Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-04-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. apríl 1995síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 65 — 1. APRÍL 1995 — Ein og hvor er sær sjálvum næstur sigur Esmar Berg, formaður í Lærarafelag. Tað hevur eydnast honum at bera so í > bandi, at lærararnir fáa løn , hóast verkfall er Orsakað av verkfallinum verða nú ongar almennar lønir útgoldnar. Hverki til teirra, sum arbeiða ella tey í verkfalli Men hóast hetta fáa lær ararnir kortini løn í næstu viku. Tí hevur formaðurin í lærarafelagnum, Esmar Berg syrgt fyri Lærarafelagið vendi sær til landsstrýrið og spurdi, hvussu fór at verða við løn ini og hevði fund við Ed- mund Joensen, løgmann, og Súsonnu Danielsen, leiðara á lønardeildini í Tinganesi, um málið. Har heitti Lærarafelagið á landsstýrið um at finna út- vegir, so lærararnir kundu fáa løn hóast verkfall Landsstýriðlovaði at gera tað, ið gerast kundi og hevur tosað vid peningastovnar nar um ikki at gera sær dælt av verkfallinum og tilskriva ta høgu morarentuna, um fólkini fáa yvirtrekk á bók ini, tí tey onga løn hava fingið Lærarafelagið hevur fingið at vita, at lærararnir fáa lønina, ið varð flutt í gjár. Hon skuldi verið á bókini fyrst í næstu viku Felagið hevur tí heitt á limirnar um at fara til ar beiðis mánadagin sum vant, sjålvt um lønin tá kanska ikki er komin Lærarafelagið hevur ikki verið við í felags samráð ingunum hjá fakfeløgun um, sum hava sáttmála við tað almenna Esmar Berg sigur, at fel agið valdi at standa utt- anfyri samstarvið, partvís tí felagið ikki hevur øll tey somu krøvini sum hini, og partvís tí felagið eins og onnur ikki kann fara í verk- fall Tað hava lærararnir roynt einaferð í ein dag og fingu bót, so hetta verður ikki gjørt aftur Felagið hevur fingið áheitan um at stuðla teimum í verkfalli fíggjarliga, men taðer stóða ikki tíkin til enn - Vit hava longu stuðlað við at lýsa, at vit ikki átaka okkum verkfalsrakt ar beiði, sigur Esmar Berg Hann dugir ikki at síggja nakað skeivt i, at Lærara- felagið í sjálvdrátti fór í landsstýrið og bað um at útvega limum sínum løn Lærarar eru tænastumenn, og slíkt hevur ein annar bólkur av tænastumonnum einaferð gjørt. Tað var í 1988, veit formaðurin at siga Tað kann væl vera, at onkur tekur hetta illa upp, men ein og hver er sær sjálvum næstur, sigur Es- mar Berg randi Ltr Sum einasti almenni starvsbólkur fáa lærararnir løn og fara tí til arbeiðis mánadagin, sum um einki var hent Nærkast ti óforsvarliga Í gjár læt ein deild aftrat aftur á Landssjúkrahúsinum, og neyðugt var at koyra sjúk fólk heim Verkfallið herðist í hver) um, og tað er nú av álvara farið at merkjast á Lands sjúkrahúsinum Fyri eini viku síðan stongdi ein deild, tvær aðrar vórðu stongdar mánadagin, og í gjár klokkan 16 var eingin efur á medisinsku deild 6. Sjúkrasystrafelagið lýstu verkfall fyri sjukra systarnar á deildini Harvið eru báðr deildir nar, sum burturav eru til medisinskar sjúklingar, aft urlatnar Frá morgninum varð farið at flyta sjúklingar av deild ini. Sjúklingarnir vóru 18 í tali á B6. Tríggir sjúklingar vórðu fluttir upp á deild 8, sum er intensiv og ul hjarta sjúklingar, tveir fóru á BS, sum er til skurðviðgjørdar sjúklingar, og tveir fóru á É3, sum fyri tað mesta hev ur til uppvenjingar sjúkl ingar, ið hava havt heila bløding Sjuklingarnir vórðu fluttar, har pláss var fyn teimum Níggju ella kanska tíggju vórðu sendir heim. Hesir sjúklingar vórðu ikki sendir heim, um verkfall ikki var men tað var neyðugt, tí rúm Í | var ikki fyri teimum á sjúkrahúsinum Jón á Steig, yvirlækni á sjúkrahúsinum, sigur, at tað bara var til at senda hesi fólk heim, tí avvarðandi vístu vælvild. Tað eru ikki frísk fólk, sum verða koyrd heim í sjukrabili Jón á Steig sigur, at neyð ugt var at troka eitt sindur saman fyri at fáa flutt sjúkl ingarnar av B6 á aðrar deildir. onkrastaðni varð ein eyka song sett inn, og onkur má standa á gongini Hetta hevði ikki verið gjørt, um tað var óforsvar / seg" Í ligt, men eg haldi, eg kann siga, vit eru nær markinum til tað óforsvarliga, sigur Jón á Steig Tað gongur enn, men samdøgnå er ungt, segði hann á middegi í gjár Nú eru fýra deildir afturlatnar. Tá tær eru lidnar at vaska upp og niður, verður ikki nógv at gera hjá teimum sum ikki eru í verkfalli Myndin er tíkin á A3 sum læt aftur seinasta friggjadag (Mynd: Kalmar) Hvussu leingi hetta kann beratil, kundi hann ikki siga í gjár. Tey taka ein dag í senn. Jón á Steig heldur, at ong- um nýtist óttast fyri pláss- troti, um nakað ålvrsligt skuldi hent, so fleiri fólk í senn skuldu á sjúkrahúsið. Í slíkum førum eru øll samd um atgloyma verkfall, títað er undantak. og fólk fara til arbeiðis, um tey so eru í verkfalli Fólk, sum knappliga gerast sjúk, sleppa sjálvsagt eisini inn á sjúkrahúsið A øllum tímum sjúkra húsunum gekk arbeiðið í gjár serliga tungt, tí sjúkra- hjálpararnir vóru í 24 tíma samhugaverkfalli randi KALTBORÐ | HVORT KVØLD uttan sunnukvøld Borð kann bíleggjast | HOTEL HAFNIA TIf.11270 C Hotellið í Miðbýnum ) HEILÁRS- TOGV NOGVIR VAKRIR LITIR Fyrr 12,50 fyri noðað NÚ 9,75 IGLOO Sverrisgota 19 Tórshavn Tlf. 15264 Fax. 19623 Bygdaordrar verða avgreiddir