Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-04-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 1995síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Gleðiligar páskir Oddagnein HÓAST tað så ljótt út, so fingu vit kortini páskafrið á arbeiðsmarknaðinum, og Skulu vit í hesum sam bandi takka øllum samráðandi pørtum, sum hver | sínum lagi við at ganga í seg sjálvan, fingu okkum hesa høvisku semju AT løntakarin av henni ikki fær tað so stórt betri, vita vit. men vóna at hon kortini fer at roynast sum eitt stig á leiðini til tann bata, so mongum tørvar Vóna mugu vit so eisini, at landið og vit gil kunnu va við henn TJØLDUR og annar fuglur er nógvur komin og fyrstu ombini við. Ikki er tað av sama mistreysSti, Sum í Ov stóran mun tyngir føroyingin í dag, at flytifugjurin ár um ár leitar sær hendavegin at byggja heim, ikki er tað ti, at eingin annar blettur ikki man vera eins góður — men tí at heimið er heimid og bert eittans HESA sjålvsøgdu livsåskodan bæði skilja og vilja vit øll stimbra. Ymiskt er tó sum umstødurnar laga seg, og tá samanum treingist, rættuliga ymist, hvussu nógv versnandi kor, vit góðtaka, áðrenn vit sleppa henni og flyta hagar bøurin er grønar HETJUR koma valla upp á tal í hesum høpi. Øll harmast vit um fólkið, vit missa av landinum, tomu fyrr so stásiligu húsini, sum manga staðni standa sum tóm deydningaglopur og saknin báðar vegir av slitnu bondunum SO mikid syndarligt er tad, at meining ikki finst hesum neyðars standi, finna vit ikki ugga í teimum, sum hóast vánaligast hugsandi umstødur kortini velja at stríðast teirra dagliga strev undir teimum korum, røkkast kunnu í okkara kæra landi | løtuni Stríðast fyri at halda gangandi samfelagnum til tað aftur gerst meira sjálvhjálpið. Koma hetjur kortin upp á tal, mugu tær vera hesi, sum rætt sum flyti fuglur okkara noktar at góðtaka, at heimið ikki ongur er víÐrt OG vit fara at treiskast, vitandi, at fleiri falla frá, men gangandi skulu Føroyar haldast so ella so til vend aftur kemur í og vit aftur kunnu fjølgast her á andi, og ikki minst — við skilabesta politikki røkka møguleikum aftur í samhaldsfesti at fjølga um hvennannan og soleiðis fyribyrgja, at smáu heimin! aftur verða avrøkt av vitleysa vágaspæli teirra fáu SKAL tað eydnast má tað fremjast í ásannanini av, hvussu ómetaligan tørv vit gil hava á hverjum ødrum, av hvussu veik vit standa einsamøll, men sanniliga eisini í vissuni um, alt tað Ófera, vit kunnu avrika, standa vit saman um eitt felags endama BYRJANINAR á hesi leið kunnu vera so mangar Sáttmálafriðurin herfyri kann, um væl Der til, vera ein teirra og fáa vit hartil eitt betri býti av ágóðum og skyldum okkara millum varð grundin veruliga ÁÁ á , E 1? vC ou Be øge til eina nyggja byrjan TAD samfelagsliga rot og åtrunadarliga misfatan, páskirnar við Hinum Upprisna var uppgerð vid, gjørdist nýggja byrjanin hjá øllum, ið vildu og vilja eiga lut í henn TAÐ vilja vit øll — eisini einari nyggjari byrjan fyri fød landið. Góðar páskir Eitt svar til Lisbeth Petersen og Leiv Hansen Lisbeth Petersen, býráðs formaður. og Leivur Han sen, býráðslimur, hava svarað aftur upp á grein mína um BBC World og tey skulu eiga takk fyri svarini, hóast ein ikki verður nógv klókari