku teomirnar verða kroystar niður yvir eitthvert samfelag, og um veruleikin so ikki passar við teoriirnar, so er okkurt galið við veru- leikanum. Í hesari heims myndini gerast politiskar avgerðir sjálvsagt bert »eitt forstýrandi element< í bú skapinum. Tað sýnist sum hesir = buskaparfrødingar halda, at tað besta sum ein politisk skipan kann geraer verða 1. Antin at lata serfrødingar taka allar avgerðir (eins og uppskot Paldams um óheftar >fiskadómarar<) 2. Ella at lata tær anonymu marknaðarkreftirnar fáa so fríar teymar sum gjør- ligt (eins og uppskotið um frítt umsetiligar kvot ur) Hetta er sostatt eitt fullgjørt misålit á ta politisku skipan ina og ein avskriving av øll- um meguleikum fyri at semjast um ein framtíðar fiskivinnupolitik Búskaparfreðin og føroyska kreppan Niðurstøður hjá Paldam gerast serliga åhugaverdar, tá vit hyggja at krøvunum frá donsku stjórnini síðani Føroyar vórðu settar undir umsiting 6. okt. 1992. Øll krøvini hava snúð seg um at sleppa undan beinleiðis pol ittiskum avgerðum á bú skaparliga økinum. Og loysnirnar hava bygt á bæð uppskotini sum Paldam vis ir á: Bankarnir og fiskiidn aðurin á landi eru latin upp i hendurnar á meira ell minni óheftum »serfrødingum« at taka sær av, medan fiski veiðan og fiskiflotin er latin upp í hendurnar á anonym um marknaðarkreftunum at taka sær av Sostatt er talan um eina serliga heimsmynd og ser- ligan hugsunarhátt, ið ikki bert Paldam byggir sínar niðurstøður á. Eisini IMF serfrødingarnir, Bygnaðar nevndin, Gørtz-nevndin, Ráðgevandi nevndin fyri Føroyar, Endurreisingar nevndin o.s.fr. eru komin fram til somu niðurstøður sum Paldam. Og júst hetta er grundarlagið undir krøv- unum frá donsku stjórnin: mótvegis føroyingum Einføld heimsmynd Lýsingin hjá Paldam av tí óhugnaligu ringrásini í fiskivinnuni er greið og beinrakin. Serliga er hug takið »produktivitetsfell- an< ein bersøgin samanfat- an av teimum beisku roynd um, sum føroyingar í dag mugu ásanna í felag við onnur fiskivinnusamfeløg Tá ið Paldam skal greiða frá orsøkunum, kunnu tær eisini tykjast sera logiskar og beinraknar væl at merkja um vit góðtaka heimsmyndina og grundar- lagið undir teimum økon- omisku teoriunum. Men um vit kanna nærri eftir, kemur ein sera einføld heimsmynd og eitt sera ivasamt grund- arlag til sjóndar undir niður støðunum 1. Taðer ein sera einfeld po- lítisk søgufatan, ið liggur aftan fyri >teoriina um tað sum er felags«. Tá ið fólk í Vesturheiminum fóru at stríðast um ognarrættin til ta jørðina, sum áður hevði verið til felags brúksrætt hjá fleiri, var tað júst tí at marknaðarkreftirnar fóru at gera um seg og ein bú- skaparlig broyting tók seg upp við ídnaðarkollvelt- ingini 0.s.fr Ikki tí at samfeløgini áðrenn hetta vóru nøkur paradís at liva í, men fyrstani við teimum fríu marknaðarkreftunum fingu vit ein búskap sum miðar móti støðugum vekstri uttan mun til gagnvirði í framleiðsluni Og júst hesin búskapur hevur havt afturvendandi skrædl og kreppur við sær allastaðni har hann hevur vunnið fram 2. Um vit góðtaka búskapar- ligu niðurstøðurnar hjá Paldam, so góðtaka vit eisini eina ógvuliga ein- falda mynd av menniskj anum. Búskaparfreðing- ar sum Paldam siga tað bart út og tað er í hvussu so er, erligt tos: Tað sum er ul frama fyri einstak lingin er til bága fyri onn- ur. Og tað loysir seg ikki hjá einstaklinginum at gera fløgur í nakað felags, tí so gagnar tað bert onkr um ødrum. Hetta er filo sofiska grundarlagið undir marknaðarbúskap inum og >fríu kapping ini«, og vit kundu eins væl sagt: >Eins deyð annans breyð!