leygardagur 1. apríl 1995síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 65 — 1. APRIL 1995
tíðindablaðið
13
Nú ber til
at skifta
málmann
og tveir
útileikarar
Nýggja málmansreglan, sum er kom-
in frå FIFA, varð sett í gildið í Føroy-
um í fyrradagin. Sostatt kunnu liðini
brúka hana frá hesum vikuskiftinum
Fótbóltssambandið boð-
ar nú frá, at teir hava sett
nýggju málmansregluna í
gildi. Hugskotið til hesa
nýggju regluna er fostrað
í altjóða fótbóltssamtak-
inum, og teir hava heitt á
limalondini um at seta
regulin í gildi sum skjót-
ast.
Broytingin songur út
uppá, at nú verður, um-
framt tær báðar útskift-
ingarnar, sum hava verið
vanligar, eisini loyvt at
skifta málverja. Tað vil
siga, at samantalt er loyvt
at skifta triggjar ferðir út í
sama dysti, men tá skal
ein útskiftingin fevna um
málverjan. Málmansút-
skiftingin kann verða
gjørd, uttan at málverjin
er skaddur
Treytin fyri at hetta
skal bera til er, at tað á
dómaraseðlinum er við-
merkt, hver eykaleikari
er eykamålverji. Hesin
kann bara setast inn sum
målverji, men tå hann er
komin í leik, hevur felagið
vanliga rættin at skifta
málmann millum teir leik-
arar, sum eru á vellinum
Um eykamálmaðurin
verður settur inn í sam-
band við útvísing av upp-
runaliga málmanninum,
kann hann setast inn í
staðin fyri ein av útileikar-
unum og alt fyri eitt taka
pláss sum málmaður
FSF sigur í brævi, at
ásetingin er galdandi fyri
allar deildir, har vanliga
reglan - við tveimum
eykaleikarum - í løtuni er
galdandi
-nn-
Sigid okkum frå,
tå okkurt hendir
innan itrøttin…
Tlf. 11820
Kappingin hjå kvinn-
unum verður longri
Skulu kvinnurnar gera seg galdandi í altjóða fótbólti við kvinnulandsliðnum — og tað er
jú ætlanin
noyðast tær at vera væl fyri heimanifrå. Tí hevur Fótbóltssambandið nú
gjørt av at landskappingin hjá kvinnunum skal vera longri, enn hon hevur verið
Grein 43 í kappingarreglun
um fyri fótbólt verður í ár tík
in í nýtslu í sambandi við
landskappingina í teimum
ovastu kvinnudeildun
Í hesi grein stendur: »FSF
kann gera serreglur og frá
vik í kappingarreglunum fyri
kvinnudeildina og tær yngru
deildirnar upp til unglinga
deildina. =
Kappingin í 1. deild hjá
kvinnum er umskipa, so hon
í ár verður hálvaaðru ferð
longri, enn hon vanligt er
Fad vil siga, at liðini spæla
triggjar ferðir móti hverjum
ødrumi kappingini, ið sostatt
gongur yvir 21 umfør
Nu leggja vit aftur til
Fyrsta umfarid i 1. deild
hjå kvinnum verdur spælt
vikuskiftid 6. og 7. mei, og i
hesum fyrsta umfarinum eru
hesir dystir: Leygardagin 6
mei: B36-Sumba/VB, sunnu
dagin 7. mei: IF-NSI, Skála
KI og EB-HB
Kappingin endar so ikki
fyrr enn leygardagin 14. ok
tober, tá hesir dystir eru
NSI-B36, KI-IF, HB-Skála og
EB-Sumba/VB
Landskappingin í 2. deild
hjá kvinnum verður skipað
sum dupultkapping. Lidini
eru bert fyra í tali, og tí verður
neyðugt at lata tey spæla fyra
dystir móti hvørjumødrum
Annars verður kappingin so
stutt sum uggju umler
Fyrsta umfarið í 2. deild
hjá kvinnum verður spælt
sama vikuskiftid, sum 1
deild byrjar, og verða dyst
irnir hesir: Leygardagin 6
mei Skåla-Sumba/VB, og
sunnudagin 7. mei: LIF-FS
Vágar. Í síðsta umfarinum í
2 deild hjá kvinnum, ið verð
ur sunnudagin 8. oktober
eru hesir dystir: B36-FS Vag
ar og LIF-Sumba/VB
Sum vanligt er niðurflyt
ing til lægri deildir ikki lovvd
í fyra teimum síðstu um
ferunum i 1. og 2. deild
Gentudeildin verdur i år
skipað í tveir bólkar, og so
endar hon við, at tvey lið ur
hverjum bólki koma í hálvfin
alur. Vinnararnir av hålvfin
alunum spæla finaluna um
føroyameistaraheitid leygar
dagin 23. september, tá eisini
dystur verður um triðja pláss
báðir skulu teir spælast á
uttanveltaðum velli
Fyrsta umfarid í bólki A
verður spælt leygardagin 13
mei, og tá eru hesir dystir
B36a-B36b, HB-VB og AB
371. Í bólki B sær fyrsta um
farið, ið verður spælt leygar
dagin 6. mei, soleiðis ut: B68
MB-NSI og EB-KI
hj.