av hesum svarum Men okkurt er hóast alt greiðari nú. Býráðsformað- urin svarar, at stað kundi ikki fallið henni inn« at upplýst borgarunum um grundirnar til hennara av gerð um at skifta World um við Prime. Hetta er eitt er ligt svar og nú vita Vit so Í hvussu so er, hverja virðing býráðsformaðurin = hevur fyri tí orðaskifu, ið er grundarlagið undir øllum fólkaræði. So vita vit tað Men eftir stendur so framvegis hetta, at Havnar borgarar ikki vita, hverjar grundirnar eru til at framúr upplýsandi og kunnandi sendingar verða býttar um við gamalt ofta vánaligt undirhald kryddað við so herðum dósalátn, at enska málið valla hoyrist (men tað ger minni, tí oftaer talan um eitt enskt mál, sum er líka langt frá skúlaenskum sum eystur frá vestn umframt endaleysar rødir av illbøn um). Lagt kundi verðið aft urat, at talan er um sending ar. sum fyri ein part longu hava verið í Scansat. Efur hanga so nakrir spurningar í luftini, sum vit ikki fáa svar uppá. Tað skal ikki forða okkum at seta teir fram Er meiriluun, sum tók World frá okkum ímót upplýsing? Eru Prime-ver)- arnir ræddir fyri tí fjøl broyttu heimsmyndini, sum BBC World helt upp fyrr Havnar borgarum? Eru tey rødd fyri, at BBC World fær fólk at hugsa (tað er eisini endamálið'). Unna tey ikki skúlaungdóminum tað velduga upplýsandi tilfar, ið dagliga var at heinta í BBC World og sum varð nógv nýtt í skúlunum? Unna tey ikki hesum ungu at nema sær tað vakra og rætta enska mál, ið BBC tíðindafólk eru heimskend fyri? Er tað tí tey heldur vilja geva ungdóminum Cockney, illbønir og dósa látur? Her skal tó viðgang ast. at tað eru góðar undir- haldssendingar = ímillum, men meginparturin er lætti soppaundirhald, sum vit hava ríkiligt av framman undan í Scansat Hvat ræðast Lisbeth, Leivur, Kristianna, Jenis og øll hini? Er tað veruliga so vindandi galið, at tað kanska skuldi verið okkurt við BBC World, sum hesi fólk ikki skilja og tí ikki tola, at onnur skilja hetta? Bert tey sjálvi kenna svarið og eitt er vist: tað kann so ikk: vera innihaldið í Prime, sum liggur aftan fyri stødu- takan teirra. Hetta innihald er fyri ein stóran part so platt og vánaligt og hevur longu fyri ein part verið sent í Scanast, at:tað kann ikki vera orsakað av innihaldin um í Prime, tey hava valt Prime. Prime er ætlað nostalgiskum bretum í Fjar eystri sum eisini síggja World. Men hesir bretar eru so hepnir, at teir kunnu zappa ul World, um teir troyttast av Prime. Í Prime eru eisini tíðindi vist so, men einamest innanlands bretsk tíðindi og so ítrótta- tíðindi á tekstsjónvarpi Einki ilt um tað, men tað mátti borið til at funnið út- vegir fyri hesum tíðindum til teirra, sum hava tann stóra áhugan fyri bretskum fótbólti. So mikið um und irhaldið. Tað verði langt frá mær at nokta teimum, sum halda seg hava tørv á hes- um, atgongd til hetta inni- hald, men so má tað vera ein mannarættur fyri okk um, sum ikk: vilja hava hetta, at varðveita ta góðu tíðindarásina og eg skal venda aftur ul hendan spurning Tað kann eftir øllum at døma bert vera orsakað av innihaldinum. í BBC World, meinlutin hevur tikið stóðu. Har má eftir teirratykki vera nakað, sum vit havnarborgarar efur teirra tykki ikki tola at síggja og hoyra. Tað kundi verið áhugavert at