< 3. Tað er somuleiðis ómeta liga naivt og fullkomiliga burturvið at finna orsøk mar til tann vantandi fiskivinnupolitikin í ein- um stríði millum fiski- menn og fiskifræðingar Alvaratos' Eru tað fiski menn og fiskifrødingar sum hava valdið á bú skaparligu gongdini í fiskivinnuni? Hvar eru reiðarar, fiskasølur, fiski ídnaðurin, bankarnir, út- lendskir fíggingarstovn- ar, heimsmarknadurin, tollsamgongurnar, skipa- smiðjur, | monopolfyri- tekur o.s.fr.? Marknaðarkreftir og regulering Tað er eftir mínum tykki eisini ein fullkomiliga skeiv søgulig lýsing av gongdini í heimsbúskapinum, tå Pal- dam visir å, at tad er tann politiska reguleringin, sum er orsøkin til tær afturvend- andi kreppurnar i fiskivinn- uni. Um vit hyggja at heimsbúskapinum, so eru tað júst tan sonevnda »fria kappingin« og marknaðar kreftirnar, ið hava víst seg at vera beinleiðis destrukm ar. Ikki bert mótvegis nátt úrugrundarlagnum men eisini móti fólki og øllum sosialum felagsskapi Og í søguligum høpi hev urtann poliuska regulering in av búskapinum als ikki staðið í fremstu rød. Hon er komin av tess at minka um nakrar av ring astu = avleiðingunum hjá teimum blindu marknaðar kreftunum Um vit taka Føroyar sum dømi, so hevði búskapurin og samfelagið hjá okkum neyvan sæð nógv betur út, um útlendskir trolarar fram vegis sluppu at trola inn í klettin. Hinvegin er tað púra rætt, at reguleringin av fiskivinnuni í Føroyum ikki gjørdist stórt frægari, tá vit sjálvi fóru at umsita okkara havgki og at pumpa studn- ing út ul eina stødugt økj- andi veiðiorku á okkara egnu grunnum Men hetta var ikki úrslit av einum samanhangandi og stødugt endurskoðaðum fiskivinnupolitikki. Fiski- vinnupolitikkurin latin upp f hendurnar å vinnuni sjålv- an at avgera (serliga gjøgn- um Råfiskagrunnin) og har- vid mistu politikararnir full- komiliga stýringina av fiskivinnuni. Og sostatt varð »tann fria kappingin« førd lúkst inn í landskassan Hurðin á glopp Tað er kanska væl skilj- andi, at biskaparfrødingar hava lítið álit á politisku reguleringini av fiskivinn- uni, soleiðis sum hon higar- til er framd. Men at lata allar avgerðirnar upp í hendurnar á marknaðarkreftunum er bert ein roynd at brúka ein heilivág móti árinum, sum tann sami heilivågurin hev ur elvt til Allar orsøkir eru til at taka marknaðarkreftirnar í álv- ara og at brúka tær sum best í fiskivinnupolitikinum, og harvið kanska tálma teim- um til felags fyrimuns. Men so mugu tær síggjast í eini HEILD. At vit seta markn- adarkreftirnar at regulera okkara fiskiflota meðan bæði fiskídnaðurin, bank arnir, europeiski marknað urin og altjóða figgingar- stovnar gerast alt meira mo- nopoliseradir, kann ikki fá- ast at samsvara. Og hesa andsegn hevur enn ongin buskaparfrødingur nakra frágreiðing um Men Martin Paldam gloppar eisini hurðini fyri eini aðrari loysn. Í viðtali við Sosialin vísir hann á, at føroyingar mugu gera eina politiska heildarloysn, ið byggir áeina nýggja komm unuskipan og ein nýggjan fiskivinnupolitik. Hetta er ivaleyst einasti håtturin at fáa donsku stjórnina at lurta eftir føroyingum. Og hetta er einasti háttur at sleppa undan at verða stýrdur av tí einføldu heimsmyndini hjá buskaparfrødini Høgni Hoydai neyð til givið