Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 142 - 1. august 2003 Nr. 142 - 1. august 2003 3 Tað verður sagt, at kappróður er ein av harðastu ítróttar- greinum, men tað heldur ikki klaksvíks- og tvørákonum aftur í at royna seg innan hesa ítróttargrein. Tær teknaðu til ólav- søkukappróðurin í ár og vóna at fáa fleiri við til komandi kappingar KAPPRÓÐUR Rúna Sivertsen Tað var vóru kvinnurnar á fimmmannafarinum, Teklu úr Klaksvík, sum vunnu ólavsøkuróðurin hjá Old Girls móti Firvaldi av Tvør- oyri. "Hesar gomlu" gjørdu sær ikki fyri skommum, men vunnu við tíðini, 4.53.03. Klaksvíkskonurnar vóru við í róðrinum í fjør eisini. Tann kappingin var lokal, og í ár komu so suðringar við aftrat. Tær vóna, at undirtøkan til komandi kappingar verður so góð, at tað fer at bera til, at at gera eina FM-kapping fyri Old Girls. - Høvdu tvørákonur ikki bjóðað seg fram í ár, so høvdu vit ikki róð á Jóan- søku og Òlavsøku, so tær skulu fáa tøkk frá okkum, at tær bjóðaðu seg fram. Vit hava longu avtalað at vit hittast aftur á norðoya- stevnu komandi ár. Og hvør veit, kanska verða fleiri manningar tá, siga tær, sum mannaðu klaksvíksbátin. Láturin hoyrist langan veg - Fleiri av okkum hava als ikki róð fyrr, men vísir tað seg, at ein er egnaður at vera í bátinum, kemur rest- in av sær sjálvum, siga tær. Tær lata væl at hesum ítrótti og siga, at tær hava tað ógvuliga stuttligt sam- an. Og tað hoyrist eisini í Klaksvík, tá Old Girls venja, tí tá rungar láturin millum fjøllini. - Men vit tosa eisini um dagsins trupulleikar og loysa "verðinsproblemini", meðan vit liggja í friði úti á Pollinum og njóta alt tað vakra rundan um okkum, siga tær. Tær siga, at tær gleða seg til hvønn túr og fara væl nøgdar heim eftir venjing- ina. Um einari berst frá, setast tær ikki aftur, men fara ístaðin ein langan gongutúr ella at svimja. Vilja hava fleiri við Tær eru samdar um, at tað hevði verið gott, um fleiri manningar komu við, og Old Girls róður bleiv fastur táttur á hvørjari stevnu. Men so mugu kappingar- reglur gerast fyri henda bólk, eitt nú skuldi aldurs- markið verið minst 35 ár fyri rógvararnar, halda tær. Tær ráða øllum tilkom- num kvinnum at halda seg framat og siga, at tær leika ikki so hart í, sum tær ungu, men taka tað róligt og venja miðvíst fyri at bøta um treystið. - Tað er tungt at byrja, men aftaná nakrar túrar við bátinum, merkist munur og tað er tað vit vilja. Har- afturat leggja vit stóran dent á samveruna. Vit hava tað stuttligt í bátinum og tað er líka týdningarmikið, sum sjálv kappingin, siga tær. Tann 4. august fer mann- ingin á Teklu, saman við øðrum úr Klaksvíkar Kapp- róðrarfelag, niður til Het- lands á báta- og mentanar- stevnu at rógva gestaróður við seksmannførum. Tað er orsøkin til, at klaksvíkskonur so huga- góðar framvegis síggjast rógva inn og út eftir Klaks- víkini. Manningin á Teklu úr Klaksvík, sum vann róðurin hjá Old Girls á ólavsøku. Tær ráða øllum tilkomnum kvinnum at halda seg framat, so at tað verður møguligt hjá hesum bólki at luttaka í FM- róðrinum Mynd: Fischer Johannesen Klaksvíks »Old Girls« vunnu á ólavsøku TILTAK Ingrid Bjarnastein Runavík: Leygardagin skipa Kunningarstovan í Saltangará og Runavíkar Kommuna fyri stórum fiska- og sølutorgið á Torg- inum í Saltangará. Eitt slíkt tiltak var eisini fjør, har høvi verður hjá øll- um vitjandi at fáa ein ó- keypis bita av ymsum leskiligum fiskarættum, sum ein kokkur ger á stað- num. Eisini verður annað á skránni. Millum annað verður ein pallur, har Kári Sverrisson og Mikael Blak, ein sangbólkur úr Kelduni og luttakarar úr