(i, Sit
brots við fótbóltinum
irROTTAR
NU VETURIN ER farin at halla
og tær ljósaru tidirnar nærkast,
er somuleiðis fótbóltskappingin
komin í gongd, og í síðstu viku
vórðu fyrstu fótbóltsdystirnir í
ár fingnir frá hondini. Hetta er
ikki farið framvið, uttan at vit á
Ítróttar-Sosialinum hava lagt tað
til merkis, og nú byrjar so eisini
fótbóltsárið av álvara hjá okk-
um, eftir at fótbólturin meira og
minni hevur ligið á hillini.
LONGU TEY FYRSTU umfer-
ini í steypakappingini hava vit
umrett her í blaðnum, eins og
vit eru vanir. Og nú farast skal
undir annað umfar í kappingini
um Legmanssteypið, eru vit við
at vera púra klárir at taka okk-
um av teimum til eina og hverja
tíð aktuellu fótbóltstíðindunum.
Kortini skal hetta ikki skiljast
sum at Itrottar-Sosialurin hevur
sovid sín seta vetrarsvøvn, ti I
allan vetur hava vit eisini lagt
okkum eftir at fylgt vid, hvat er
hent i hondbóltslandskapping
ini og innan adrar kappingar —
alt eftir førimuni. Og hoast fot
bólturin nú aftur er farin á rull,
fara vit heldur ikki at gloyma alt
annað, tí Itrottar-Sosialurin eig-
ur at vera annað og meira enn
fótbóltur, og tað fara vit eisini at
royna at liva upp til.
TAÐ ER TO eingin loyna, at fót-
bólturin er tann ítróttargreinin,
ið hevur flestu virknu íðkararn-
ar og somuleiðis flestu áskoðar-
arnar og stersta áhugan millum
manna sum heild, og hetta hava
vit eisini ásannað. Tí fær fótbólt-
urin náttúrliga fyrsta prioritet,
men uttan at tað skal ganga ov
nógv út yvir onnur ítróttartíð-
indi. Av tí sama skal tað tí eisini
vera okkara ynski, at allar hinar
ítróttargreinarnar í komandi tíð-
ini fara at lata okkum frætta um
hendingar og tiltøk, id eru inn-
an tær ymsu ítróttargreinarnar,
so breiddin alla tíðina verður í
lagi. Í vetur hava vit havt gott
samstarv nógvar vegir, og tað
eru vit eisini sera takksamir
fyri, tí uttan hjálp frá teimum, ið
hava við ymsu ítróttargreinarn
ar at gera, bar illa til at fáa sagt
frá ollum tí, ið farið er fram og
annars er á skránni. So her skal
eisini ljóða ein áheitan á øll, ið
hava við onkran ítrótt at gera,
um at hanga í, og ikki halda seg
aftur í samskiftinum við okkum,
tí vit vilja ikki gloyma nakran —
heldur ikki, nú summarið legg-
ur upp til fyrst og fremst fótbólt-
in, kappróðurin og einstakar
aðrar ítróttargreinar — eitt nú
frælsan ítrótt.
FOTBOLTURIN FER TO fyrst
og fremst at mynda tað, vit fara
at borðreiða við í Ítróttar-Sosial-
inum í summar, og vit fara nú at
leggja okkum eftir at halda
fram, har vit sleptu við kapping-
arenda í fjorheyst. So leingi fót-
bóltskappingin er í gongd, fara
vit at hava frásagnir frá 1. og 2.
deild hjá monnum hvenn týs-
dag, 1. deild hjá kvinnum og 3.
deild hjá monnum hvønn miku-
dag og ungdómsdeildunum
hvønn hósdag. Fríggjadagarn
ar verður kanska tikið eitt sind-
ur samanum, og har fara vit
sum vant at leggja dent á aðrar
fóbóltssogur, og leygardag fara
vit aftur í summar at koma við
fótbóltsupptaktini undan hverj-
um umfari í 1. deild hjá monn-
um. Eftir forimuni fara vit eisini
at fylgja við, hvussu gongst okk-
ara landsliði og útisetunum, ið
flestallir eru í donskum fótbólti.
Og sjálvandi verður hagtalssíð-
an við úrslitum, steðum, liðupp-
stillingum og málskjúttum fast-
ur táttur hjá okkum í landskapp-
ingini.
EINS OG VIT hava verið tað øll
undanfarin ár, eru vit noyddir at
leita okkum hjálp hjá heimildar-
fólki kring landið, og har hava
vit eisini verið væl royndir. Hesi
eiga stóra tøkk uppiborna fyri
sín innsats, og vóna vit ikki, at
vit troytta tey ovmikið wo at
taka við teirra hjálp aftur í ár.
AT ENDA FARA vit at ynskja
ollum eitt gott summar og eitt
framhaldandi gott fótbólts- og
ítróttarár 1995. Vit kunnu ikki
lova meira, enn at vit royna at
gera okkara besta — men tað
lova vit eisini!