fingið at vitað frá mó.steðufólkum Worlds, hvat tað er í World, vit ikki tola at síggja og hoyra. At upplýsa hetta fyri havnarborgarum er tað minsta, tit kunnu gera, eftir at tit fyri afturlatnum hurð um hava fråtikid einum stårum parti av borgarun um møguleikan at njóta gott av professionella og sakliga journalisukkinum í World Við BBC World kom heimurin inn í stovurnar hjá havnarfólki. Vit sluppu ikki at lata eyguni aftur fyri út- heiminum. Sendingarnar tvingaðu okkum til at hugsa og at taka stóðu og ofta til at umhugsa og ummeta okk ara stæðu til spurningar, ið eru aktuellir og sum ávirka gongdina føllum heiminum eisini í Føroyum. Eg kann nevna støduna í Asia, Mið eystri, SNG, Gingnchtkoll velungina í USA, sorgar leikirnar í Afrika og eitt nú trætuna millum EU og Ca- nada. Afturat hesum koma tær framúrskarandi doku- mentarsendingarnar = um umhvervi, mentan og poli tikk. har BBC ber av øllum Nógv, eisini undirritaði, kundi hugsað sær BBC World eðrvísi, men einki gjørdist við tað. BBC World hevði hóast alt ta upplýsing og tann tíðinda- flutning, ið mest objekuvt og gjølla lýsir gongdina í heiminum. Gudarnir skulu vita, at okkum og serstak- liga teimum ung tørvar hesa upplysing, ti frå før- oyskum fjølmiðlum fáa vit hana ikki. Okkara fjølmiði- ar — alt gott um teir annars — hava ikki fíggjarligt til- feingi at veita hendan tíð- indaflutning Síðan eina stutta við- merking til Leiv Hansen Hann leggur meg undir við einvísum og ósakligum en- gagementi at hava beint fyri BBC World og spyr hvat mær bagir. Ella vid ødrum orðum: hevði Sosialurin tagt, so høvdu vit framvegis kunna glett okkum yvir framúrskarandi sendingar- nar í BBC World. Hvat er hetta fyri argumentatiGn? Hvat er hetta fyri hugsanar- háttur — nevniliga, at av tí at tann og tann er fyri má eg vera ímóti? Ein kundi næst- an havt hug at spurt, hvat bagir Leivi Hansen! Spurningurin um World ella Prime er ein spurningur um vitskulu hava gaman og álvara á Rás Tórshavn ella bert gaman. Eftir mínum tykki skulu vit hava bæði, sjálvt um eingin ivi er um, hvat eg valdi, um vit bert fingu annað. Ég fari tí at enda at heita á býráðið í Havn um at finna útvegir fyri, at vit aftur kunnu síggja World og fyri mær gjarna eisini Prime, tí eg havi einki ímóti, at fólk sleppa at velja Jan Miiller Aftursvar frá Atla Dam til Sámal Petur í Grund: Ikki nevndin, men Sámal Petur Løgin maður, sum heldur at eitt vána trúvirði viðvíkj- andi orðum hansara onki hevur uppá seg. Gamalt var, at vildi tú metast heiðurs maður, talaði tú satt. Í hasi viðmerkingini liggur ongin roynd at prógva, at Sámal Petur í Grund ikki hevur kroyst og trýst stjóran í At- lantsflog úr starvi Sparkið til Atla dam, um at hann var so valdsmikil í landsstýrinum, at hann sjálvur mannaði landsstýri og nevndarsessir, er einki uttan eitt veruligt »kiks«, tí tað vita allir menn og allar kvinnur, sum hava sitid í landsstýri saman við Atla dam. at slíkar avgerðir altíð vóru tiknar ådemokratiskan hátt av landsstýrinum sum »kollegrum« Tad, sum nú er talan um, er at ein landsstýrismaður aftan fyri bakið av hinum landsstýrismonnunum kroystir eina nevnd — sum annars ikki verður afturvald til at koyra stjóran Hetta hava allir teir tríggir Framhald á síðu 17