Barnaprix 2003 koma at syngja og spæla. Hoppiborg og sumo- glíming, fiskibásur, tom- bola café og loppumarkn- aður vera eisini á skránni. Handlarnir í handilsmið- deplinum hava eisini lang- an leygardag, og í sam- bandi við tiltøkini á torgin- um, verður vegurin frá Deild C og út á Kommunu- skristovuna stongdur. Til- takið er frá klokkan 12 - 16. Leggjast skal afturat, at tiltakið verður bert um veðrið er til vildar. Kongshavnar vøggustova og barnagarður er nú fluttur í nýggj høli úti við Toftavatn í Runavík. Í gjár var almenn móttøka, har høvi var at síggja stovnin, sum letur alment upp mánadagin 4. august. Leygardagin frá klokkan 14-17 ber eisini til hjá almenninginum at síggja stovnin. Meira verður um nýggja barnagarðin í blaðnum í morgin. -ib Ein matstova í Havn vísti ólavsøkuaftan børnum út. Sjálvt um børnini vóru í fylgi við vaksnum, so hjálpti ongin góða mamma sjálvt um roynt varð at greiða frá støðuni MATSTOVA Ingrid Bjarnastein Tórshavn: Matstovurnar í Havn hava úr at gera um ólavsøkuna. Nógvir eru gestirnir bæði av bygd og úr bý, sum koma at vitja, og øll skulu hava ein bita. Og tað eru ikki øll sum halda at ein pylsa er nóg mikið, og leita sær tí í eina av mat- stovunum í høvuðsstaðin- um. Ólavsøkuaftan aftaná kappróðurin fóru fimm vaksin og fýra børn inn í eina av matstovunum í Havn. Tey høvdu verið til kappróður, so nú skuldi vera gott at fáa ein bita. Men gleðin gjørdist held- ur stokkut. Tí meðan bíðað varð eftir borðinum fóru børnini og onnur á wcið. Eigarin av matstovuni gjørdist fúkandi óður og bað børnini sleppa sær út- aftur. Sjálvt um mammur- nar royndu at greiða frá, at børnini vóru í fylgi við teimum, so hjálpti onki. Løgin atburður Ein av teimum, sum var við greiðir soleiðis frá: – Vit vóru fýra tilkomnar konur og fýra børn, sum fóru inn og bóðu um eitt borð til níggju fólk. Servi- trisan var blíð og bað okk- um bíða, meðan hon vask- aði borðini og gjørdi tey til reiðar. Vit høvdu ongantíð verið har fyrr, og børnini fóru so á wcið meðan vit bíðaðu. Og tá kom eigarin og bað tey sleppa sær út aftur, og mammurnar skiltu onki, tí tær søgdu, at tær høvdu roynt at greiða frá, men onki nyttaði. Hann var so fúkandi óður. – Tann eina mamman segði, at hon fór ikki at senda børnini útaftur, so hon fór við, og tað endaði við, at vit øll fóru út. Út- komin tosaðu vit eitt sindur aftur og fram um hetta, og tað endaði við, at vit komu til ta niðurstøðu, at hesum skuldu vit ikki finna okkum í, verður greitt frá. Ein av teimum fimm tilkomnu kvinnunum fer so innaftur, og biðjur um at sleppa at tosa við eigaran. Servitrisan sigur, at talan er um eina misskiljing, og at tey eru vælkomin innaftur. – Eg fór inn har fyri at skelda hann út. Tá børnini uppføra seg hampuliga, so skulu tey vaksnu eisini vera hampulig yvirfyri teimum. Eigarin bað beinanvegin orsaka, og tað endaði við, at hann kom út á vegin har vit øll stóðu at biðja um orsaka, eisini børnini. Eigarin vildi vera við, at orsøkin til at hann hevði uppført seg soleiðis var, at nógv børn runnu inn og út at brúka wcið, sum so tipt- ist. – Men tá hann hevði sagt umskylda, so fóru vit bara onkra aðrastaðni at eta, tí hatta var ein heldur løgin atburður at hava, verður at enda sagt. Barnagarðurin letur upp Fiskaborð og undirhald Leygardagin verður skipað fyri stórum fiska- og sølutorgið á Torginum í Saltangará. Tað eru Kunningarstovan og Runavíkar kommuna, sum skipa fyri Matstova í Havn: Børn útblakað á ólavsøku Ein matstova í Havnini vísti um ólavsøkuna børnum út sjálvt um tey vóru í fylgi við vaksnum Tilvildarlig mynd C M Y K 3 2